{"id":4763,"date":"2023-05-15T22:52:21","date_gmt":"2023-05-15T22:52:21","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=4763"},"modified":"2023-05-16T12:36:05","modified_gmt":"2023-05-16T12:36:05","slug":"kjakid-um-barentshavid-i-soeguligum-baksyni","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/05\/15\/kjakid-um-barentshavid-i-soeguligum-baksyni\/","title":{"rendered":"Kjaki\u00f0 um Barentshavi\u00f0 \u00ed s\u00f8guligum baks\u00fdni"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Fiskivinnupolitiskar avger\u00f0ir mugu takast \u00ed opinleika, annars eru vit hv\u00f8rki eitt r\u00e6ttarsamfelag ella eitt f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i. Hetta skrivar fyrrver\u00f0andi rei\u00f0arin og fyrrver\u00f0andi skrivarin hj\u00e1 rei\u00f0arafelagnum \u00c1rni M. Dam, \u00c1rni hevur eisini veri\u00f0 \u00e1 tingi\u00f0 sum eyka tingma\u00f0ur hj\u00e1 Frams\u00f3kn. <\/h2>\n\n\n\n<p class=\"has-luminous-vivid-amber-color has-vivid-cyan-blue-background-color has-text-color has-background wp-block-paragraph\"><strong>Fiskivinnan hevur st\u00f3ran t\u00fddning fyri f\u00f8royska samfelagi\u00f0. T\u00ed er alney\u00f0ugt, at umsiting og avger\u00f0ir alt\u00ed\u00f0 ver\u00f0a tiknar \u00e1 einum fult uppl\u00fdstum grundarlagi. Skal ta\u00f0 lata seg gera, so er fyrsta treytin, at vit kunnu tosa og kjakast opi\u00f0 um fiskivinnuna.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a><\/a>Afturvendandni \u00e1k\u00e6rur um, at pers\u00f3ns-, lokal- ella partapolitisk atlit ver\u00f0a sett fremst, hava s\u00farga\u00f0 kjaki\u00f0 um f\u00f8royska fiskivinnu seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini. Spurningurin er, um ikki nettup manglandi opinleiki \u00ed fiskivinnu-politiskum avger\u00f0um og fiskivinnufyrisiting generelt, halda uppi hesum \u00f3sunna parti av kjakinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Herfyri skipa\u00f0i Sj\u00far\u00f0ur Skaale fyri einari r\u00e1\u00f0stevnu um barentshavss\u00e1ttm\u00e1lan. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 r\u00e1\u00f0stevnuni var at f\u00e1a \u00ed lag eitt kjak um framt\u00ed\u00f0ar fiskivinnusamstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland. Eitt sj\u00f3narmi\u00f0 hj\u00e1 Sj\u00far\u00f0i var, at almenna kjaki\u00f0 t\u00f3k st\u00f8\u00f0i \u00ed vi\u00f0urskiftum, sum ikki v\u00f3ru n\u00f3g v\u00e6l uppl\u00fdst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 r\u00e1\u00f0stevnuni bleiv fleiri fer\u00f0ir v\u00edst til m\u00edn pers\u00f3n. Eg haldi, at ta\u00f0 kann gagna kjakinum, um eg grei\u00f0i eitt sindur meira fr\u00e1 m\u00ednum leikluti \u00ed hesum sambandi.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Einki er \u00f3keypis, heldur ikki fiskivei\u00f0uavtalur<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1. januar 1977 var\u00f0 f\u00f8royska fiskimarki\u00f0 flutt \u00far 12 \u00fat \u00e1 200 fj\u00f3r\u00f0ingar. Vi\u00f0 fiskimarks\u00fatflytingini var\u00f0 t\u00f8rvur \u00e1 n\u00fdggjum og v\u00ed\u00f0ka\u00f0um fiskivei\u00f0uavtalum \u00ed mun til t\u00ed\u00f0ina fyri 1977. Umlei\u00f0 eitt \u00e1r seinni \u2013 \u00e1 sumri \u00ed 1978 \u2013 mynstra\u00f0i eg vi\u00f0 skipi \u00e1 fyrsta sinni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 1978 gj\u00f8rdu F\u00f8royar fiskivei\u00f0uavtalur vi\u00f0 6 lond (\u00cdsland, Noreg, Sovjet, Sv\u00f8r\u00edki, P\u00f3lland og DDR) umframt EEC. Avtala\u00f0 var\u00f0, at hesi lond vi\u00f0 uml. 130 fiskif\u00f8rum kundu vei\u00f0a sl\u00f8k 60.000 tons av botnfiski umframt omanfyri 100.000 tons av uppisj\u00f3varfiski \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 1982 mynstra\u00f0i eg \u00e1 fyrsta sinni sum yvirma\u00f0ur \u00e1 f\u00f8royskum l\u00ednuskipi. \u00cd 1982 v\u00f3ru t\u00ed\u00f0irnar \u2013 hvat s\u00edn\u00e1millum fiskivei\u00f0uavtalum vi\u00f0v\u00edkti \u2013 l\u00edti\u00f0 broyttar. N\u00f8gdirnar av botnfiski v\u00f3ru eitt sindur sm\u00e6rri, n\u00f8gdirnar av uppisj\u00f3varfiski st\u00f8rri og framvegis var loyvt eini armadu av fremmandum fiskif\u00f8rum (omanfyri 100 \u00ed tali) at vei\u00f0a \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3\u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f3gvu fremmandu skipini hava darva\u00f0 fiskiskapin hj\u00e1 f\u00f8royska fiskiflotanum uttanfyri 12 fj\u00f3r\u00f0ingar almiki\u00f0. Ein afturvendandi spurningur var alt\u00ed\u00f0 hvar ein skuldi fara til fiskiskap fyri ikki at elta ella liggja \u00ed sl\u00f3\u00f0ini hj\u00e1 fremmandu fiskif\u00f8runum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mangan setti eg m\u00e6r spurningin: hvat fingu F\u00f8royar \u00ed roynd og veru afturfyri, at meira enn 100 fremmand fiskif\u00f8r veiddu \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi? Her var\u00f0 ikki hugsa\u00f0 um tonsini \u00e1 papp\u00edrinum (ta\u00f0 sum framgekk av avtalunum), t\u00ed hesi t\u00f8lini v\u00f3ru almenn. Heldur var\u00f0 hugsa\u00f0 um, \u00ed hv\u00f8nn mun og hvussu f\u00f8royskir myndugleikar tryggja\u00f0u s\u00e6r, at bert avtala\u00f0 virksemi\u00f0 gekk fyri seg \u00e1 fiskilei\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Hv\u00ed blivu kongafiskurin og bl\u00e1longan burtur?<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Svartkjaftaskipini royna n\u00e6r botni og n\u00e1lgast upp at hv\u00f8rjum kanti. Kongafiskur, men eisini upsi og bl\u00e1longa eru fiskasl\u00f8g, sum liva \u00e1 botni, men eisini leita s\u00e6r f\u00f8\u00f0i upp fr\u00e1 botni. Hv\u00ed bleiv t.d. st\u00f3ri kongafiskurin undir F\u00f8royum heilt burtur? St\u00f3\u00f0st ta\u00f0 av:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Broyttum livil\u00edkindum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; F\u00f8royskari ovurvei\u00f0u vi\u00f0 troli \u00e1 dj\u00fapum vatni?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ella \u00f3regluligari og \u00f3fr\u00e1bo\u00f0a\u00f0ari hj\u00e1vei\u00f0u \u00ed svartkjafta- ella \u00f8\u00f0rum fiskiskapi?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hendan spurningin f\u00e1a vit t\u00edverri neyvan svara\u00f0an nakrant\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Fiskivei\u00f0uavtalan vi\u00f0 Russland<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum fr\u00e1 lei\u00f0 blivu fremmandu botnfiskafiskif\u00f8rini burtur \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi (ongar avtalur blivu gj\u00f8rdar). Undantaki\u00f0 var norsku l\u00ednuskipini, og russisku svartkjaftaskipini hildu \u00e1fram sum frammanundan. Norska og russiska virksemi\u00f0 \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi var tengt at framhaldandi avtalum um f\u00f8royskan fiskiskap \u00ed Barentshavinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd rokna\u00f0um vir\u00f0i hevur fiskivei\u00f0us\u00e1ttm\u00e1lin millum F\u00f8royar og Russland bygt \u00e1 eina fyritreyt um, at fyri hv\u00f8rt tons av botnfiski, sum vit f\u00e1a \u00ed russiskum sj\u00f3gvi, so lata vit uml. 4 tons av uppisj\u00f3varfiski \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi, vi\u00f0hv\u00f8rt munandi meira.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00f8guliga hava f\u00f8roysk rei\u00f0ar\u00ed sent uml. 4-5 skip \u00ed Barentshavi\u00f0 at vei\u00f0a f\u00f8roysku kvotuna, me\u00f0an russar hava havt loyvi at vei\u00f0a vi\u00f0 upp til 17 skipum \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi (n\u00fa 29 fiskif\u00f8r). Hv\u00f8r einstakur russiskur trolari t\u00f3k n\u00e6rum ta\u00f0 sama \u00ed lastina sum \u00be av t\u00ed flota, sum vit sendu upp \u00ed Barentshavi\u00f0 at vei\u00f0a. Ta\u00f0 vil siga, at:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Me\u00f0an lutfalli\u00f0 millum kvoturnar hj\u00e1 londunum hevur veri\u00f0 \u00bd so hevur lutfalli\u00f0 \u00ed lastakapasiteti veri\u00f0 1:14+. Hv\u00ed mann hetta vera?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Loyvda tali\u00f0 av russiskum uppisj\u00f3varskipum \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi hevur veri\u00f0 umlei\u00f0 tv\u00edfalt so st\u00f3rt sum samla\u00f0a tali\u00f0 av f\u00f8royskum uppisj\u00f3varskipum. Hv\u00ed mann ta\u00f0 vera?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd svartkjaftafiskiskapi ver\u00f0ur roynt n\u00e6r botni og t\u00e6tt upp\u00e1 kantarnar. Fr\u00e1 f\u00f8royskari svartkjaftavei\u00f0u vita vit, at hj\u00e1vei\u00f0a hevur veri\u00f0 ein trupulleiki, og t\u00ed bleiv rist \u00ed svartkjaftatrolum eisini eitt krav.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>&#8211; Er skr\u00e1seting av russiskari hj\u00e1vei\u00f0u av botnfiski \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi eftirfarandi?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 1993 var Felagi\u00f0 L\u00ednuskip endurstovna\u00f0 og eg var forma\u00f0ur \u00ed hesum felag \u00ed umlei\u00f0 fimm \u00e1r. Sum forma\u00f0ur gj\u00f8rdi eg n\u00f3gv vi\u00f0 spurningin um barentshavss\u00e1ttm\u00e1lan og virka\u00f0i fyri, at f\u00f8roysk l\u00ednuskip eisini kundu f\u00e1a atgongd til Barentshavi\u00f0 aftur fyri, at norsk og russisk fiskif\u00f8r royndu \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men hetta var sum at renna seg \u00edm\u00f3ti einum m\u00fari. Eingin vildi tosa um hesi vi\u00f0urskifti. Eitt undantak var t\u00f3 \u00ed 1994, t\u00e1 i\u00f0 Tummas Arabo sum landsst\u00fdrisma\u00f0ur loyvdi l\u00ednuskipunum at fiska naka\u00f0 av toskakvotuni \u00ed norska partinum av Barentshavinum. Hettar kom sera v\u00e6l vi\u00f0, b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 l\u00ednuskipunum og hj\u00e1 flakaf\u00f3lkum \u00e1 f\u00f8roysku flakavirkjunum, t\u00ed t\u00e1 var st\u00f8\u00f0an sera ring \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00f3tst\u00f8\u00f0an \u00edm\u00f3ti, at l\u00ednuskipini sluppu at fiska ein part av hesi kvotu, var \u00f8gilig, og t\u00e1 i\u00f0 Tummas f\u00f3r \u00far landsst\u00fdrinum, enda\u00f0i tann s\u00f8gan eisini \u2013 so ta\u00f0 blivu bert til tvey \u00e1r. Ta\u00f0 framgekk greitt, at n\u00f8kur heilt f\u00e1 rei\u00f0ar\u00ed part\u00fa skuldu eiga barentshavskvotuna. Vit v\u00f3ru fleiri, sum spurdu hv\u00ed, men einki svar fekst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hava veri\u00f0 n\u00f3gvir fiskimenn, sum saman vi\u00f0 m\u00e6r hava ynskt og ynskja at f\u00e1a svar upp\u00e1 ymisk vi\u00f0urskifti, men felagsnevnarin er, at eingin f\u00e6r naka\u00f0 svar.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Hv\u00ed f\u00f3r eg at seta t\u00f8l \u00e1 russaras\u00e1ttm\u00e1lan?<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At fari\u00f0 var\u00f0 undir at seta t\u00f8l \u00e1, kom ikki av ongum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u00cd apr\u00edl \u00ed fj\u00f8r\u00f0 var forma\u00f0urin \u00ed b\u00faskaparr\u00e1\u00f0num frammi \u00ed einum innslagi \u00ed Degi &amp; Viku. Bo\u00f0skapurin var, at javnv\u00e1g var \u00ed fiskivei\u00f0uavtaluni millum F\u00f8royar og Russland. Hesa \u00fats\u00f8gn kundi ella vildi forma\u00f0urin ikki greina n\u00e6rri, og t\u00ed bleiv hetta bert ein p\u00e1standur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Seinri um heysti var fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed fiskivinnum\u00e1lum, \u00c1rni Skaale, \u00ed heimspressuni og greiddi fr\u00e1, at s\u00e1ttm\u00e1lin vi\u00f0 Russland hev\u00f0i eitt vir\u00f0i\u00f0 fyri F\u00f8royar upp\u00e1 \u00e1 5% av BT\u00da. Hetta v\u00edsti seg at vera tiki\u00f0 \u00far leysum lofti, og \u00fats\u00f8gnin var t\u00ed tikin aftur, men bleiv \u00fats\u00f8gnin eisini r\u00e6tta\u00f0 \u00ed heimspressuni?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Stutta t\u00ed\u00f0 eftir hetta kom danski tj\u00f3\u00f0bankin vi\u00f0 eini \u00fats\u00f8gn um, at Barentshavi hev\u00f0i st\u00f3ran t\u00fddning fyri F\u00f8royar, og henda \u00fats\u00f8gn hevur eisini veri\u00f0 d\u00fagliga br\u00fakt \u00ed F\u00f8royum. Men hvat grunda\u00f0i tj\u00f3\u00f0bankin s\u00edna \u00fats\u00f8gn \u00e1 \u2013 var ta\u00f0 \u00e1 skeivu \u00fats\u00f8gnina hj\u00e1 f\u00f8royska fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harranum? Ta\u00f0 vita vit ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Seinni ba\u00f0 t\u00e1sitandi landsst\u00fdri\u00f0 tr\u00edggjar b\u00faskaparfr\u00f8\u00f0ingar gera eina fr\u00e1grei\u00f0ing fyri at l\u00fdsa m\u00e1li\u00f0 betur. Ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an var tann sama sum hj\u00e1 b\u00faskaparr\u00e1\u00f0num: javnv\u00e1g er \u00ed avtaluni. Hon hevur hv\u00f8rki vi\u00f0 s\u00e6r tap ella vinning fyri F\u00f8royar. Trupulleikin vi\u00f0 hesi fr\u00e1grei\u00f0ing var, at hon ikki kundi almannakunngerast, og t\u00ed var ikki m\u00f8guligt at f\u00e1a innlit \u00ed hana og at f\u00e1a eftirkanna\u00f0, hvussu samhandilin um Barentshavi\u00f0 var uppgj\u00f8rdur. Vit kundu hv\u00f8rki s\u00edggja fyritreytirnar ella sj\u00e1lvt roknistykki\u00f0, men m\u00e1ttu bara g\u00f3\u00f0taka, at \u201csolei\u00f0is er ta\u00f0 bara\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd f\u00fdra umf\u00f8rum v\u00f3r\u00f0u myndugleikar ella umbo\u00f0 fyri myndugleikar sostatt frammi vi\u00f0 \u00fatsagnum um javnv\u00e1gina ella t\u00fddningin av s\u00e1ttm\u00e1lanum, men eingin av hesum instansum vildu gera grein fyri s\u00ednum \u00fatsagnum \u2013 og \u00fatsagnirnar hj\u00e1 sj\u00e1lvum fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harranum v\u00edstu seg at vera beinlei\u00f0is skeivar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta helt eg ikki \u00e1tti at sleppa at standa einsamalt, eftirsum ta\u00f0 ikki var eitt vir\u00f0iligt grundarlag fyri einum uppl\u00fdstum kjaki. T\u00ed f\u00f3r eg undir at seta nakrar fortreytir upp og at seta eitt roknistykki saman vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed almennum t\u00f8lum. Hesar \u00fatrokningar leg\u00f0i eg \u00fat sum uppsl\u00f8g \u00e1 m\u00edn facebook-vanga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00far\u00f0ur Skaale hev\u00f0i s\u00e6\u00f0 hesar \u00fatrokningar, og hann vendi s\u00e6r til m\u00edn fyri at vita, um hann kundi f\u00e1a t\u00e6r. Grundgevingin var, at hann ikki vildi lata s\u00e6r lynda, at honum var nokta\u00f0 at s\u00edggja fr\u00e1grei\u00f0ingina, sum teir tr\u00edggir b\u00faskaparfr\u00f8\u00f0ingarnir h\u00f8vdu gj\u00f8rt. T\u00ed vildi hann sj\u00e1lvur f\u00e1a gj\u00f8rda eina \u00f3hefta meting, sum \u00f8ll kundu fyrihalda seg til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg var fegin um, at ta\u00f0 var ein politikari, sum v\u00edsti \u00e1huga fyri at f\u00e1a innlit \u00ed ymiskar samanhangir \u00ed fiskivinnuni. \u00cd 2009 var Sj\u00far\u00f0ur Skaale \u2013 saman vi\u00f0 Poul Michelsen og Jacob Vestergaard \u2013 teir einastu, sum veruliga h\u00f8vdu \u00e1huga \u00ed at seta seg inn \u00ed ta\u00f0 arbei\u00f0i\u00f0, sum forma\u00f0urin \u00ed rei\u00f0arafelagnum, Viberg S\u00f8rensen, og n\u00e6stforma\u00f0urin, J\u00f3nsvein Knudsen, settu \u00ed gongd um makrelin \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg j\u00e1tta\u00f0i, og h\u00f3ast eg ikki eri b\u00faskaparfr\u00f8\u00f0ingur, so hev\u00f0i eg einki \u00edm\u00f3ti, at m\u00ednar \u00fatrokningar blivu lagdar alment fram. Hetta er j\u00fa naka\u00f0, sum \u00e1tti at at vi\u00f0komi\u00f0 \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Democracy dies in darkness<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd L\u00f8ksh\u00f8ll sitera\u00f0i Sj\u00far\u00f0ur Skaale slagor\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 The Washington Post: \u201cDemocracy dies in darkness\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd eini kjaksending um tiltaki\u00f0 v\u00f3ru tveir fyrrverandi politikarar \u00ed FM1. Ein av ni\u00f0urst\u00f8\u00f0unum t\u00f3ktist vera, at tiltaki\u00f0 hj\u00e1 Sj\u00far\u00f0i m\u00f8guliga kundi ska\u00f0a arbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 samgonguni vi\u00f0v\u00edkjandi Russlandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tiltaki\u00f0 var ein l\u00fdsing av f\u00f8royskt-russiska samstarvinum \u00ed s\u00f8guligum h\u00f8pi og ein l\u00fdsing av mongu og st\u00f3ru tv\u00edst\u00f8\u00f0unum, i\u00f0 F\u00f8royar sum land standa vi\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 samstarvi\u00f0 vi\u00f0 Russland. Ein partur av tiltakinum v\u00f3ru \u00fatrokningar, sum allar byggja \u00e1 almenn t\u00f8l og grei\u00f0ar fortreytir, sum \u00f8ll eiga at kunna fyrihalda seg til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um hugsanin er, at tiltaki\u00f0 hj\u00e1 Sj\u00far\u00f0i Skaale, hv\u00f8rs endam\u00e1l var vitan, uppl\u00fdsing og kjak, ska\u00f0ar arbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 landsst\u00fdrinum, so missi eg \u00ed uppaftur st\u00f8rri mun tr\u00fanna \u00e1, at vit yvirh\u00f8vur eru b\u00fagvin at virka \u00ed einum v\u00e6l-virkandi f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i og taka avger\u00f0ir \u00e1 fult uppl\u00fdstum grundarlagi.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00c1rni M. Dam var eisini vi\u00f0 til at gera dagaskipanina. <\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":4191,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,120,111],"tags":[],"class_list":["post-4763","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-greinasavn","category-lesarabroev-og-tidindaskriv"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4763","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=4763"}],"version-history":[{"count":8,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4763\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4776,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4763\/revisions\/4776"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/4191"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=4763"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=4763"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=4763"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}