{"id":4844,"date":"2023-05-25T11:31:21","date_gmt":"2023-05-25T11:31:21","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=4844"},"modified":"2023-05-25T11:31:22","modified_gmt":"2023-05-25T11:31:22","slug":"heidurstekin-og-starvsdagar-a-havnarskrivstovuni","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/05\/25\/heidurstekin-og-starvsdagar-a-havnarskrivstovuni\/","title":{"rendered":"Hei\u00f0urstekin og starvsdagar \u00e1 Havnarskrivstovuni"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00cd gj\u00e1r var l\u00edti\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00e1 Havnarskrivstovuni, har fleiri h\u00f8vdu starvsdagar og J\u00f3gvan P\u00e1ll Jensen og John Ove Hansen fingu hei\u00f0ursl\u00f8nir fyri \u00e1v\u00edkavist 30 og 40 \u00e1ra t\u00e6nastu.<\/h2>\n\n\n\n<p>Borgarstj\u00f3rin nevndi \u00ed r\u00f8\u00f0u s\u00edni, at ta\u00f0 kann aldri yvirmetast, hvussu st\u00f3ran t\u00fddning ta\u00f0 hevur at hava so tr\u00fagv starvsf\u00f3lk sum hesi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Fyri okkum \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu hevur ta\u00f0 st\u00f3ran t\u00fddning at hava starvsf\u00f3lk, sum hava dr\u00fagvar royndir. Starvsf\u00f3lk, sum hava havt ymsar og fj\u00f8lbroyttar arbei\u00f0suppg\u00e1vur, og hava m\u00f8tt n\u00f3gvum avbj\u00f3\u00f0ingum gj\u00f8gnum eitt langt arbei\u00f0sl\u00edv.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Eg fari at takka tykkum hjartaliga fyri tykkara st\u00f3ra \u00edkast og dr\u00fagvu t\u00e6nastu fyri Havnina. T\u00f3rshavnar havn hevur alt\u00ed\u00f0 havt ein serligan leiklut \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0num. Eg haldi, at vit fyri n\u00f8krum f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani taldu, at fleiri enn 700 f\u00f3lk h\u00f8vdu s\u00edtt dagliga livibrey\u00f0 av virkseminum \u00ed T\u00f3rshavnar havn.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; So ta\u00f0 er ikki sm\u00e1vegis t\u00fddning og \u00e1virkan, eitt t\u00edl\u00edkt arbei\u00f0spl\u00e1ss hevur, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, \u00e1\u00f0renn hann nevndi \u00f8ll tey, i\u00f0 v\u00f3r\u00f0u hei\u00f0ra\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Jonhard Jacobsen, 10 \u00e1ra starvsdag:<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Jonhard byrja\u00f0i at arbei\u00f0a hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn 23. Apr\u00edl 2012.<\/p>\n\n\n\n<p>Jonhard er innf\u00f8ddur Argjama\u00f0ur, ella neyvari ArgjaBO\u00d0Ama\u00f0ur, har hann eisini b\u00fdr \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Jonhard er settur sum arbei\u00f0sma\u00f0ur og r\u00f8kir fleiri ymsar arbei\u00f0suppg\u00e1vur hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn. Ta\u00f0 er ikki yvir at dylja, at Jonhard er br\u00e1\u00f0ur av lyndi og alt\u00ed\u00f0 er n\u00f3gv fer\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0num og hann er alt\u00ed\u00f0 \u00ed gongd vi\u00f0 okkurt, so n\u00f3gv kemur burtur\u00far.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; H\u00f8vu\u00f0sarbei\u00f0s\u00f8ki\u00f0 er at taka s\u00e6r av burturkastinum fr\u00e1 skipum og \u00f8\u00f0rum virksemi \u00e1 havnarlagnum. Hetta er ein t\u00fddningarmikil uppg\u00e1va, t\u00ed ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at T\u00f3rshavnar havn veitir kundum s\u00ednum eina g\u00f3\u00f0a t\u00e6nastu, samstundis sum burturkasti\u00f0 skal handfarast r\u00e6tt samb\u00e6rt galdandi kr\u00f8vum, til tess at verja umhv\u00f8rvi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sum skilst eru skipini sera v\u00e6l n\u00f8gd vi\u00f0 t\u00e6nastuna tey f\u00e1a fr\u00e1 Jonhard.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Av \u00f8\u00f0rum uppg\u00e1vum hj\u00e1 Johardi kann \u00far r\u00fagvuni nevnast at r\u00f8kja fendarar, sum t.d at hongja upp dekk fram vi\u00f0 bryggjukantinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini er Jonhard \u201ctrossama\u00f0ur\u201d, tvs bindir og loysir skip, t\u00e1 i\u00f0 tey koma og fara.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>T\u00f3rleif Samuelsen, 10 \u00e1ra starvsdag:<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; T\u00f3rleif Samuelsen byrja\u00f0i at arbei\u00f0a hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn 8. Oktober 2012. T\u00f3rleif var v\u00e6l kendur \u00ed T\u00f3rshavnar havn, t\u00ed frammanundan hev\u00f0i hann riki\u00f0 \u00fatr\u00f3\u00f0rarb\u00e1t her \u00ed mong \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; T\u00f3rleif er settur sum arbei\u00f0sma\u00f0ur og hevur ymsar uppg\u00e1vur hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn. Ein av h\u00f8vu\u00f0suppg\u00e1vunum er upprudding og reinhald, b\u00e6\u00f0i \u00e1 sj\u00f3gvi og landi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; T\u00f3rleif tekur s\u00e6r m.a. av at halda hugnaliga \u00f8ki\u00f0 \u00ed V\u00e1gsbotni, Sk\u00e1latr\u00f8\u00f0 og a\u00f0rasta\u00f0ni vi\u00f0 reint og ruddiligt, solei\u00f0is at b\u00e6\u00f0i b\u00e1taeigarar, \u00fatlendskir gestir og borgarar \u00ed b\u00fdnum kunnu hava eina hugnaliga l\u00f8tu \u00ed reinum umhv\u00f8rvi \u00ed V\u00e1gsbotni.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; V\u00e6l man vera rudda\u00f0, t\u00ed fyri f\u00e1um d\u00f8gum s\u00ed\u00f0ani hoyrdu vit rakstrarlei\u00f0aran \u00e1 Strandaraskipum Landsins grei\u00f0a fr\u00e1 \u00ed Kringvarpinum, at ta\u00f0 hendi alt ov ofta, at skipini hj\u00e1 SSL fingu ymiskt burturkast um skr\u00favuna \u00ed \u00f8llum havnum, men t\u00f3 allarminst \u00ed T\u00f3rshavnar havn, t\u00ed har hevur mann skipa\u00f0ar mannagongdir fyri upprudding o.t.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Av \u00f8\u00f0rum uppg\u00e1vum hj\u00e1 T\u00f3rleifi kunnu \u00far r\u00fagvini nevnast ymiskt m\u00e1laraarbei\u00f0i og anna\u00f0 sm\u00e6rri vi\u00f0l\u00edkahald, umframt at hann er \u201ctrossama\u00f0ur\u201d, tvs bindir og loysir skip, t\u00e1 i\u00f0 tey koma og fara.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Sigmund Nor\u00f0foss, 10 \u00e1ra starvsdag.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sigmund byrja\u00f0i at arbei\u00f0a hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn tann 1. Mars 2010. Sigmund var\u00f0 settur sum havnaumsj\u00f3narma\u00f0ur, sum eisini umfatar at ver\u00f0a lo\u00f0sur.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; \u00cd november 2016 f\u00f3r Sigmund at royna okkurt anna\u00f0, men hann f\u00f3r t\u00f3 ikki longri burtu,r enn at hann framvegis s\u00e1 Havnaskrivstovuna hv\u00f8nn dag \u00ed n\u00fdggja starvi s\u00ednum sum skipari \u00e1 slepib\u00e1tinum Samson hj\u00e1 MEST. Sigmund kom aftur \u00ed starv hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn \u00ed mai 2019.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; H\u00f8vu\u00f0sarbei\u00f0suppg\u00e1van hj\u00e1 Sigmundi er at vera PFSO, ella \u201cHavnaverndarlei\u00f0ari\u201d samb\u00e6rt altj\u00f3\u00f0a ISPS koduni. Sigmund hevur sostatt \u00e1byrgdina av, at Havnin livir upp til altj\u00f3\u00f0a ISPS kr\u00f8vini fyri havnir, og \u00ed hesum liggur st\u00f3r \u00e1byrgd og n\u00f3gvar uppg\u00e1vur. Livir Havnin ikki upp til kr\u00f8vini, kann avlei\u00f0ingin ver\u00f0a, at havnin ver\u00f0ur stongd, og so ver\u00f0ur svangligt \u00ed mongum heimi \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sigmund tekur s\u00e6r eisini av b\u00edlegging fr\u00e1 fer\u00f0amannaskipum og teimum praktisku uppg\u00e1vunum \u00ed sambandi vi\u00f0 vitjanir fr\u00e1 fer\u00f0amannaskipum, og eisini tekur hann s\u00e6r av at r\u00f8kja heimas\u00ed\u00f0una hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sigmund hevur sera st\u00f3ran \u00e1huga fyri \u00f8llum sum fyriferst \u00ed T\u00f3rshavnar havn, b\u00e6\u00f0i \u00ed og uttanfyri arbei\u00f0st\u00ed\u00f0, og ta\u00f0 er n\u00e6stan ikki dagur, har i\u00f0 ikki okkurt uppslag er \u00e1 sosialu mi\u00f0lunum vi\u00f0 myndum av skipum og virksemi \u00ed T\u00f3rsahavnar havn.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Hallur Holm, 10 \u00e1ra starvsdag.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Hallur byrja\u00f0i s\u00edna yrkislei\u00f0 \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu \u00e1 starvsf\u00f3lkadeildini, har hann arbeiddi fr\u00e1 15. juli 2001 til 1.November 2003, t\u00e1 hann f\u00f3r \u00ed anna\u00f0 starv \u00ed privata vinnul\u00edvinum. Hallur byrja\u00f0i \u00ed starvi hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn 23.Februar 2015.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Hallur er settur sum roknskaparf\u00f3lk og h\u00f8vu\u00f0suppg\u00e1vurnar eru sostatt at halda skil \u00e1 peningaligu vi\u00f0urskiftunum \u00e1 T\u00f3rshavnar havn, herundir b\u00f3khaldi og roknskapi, umframt l\u00f8narvi\u00f0urskiftunum, og har koma royndirnar fr\u00e1 starvsf\u00f3lkadeildini hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu honum v\u00e6l vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; T\u00f3rshavnar havn er vor\u00f0in ein st\u00f3r fyrit\u00f8ka vi\u00f0 umsetningi \u00e1 omanfyri 75 mi\u00f3 kr, so her eru n\u00f3gv skj\u00f8l at halda skil \u00e1, og ta\u00f0 ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 st\u00f3rari \u00e1byrgdarkenslu og dugnasemi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sum flest \u00f8ll vita, er Hallur sera \u00ed\u00f0in rennari og hevur fingi\u00f0 mong sera g\u00f3\u00f0 \u00farslit, serliga innan ultrarenning. Hetta \u00edtrivi\u00f0 kemur eisini T\u00f3rshavnar havn tilg\u00f3\u00f0ar, t\u00e1 i\u00f0 i\u00f0 \u00e1rliga FaroeExpress renningin ver\u00f0ur hildin \u00e1 havnalagnum, og s\u00ed\u00f0sta \u00e1r var li\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 T\u00f3rshavnar fremst av \u00f8llum fyrit\u00f8kunum \u00e1 havnalagnum og fekk samanlagt eitt flott 14. Pl\u00e1ss av 161 li\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Sigga Nielsen, 20 \u00e1ra starvsdag:<br><\/strong>&#8211; Sigga byrja\u00f0i \u00ed starvi hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn 5. august 2002.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f8vu\u00f0sarbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Siggu er umsiting av v\u00f8rugj\u00f8ldum, sum hon hevur r\u00f8kt vi\u00f0 \u00e1byrgd og dugnaskapi \u00f8ll \u00e1rini umframt partar av b\u00f3khaldinum, serlig at avgrei\u00f0a bankaflytingar.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Sigga hevur harvi\u00f0 syrgt fyri, at T\u00f3rshavnar havn hevur fingi\u00f0 inn innt\u00f8kurnar fr\u00e1 v\u00f8rugj\u00f8ldum, sum er t\u00fd\u00f0andi fortreyt fyri at havnin hevur kunna\u00f0 ment seg til ta\u00f0, havnin er \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; T\u00f3rshavnar havn er eitt mannf\u00f3lkasamfelag, \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum manna\u00f0 vi\u00f0 navigat\u00f8rum, sum ofta hava havt eitt lei\u00f0andi arbei\u00f0i, \u00e1\u00f0renn teir komu \u00e1 havnarskrivstovuna.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Ta\u00f0 hevur havt eina sera positiva \u00e1virkan \u00e1 arbei\u00f0spl\u00e1ssi\u00f0, at Sigga hevur hildi\u00f0 \u00fat at starvast millum \u00f8ll mannf\u00f3lkini, solei\u00f0is at t\u00e6r ymisku uppg\u00e1vurnar eisini kunnu vinklast fr\u00e1 einum kvinnuligum sj\u00f3narhorni.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>B\u00e1r\u00f0ur Michelsen<\/strong>,&nbsp;<strong>20 \u00e1ra starvsdag<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; B\u00e1r\u00f0ur byrja\u00f0i \u00ed starvi hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu 5. august 2001 \u00e1 Teknisku deild og starva\u00f0ist millum anna\u00f0 \u00e1 umhv\u00f8rvisdeildini.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Fr\u00e1 23. august 2004 \u2013 19. november 2017 arbeiddi B\u00e1r\u00f0ur \u00e1 Kommunalu Brennist\u00f8\u00f0ini \u00e1 Hjalla, har hann bleiv stj\u00f3ri. Hann var ein sera kreativur stj\u00f3ri, g\u00f3\u00f0ur at samstarva vi\u00f0 og eitt satt \u00e1lit hj\u00e1 okkum \u00e1 Vaglinum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Fr\u00e1 20. november 2017 hevur B\u00e1r\u00f0ur arbeitt her hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn. Eisini her hevur hann s\u00fdnt s\u00edni kreativu evni. Serliga hugsi eg um ta\u00f0 st\u00f3ra granskingararbei\u00f0i\u00f0 B\u00e1r\u00f0ur hevur gj\u00f8rt \u00ed sambandi vi\u00f0 markvir\u00f0i\u00f0 fyri larmi \u00e1 kei\u00f8kjum, sum liggja til grund fyri felagskommunalu regluger\u00f0ini um \u00f3lj\u00f3\u00f0 fr\u00e1 skipum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Onkur t\u00f3k til, at ta\u00f0 finst ikki eitt einasta decibel \u00ed landinum, sum B\u00e1r\u00f0ur ikki hevur granska\u00f0. \u00cd l\u00f8tuni er B\u00e1r\u00f0ur eisini okkara \u00e1lit \u00ed T\u00f3rshavnar havn, her hann \u00ed l\u00f8tuni er virkandi havnaf\u00fati. Og t\u00ed er onki at ivast \u00ed, at T\u00f3rshavnar havn er \u00ed tryggum hondum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>J\u00f3gvan P\u00e1ll Jensen,<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>HEI\u00d0URSTEKIN FYRI 30 \u00c1RA STARVSDAG<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>(30 \u00e1ra starvsdagurin var t\u00f3 hildin 17\/2-2022):<br><\/strong>&#8211; J\u00f3gvan P\u00e1ll er klaksv\u00edkingur, byrja\u00f0i at arbei\u00f0a hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn 15. mai 1988, og hevur sostatt starvast \u00ed 35 \u00e1r hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn. H\u00f8vu\u00f0sarbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 J\u00f3gvan P\u00e1ll var \u00f8ll tey fyrstu \u00e1rini at koyra kranan.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; J\u00f3gvan P\u00e1ll er eisini navigat\u00f8rur, og hevur hann t\u00ed eisini tiki\u00f0 n\u00f3gvar vaktir sum havnaumsj\u00f3narma\u00f0ur. J\u00f3gvan P\u00e1ll er hegnisma\u00f0ur, sum tey siga hann hevur fr\u00e1 p\u00e1pa s\u00ednum \u00ed Klaksv\u00edk. H\u00f8vu\u00f0sarbei\u00f0s\u00f8ki\u00f0 hj\u00e1 J\u00f3gvan P\u00e1ll innan handverk, serliga timburarbei\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; J\u00f3gvan P\u00e1ll hevur b\u00e6\u00f0i \u00ed arbei\u00f0st\u00ed\u00f0ini og aftan \u00e1 arbei\u00f0st\u00ed\u00f0 br\u00fakt n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 og orku upp \u00e1 Westward Ho, sum er ogn hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Hann hevur eitt serligt hegni til seglf\u00f8ring og sigling vi\u00f0 seglum. Eisini hevur hann veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed n\u00f3gvum av teimum st\u00f3ru umv\u00e6lingunum, sum eru gj\u00f8rdar seinastu \u00e1rini, og hevur tann vegin st\u00f3ra vitan um t\u00e6r ymisku lutirnar umbor\u00f0 \u00e1 sluppini.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>John Ove Hansen,<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>HEI\u00d0URSTEKIN FYRI 40 \u00c1RA STARVSDAG:<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; John Ove byrja\u00f0i at arbei\u00f0a hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn \u00ed 1977. T\u00e1 John bleiv settur \u00ed starv var hann settur sum kranaf\u00f8rari. T\u00e1 var n\u00f3gv kranaarbei\u00f0i.&nbsp; B\u00e1tar landa\u00f0u n\u00f3gv til Bacalao, og ta\u00f0 v\u00f3ru ikki n\u00f3gvir kranar \u00ed \u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Aftan \u00e1 10 \u00e1r valdi John at fara \u00ed anna\u00f0 starv \u00e1 Arbei\u00f0seftirlitinum, men \u00ed 1993, t\u00e1 v\u00f3ru eisini ringar t\u00ed\u00f0ir, valdi John at koma aftur til ta\u00f0 trygga og g\u00f3\u00f0a arbei\u00f0spl\u00e1ssi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Eitt skifti st\u00f3\u00f0 John eisini fyri umsj\u00f3nini vi\u00f0 sm\u00e1b\u00e1tunum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; N\u00f3gv tey seinastu \u00e1rini hevur John veri\u00f0 arbei\u00f0sforma\u00f0ur fyri dagmennirnar og hevur m.a. sta\u00f0i\u00f0 fyri umv\u00e6lingum av ognunum hj\u00e1 T\u00f3rshavnar havn, og hevur hann eitt fram\u00far hegni at umv\u00e6la og finna upp \u00e1 loysnir, serliga t\u00e1 ta\u00f0 kemur til jarnsm\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p><sup><sub>Kelda &amp; myndir: torshavn.fo <\/sub><\/sup><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/5kinbo3j\/havnar1.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a group of people posing for a photo\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/5kinbo3j\/havnar1.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/xhanb2tt\/havnar2.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a couple of men shaking hands\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/xhanb2tt\/havnar2.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/yz1hryyu\/havnar3.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a couple of men shaking hands\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/yz1hryyu\/havnar3.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/ns3josng\/havnar4.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a man holding a bouquet of flowers\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/ns3josng\/havnar4.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/xn4dobll\/havnar5.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a man holding a gift box next to a man holding a gift\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/xn4dobll\/havnar5.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/3smnalgq\/havnar6.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a couple of men shaking hands\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/3smnalgq\/havnar6.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/de1b3k2w\/havnar7.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a couple of men shaking hands\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/de1b3k2w\/havnar7.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/vbfm3yev\/havnar8.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a man holding a bouquet of flowers next to a man holding a bouquet of flowers\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/vbfm3yev\/havnar8.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/1pxkkvjb\/havnar9.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a man shaking another man's hand\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/1pxkkvjb\/havnar9.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/st2ppwnu\/havnar10.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a couple of men standing in front of a wall with pictures on it\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/st2ppwnu\/havnar10.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/kc3ai0zq\/havnar11.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a group of people standing together\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/kc3ai0zq\/havnar11.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4seavlyp\/havnar12.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a cake with blueberries and chocolate\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/4seavlyp\/havnar12.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/vzcls21q\/havnar13.jpg?rmode=max&amp;width=750\" alt=\"a cake with a flag on top\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/vzcls21q\/havnar13.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd gj\u00e1r var l\u00edti\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00e1 Havnarskrivstovuni, har fleiri h\u00f8vdu starvsdagar og J\u00f3gvan P\u00e1ll Jensen og John Ove Hansen fingu hei\u00f0ursl\u00f8nir fyri \u00e1v\u00edkavist 30 og 40 \u00e1ra t\u00e6nastu. Borgarstj\u00f3rin nevndi&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":4845,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-4844","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4844","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=4844"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4844\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":4846,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/4844\/revisions\/4846"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/4845"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=4844"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=4844"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=4844"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}