{"id":5128,"date":"2023-08-01T18:35:48","date_gmt":"2023-08-01T18:35:48","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5128"},"modified":"2023-08-01T18:35:49","modified_gmt":"2023-08-01T18:35:49","slug":"problemboern-eiga-foreldur-at-naemingum-vid-avbjodingum-at-faa-loen-fyri-at-hjalpa-myndugleikum-at-gera-sitt-arbeidi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/08\/01\/problemboern-eiga-foreldur-at-naemingum-vid-avbjodingum-at-faa-loen-fyri-at-hjalpa-myndugleikum-at-gera-sitt-arbeidi\/","title":{"rendered":"\u2018Problemb\u00f8rn\u2019: Eiga foreldur at n\u00e6mingum vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingum at f\u00e1a l\u00f8n fyri at hj\u00e1lpa myndugleikum at gera s\u00edtt arbei\u00f0i?"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hv\u00ed hava vit so mong \u2018problemb\u00f8rn\u2019? Sk\u00falan\u00e6mingar vi\u00f0 serligum avbj\u00f3\u00f0ingum eru eftir \u00f8llum at d\u00f8ma vaksandi \u00ed tali. Kanska ber til at f\u00e1a kvalificera\u00f0ar metingar av hvussu n\u00f3gvir hesir n\u00e6mingar eru \u00ed F\u00f8royum, men lat okkum fyribils siga at teir sannl\u00edkt telja tilsamans onkusta\u00f0ni millum 375 og 750, sig eini 500 n\u00e6mingar, um vit rokna vi\u00f0 at teir umbo\u00f0a millum fimm og t\u00edggju prosent av tilsamans umlei\u00f0 7.500 n\u00e6mingum \u00ed f\u00f3lkask\u00falanum og fr\u00edsk\u00falunum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru n\u00e6mingar sum hava ilt vi\u00f0 at fylgja vi\u00f0 \u00ed t\u00ed vanligu undirv\u00edsingini, sum hava trupulleikar vi\u00f0 samskifti, sum mistr\u00edvast \u00ed sk\u00falanum ella sum halda seg aftur fr\u00e1 at m\u00f8ta upp uttan ney\u00f0turviliga at hava sj\u00f3nlig tekin um brek ella sj\u00faku. Summir av teimum eru \u2018\u00fat-agerandi\u2019 tvs. kunnu hava frustrati\u00f3nir sum teir taka \u00fat \u00e1 s\u00edni umgevilsir; ein ors\u00f8k til sl\u00edkan atbur\u00f0 kann liggja \u00ed at sk\u00falin ikki dugir ella hevur orku til at motivera og engagera hesar n\u00e6mingar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir stendur at sk\u00falin fungerar ikki fyri \u00f8ll, sj\u00e1lvt um l\u00f3gin sta\u00f0festir at hann skal vera fyri \u00f8ll. Her v\u00edsa okkara royndir, og t\u00e6r uppl\u00fdsingar vit f\u00e1a fr\u00e1 limum og \u00f8\u00f0rum, at fokus \u00ed ovurst\u00f3ran mun ver\u00f0ur sett \u00e1 negativar s\u00ed\u00f0ur hj\u00e1 sl\u00edkum n\u00e6mingum, so skj\u00f3tt ta\u00f0 v\u00edsir seg at vi\u00f0komandi hava avbj\u00f3\u00f0ingar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her ber illa til at yvirdr\u00edva t\u00fddningin av at fokusera positivt \u00edsta\u00f0in. Vi\u00f0 at hyggja meira at hv\u00f8rjar sterkar s\u00ed\u00f0ur n\u00e6mingurin hevur, og arbei\u00f0a n\u00e1msfr\u00f8\u00f0iliga mi\u00f0v\u00edst og langsikta\u00f0 vi\u00f0 t\u00ed pers\u00f3nligu og b\u00f3kligu menningini av n\u00e6minginum, f\u00e6st ein tilgongd sum lei\u00f0ir r\u00e6ttan veg. Hetta er ikki r\u00famdarv\u00edsindi og er, sum yrkisf\u00f3lk eisini vita, ein integrera\u00f0ur partur av mongum lei\u00f0andi frymlum og metodum innan n\u00e1msfr\u00f8\u00f0i og undirv\u00edsing. Kortini v\u00edsir ta\u00f0 seg, t\u00edverri, at hendan vitan hevur ringt vi\u00f0 at vinna frama innan sk\u00falaverki\u00f0. Her kann av r\u00f8ttum spyrjast, eins og ta\u00f0 ver\u00f0ur gj\u00f8rt \u00ed londum rundan um okkum, um l\u00e6ra\u00fatb\u00fagvingin er r\u00e6tt kalibrera\u00f0 \u00eddag. Eisini kann h\u00f3skandi spyrjast um uppg\u00e1van hj\u00e1 l\u00e6rarum skal vera at undirv\u00edsa ella lei\u00f0a ella okkurt tri\u00f0ja.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00d3forsvarligt spill<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum heimskendi undirv\u00edsingarstovnurin Feuerstein Institute sigur \u00ed r\u00e1\u00f0um til l\u00e6rarar: \u201cUm t\u00fa ikki ert tilrei\u00f0ar at hyggja at teimum styrkjum i\u00f0 t\u00ednir n\u00e6mingar hava, so nert enn minni vi\u00f0 teirra veikleikar.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cIntelligensur er ikki naka\u00f0 sum liggur fast; t\u00ed ein og hv\u00f8r, uttan mun til aldur, bakgrund ella brek, kann betra s\u00ednar kognitivu f\u00f8rleikar,\u201d leggur Feuerstein Institute afturat. \u201cLykilin til at f\u00e1a hetta \u00ed lag liggur \u00ed menniskjaligari mekling.\u201d&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og v\u00ed\u00f0ari sigur stovnurin: \u201cIkki sj\u00e1ldan hava trupulleikar vi\u00f0 akademiskum l\u00e6rugreinum\u2014so sum st\u00f8ddfr\u00f8\u00f0i, s\u00f8ga og v\u00edsindi\u2014einki sum so at gera vi\u00f0 sj\u00e1lva l\u00e6rugreinina. Hinvegin fer kunningin ofta skeiv fr\u00e1 byrjan, \u00e1 \u2018input\u2019 stigi, i\u00f0 merkir at ein feilur \u00ed einari uppg\u00e1vu \u00ed st\u00f8ddfr\u00f8\u00f0i hevur ikki ney\u00f0turviliga naka\u00f0 at gera vi\u00f0 st\u00f8ddfr\u00f8\u00f0i, men heldur vi\u00f0 at geva g\u00e6tur til tv\u00e6r kunningarkeldur samstundis. Vantandi f\u00f8rleiki at skriva ein st\u00edl n\u00fdtist somulei\u00f0is einki hava at gera vi\u00f0 ring evni at skriva, men heldur miseydna\u00f0a planlegging hj\u00e1 t\u00ed i\u00f0 skrivar. Hesi fyribrigdi f\u00f8ra til at summir n\u00e6mingar dragna aftur\u00far og teirra st\u00f8\u00f0a bara versnar orsaka\u00f0 av at hugt ver\u00f0ur framvegis ikki at r\u00f3tini til hendan trupulleika\u2014vaksandi \u00f3javna \u00ed sk\u00falah\u00f8pi\u2014\u00ed vanligum lestrar\u00e6tlanum.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Summi av \u2018problemb\u00f8rnunum\u2019 hava umvegis heilsuverki\u00f0 fingi\u00f0 sta\u00f0fest eitt n\u00fa ADHD, autismu ella anna\u00f0 sum gevur teimum r\u00e6tt til serliga hj\u00e1lp innan heilsuverki\u00f0, almannaverki\u00f0 og ella sk\u00falan. Hetta kann lj\u00f3\u00f0a miki\u00f0 gott, men so einfalt er ta\u00f0 ikki. T\u00edverri ver\u00f0a summir av hesum n\u00e6mingum \u00ed praksis tigandi avskriva\u00f0ir sum \u2018mentalt \u00ed \u00f3lagi\u2019 og harvi\u00f0 helst d\u00f8mdir til at liva sum \u00f3myndigir og \u00f3hj\u00e1lpnir uttan framt\u00ed\u00f0arv\u00e1nir ella m\u00f8guleika til veruliga \u00fatb\u00fagving, arbei\u00f0i og vir\u00f0iligan leiklut sum samfelagsborgarar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Les meira:&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-embed is-type-wp-embed is-provider-foreldrafelagid-solarljos wp-block-embed-foreldrafelagid-solarljos\"><div class=\"wp-block-embed__wrapper\">\n<blockquote class=\"wp-embedded-content\" data-secret=\"ddY2CqaAAz\"><a href=\"https:\/\/solarljos.org\/problemborn-eiga-foreldur-at-naemingum-vid-avbjodingum-at-faa-lon-fyri-at-hjalpa-myndugleikum-at-gera-sitt-arbeidi\/\">\u2018Problemb\u00f8rn\u2019: Eiga foreldur at n\u00e6mingum vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingum at f\u00e1a l\u00f8n fyri at hj\u00e1lpa myndugleikum at gera s\u00edtt arbei\u00f0i?<\/a><\/blockquote><iframe class=\"wp-embedded-content\" sandbox=\"allow-scripts\" security=\"restricted\" style=\"position: absolute; clip: rect(1px, 1px, 1px, 1px);\" title=\"&#8220;\u2018Problemb\u00f8rn\u2019: Eiga foreldur at n\u00e6mingum vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingum at f\u00e1a l\u00f8n fyri at hj\u00e1lpa myndugleikum at gera s\u00edtt arbei\u00f0i?&#8221; &#8212; Foreldrafelagi\u00f0 S\u00f3larlj\u00f3s\" src=\"https:\/\/solarljos.org\/problemborn-eiga-foreldur-at-naemingum-vid-avbjodingum-at-faa-lon-fyri-at-hjalpa-myndugleikum-at-gera-sitt-arbeidi\/embed\/#?secret=VvIrzAPHdo#?secret=ddY2CqaAAz\" data-secret=\"ddY2CqaAAz\" width=\"600\" height=\"338\" frameborder=\"0\" marginwidth=\"0\" marginheight=\"0\" scrolling=\"no\"><\/iframe>\n<\/div><\/figure>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Hv\u00ed hava vit so mong \u2018problemb\u00f8rn\u2019? Sk\u00falan\u00e6mingar vi\u00f0 serligum avbj\u00f3\u00f0ingum eru eftir \u00f8llum at d\u00f8ma vaksandi \u00ed tali. Kanska ber til at f\u00e1a kvalificera\u00f0ar metingar av hvussu n\u00f3gvir hesir n\u00e6mingar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5129,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-5128","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5128","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5128"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5128\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5130,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5128\/revisions\/5130"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5129"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5128"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5128"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5128"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}