{"id":5150,"date":"2023-08-15T10:42:49","date_gmt":"2023-08-15T10:42:49","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5150"},"modified":"2023-08-15T10:44:43","modified_gmt":"2023-08-15T10:44:43","slug":"osjalvsoekna-arbeidid-er-limid-id-heldur-okkara-samfelag-saman","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/08\/15\/osjalvsoekna-arbeidid-er-limid-id-heldur-okkara-samfelag-saman\/","title":{"rendered":"\u00d3sj\u00e1lvs\u00f8kna arbei\u00f0i\u00f0 er l\u00edmi\u00f0, i\u00f0 heldur okkara samfelag saman"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Uttan \u00f8ll hesi, sum geva s\u00edtt \u00edkast til arbei\u00f0i \u00ed eitt n\u00fa samkomum, innan \u00edtr\u00f3tt, mentan, hj\u00e1lpararbei\u00f0i, innan felagsl\u00edv og politikk, var neyvan liviligt her \u00e1 landi. Vit \u00ed Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum b\u00f3lki, og s\u00edggja vit tr\u00edggir hetta her\u00f0aklappi\u00f0, sum vit her f\u00e1a \u00ed dag, sum eina vi\u00f0urkenning av arbei\u00f0num hj\u00e1 okkum \u00f8llum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 teir tr\u00edggir Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy, \u00ed gj\u00e1r v\u00f3r\u00f0u hei\u00f0ra\u00f0ir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag, takka\u00f0i Heini Eysturoy fyri hei\u00f0urin vegna teir tr\u00edggjar.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"750\" height=\"500\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-5153\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1.png 750w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1-300x200.png 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1-330x220.png 330w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1-420x280.png 420w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-1-615x410.png 615w\" sizes=\"(max-width: 750px) 100vw, 750px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Satt at siga so var m\u00edn fyristi tanki at takka nei til hesa vi\u00f0urkennnig \u2013 og eg hugsi at somu hugsan h\u00f8v\u00f0i Jens og Edvard &#8211; men eftir stutta umhugsunarti\u00f0 kom eg eftir, at hendan vi\u00f0urkenning ikki bert er ein vi\u00f0urkenning av t\u00ed, sum vit tr\u00edggir hava avrika\u00f0 \u00ed Havnar Bjargingarfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Fyri meg er hetta eisini ein vi\u00f0urkenning av t\u00ed arbei\u00f0i, sum tey, sum undan eru farin, hava avrika\u00f0, s\u00ed\u00f0ani Havnar Bjargingarfelag var\u00f0 sett \u00e1 stovn \u00ed 1957 &#8211; og s\u00ed\u00f0ani hava mynda\u00f0 felagi\u00f0, eitt n\u00fa Guttorm Eysturoy og n\u00f3gv onnur, ikki minst tey, sum eru virkin \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Sj\u00e1lvbo\u00f0i\u00f0 ella \u00f3sj\u00e1lvs\u00f8ki arbei\u00f0i innan so at siga \u00f8ll \u00f8ki, er sannl\u00edkt l\u00edmi\u00f0, sum heldur okkara samfelag saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Uttan \u00f8ll hesi, sum geva s\u00edtt \u00edkast til arbei\u00f0i \u00ed eitt n\u00fa samkomum, innan \u00edtr\u00f3tt, mentan, hj\u00e1lpararbei\u00f0i, innan felagsl\u00edv og politikk, var neyvan liviligt her \u00e1 landi. Uttan \u00f8ll hesi t\u00fasundir av \u00f3l\u00f8ntum og sj\u00e1lvbodnum, \u00f3sj\u00e1lvs\u00f8knum f\u00f3lkum, sum n\u00fdta part av s\u00edni fr\u00edt\u00ed\u00f0, uttan at g\u00e1a um, hvat liggur eftir f\u00edggjarliga, h\u00f8vdu vit neyvan havt hetta g\u00f3\u00f0a samfelagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ta\u00f0 byrja\u00f0i vi\u00f0 \u00edslendskum kvinnum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Vit \u00ed Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum b\u00f3lki, og s\u00edggja vit tr\u00edggir hetta her\u00f0aklappi\u00f0, sum vit her f\u00e1a \u00ed dag, sum eina vi\u00f0urkenning av arbei\u00f0num hj\u00e1 okkum \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ta\u00f0 er nokk so \u00e1hugavert, at ta\u00f0 \u00ed botn og grund v\u00f3ru kvinnur, \u00edslendskar kvinnur, sum l\u00f8gdu lunnar undir m\u00f8guleikarnar hj\u00e1 Havnar Bjargingarfelag at veita hj\u00e1lp til sj\u00f3f\u00f3lk \u00ed havsney\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Hetta var eftir at Godanes f\u00f3r \u00e1 land \u00e1 Flesjunum \u00ed 1957 at hesar kvinnur savna\u00f0u inn pening til at \u00favega bjargingar\u00fatger\u00f0 at senda til F\u00f8royar. Hendan bjargingar\u00fager\u00f0 kom til F\u00f8royar \u00ed n\u00f8krum tr\u00e6kistum, sum enn eru \u00ed felagnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; N\u00f8kur av teimum fyrstu minnunum, eg havi \u00far Havnar Bjargingarfelag &#8211; helst fyrst \u00ed sjeyti\u00e1runum &#8211; eru fr\u00e1 a\u00f0alfundum \u00ed h\u00f8lunum \u00ed Havnar Bjargingarfelag, har b\u00e1tagelagi\u00f0 n\u00fa er, rundan um kistunar \u00far \u00cdslandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; T\u00e1 var nokk ikki so n\u00f3gv virksemi sum \u00ed dag. Men eg minnist fr\u00e1 hesi t\u00ed\u00f0ini onkrar hendingar, sum til d\u00f8mis yvirsvimjing av altj\u00f3\u00f0a sk\u00f3talegu \u00ed Havnadali, har vit br\u00faktu ein gummib\u00e1t at bjarga sk\u00f3tum og \u00fatger\u00f0 yvir um \u00e1nna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg minnist eisini eldsbrunan hj\u00e1 Mikkjali Helmsdal, har vit hj\u00e1lptu sl\u00f8kkili\u00f0num\/l\u00f8gregluni, m.a. vi\u00f0 avsperring, spreingivanlukkuna \u00e1 Dalavegnum, druknivanlukku \u00ed V\u00e1gsbotni, \u00f3dnarve\u00f0ri\u00f0 \u00ed 1984 \u2013 eg giti at ta\u00f0 var t\u00e1, at Edvard og Jens komu upp \u00ed felagi\u00f0. Og so v\u00f3ru n\u00f3gvar leitingar \u00e1 landi og sj\u00f3gvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Eitt sera virki\u00f0 felag<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u201dThis is our finest hour\u201d seg\u00f0i Winston Churchill \u00ed bretska parlamentinum \u00ed 1940, t\u00e1 i\u00f0 har\u00f0ast leika\u00f0i \u00e1, svartast s\u00e1 \u00fat og rokna\u00f0 var\u00f0 vi\u00f0 innr\u00e1s fr\u00e1 t\u00fdskinum. Vi\u00f0 hesum vildi Winston Churshill vissa bretska f\u00f3lki\u00f0 og parlamenti\u00f0 um, at v\u00f3nin var enn at vinna kr\u00edggi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Havnar Bjargingarfelag, sum \u00ed dag er eitt sera virki\u00f0 felag, hevur eisini veri har, at ta\u00f0 mundi doy\u00f0 \u00fat. T\u00e1 v\u00f3ru ta\u00f0 teir b\u00e1\u00f0ir, Jens og Edvard, sum bjarga\u00f0u \u00fatger\u00f0, sum kundi br\u00fakast, n\u00f3gv f\u00f3r \u00ed garasjuna hj\u00e1 mammu Edvard, er m\u00e6r sagt. Eisini kisturnar \u00far \u00cdslandi v\u00f3r\u00f0u bjarga\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ta\u00f0 skal vera m\u00edn v\u00f3n, at vit ikki aftur koma \u00ed ta st\u00f8\u00f0u, at vit enda \u00e1 g\u00f8tuni, og at virksemi\u00f0 hj\u00e1 Havnar Bjargingarfelag fer fyri bakka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Pl\u00e1ss er fyri \u00f8llum \u00ed Havnar Bjargingarfelag, ungum sum gomlum, h\u00f8gum sum l\u00e1gum, kvinnum og monnum. \u00cd dag eru tv\u00e6r kvinnur \u00ed nevndini og forkvinnan. Her eru vit \u00f8ll luttakandi \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti, at hj\u00e1lpa \u00f8\u00f0rum, i\u00f0 hava t\u00f8rv \u00e1 t\u00ed.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img decoding=\"async\" width=\"750\" height=\"500\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-5155\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2.png 750w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2-300x200.png 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2-330x220.png 330w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2-420x280.png 420w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/08\/image-2-615x410.png 615w\" sizes=\"(max-width: 750px) 100vw, 750px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00e1 Bumman fekk n\u00fdggja mj\u00f8dn<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ein av okkara eldru limum var Brynj\u00e1lvur Jepsen s\u00e1li, eisini nevndur Bumman. Hann mundi vera virkin \u00ed felagnum alt s\u00edtt l\u00edv, og gj\u00f8rdist eisini hei\u00f0urslimur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg m\u00e1 l\u00edka nevna eina g\u00f3\u00f0a, sum eg havi uppliva\u00f0 saman vi\u00f0 Brynjolvi. Fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an hj\u00e1lptu vit til at skipa fer\u00f0sluna \u00ed sambandi vi\u00f0 T\u00f3rshavn Marathon. Eg ringdi til Brynjolv at spyrja, um hann vildi vera vi\u00f0 aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u00cd skemti helt eg fyri, at eg hugsa\u00f0i at f\u00e1a hann at renna frammanfyri. T\u00e1 svara\u00f0i hann: \u201dEg havi akkur\u00e1t fingi\u00f0 n\u00fdggja mj\u00f8dn, so ta\u00f0 liggur ikki fyri, men eg kann hj\u00e1pa til vi\u00f0 onkrum \u00f8\u00f0rum\u201d. Ja, hann kundi svara fyri seg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fj\u00f8lt\u00e1tta\u00f0 virksemi<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; T\u00f3rshavnar kommuna hevur \u00ed dag eitt sera v\u00e6l virkandi sl\u00f8kkili\u00f0, har eisini ein partur eru sj\u00e1lvbodnir brandmenn og -kvinnur, sum eisini hava bundi\u00f0 seg til at vera t\u00f8k dag sum n\u00e1tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Vit \u00ed Havnar Bjargingarfelag eru sera errin av at kunna veita eina hj\u00e1lpandi hond til tykkum \u00ed kommununi, t\u00e1 i\u00f0 \u00e1 stendur, og eru sera takksom fyri tykkara hj\u00e1lpsemi og hj\u00e1lp, eitt n\u00fa vi\u00f0 \u00fatkalliskipanini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; \u00datkalliskipanin ger, at vit hava eina sera g\u00f3\u00f0a responst\u00ed\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 eitt n\u00fa \u00fakall til leiting &amp; bjarging, sleip &#8211; og ikki minst til sj\u00fakraflutning \u00far N\u00f3lsoy, har ta\u00f0 onkunt\u00ed\u00f0 stendur um l\u00edv. Oftast er ta\u00f0 solei\u00f0is, at b\u00e1turin Rescue L\u00edv, er kl\u00e1rur at loysa, \u00e1\u00f0renn sj\u00fakraflutningst\u00e6nastan er komin umbor\u00f0. So ver\u00f0ur ta\u00f0 ikki betur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Virksemi\u00f0 hj\u00e1 Havnar Bjargingarfelag er \u00ed dag ser fj\u00f8lt\u00e1tta\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Fjallabjargararnir eru eitt servant li\u00f0 at hj\u00e1lpa f\u00f3lki &#8211; og onkunt\u00ed\u00f0 f\u00e6i &#8211; sum eru komin illa fyri \u00ed fj\u00f8llunum og \u00ed bj\u00f8rgunum. Hesi hava ser\u00fatb\u00fagving \u00e1 altj\u00f3\u00f0a st\u00f8\u00f0i og eru limir \u00ed altj\u00f3\u00f0a felagssskapi. V\u00e6ntast og v\u00f3nast kann, at teirra f\u00f8rleikar ver\u00f0a br\u00faktir meiri kring alt landi\u00f0; sannl\u00edkt eisini uttanlands. Eisini her eru elds\u00e1lir, sum dr\u00edva verki\u00f0. Takk til tykkum fyri ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Dronuverk\u00e6tlanin, har Jens eisini er primus motor, hevur ser\u00fatgj\u00f8rda dronu vi\u00f0 eitt n\u00fa hitas\u00f8kjandi kamera, til at leita eftir f\u00f3lki. Og \u00ed sambandi vi\u00f0 eldsbrunar og hendingar, har t\u00f8rvur er at skapa yvirblikk, t.d saman vi\u00f0 l\u00f8gregluni. Til hesa dronuna er eisini ein serinnr\u00e6tta\u00f0ur bilur &#8211; okkara NASA &#8211; har til ber at sita inn og st\u00fdra og fylgja vi\u00f0. Til ber at senda myndir beinlei\u00f0is til eitt n\u00fa l\u00f8gregluna. N\u00f3gvir limir \u00ed HBF hava tiki\u00f0 dronuskipara-\u00fatb\u00fagving.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Radioverk\u00e6tlanin er eitt samstarv vi\u00f0 Radioamat\u00f8rarnar. Upprunaliga komu ein r\u00fagva av radiot\u00f3lum \u00far Hollandi, har Poliite &#8211; ta\u00f0 eitur ta\u00f0 \u00ed Hollandi &#8211; skuldi skifta \u00fat s\u00edna radioskipan. Heldur enn at senda hesi radiot\u00f3l til Afrika, har vandi var fyri at tey f\u00f3ru at ver\u00f0a br\u00fakt til l\u00f3garbrot og kr\u00edggj, fekk Jens sannf\u00f8rt teir um at senda t\u00f3lini til F\u00f8royar. \u00cd dag kunna allir innsatsir gera br\u00fak av hesum, t\u00e1 i\u00f0 anna\u00f0 ikki virkar, ella hendingarnar eru avs\u00ed\u00f0is.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Rescue L\u00edv, sum Jens og Edvard eisini sj\u00f3settu fyri n\u00f3gvum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, og sum \u00ed dag er undir trygga veingjabrei\u00f0inum hj\u00e1 elds\u00e1lunum Michael og Magna, er saman vi\u00f0 Rescue SARU, Ey\u00f0 og Jens eitt risa st\u00f3rt aktiv, t\u00e1 i\u00f0 umr\u00e6\u00f0ur sj\u00f3bjarging, sleiping, sj\u00fakraflutning og eisini eldsl\u00f8kking, b\u00e6\u00f0i \u00e1 sj\u00f3gvi og landi. L\u00edv fer seinni \u00ed m\u00e1na\u00f0inum til Sv\u00f8r\u00edkis at ver\u00f0a dagf\u00f8rd, f\u00e1a eitt n\u00fa n\u00fdggjar motorar, eins og br\u00fagvin ver\u00f0ur innr\u00e6tta\u00f0 av n\u00fdggjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00f8kkir &nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Her at enda skal eg enn eina fer\u00f0 takka T\u00f3rshavnar kommunu fyri stu\u00f0ulin til Havnar Bjargingarfelag, sum er grundarlagi\u00f0 undir virkseminum, og harvi\u00f0 trygdini hj\u00e1 okkum \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Ein b\u00f3lkur, sum onkunt\u00ed\u00f0 ver\u00f0u gloymdur, eru tit makar, sum sita heima vi\u00f0 familjuni, t\u00e1 i\u00f0 vit onnur eru \u00fati til uppg\u00e1vur og venjing. Uttan tykkara stu\u00f0ul var hetta okkara arbei\u00f0i ikki gj\u00f8rligt, so ein st\u00f3r t\u00f8kk til tykkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Enn einafer\u00f0 takka fyri hei\u00f0urin og takk fyri vi\u00f0urkenningina av okkum \u00f8llum, seg\u00f0i Heini Eysturoy at enda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir h\u00e1t\u00ed\u00f0arhaldi\u00f0 \u00e1 R\u00e1\u00f0h\u00fasinum f\u00f3ru teir tr\u00edggir oman \u00e1 Bursatanga, har alt, sum kundi kr\u00fapa og ganga \u00far Bjargingarfelagnum, var\u00f0 komi\u00f0 saman at hei\u00f0ra teir tr\u00edggjar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sup><sub>Kelda &amp; myndir: torshavn.fo<\/sub><\/sup><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/y5bhqbqq\/tri-ggir-1.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/txkhomwp\/tri-ggir-2.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Uttan \u00f8ll hesi, sum geva s\u00edtt \u00edkast til arbei\u00f0i \u00ed eitt n\u00fa samkomum, innan \u00edtr\u00f3tt, mentan, hj\u00e1lpararbei\u00f0i, innan felagsl\u00edv og politikk, var neyvan liviligt her \u00e1 landi. Vit \u00ed Havnar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5151,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,132],"tags":[],"class_list":["post-5150","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-foeroysk-tidindir"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5150","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5150"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5150\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5156,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5150\/revisions\/5156"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5151"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5150"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5150"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5150"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}