{"id":5257,"date":"2023-09-14T11:31:27","date_gmt":"2023-09-14T11:31:27","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5257"},"modified":"2023-09-14T11:45:29","modified_gmt":"2023-09-14T11:45:29","slug":"stong-havstovuna-og-opna-bankan","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/09\/14\/stong-havstovuna-og-opna-bankan\/","title":{"rendered":"Stong Havstovuna og opna Bankan"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Emperisk t\u00f8l siga, at hendan hypotesa er r\u00f8tt fyri fiskastovnar og samfelag. T\u00f3 er ikki pr\u00f3gva, at hetta er einasti sannleikin<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00ed\u00f0an 2016 havi eg granska tosk \u00e1 F\u00f8royagrunninum. Ta\u00f0 gongur r\u00e6ttan veg. \u00darslit ger\u00f0ast grei\u00f0ari fyri hv\u00f8nn dag. \u00datrokningar samsvara vi\u00f0 veruleikan og ongi m\u00f3tstr\u00ed\u00f0andi \u00farslit eru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00edni \u00farslit visa, at til ber at st\u00fdra toskavei\u00f0uni. B\u00e6\u00f0i r\u00e6ttan veg og skeivan veg. Eg havi gj\u00f8rt eitt \u00e1vegis model, sum f\u00e6r vei\u00f0una upp \u00e1 30.000 tons av toski \u00e1 landgrunninum \u00ed mi\u00f0al. Somulei\u00f0is ber til at gera stovnsmetingar og siga hvussu n\u00f3gv r\u00e6ttast er at fiska.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 tekur t\u00ed\u00f0. N\u00f3gva t\u00ed\u00f0. Eg m\u00e1 gera dataseriur aftur til 1700 umaftur. Harumframt m\u00e1 eg gera n\u00f3gv, sum ikki er gj\u00f8rt frammanundan. Eg noy\u00f0ist helst at gera umlei\u00f0 8 v\u00edsindaligar greinar, harav t\u00e6r fyrstu eru v\u00e6l \u00e1vegis. Eg m\u00e1 tosa vi\u00f0 \u00fatlendskar fiskifr\u00f8\u00f0ingar, t\u00ed okkara spenna bein og halda eg eri ov b\u00fdttur at samstarva vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum d\u00f8mi kann nevnast, at eg s\u00e1 framl\u00f8gu \u00ed vikuni, um El Nino, har t\u00f8lini v\u00edstu, at samsvar ikki var millum El Nino og tosk. T\u00f8lini v\u00f3ru m\u00e1ta t\u00f8l og t\u00ed r\u00f8tt. Men eg dugdi at s\u00edggja, hv\u00ed ta\u00f0 Osmund Justinussen sigur, all\u00edkav\u00e6l er r\u00e6tt, og at somu t\u00f8l skulu setast saman vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum t\u00f8lum, sum s\u00ed\u00f0an bl\u00edvur ein heild, sum pr\u00f3gvar, at ta\u00f0 Osmund sigur, er r\u00e6tt. Ta\u00f0 er ein spurningur um hv\u00f8rji data ein br\u00fakar og hvussu ein br\u00fakar tey.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein avbj\u00f3\u00f0ing er, at fiskifr\u00f8\u00f0in s\u00e6r tr\u00f8ll allasta\u00f0ni. Hjalti spurdi ein, um hann \u00e6tla\u00f0i at kn\u00fasa Havstovuna. Annar spurdi, um \u00e6tlanin var at ni\u00f0urger\u00f0a alt hann hev\u00f0i gj\u00f8rt. Sj\u00e1lvt um hetta ikki er or\u00f0ar\u00e6tt citera, so h\u00f3mast ein uppfatan av, at Havstovan langt s\u00ed\u00f0an veit alt og at ongin n\u00fdggj vitan kann ver\u00f0a til. Havi eisini hoyrt teir tosa, ikki serliga r\u00f3sandi um skilamenn. Um teir longu vita alt, so er neyvan t\u00f8rvur \u00e1 gransking.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg lurti eftir \u00f8llum. Eg hyggi eftir \u00f8llum. Eg lesi alt, sum eg s\u00edggi skriva. B\u00e6\u00f0i fr\u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0ingum, fiskimonnum og landkrabbum. Og fr\u00e1 \u00f8llum nevndu koma gullkorn.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Mi\u00f0alvei\u00f0a fyrr og n\u00fa<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hagt\u00f8l visa, at fyrr fiska\u00f0u vit \u00ed mi\u00f0al 25-30.000 tons, av toski me\u00f0an vit seinastu \u00e1rini hava fiska\u00f0 ein br\u00f8kpart av hesum. \u00datflutningsvir\u00f0i er t\u00ed uml. 1 millard l\u00e6gri, enn ta\u00f0 annars kundi veri\u00f0 av toski og \u00bc-\u00bd milliard av upsa. Ta\u00f0 eru \u00f8ll samd um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 havi\u00f0 var fr\u00edtt, var toskavei\u00f0an st\u00f8rri enn \u00ed dag. \u00cd Barentshavinum 50%, 100% st\u00f8rri undir \u00cdslandi og \u00e1 F\u00f8royagrunninum var hon 400% st\u00f8rri enn \u00ed dag. Vit kunnu t\u00ed vi\u00f0 100% vissu siga, at royndirnar hj\u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0ini, b\u00e6\u00f0i \u00ed F\u00f8royum og a\u00f0rasta\u00f0ni eru \u00fat av lagi\u00f0 v\u00e1naligar. Fiskifr\u00f8\u00f0in heldur fast vi\u00f0 ta\u00f0 gamla, sum ikki gevur \u00farslit.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Havstovan sigur, at fri\u00f0ingin \u00ed 1914-18 og 1939-1945 \u00f8kti st\u00f8ddina \u00e1 fiskastovnunum og pr\u00f3gvar at fri\u00f0ingar gera mun. Hesin p\u00e1standur er skeivur. Vi\u00f0 data ber til at \u00e1visa at hv\u00f8rki av hesum t\u00ed\u00f0arskei\u00f0um var toskastovnurin st\u00f3rur orsaka av fri\u00f0ingum. Havstovan roknar \u00fat fr\u00e1 t\u00ed at ta\u00f0 var trivalig tilgongd og ongin vei\u00f0a og t\u00ed vaks stovnurin sera n\u00f3gv. Men ongi data undirbyggja hetta, t\u00f3 at formilin hj\u00e1 Havstovuni og ICES roknar solei\u00f0is. Ta\u00f0 eru hinvegin data og uppl\u00fdsingar, sum m\u00f3tpr\u00f3gva hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00dat fr\u00e1 data vit eiga og t\u00ed gransking gj\u00f8rd er, gevur ta\u00f0 l\u00edtla og onga meining at samanbera vei\u00f0u t\u00e1 alt bleiv fiska vi\u00f0 troli og n\u00fa t\u00e1 alt ver\u00f0ur fiska vi\u00f0 h\u00faki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu vi\u00f0 vissu siga, at fri\u00f0ingin av F\u00f8roya Banka ikki munar. Vit kunnu vi\u00f0 vissu siga, fiskastovnarnir minka heldur enn vaksa, h\u00f3ast vit hava fri\u00f0a st\u00f3r \u00f8kir \u00e1 landgrunninum fyri tosk og upsa. Seinstu 40 \u00e1rini hava vit fri\u00f0a meira og meira.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Eg f\u00e1i samsvar millum model og emperi<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu vi\u00f0 sera st\u00f3rari vissu siga, at rist \u00ed upsatroli er ska\u00f0ilig. Vit kunnu vi\u00f0 st\u00f3rari vissu siga, at teir upsar, sum enda \u00ed alin\u00f3tum, als ikki \u00e1virka st\u00f8ddina \u00e1 upsastovninum. Vit kunnu vi\u00f0 sera st\u00f3rari vissu siga, at fri\u00f0ingar fyri at verja upsastovnin gera st\u00f3rri ska\u00f0a enn gagn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu vi\u00f0 \u00e1v\u00edsari vissu siga, at gardinb\u00e1tar vi\u00f0 n\u00f3gvari fer\u00f0, \u00e1virka v\u00f8kstur hj\u00e1 0-2 \u00e1ra gomlum fiski, men hvussu n\u00f3gv ella l\u00edti\u00f0, vita vit ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00f3ts\u00e6tt fiskifr\u00f8\u00f0ingum, so f\u00e1i eg emperi at samsvara vi\u00f0 modell. Eg eri ikki givin at br\u00faka t\u00f8l fr\u00e1 Cuba-trolarunum, t\u00ed tey ikki passa \u00ed modelli. Eg havi ikki justera data, fyri at f\u00e1a modelli at ganga upp. Eg velji ikki \u00e1r burtur \u00far, men br\u00faki dataseriur \u00ed fullari longd. Eg geri ikki ni\u00f0urst\u00f8\u00f0ur \u00fat fr\u00e1 avmarka\u00f0um data, sum eru m\u00f3ts\u00e6tt av t\u00ed onnur data v\u00edsa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Temperatururin \u00ed F\u00f8royum er \u00e1 lei\u00f0 \u00ed mi\u00f0juni av t\u00ed toskur tolir. Toskur doyr, um ta\u00f0 eru umlei\u00f0 15-16 hitastig og 10 hitastig er meira optimalt enn 7 hitastig. Hitin \u00e1virkar metabolismu og hvussu n\u00f3gv toskur kann ford\u00f8ja, sum aftur merkir hvussu skj\u00f3tt hann kann vaksa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Toskur \u00e1 F\u00f8roya banka veksur skj\u00f3tari t\u00ed temperaturin er h\u00e6gri. Sama \u00ed Bretskum sj\u00f3gvi og \u00ed USA, me\u00f0an Barentshavi\u00f0, vi\u00f0 \u00cdsland, \u00ed Canada og \u00ed Gr\u00f8nland er kaldari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Canada, Barentshavinum og \u00cdslandi livur toskur av lodnu, sum svimur \u00ed stimum. Toskurin fylgjur lodnuni og t\u00ed er vei\u00f0a pr. t\u00edma ella pr. h\u00fak n\u00f3gv st\u00f8rri har. Fiskurin stendur t\u00e6ttari og ta\u00f0 gevur onga meining at samanbera vei\u00f0u \u00ed F\u00f8royum vi\u00f0 hesi nevndu \u00f8kir. T.d. m\u00f8tti eg einum eldri manni \u00ed 2019. Hann kendi D\u00e1vur Poulsen og hev\u00f0i veri\u00f0 vi\u00f0 Kallsenni. Eg fortaldi at D\u00e1vur hev\u00f0i fortalt m\u00e6r, at eitt \u00e1ri\u00f0 gj\u00f8rdu teir tveir saltfiskat\u00farar millum P\u00e1skir og Hv\u00edtussunnu. Annar 16 dagar og hin 17 dagar, fult skip av saltfiski. J\u00fa hann var vi\u00f0 t\u00e1 og hann sendi m\u00e6r ennt\u00e1 \u00fatgreina\u00f0a avrokningar har vei\u00f0an var gj\u00f8rd upp \u00ed st\u00f8ddir og kvalitet. Kallsenni t\u00f3k \u00e1 lei\u00f0 370 tons. Vei\u00f0an fr\u00e1 apr\u00edl-desember 1956, var uml. 1800 tons saltfiskur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Temperaturbroytingar uppeftir ska\u00f0a ikki toskin undir F\u00f8royum og ei heldur \u00e1 F\u00f8roya banka. Men ta\u00f0 er sj\u00e1lvandi greitt at temperaturur kann \u00e1virka ta\u00f0 sum toskur etur. T.d. er toskur \u00ed \u00cdslandi n\u00f3gv har ta\u00f0 eru 6-7 stig, heldur enn har ta\u00f0 eru 9 hitastig, t\u00ed at f\u00f8\u00f0in er har ta\u00f0 eru 6-7 hitastig.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Toskur \u00ed F\u00f8royum hevur ta\u00f0 gott t\u00e1 m\u00e1tingar visa n\u00f3gva nebbasild \u00ed maganum. Vit vita l\u00edti\u00f0 um nebbasild undir F\u00f8royum. Men okkurt havi eg funni\u00f0, umframt at Havstovan hevur tilfar og ein PHD er eisini gj\u00f8rd um nebbasild. V\u00f8kstur \u00e1 toski er m\u00e1ta\u00f0ur seinstu 60 \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 trupla er at f\u00e1a elituna innan fiskifr\u00f8\u00f0i \u00ed F\u00f8royum at skilja, at ta\u00f0 teir l\u00e6rdu \u00e1 sk\u00falabonki ikki samsvarar vi\u00f0 veruleikan. Teir endurtaka \u00e1r eftir \u00e1r. Fiskimonnum lurta teir ikki eftir, t\u00ed teir siga ikki ta\u00f0 sama, sum fiskifr\u00f8\u00f0ingar l\u00e6rdu \u00e1 sk\u00falabonki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harrin var forma\u00f0ur \u00ed Fiskidaganevndini, fyri f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0an og t\u00e1 v\u00edsti hann, vi\u00f0 data, at onki skil var \u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0ini. N\u00fa sigur hann ta\u00f0 sama sum fiskifr\u00f8\u00f0in. T\u00ed noy\u00f0ast vit at konstatera, at hann t\u00e1, var settur at tosa um naka\u00f0, hann \u00ed dag ikki tykist skilja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politikarar \u00e1ttu at vakna, t\u00e1 br\u00faktir dagar minka samsvarandi tilm\u00e6ltum skerjingum og all\u00edkaval ver\u00f0ur ongin toskur avreiddur. Somulei\u00f0is hava vit stongt F\u00f8roya banka \u00ed eitt mannaminni, uttan at ta\u00f0 hevur broytt naka\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f8lini eru sera grei\u00f0. At lurta eftir fiskifr\u00f8\u00f0ini er vissi dey\u00f0in hj\u00e1 fiskivinnuni, t\u00ed ta\u00f0 er ska\u00f0iligt fyri fiskastovnarnar. So ska\u00f0iligt, at vit missa meira enn eina milliard \u00e1rliga og onki skip hevur r\u00e1\u00f0 at loysa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meg l\u00edvi\u00f0 l\u00e6r, at fiskifr\u00f8\u00f0ingar ikki hava \u00e1huga at l\u00e6ra, at politikarar hv\u00f8rki hava \u00e1huga ella t\u00edma at lurta eftir fiskimonnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein dag, fara vit at skilja. \u00cdme\u00f0an endurtaka vit ta\u00f0 teori, sum emperi v\u00edsur okkum er skeiv, v\u00e6lvitandi at manko er meira enn 1 milliard \u00e1rliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eivind Jacobsen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Strendur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00e1 havi\u00f0 var fr\u00edtt, var toskavei\u00f0an st\u00f8rri enn \u00ed dag. \u00cd Barentshavinum 50%, 100% st\u00f8rri undir \u00cdslandi og \u00e1 F\u00f8royagrunninum var hon 400% st\u00f8rri enn \u00ed dag. Vit kunnu t\u00ed vi\u00f0 100% vissu siga, at royndirnar hj\u00e1 fiskifr\u00f8\u00f0ini, b\u00e6\u00f0i \u00ed F\u00f8royum og a\u00f0rasta\u00f0ni eru \u00fat av lagi\u00f0 v\u00e1naligar. Fiskifr\u00f8\u00f0in heldur fast vi\u00f0 ta\u00f0 gamla, sum ikki gevur \u00farslit.<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3296,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[7],"tags":[],"class_list":["post-5257","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5257","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5257"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5257\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5259,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5257\/revisions\/5259"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3296"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5257"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5257"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5257"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}