{"id":5279,"date":"2023-10-10T10:15:12","date_gmt":"2023-10-10T10:15:12","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5279"},"modified":"2023-10-10T10:15:12","modified_gmt":"2023-10-10T10:15:12","slug":"roeda-hja-elsebeth-til-loegtingsfiggjarlog","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/10\/10\/roeda-hja-elsebeth-til-loegtingsfiggjarlog\/","title":{"rendered":"R\u00f8\u00f0a hj\u00e1 Elsebeth\u00a0 til L\u00f8gtingsf\u00edggjarl\u00f3g"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Vit l\u00f8gtingsf\u00f3lk\u00a0 eru vald til at gera F\u00f8royar til eitt betri land.\u00a0 F\u00f3lki\u00f0 hevur sett s\u00edtt \u00e1lit \u00e1 okkum.\u00a0\u00a0 \u00cd dag er ta\u00f0\u00a0 vinstravongurin vi\u00f0\u00a0 Javna\u00f0urflokkinum, Tj\u00f3\u00f0veldi\u00a0 saman vi\u00f0 Frams\u00f3kn, sum sita \u00ed samgongu\u00a0 og stinga \u00fat \u00ed korti\u00f0.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sveinastykki\u00f0 hj\u00e1 teimum rey\u00f0u, s\u00edggja vit \u00ed dag, n\u00fa teirra f\u00edggjarl\u00f3g er\u00a0 til vi\u00f0ger\u00f0ar. Ta\u00f0 vit s\u00edggja \u00ed f\u00edggjarl\u00f3garuppskotinum, er ikki j\u00fast ta\u00f0, sum henda samgongan f\u00f3r til val upp\u00e1.\u00a0 Her er langt fr\u00e1 or\u00f0um til ger\u00f0ir.\u00a0 Ta\u00f0 sum bleiv lova\u00f0\u00a0 \u00e1\u00f0renn vali\u00f0,\u00a0 bleiv ikki\u00a0 gj\u00f8rt eftir vali\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat bleiv av styttri arbei\u00f0sviku? Skattal\u00e6ttanum til mi\u00f0al og l\u00e1gl\u00f8nt? Hvat bleiv av&nbsp; yvirskotinum \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini?&nbsp; Og hvar bleiv&nbsp; f\u00edggjarliga regluverki\u00f0 av?&nbsp;&nbsp; osv osv<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er n\u00e6rliggjandi, at spyrja: Fer s\u00f8gan hj\u00e1 rey\u00f0u samgonguni veruliga at endurtaka seg?&nbsp;&nbsp; Vit minnast \u00f8ll t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0&nbsp; 2015-2019.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Undan valinum \u00ed 2015 lova\u00f0u hesi,&nbsp; at n\u00fa skuldi r\u00edkid\u00f8mi\u00f0&nbsp; koma \u00fat \u00ed hv\u00f8nn kr\u00f3k \u00ed F\u00f8royum. Veljarin tr\u00fa\u00f0i teimum, eisini ta fer\u00f0ina, &nbsp;&nbsp;og setti s\u00edtt \u00e1lit \u00e1 hesi or\u00f0ini \u00e1\u00f0renn vali\u00f0.&nbsp;&nbsp;&nbsp; Men, hvat hendi eftir vali\u00f0? R\u00edkid\u00f8mi\u00f0 f\u00f3r ikki \u00fat \u00ed hv\u00f8nn kr\u00f3k, og ta\u00f0 so slettis ikki.&nbsp; Hinvegin&nbsp; bleiv f\u00f8roya f\u00f3lk&nbsp; knokkroytt \u00ed avgj\u00f8ldum. Ta\u00f0 floymdi ein&nbsp; avgjalds\u00f8\u00f0i yvir alt landi\u00f0, sum f\u00f8royingar ongant\u00ed\u00f0 hava s\u00e6\u00f0 makan til. Ongin slapp undan. Heldur ikki Palliba og Marsanna.&nbsp; Skatta- og avgjalds\u00f8\u00f0in rakk \u00fat \u00ed hv\u00f8nn kr\u00f3k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Javna\u00f0arflokkurin, Tj\u00f3\u00f0veldi og Frams\u00f3kn h\u00e6kka\u00f0i avgjald upp\u00e1 bensin og diesel, vegskatturin h\u00e6kka\u00f0i, heilsutrygdargjaldi h\u00e6kka\u00f0i, inngjald \u00ed samhaldsfasta h\u00e6kka\u00f0i. Ja, sj\u00e1lvt tingl\u00fdsingargjaldi bleiv ta\u00f0 dupulta. Ikki eingongd tey,&nbsp; sum vildu seta f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0, sloppi undan hesari avgjalds\u00f8\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa sita hesir somu flokkarnir&nbsp; aftur vi\u00f0 valdi\u00f0. Eg spyrji,&nbsp; og v\u00e6nti at f\u00f8roya f\u00f3lk eisini spyr,&nbsp; hvar blivu vallyftini av?&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat vi\u00f0 l\u00f8narlyftinum til tey, sum arbei\u00f0a \u00ed umsorgar\u00f8kinum? Heldur samgongan veruliga, at&nbsp; hon kann breggja s\u00e6r av, at ta\u00f0 lyfti er hildi\u00f0?&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samgongan lova\u00f0i, at tey, sum arbeiddi innan umsorgar\u00f8ki\u00f0, skuldu f\u00e1a l\u00f8narlyft. T\u00e1 bleiv onki sagt um, at sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingar skuldi leypast um \u00ed l\u00f8narlyftinum.&nbsp; \u00cd dag kunnu vit bara sta\u00f0festa, at sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingarnir eru lopnir um.&nbsp; Tey vi\u00f0 t\u00ed longstu \u00fatb\u00fagvingini og st\u00f8rstu \u00e1byrgdini \u00e1 umsorganar\u00f8kinum eru lopin um!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat s\u00edggja vit \u00ed dag, j\u00fa sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingarnir eru farnir \u00ed verkfall og&nbsp; st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 alt heilsuverki\u00f0 liggur lami\u00f0.&nbsp; Sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingarnar finna seg ikki&nbsp; \u00ed hesum mismuninum, sum samgongan fremur m\u00f3ti teimum,&nbsp;&nbsp; at tey n\u00fa ver\u00f0a lopin um \u00ed l\u00f8narlyftinum.&nbsp; \u00c1lvaratos, arbei\u00f0a sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingar n\u00fa ikki innan umsorgar\u00f8ki.&nbsp; Enn einafer\u00f0: Tey st\u00fdrandi eru&nbsp; vald til at gera F\u00f8royar til eitt betri land, og ikki gera mismun \u00e1&nbsp; umsorgar\u00f8kinum og \u00e1 arbei\u00f0sf\u00f3lki. Var ta\u00f0 ikki j\u00fast eitt av herr\u00f3punum hj\u00e1 javna\u00f0arflokkinum, at ta\u00f0 sum vit siga \u00e1\u00f0renn vali\u00f0, ta\u00f0 siga vit eisini eftir vali\u00f0 ?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8230;&#8230;&#8230;&#8230;..<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f3gvar sparingar eru gj\u00f8rdar, sum koma&nbsp; at \u00e1virka\u00f0 n\u00f3gv f\u00f3lk. Ja, sparingar eru gj\u00f8rdar&nbsp; her og har og allasta\u00f0ni.&nbsp; H\u00f3ast hetta,&nbsp; so hongur f\u00edggjarl\u00f3gin&nbsp; ikki saman. F\u00edggjarl\u00f3gin hevur&nbsp; eitt undirskot, sum allarhelst fer at standa vi\u00f0 og versna um&nbsp; vit ikki f\u00e1a fleiri samfelagsinnt\u00f8kur, also n\u00fdggjan kapital inn \u00ed landi\u00f0. K\u00f8kan skal gerast st\u00f8rri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8230;&#8230;&#8230;&#8230;&#8230;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1hugaverdi spurningurin er, hvussu kunnu vit b\u00e6\u00f0i&nbsp; halda fram vi\u00f0 okkara&nbsp; v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag, sum er&nbsp; bygt upp \u00ed gj\u00f8gnum n\u00f3gv n\u00f3gv \u00e1r og samstundis&nbsp; hava&nbsp; yvirskot \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vinnan skal &nbsp;aftur f\u00e1a tryggar&nbsp; karmar&nbsp;&nbsp; at virka undir.&nbsp; Her hugsi eg sj\u00e1lvandi, fyrst og fremst um okkara h\u00f8vu\u00f0svinnur,&nbsp; fiski&nbsp;&nbsp; og alvinnuna, sum eru grunds\u00falurnar undir okkara v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta, at okkara h\u00f8vu\u00f0svinnur&nbsp; hava \u00f3tryggar karmar at virka undir, og ikki veit framt\u00ed\u00f0ar\u00e6tlanir hj\u00e1 samgonguni, gongur sn\u00f8kt sagt ikki. At landi\u00f0 leggur ovurhonds h\u00f8g avgj\u00f8ld \u00e1 vinnuna, sum vinnan ikki kl\u00e1rar at krepera, gongur heldur ikki. \u00darsliti\u00f0 av hesum s\u00edggja vit longu.&nbsp; Partar av vinnuni eru&nbsp; r\u00fdmdir av landinum til onnur lond at gera \u00edl\u00f8gur. Lond,&nbsp; sum eru meira&nbsp; attraktiv&nbsp; fyri vinnuna og sum&nbsp; hava ein meir positivan hugbur\u00f0 til vinnuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At umlei\u00f0 400 arbei\u00f0spl\u00e1ss hj\u00e1 Bakkafrost eru&nbsp; \u00ed vanda, gongur heldur ikki. T\u00fa kanst ikki sp\u00e6la vi\u00f0 lagnuna hj\u00e1 f\u00f3lki.&nbsp; Minst til,&nbsp; her tosa vit um livibrey\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 400 familjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Havnastongsulin?, ja,&nbsp; hann hevur longu kosta\u00f0 okkum st\u00f3rar upph\u00e6ddir kring alt landi\u00f0. Eysturoyggin og Nor\u00f0oyggjar hava serliga&nbsp; merkt mest svi\u00f0an av hesum, \u00ed fyrsta umfari.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 vit koma til Barentshavi\u00f0, so m\u00e1 ta\u00f0 ikki henda, at&nbsp; samgongan forkemur f\u00f8roysku kvotunum \u00ed Barentshavinum. Ta\u00f0 fer at hava \u00f3gvusligar rembingar &nbsp;\u00ed \u00f8llum samfelagnum. Helst fleiri enn 300 familjur ver\u00f0a raktar.&nbsp; Familjur missa s\u00edtt f\u00edggjarliga tilverugrundarlag , og landskassin missir 100 tals milli\u00f3nir. Harafturat koma allar t\u00e6r ovurhonds upph\u00e6ddirnar \u00ed avleiddum vinnum kring landi\u00f0.&nbsp; Eg v\u00f3ni, &nbsp;at samgongan skj\u00f3tast skilir \u00e1lvarsemi \u00ed f\u00f8rda politikkinum, \u00e1\u00f0renn ov seint er.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8230;&#8230;&#8230;.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hugsi mangan um hetta, at vit politikarar, eiga at gera alt ta\u00f0, sum liggur \u00ed okkara magt, at okkara vinnur skulu tr\u00edvast og mennast.&nbsp; Umframt fornemmu uppg\u00e1vuna,&nbsp; at vera frams\u00edggin,&nbsp; og duga at taka av teimum m\u00f8guleikum, sum v\u00edsa seg.&nbsp; Og gera ta\u00f0 vi\u00f0 viti og skili.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd l\u00f8tuni, hava vit ein m\u00f8guleika, sum vit eiga og skulu gagnn\u00fdta. Vit hava so mangan tosa\u00f0 um, at vit mugu hava fleiri&nbsp; bein at standa \u00e1.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann ver\u00f0a svikaligt bara at d\u00fava upp\u00e1 ali og fiskivinnuna. Og&nbsp; spurningurin er eisini, hvussu n\u00f3gv kann henda vinnan veksa afturat t\u00ed, &nbsp;sum longu er \u00ed dag, t\u00e1 mann, hv\u00f8rki hevur fingi\u00f0 avtalu vi\u00f0 ES og annars kappa heysin av v\u00ed\u00f0ari virking av laksav\u00f8rum hj\u00e1 Bakkafrost.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita \u00f8ll, at samfelagsinnt\u00f8kurnar noy\u00f0ast at bl\u00edva st\u00f8rri,&nbsp; ella veksa. Og ney\u00f0ugt er, at&nbsp; framlei\u00f0a&nbsp; meira, um vit \u00e6tla at halda fram vi\u00f0 t\u00ed v\u00e6lfer\u00f0 og v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag, vit hava \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So er brennandi spurningurin, er&nbsp; anna\u00f0 bein at h\u00f3ma nakrasta\u00f0ni?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e6nti, at st\u00f8rsta succesbeini ella vinnum\u00f8guleikarnir nakrant\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur ein komandi&nbsp; Gass og oljuvinna \u00ed f\u00f8royskum \u00f8ki . Vit vita, at beint hinumegin f\u00f8royska&nbsp; marki\u00f0, eru st\u00f3rar mongdir av gassi og olju at finna. Og sj\u00e1lvandi er olja okkara megin eisini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa hoyrist eisini at Bretar hava funni\u00f0 eina risast\u00f3ra olju og gasskeldu&nbsp; bert 5 fj\u00f3r\u00f0ingar sunnanfyri F\u00f8royska marki\u00f0. \u00cdmyndi\u00f0 tykkum, ta\u00f0 er&nbsp; \u00e1lei\u00f0 sum fr\u00e1 flogv\u00f8llinum til G\u00e1sadals.&nbsp; So Harra forma\u00f0ur:&nbsp; Lat okkum koma \u00edgongd vi\u00f0 olju og \u2013 gassleiting,&nbsp; og ta\u00f0 hevur skund.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Stj\u00f3rnin vi\u00f0 fors\u00e6tisr\u00e1\u00f0harranum Rishi Sunak \u00e1 odda ynskir, at Bretland skal gerast&nbsp; \u00f3heft av orkuinnflutningi \u00far \u00f8\u00f0rum londum og serstakliga fr\u00e1 einar\u00e6\u00f0islondum sum Russlandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hugsi tykkum til, her&nbsp; tosa vit um bretskar mynduleikar, sum hava givi\u00f0 endaligt loyvi til \u00fatbygging av risast\u00f3rum olju \u2013 og gasskeldum. Bretland, i\u00f0 sigur seg ganga \u00e1 odda \u00ed gr\u00f8na orkuskiftinum. Bretar hava s\u00e6\u00f0 \u00e1lvaran&nbsp; \u00ed, at lata standa til og bara hyggja at.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Felagi\u00f0 aftanfyri Rosebank , v\u00edsir \u00e1, at vi\u00f0 avger\u00f0ini at elektrifisera framlei\u00f0suna vi\u00f0 t\u00ed n\u00fdggjastu t\u00f8knini, ver\u00f0ur Rosebank ein fyrimynd fyri onnur, sum \u00ed dag framlei\u00f0a olju og gass. Verk\u00e6tlanin mi\u00f0jar m\u00f3ti at minka heilt munandi um \u00fatl\u00e1ti\u00f0 solei\u00f0is, at Rosebank \u00ed heimsh\u00f8pi fer at ver\u00f0a ein fyrsta floks kolvetnis orkulei\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So harra forma\u00f0ur: Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at, me\u00f0an londini beint hinumegin marki\u00f0 r\u00edka seg upp \u00ed samband vi\u00f0 gass og oljuleiting. Og skal skunda m\u00e6r at siga, at vit, sum so gjarna vilja ver\u00f0a so gr\u00f8n sum yvirh\u00f8vur m\u00f8guligt, at teir&nbsp;&nbsp; framlei\u00f0a vi\u00f0 gr\u00f8nari orku. So her er heldur ongin for\u00f0ing \u00ed so m\u00e1ta. Vit eiga&nbsp; at koma \u00ed gongd til frama fyri okkara samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8230;&#8230;&#8230;&#8230;..<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um eg skal huglei\u00f0a eitt sindir um&nbsp; t\u00e1 oljuvinnan er farin \u00ed gongd, so&nbsp; s\u00edggi eg fyri m\u00e6r, at Su\u00f0uroyggin&nbsp; mest n\u00e1t\u00farliga, ver\u00f0ur&nbsp; tann&nbsp; n\u00fdggi depilin, b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 fr\u00e1landavinnu og fl\u00fagving. Ein oljumi\u00f0st\u00f8\u00f0&nbsp; fyri F\u00f8roya Land.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Klaksv\u00edkin er og eigur halda fram at vera&nbsp; fiskivinnuh\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0ur. Her vil eg&nbsp; heita&nbsp; \u00e1 tykkum rey\u00f0u um at lata&nbsp; nor\u00f0oyingar og \u00f8ll&nbsp; vinnul\u00edvsf\u00f3lk f\u00e1a fri\u00f0 til at styrkja og menna seg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eysturoyggin&nbsp; er st\u00f8rsta umskipingarhavn \u00ed F\u00f8royum. Ta\u00f0 eru ikki n\u00f3gvar vikur s\u00ed\u00f0ani, at russarar l\u00f3gu har p\u00e5 rad og r\u00e6kke. Men hesum hava&nbsp;&nbsp; partaf\u00f3lk hj\u00e1 borgmeistaranum \u00ed Runarv\u00edkar kommunu forkomi\u00f0 vi\u00f0 havnastongslinum. Men vi\u00f0 st\u00f3ra m\u00f8guleikanum vi\u00f0 olju og gassleiting, fer Eysturoyggjin aftur at f\u00e1a l\u00edv \u00ed havnirnar. V\u00e6nti at oljuhavnin \u00e1 Sk\u00e1lafj\u00f8r\u00f0inum&nbsp; eisini fer at bj\u00f3\u00f0a seg fram. Men men, fyri at hetta skal eydnast, so krevjast&nbsp; virkisf\u00fasir&nbsp; politikarar vi\u00f0 dirvi og \u00e1gr\u00fdtni til at koma \u00ed gongd.&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skulu eisini minnast til, at t\u00e1 fari\u00f0 ver\u00f0ur undir gass og oljuleiting, at ta\u00f0 longu fr\u00e1 fyrsta degi av, eru&nbsp; st\u00f3rar innt\u00f8kur at &nbsp;heinta \u00ed samband vi\u00f0 royndarboringar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 gass og olja er funnin \u00ed f\u00f8royska sj\u00f3\u00f8kinum,&nbsp; tosa vit&nbsp; um&nbsp;&nbsp; ovurhondsst\u00f3rar upph\u00e6ddir,&nbsp; sum landi\u00f0 fer at f\u00e1a.&nbsp; R\u00edkid\u00f8mi, sum vit ongant\u00ed\u00f0 hava uppliva\u00f0 fyrr. Sj\u00e1lvt rey\u00f0a samgonga fer at&nbsp; f\u00e1a yvirskot \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini, uttan at&nbsp; knokkroyta Palliba og Marsannu og vinnuna.&nbsp; T\u00e1 ver\u00f0ur ikki ney\u00f0ugt at&nbsp; spinka og spara hj\u00e1 teimum, sum hava serligan t\u00f8rv ella avbj\u00f3\u00f0ingar og sum b\u00fagva \u00e1 stovnum ella ganga \u00e1 mi\u00f0n\u00e1m.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f3lkapensj\u00f3nistarnir kunnu arbei\u00f0a ta\u00f0 tey vilja , uttan at ver\u00f0a m\u00f3trokna\u00f0ir. \u00d3aktuelt&nbsp; yvirh\u00f8vur at tosa um m\u00f3trokning. Vit fara at hava eitt fr\u00e6lst, sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt og ikki minst r\u00edkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Su\u00f0uroyartunnilin ver\u00f0ur bara gj\u00f8rdur uttan dr\u00e1l og uttan symbolskar&nbsp; upph\u00e6ddir \u00e1 \u00ed f\u00edggjarl\u00f3gini. Hann ver\u00f0ur bara gj\u00f8rdur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8230;&#8230;&#8230;&#8230;..<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Br\u00faki n\u00fa vit og skil til frama fyri okkara f\u00f3lk, sum hava sett s\u00edtt \u00e1lit \u00e1 okkum um eitt betri samfelag. Sigi takk fyri ta\u00f0 tilfeingi vit hava fingi\u00f0 og br\u00faki\u00f0 ta\u00f0 skilagott,&nbsp; heldur enn at ignorera\u00f0 ta\u00f0. Ongin kann skatta seg til frambur\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lati oljuvinnuna gjalda&nbsp; fyri okkara fullveldi, fr\u00e6lsi, gr\u00f8na orkuskifti&nbsp; og&nbsp; okkara framhaldandi v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vit l\u00f8gtingsf\u00f3lk\u00a0 eru vald til at gera F\u00f8royar til eitt betri land.\u00a0 F\u00f3lki\u00f0 hevur sett s\u00edtt \u00e1lit \u00e1 okkum.\u00a0\u00a0 \u00cd dag er ta\u00f0\u00a0 vinstravongurin vi\u00f0\u00a0 Javna\u00f0urflokkinum, Tj\u00f3\u00f0veldi\u00a0 saman vi\u00f0 Frams\u00f3kn,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3882,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-5279","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5279","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5279"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5279\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5280,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5279\/revisions\/5280"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3882"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5279"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5279"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5279"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}