{"id":5470,"date":"2023-11-07T09:25:13","date_gmt":"2023-11-07T09:25:13","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5470"},"modified":"2023-11-07T09:30:17","modified_gmt":"2023-11-07T09:30:17","slug":"foeroyar-faa-alt-ov-litid-burtur-ur-fiskirikidoeminum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/11\/07\/foeroyar-faa-alt-ov-litid-burtur-ur-fiskirikidoeminum\/","title":{"rendered":"F\u00f8royar f\u00e1a alt ov l\u00edti\u00f0 burtur \u00far fiskir\u00edkid\u00f8minum"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>Fiskivinnan kundi veri\u00f0 n\u00f3gv betur umsitin til gagns fyri b\u00e6\u00f0i samfelag og vinnu. Hetta er evni\u00f0 \u00ed n\u00fdggjari grein, sum Hans Ellefsen, lektari \u00e1 Fr\u00f3\u00f0skaparsetri F\u00f8roya, hevur skriva\u00f0 saman vi\u00f0 Daniel Bromley, professara emeritus \u00e1 University of Wisconsin-Madison. Greinin er komin \u00ed kenda t\u00ed\u00f0arriti\u00f0, Marine Policy og kann lesast&nbsp;<a href=\"https:\/\/authors.elsevier.com\/c\/1h~0G,714Mqzbv\"><strong>her<\/strong><\/a>. Eisini var framl\u00f8ga \u00e1 \u00e1rsins V\u00edsindav\u00f8ku um&nbsp;&nbsp;evni\u00f0, og tann framl\u00f8gan kann s\u00edggjast&nbsp;<a href=\"https:\/\/kvf.fo\/sending\/visindavoka-fyrilestrar?sid=164318&amp;fbclid=IwAR3_hVspN8w8wAaPzV0bG7PF5vMN7qzMglSc4lM-5UPJsVoQJ51JAclkfgk\"><strong>her<\/strong><\/a><\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00ed\u00f0argrein:<\/strong>&nbsp;Fiskur er st\u00f3rur partur av b\u00faskapinum \u00ed F\u00f8royum. Um vit taka fiskivinnu, alivinnu og virking \u00e1 landi samla\u00f0, so er vir\u00f0is\u00f8kingin umlei\u00f0 25 prosent av f\u00f8royska samfelagsb\u00faskapinum. Um vit taka alivinnu burtur\u00far, so er fiskivinna eini 15 prosent av b\u00faskapinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu samanbera f\u00f8royska fiskivinnu vi\u00f0 norska oljuvinnu, t\u00ed oljuvinnan har er \u00e1 lei\u00f0 sama st\u00f8dd lutfalsliga sum okkara fiskivinna. Noreg er kent fyri at umsita oljur\u00edkid\u00f8mi\u00f0 s\u00edtt \u00e1 sl\u00edkan h\u00e1tt, at ta\u00f0 ver\u00f0ur til gagns fyri b\u00e6\u00f0i n\u00faverandi og komandi \u00e6ttarli\u00f0 har.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska fiskir\u00edkid\u00f8mi\u00f0 kundi veri\u00f0 umsiti\u00f0 n\u00f3gv betur, og vit kundu m\u00f8guliga veri\u00f0 eins r\u00edk og Noreg, um vit bara valdu ein \u00f8\u00f0rv\u00edsi politikk, enn vit gera \u00e1 fleiri \u00f8kjum \u00ed fiskivinnuni. Noreg hevur nevniliga umlei\u00f0 50 prosent h\u00e6gri BT\u00da fyri hv\u00f8nn \u00edb\u00fagva, enn F\u00f8royar hava.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit gera n\u00f3gv skeivt \u00ed okkara fiskivinnupolitikki, sum ger, at vit sum samfelag &#8211; og vinnul\u00edv &#8211; ikki f\u00e1a n\u00f3g n\u00f3gv burtur\u00far, hv\u00f8rki l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga ella b\u00faskaparliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt n\u00fa fiska vit alt ov n\u00f3gv av botnfiski undir F\u00f8royum og minka framt\u00ed\u00f0arvir\u00f0i\u00f0 har. Hetta ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 eitt n\u00fa at stu\u00f0la okkara botnfiskiflota vi\u00f0 at geva teimum makrelkvotur, sum ikki ver\u00f0a fiska\u00f0ar av teimum, og t\u00ed kundi landi\u00f0 eins v\u00e6l lati\u00f0 teimum pening. Og vit hava eisini eina fiskidagaskipan, sum ikki avmarkar fiskiskapin, og t\u00ed er okkara fiskiskapur eftir botnfiski ikki bur\u00f0ardyggur, hv\u00f8rki l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga ella b\u00faskaparliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit duga eisini alt ov illa at umsita ta\u00f0 r\u00edkid\u00f8mi\u00f0, sum er \u00ed uppsj\u00f3varfiskinum, sum &#8211; umframt at ver\u00f0a n\u00fdttur til at stu\u00f0la botnfiskiflotan &#8211; eisini ver\u00f0ur br\u00faktur til eitt n\u00fa \u201cpolitiska \u00fatlutan\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Botnfiskiflotin<\/strong><br>S\u00f8gan \u00ed greinini \u00ed Marine Policy byrjar vi\u00f0, at F\u00f8royar \u00ed 1996 velja at fara yvir til eina fiskidagaskipan. Hendan skipanin var\u00f0 hildin at vera \u201cheimsins besta skipan\u201d, men hevur als ikki veri\u00f0 n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 skipan fyri F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skipanin virka\u00f0i kanska tey fyrstu f\u00e1u \u00e1rini, t\u00ed stovnarnir komu fyri seg, eftir at hava veri\u00f0 \u00ed botni. Men s\u00ed\u00f0ani t\u00e1 hava skipini \u00ed botnfiskiflotanum havt undirskot, og botnfiskastovnarnir hava veri\u00f0 undir l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga bur\u00f0ardygg m\u00f8rk, og hetta hevur veri\u00f0 st\u00f8\u00f0an seinastu 20 \u00e1rini ella so fyri toskin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein trupulleiki vi\u00f0 fiskidagaskipanini er, at hon virkar \u00edm\u00f3ti effektiviteti. T\u00e1 skip \u00ed botnfiskiflotanum vilja fara undir okkurt, sum ger tey meira effektiv, so f\u00e1a tey ikki loyvi til ta\u00f0, t\u00ed so h\u00e6kkar samla\u00f0a vei\u00f0itr\u00fdsti\u00f0. Hetta er skeivur h\u00e1ttur at reka vinnul\u00edv. Vit \u00e1ttu at veri\u00f0 gla\u00f0 um, at onkur \u00e6tlar at gerast meira effektivur og ikki for\u00f0a fyri hesum. Sj\u00e1lvandi vilja skip gerast meira effektiv vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini, men hetta er \u00edm\u00f3ti \u201candanum&#8221; \u00ed l\u00f3gini, sum regulerar okkara fiskivinnu, og vinnul\u00edvsf\u00f3lk kunnu ikki gera munag\u00f3\u00f0ar broytingar vi\u00f0 skipini til frama fyri effektivitet ella skifta skipini \u00fat vi\u00f0 effektivari skip.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein annar trupulleiki vi\u00f0 fiskidagaskipanini er, at har eru alt ov n\u00f3gvir dagar inni \u00ed skipanini. Flotin br\u00fakar bara umlei\u00f0 helvtina av d\u00f8gunum, og t\u00ed er tann umsitingar\u00e6tlanin, sum er galdandi fyri okkara botnfisk, heldur ikki bur\u00f0ardygg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umsitingar\u00e6tlanin er skipa\u00f0 solei\u00f0is, at \u00fatluta\u00f0u dagarnir bara kunnu minkast fimm prosent um \u00e1ri\u00f0, og t\u00e1 er ta\u00f0 ein treyt, at stovnurin er minka\u00f0ur \u00ed mun til \u00e1ri\u00f0 fyri. At skerja dagatali\u00f0 fimm prosent munar t\u00f3 einki \u00ed veruleikanum, har helvtin av d\u00f8gunum ikki ver\u00f0a br\u00faktir frammanundan. Alt ov n\u00f3gv \u201cluft\u201d er \u00ed skipanini, og t\u00ed vil sl\u00edk skerjing av dagatalinum bara vera at skera \u00ed luft.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at b\u00f8ta um hesa vanlukkuligu b\u00faskaparligu st\u00f8\u00f0una \u00ed botnfiskivinnuni, so hava politikarar valt at stu\u00f0la botnfiskivinnuni vi\u00f0 at geva teimum \u00f3keypis makrelkvotu. Kanska var ta\u00f0 ikki \u00e6tlanin fr\u00e1 byrjan \u00ed 2011 at stu\u00f0la botnfiskivinnuni, men ta\u00f0 er ta\u00f0 so blivi\u00f0. T\u00e1 var helst \u00e6tlanin, at vit vi\u00f0 hesum skuldu kunna fiska meira makrel vi\u00f0 at geva \u00f8llum flotanum makrelkvotur, t\u00ed hildi\u00f0 var\u00f0, at vit ikki megna\u00f0u at fiska alla kvotuna, sum vit h\u00f8vdu \u00e1sett okkum, vi\u00f0 teimum pelagisku skipunum, i\u00f0 t\u00e1 v\u00f3ru. T\u00e1 var hugsanin, at trolarar skuldu fiska makrel, men seinni hava skip &#8211; eitt n\u00fa l\u00ednuskip -, sum slettis ikki hava \u00fatger\u00f0 til at fiska makrel, eisini fingi\u00f0 makrelkvotu. Seinastu \u00e1rini hava eingi skip, sum ikki eru pelagisk skip, fiska makrel, og t\u00ed hava makrelkvoturnar til botnfiskiflotan bert virka\u00f0 sum beinlei\u00f0is studningur til raksturin. Ein stu\u00f0ul, sum ikki s\u00e6st \u00e1 l\u00f8gtingsf\u00edggjarl\u00f3gini, men sum svarar til eitt vir\u00f0i \u00e1 umlei\u00f0 90 milli\u00f3nir kr\u00f3nur um \u00e1ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Pelagiski flotin<\/strong><br>Flotin, sum fiskar pelagiskan fisk, hevur haraftur\u00edm\u00f3ti havt n\u00f8kur sera g\u00f3\u00f0 \u00e1r, serliga seinastu 12 \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landingarvir\u00f0i\u00f0 av pelagiskum fiski er vaksi\u00f0 n\u00f3gv hesi \u00e1rini. Samla\u00f0 var landingarvir\u00f0i\u00f0 av pelagiskum fiski naka\u00f0 undir 500 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00ed 2009, me\u00f0an ta\u00f0 v\u00e6ntandi ver\u00f0ur umlei\u00f0 2.6 milliardir kr\u00f3nur \u00ed 2023.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tilfeingisrentan ella eyka vir\u00f0i\u00f0, sum er umframt vanliga vinningin til vinnuna, ver\u00f0ur vanliga sagt at liggja millum 40-60% av landingarvir\u00f0inum \u00ed einum v\u00e6lskipa\u00f0um fiskiskapi, og hesi prosentvir\u00f0i (meir og minni)&nbsp; komu eisini til sj\u00f3ndar, t\u00e1 vit royndu uppbo\u00f0ss\u00f8lu \u00e1rini 2016-2019. Samstundis hevur landingarvir\u00f0i\u00f0 \u00e1 botnfiski t\u00f8vt \u00e1 turrum og sta\u00f0i\u00f0 \u00ed sta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00f8gan byrjar vi\u00f0, at F\u00f8royar \u00f8ktu munandi um f\u00f8roysku makrelkvotuna \u00ed 2010. Hetta f\u00f8rdi til eina makrelavtalu \u00ed 2014, men seinni \u00f8ktu F\u00f8royar eisini munandi um svartkjafta- og sildakvoturnar \u00e1vikavist \u00ed 2013 og 2015. \u00cd 2020 mistu F\u00f8royar atgongdina at fiska makrel \u00ed bretskum sj\u00f3gvi \u00ed sambandi vi\u00f0 Brexit, og \u00e1ri\u00f0 eftir \u2013 \u00ed 2021 \u2013 \u00f8kti landsst\u00fdri\u00f0 so f\u00f8roysku makrelkvotuna \u00far 12,6 prosentum upp \u00ed 19,6 prosent av heildarkvotuni. N\u00fa eru F\u00f8royar eisini \u00ed t\u00ed st\u00f8\u00f0u, at avger\u00f0 skal takast um, um vit skulu halda fram vi\u00f0 samstarvinum vi\u00f0 Russland um Barentshavi\u00f0. Um vit ikki halda fram vi\u00f0 t\u00ed samstarvinum, so vaksa okkara pelagisku kvotur enn meira, t\u00ed F\u00f8royar \u00ed t\u00ed f\u00f8rinum ikki longur skulu rinda vi\u00f0 f\u00f8royskum uppsj\u00f3varfiski fyri atgongdina til Barentshavi\u00f0. Politikararnir skulu \u00ed t\u00ed f\u00f8rinum aftur taka st\u00f8\u00f0u til, hv\u00f8r skal hava eyka kvotur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Enn vita vit ikki, hvussu ver\u00f0ur vi\u00f0 samstarvinum vi\u00f0 Russland, men uttan mun til hetta, so er landingarvir\u00f0i\u00f0, sum er heft at altj\u00f3\u00f0a pelagiskum avtalum, umlei\u00f0 70 prosent av samla\u00f0a landingarvir\u00f0inum hj\u00e1 F\u00f8royum. Hesar altj\u00f3\u00f0a avtalur eru gj\u00f8rdar (ella r\u00e6ttari ikki gj\u00f8rdar, t\u00ed semja er ikki) vi\u00f0 okkara grannalond, \u00cdsland, Noreg, St\u00f3rabretland, ES, Gr\u00f8nland og Russland. Hesi londini eru tey, sum b\u00fdta \u00edmillum s\u00edn teir fer\u00f0andi fiskastovnarnar, sum pelagisku fiskastovnarnir eru. Strandalondini, i\u00f0 nevnd eru omanfyri, royna at samr\u00e1\u00f0ast til tess at finna eina avtalu, sum allir partar eru n\u00f8gdir vi\u00f0, men ta\u00f0 gongur, sum kunnugt, ikki so v\u00e6l vi\u00f0 t\u00ed. Eingin avtala hevur veri\u00f0 \u00ed gildi millum \u00f8ll londini um hesar stovnarnar s\u00ed\u00f0ani 2015.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00f8royska tilgongdin til kvotur<\/strong><br>Flestu lond \u00ed okkara parti av heiminum hava valt individuellar umsetiligar kvotur til at st\u00fdra fiskiskapinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrr hava summi av teimum eisini havt fiskidagaskipanir, men n\u00e6rum \u00f8ll eru farin fr\u00e1 hesum. Eisini eru hini londini, vit vanliga samanbera okkum vi\u00f0, farin fr\u00e1 skipanum, har t.d. bara mest loyvda vei\u00f0a er og harvi\u00f0 sokalla\u00f0 \u201colympiskt fiskar\u00ed\u201d, sum r\u00e6tt og sl\u00e6tt merkir, at \u00f8ll fiska av alvi av eini felags kvotu, til uppi er.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava eisini valt individuellar umsetiligar kvotur til at skipa allan fiskiskap uttan botnfisk undir F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt \u00farslit, sum kemur fram \u00ed okkara grein \u00ed Marine Policy, er at argumenti\u00f0 fyri at seta \u00ed verk individuellar umsetiligar kvotur \u00ed \u00f8\u00f0rum londum hevur veri\u00f0 at rationalisera fiskiskapin, sum \u00e1\u00f0renn hevur havt ov n\u00f3gv skip \u00ed fiskiskapinum. Men \u00ed F\u00f8royum hava vit valt at br\u00faka kvotur \u00e1 ein serligan og ivasaman h\u00e1tt. Kvotur ver\u00f0a m.a. n\u00fdttar til at halda l\u00edv \u00ed einum botnfiskiflota, sum ikki kl\u00e1rar seg sj\u00e1lvan, og pelagiskar kvotur ver\u00f0a eisini br\u00faktar til \u00f8kismenning og til politiska \u00fatluting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sostatt ver\u00f0a kvotur \u00ed F\u00f8royum br\u00faktar sum g\u00e1vur fr\u00e1 politikarunum og ikki til at rationalisera nakran flota.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara pelagiski floti er n\u00f3gv vaksin seinnu \u00e1rini, t\u00ed politiska skipanin vildi hava, at fleiri skuldu f\u00e1a lut \u00ed t\u00ed \u00f8kta pelagiska r\u00edkid\u00f8minum. \u00c1\u00f0renn 2010 v\u00f3ru pelagisku skipini umlei\u00f0 10 \u00ed tali.&nbsp;\u00cd dag eru tey 17.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0, sum er hent, er, at f\u00f8royskir politikarar hava br\u00fakt \u00f8ktu pelagisku kvoturnar sum ein m\u00e1ta at \u00fatluta til tey, sum politikararnir halda mangla pengar, og ta\u00f0 er ikki b\u00faskaparliga effektivt. \u00c1rini 2016-2019 var\u00f0 uppbo\u00f0ss\u00f8la, sum sagt, n\u00fdtt til at luta \u00fat part av kvotunum, og t\u00e1 v\u00f3ru ta\u00f0 tey, sum v\u00f3ru mest effektiv, sum vunnu uppbo\u00f0ini. T\u00edverri valdi politiski myndugleikin at gevast vi\u00f0 uppbo\u00f0ss\u00f8lunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Loysnir<\/strong><br>Einasta loysnin, sum politiska skipanin hevur \u00ed skj\u00e1ttuni fyri at f\u00e1a botnfiskiflotan \u00e1 beint, er at geva hesum flotanum meira kvotur, men n\u00fa skal ta\u00f0 vera \u00ed \u00f8\u00f0rum londum. Hv\u00ed ikki heldur tillaga flotan eftir umst\u00f8\u00f0unum, eins og restin av okkara vinnul\u00edvi ger \u00ed okkara markna\u00f0arb\u00faskapi?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men er ta\u00f0 so ein loysn at lata botnfiskiskipini f\u00e1a kvotur \u00ed fremmandum sj\u00f3gvi?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her er sj\u00e1lvandi eitt sindur av muni \u00e1 at f\u00e1a makrelkvotur, sum ikki kunnu fiskast av hesum somu skipum, og til at f\u00e1a botnfiskikvotur \u00ed fremmandum sj\u00f3gvi. Men ta\u00f0 loysir ikki trupulleikan vi\u00f0 botnfiskinum undir F\u00f8royum og umsitingini av okkara fiskir\u00edkid\u00f8mi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0, sum vit eiga at gera fyri at f\u00e1a botnfiskivei\u00f0una aftur \u00e1 beint, er at fara til eina individuella umsetiliga kvotuskipan, har skipini kunnu effektiviserast, og F\u00f8royar kunnu fylgja l\u00edvfr\u00f8\u00f0iligu r\u00e1\u00f0unum um fiskiskapin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og her sigur ta\u00f0 seg sj\u00e1lvt, at vit sj\u00e1lvandi ikki mugu velja \u201cserf\u00f8royska\u201d m\u00e1tan at br\u00faka kvoturnar, sum nevndur er omanfyri! Trupulleikin vi\u00f0 verandi skipan er, at h\u00f3ast botnfiskurin kom aftur, fara vit aldrin at gerast bur\u00f0ardygg, t\u00ed ta\u00f0 eru so mong skip \u00ed F\u00f8royum, at vit kl\u00e1ra sum einki at fiska stovnin ni\u00f0ur aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta hendi \u00ed 2019, t\u00e1 toskurin kom fyri seg aftur. T\u00e1 v\u00f3ru knappliga fleiri skip, sum vakna\u00f0u \u00far dvala og f\u00f3ru \u00fat at fiska tann n\u00fdkomna toskin. \u00c1ri\u00f0 eftir var eingin toskur eftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein m\u00e1ti at minka um tali\u00f0 av skipum \u00ed botnfiskivinnuni, og sum ver\u00f0ur nevndur \u00ed greinini \u00ed Marine Policy, er, at ta\u00f0 almenna keypir skip \u00far okkara botnfiskivinnu fyri at minka flotan, men ta\u00f0 skal sj\u00e1lvandi bert gerast, um t\u00fa bindur teg til at fylgja l\u00edvfr\u00f8\u00f0iligari r\u00e1\u00f0geving. Hetta kann f\u00edggjast antin vi\u00f0 selja botnfiskir\u00e6ttindi undir F\u00f8royum ella vi\u00f0, at ta\u00f0 almenna \u00e1setur ein kostna\u00f0 fyri at f\u00e1a eina kvotu til hendan fisk. Innt\u00f8kan av hesum \u00e1t\u00f8kum kann so n\u00fdtast til hesa minkingina av flotanum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Samandr\u00e1ttur<\/strong><br>F\u00f8roysk fiskivinna kundi veri\u00f0 n\u00f3gv betur umsitin til gagns fyri okkum \u00f8ll, b\u00e6\u00f0i samfelag og eisini vinnu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara botnfiskivei\u00f0a hevur ikki havt yvirskot seinastu 20 \u00e1rini, h\u00f3ast almennu F\u00f8royar stu\u00f0la botnfiskiflotanum vi\u00f0 makrelkvotum, eins og fiskimenn ver\u00f0a stu\u00f0la\u00f0ir vi\u00f0 sj\u00f3mannafr\u00e1dr\u00e1tti og \u00f8\u00f0rum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og f\u00f8royski botnfiskiflotin fer ikki geva yvirskot uttan so, at vit taka anna\u00f0 skinn um bak og leggja um til at fylgja l\u00edvfr\u00f8\u00f0iligari r\u00e1\u00f0geving. T\u00ed t\u00e1 fiskiskapurin ikki er l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga bur\u00f0ardyggur, so er hann heldur ikki b\u00faskaparliga bur\u00f0ardyggur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvandi vil hetta at sv\u00ed\u00f0a \u00ed skiftist\u00ed\u00f0ini, t\u00e1 skip skulu \u00fat \u00far vinnuni, men ein loysn kundi veri\u00f0, at vit settu okkurt slag av upph\u00f8ggingarstu\u00f0li \u00ed verk, sum ver\u00f0ur f\u00edggja\u00f0ur vi\u00f0 komandi innt\u00f8kunum av botnfiskivei\u00f0uni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Pelagiska vinnan kundi eisini veri\u00f0 umsitin betur, um kvotur ikki v\u00f3r\u00f0u l\u00e6tnar til \u00f8kismenning og br\u00faktar sum politisk \u00fatlutan. Kvotur eru ikki g\u00e1vur at geva burtur, men \u00e1ttu helst at veri\u00f0 bodnar \u00fat, so h\u00e6gstbj\u00f3\u00f0andi kundu bo\u00f0i\u00f0 upp \u00e1 t\u00e6r. \u00cd minsta lagi skal tilfeingisgjald leggjast \u00e1 kvoturnar, sum samsvarar vi\u00f0&nbsp;tilfeingisrentuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-text-align-right wp-block-paragraph\"><sup><sub>Kelda &amp; mynd: setur.fo &#8211; nov.2023<\/sub><\/sup><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fiskivinnan kundi veri\u00f0 n\u00f3gv betur umsitin til gagns fyri b\u00e6\u00f0i samfelag og vinnu. Hetta er evni\u00f0 \u00ed n\u00fdggjari grein, sum Hans Ellefsen, lektari \u00e1 Fr\u00f3\u00f0skaparsetri F\u00f8roya, hevur skriva\u00f0 saman vi\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5471,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,7],"tags":[],"class_list":["post-5470","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5470","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5470"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5470\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5474,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5470\/revisions\/5474"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5471"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5470"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5470"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5470"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}