{"id":5565,"date":"2023-11-19T16:47:17","date_gmt":"2023-11-19T16:47:17","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5565"},"modified":"2023-11-19T16:48:59","modified_gmt":"2023-11-19T16:48:59","slug":"politiska-skipanin-i-foeroyum-komin-a-eitt-vegamot","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/11\/19\/politiska-skipanin-i-foeroyum-komin-a-eitt-vegamot\/","title":{"rendered":"Politiska skipanin \u00ed F\u00f8royum komin \u00e1 eitt vegam\u00f3t"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Politiska penduli\u00f0 svingar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">So svinga\u00f0i politiska penduli\u00f0 aftur til h\u00f8gru \u00ed einari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gj\u00f8rt fyri Portal.fo., kunngj\u00f8rd \u00ed gj\u00e1r 11. november &#8211; tikk-takk, tikk-takk \u2026. blokkpolitikkurin og skotgravar politikkurin heldur fram \u00ed besta velg\u00e5ende. Ein veljarakanning, vita vit, er ein st\u00f8\u00f0umynd til ein n\u00fdggj aftur fyriliggur.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"mailto:?Subject=Politiska%20skipanin%20%C3%AD%20F%C3%B8royum%20komin%20%C3%A1%20eitt%20vegam%C3%B3t&amp;body=Tr%C3%BDst%20%C3%A1%20leinki%20her%20http:\/\/www.samband.fo\/Default.aspx?Id=17863\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt fleirtal av veljarunum, sum valdu sitandi samgongu, vilja n\u00fa hava eina a\u00f0ra samgongu og a\u00f0rar h\u00f8gravendar ella borgarligar flokkar til r\u00e6\u00f0i\u00f0. Men kendu hesir veljarar ikki flokkarnar \u00ed verandi samgongu ella hava teir tiki\u00f0 feil ella eru skuffa\u00f0ir yvir, at vallyftini ikki halda ella eru ta\u00f0 einst\u00f8k m\u00e1l, sum koppa allari undirt\u00f8ku.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann ikki bera til, at veljarin hevur tiki\u00f0 so n\u00f3gv feil og hevur so stutt politiskt minni. Okay, so er talan kanska meira um eitt fr\u00e1val av verandi samgonguflokkum, heldur enn eitt tilval av verandi andst\u00f8\u00f0uflokkum. Tvs. eitt wakeup call til verandi samgongu, ein l\u00fasing undir vangan fr\u00e1 Javna\u00f0arveljarum, fr\u00e1 Tj\u00f3\u00f0veldisveljarum og eisini fr\u00e1 Frams\u00f3knarveljarum &#8211; heldur enn, at ta\u00f0 er eitt \u00farslit, sum ein kann v\u00e6nta s\u00e6r til eitt veruligt l\u00f8gtingsval ella hvat?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sitandi samgonga &#8211; v\u00e1naligt politskt arbei\u00f0slag<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 slepst illa undan at nevna, ta\u00f0 \u00fat av lagi ringa, politiska arbei\u00f0slagi\u00f0 hj\u00e1 sitandi samgongu. Serliga langt \u00fati er ta\u00f0 at leggja fram \u00ed bestu t\u00ed\u00f0um eitt uppskot um f\u00edggjarl\u00f3g 2024 vi\u00f0 undirskoti, og s\u00ed\u00f0an koma \u00f8ll tey sera kostna\u00f0armiklu vallyftini, sum v\u00f3ru \u00f3f\u00edggja\u00f0 og sum n\u00fa knappliga skulu f\u00edggjast vi\u00f0 h\u00e6gri \u00fatrei\u00f0slum til h\u00fasarhaldini &#8211; gaman\u00ed f\u00e1a f\u00f3lk skattal\u00e6tta, men tann l\u00e6ttin rakar als ikki tey l\u00e6gst l\u00f8ntu, tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sitandi samgonga hevur vi\u00f0 hesum veruliga skapt s\u00e6r sj\u00e1lvum og f\u00f8royingum nakrar \u00f3ney\u00f0ugar trupulleikar og ru\u00f0uleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Anna\u00f0 er dr\u00e1l at taka politisku avger\u00f0irnar, eitt n\u00fa um handilssamstarv og vei\u00f0is\u00e1ttm\u00e1lan vi\u00f0 Russland og at tryggja arbei\u00f0spl\u00e1ss innan meirvirkning av r\u00e1v\u00f8rum VAP (Value Added Products).<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er eisini ein samgonga, sum er sett saman solei\u00f0is, at politikkurin er grunda\u00f0ur \u00e1 blokkpolitikk og ongar brei\u00f0ar politiskar semjur &#8211; sum aftur skapar \u00f3tryggleika upp \u00e1 sikt og endaleysar \u00f3semjur runt allasta\u00f0nis.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til, at lei\u00f0slan \u00ed C og E hava blanda\u00f0 bl\u00f3\u00f0 og vilja halda saman, kosta hvat ta\u00f0 vil. Ta\u00f0 skilabesta er kortini at hyggja eftir einari brei\u00f0ari samgongu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Annars kann eg uppl\u00fdsa, at ta\u00f0 var Javna\u00f0arflokkurin, sum veruliga innf\u00f8rdi blokkpolitikk \u00ed f\u00f8royskum politikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ska\u00f0iligar avlei\u00f0ingar av politiska arbei\u00f0inum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politiska arbei\u00f0slagi\u00f0 skapar ein sera st\u00f3ran \u00f3tryggleika og \u00f3stabilitet \u00ed samfelagnum og ska\u00f0ar f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i\u00f0, har f\u00f3lk missa hugin at fylgja vi\u00f0 politiskt og gerast l\u00edkagla\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Blokkpolitikkur hevur vi\u00f0 s\u00e6r, at vit de facto hava politikarar, sum st\u00fdra tveimum samfel\u00f8gum ella hv\u00f8r s\u00ednum samfelag \u00ed l\u00f8gtinginum &#8211; eitt samfelag, sum \u00ed l\u00f8tuni skal innr\u00e6ttast til samgongu (vinstra) og eitt samfelag, sum skal innr\u00e6ttast til andst\u00f8\u00f0u (h\u00f8gra). Men hetta er j\u00fa sama samfelag, hv\u00ed ikki taka ta\u00f0 besta fr\u00e1 h\u00f8gru og ta\u00f0 besta fr\u00e1 vinstru &#8211; hv\u00ed antin ella, sum ste\u00f0gar ney\u00f0ugari menning og ennt\u00e1 br\u00fdtur ni\u00f0ur. Hugsa s\u00e6r, um hetta var arbei\u00f0slagi\u00f0 \u00ed einari nevnd \u00ed einum partafelag &#8211; felagi\u00f0 hev\u00f0i fari\u00f0 \u201dout of business\u201d r\u00e6ttuliga skj\u00f3tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ttanin hongur \u00ed luftini vi\u00f0 blokkpolitikkinum og politiski retorikkurin hoyrist naka\u00f0 solei\u00f0is: \u201d\u2026.. skipanin, sum tit n\u00fa hava broytt og sett \u00ed gildi, henda ver\u00f0ur bara broytt aftur, t\u00e1 vit koma til valdi\u00f0, um stutta t\u00ed\u00f0 &#8211; ta\u00f0 ver\u00f0ur rulla\u00f0 aftur til ta\u00f0 gamla ella til naka\u00f0 heilt anna\u00f0\u201d. Solei\u00f0is koyrir ta\u00f0 \u00ed ring.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Naka\u00f0 spinnandi gali\u00f0 er vi\u00f0 politisku mentanini<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt er vist, politiska arbei\u00f0slagi\u00f0 byrjar at gerast ni\u00f0urbr\u00f3tandi og beinlei\u00f0is ska\u00f0iligt fyri menningina, sum t\u00f8rvur er \u00e1 fyri framman, eitt n\u00fa at fremja ney\u00f0ugar reformar \u00ed ymsu skipanunum \u00ed samfelagnum, til gagns fyri vanliga borgaran.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hendir sn\u00f8gt sagt onki politiskt innan reformpolitikk \u00ed F\u00f8royum, me\u00f0an reformpolitikkur \u00ed t.d. Danmark hevur ver\u00f0i\u00f0 n\u00e1tt\u00farligur partur av politikkinum \u00ed eini 30 \u00e1r og er grundarlagi\u00f0 undir t\u00ed st\u00f3ru framgongd, sum Danmark hevur havt b\u00faskaparliga og \u00e1 v\u00e6lfer\u00f0ar\u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hugsa s\u00e6r at st\u00fdra n\u00e6rmast tveimum samfel\u00f8gum \u00far l\u00f8gtingum, fleiri minnilut\u00e1lit fr\u00e1 einari nevnd o.a. \u2026. alt petta sundur \u00ed individuellar meiningar og sj\u00e1lvdr\u00e1tt, onki felags \u00fatsp\u00e6l um naka\u00f0 st\u00f3rt. Hv\u00f8r l\u00ed\u00f0ur undir hesum, ta\u00f0 er borgarin og f\u00f8royska samfelagi\u00f0 og vinnan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Blokkpolitikkurin s\u00fdnist at vera politiska r\u00e1v\u00f8ran hj\u00e1 flestu flokkunum og okkara politikarum, og einst\u00f8k m\u00e1l bera \u00e1v\u00edsum flokkum uppi, halda l\u00edv \u00ed teimum og er teirra tilverugrundlag, men samfelagi\u00f0 er meira enn hetta. Politiska mentanin, politiski f\u00f8rleikin og politisku visj\u00f3nirnar eru \u00e1 einum l\u00e1gum st\u00f8\u00f0i eftir hondini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Politiska hamstarahj\u00f3li\u00f0 m\u00e1 ste\u00f0gast<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Realpolitikkur m\u00e1 setast \u00e1 politisku dagskr\u00e1nna hj\u00e1 \u00f8llum flokkinum \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8rji bo\u00f0 hava vit upp \u00e1 veruligt innihald \u00ed politikkinum komandi \u00e1rini? Til ta\u00f0 krevst, at politikarar og flokkar finna saman \u00ed brei\u00f0um semjum, sum kunnu styrkja og menna okkara v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag. Framt\u00ed\u00f0in kemur av s\u00e6r sj\u00e1lvum, men ta\u00f0 ger frambur\u00f0ur ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politikkur skal ikki metast sum ein \u00edtr\u00f3tt og kapping, har ta\u00f0 sn\u00fdr seg um sj\u00e1lvur at vinna og hini skulu tapa. Er ta\u00f0 solei\u00f0is, so er hetta greitt tekin um eina politiska skipan, sum er \u00f3b\u00fagvin, ein h\u00e1\u00f0an m\u00f3ti f\u00f3lkar\u00e6\u00f0inum &#8211; og politiska skipanin hevur t\u00e1 fullkomuliga misskilt s\u00edna uppg\u00e1vu og gloymt alt um okkara borgarar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Johan Dahl<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">l\u00f8gtingsma\u00f0ur fyri Sambandsflokkin<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Politiska penduli\u00f0 svingar So svinga\u00f0i politiska penduli\u00f0 aftur til h\u00f8gru \u00ed einari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gj\u00f8rt fyri Portal.fo., kunngj\u00f8rd \u00ed gj\u00e1r 11. november &#8211; tikk-takk, tikk-takk \u2026. blokkpolitikkurin og&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5566,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-5565","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5565","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5565"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5565\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5567,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5565\/revisions\/5567"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5566"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5565"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5565"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5565"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}