{"id":5570,"date":"2023-11-19T22:13:16","date_gmt":"2023-11-19T22:13:16","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5570"},"modified":"2023-11-19T22:15:14","modified_gmt":"2023-11-19T22:15:14","slug":"von-heldur-enn-ovissa","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2023\/11\/19\/von-heldur-enn-ovissa\/","title":{"rendered":"V\u00f3n heldur enn \u00f3vissa"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0u fundarf\u00f3lk, g\u00f3\u00f0u f\u00f3lkafloksf\u00f3lk.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00ed\u00f0ani vit hittust seinast til landsfund, hevur l\u00f8gtingsval veri\u00f0. Eg ynski at byrja r\u00f8\u00f0u m\u00edna vi\u00f0 at n\u00fdta h\u00f8vi\u00f0 til enn einafer\u00f0 at takka tykkum mongu, i\u00f0 t\u00f3ku eitt tak fyri flokkin: Valevnini, valfel\u00f8gini, starvsnevndin, flokslei\u00f0slan og mongu elds\u00e1lirnar kring landi\u00f0. Uttan tykkara st\u00f3ra tak, ja, so v\u00f3ru vit ikki her, vit eru \u00ed dag. Hjartaliga takk enn einafer\u00f0!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir vali\u00f0, t\u00e1 alt var gj\u00f8rt upp, enda\u00f0u vit \u00ed andst\u00f8\u00f0u. Ta\u00f0 er ikki ein hugalig st\u00f8\u00f0a, men ta\u00f0 er ein leiklutur, vit taka \u00e1 okkum \u00ed fullum \u00e1lvara. Vit hava fr\u00e1 fyrsta degi ynskt, at vit sum flokkur og sum partur av andst\u00f8\u00f0uni arbei\u00f0a konstruktivt \u00ed \u00f8llum m\u00e1lum. At vit s\u00edggja loysnir heldur enn for\u00f0ingar. Ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur ikki bara um hj\u00e1 okkum at vinna samgonguni neisir, men meiri um hvussu vit, i\u00f0 umbo\u00f0a F\u00f3lkaflokkin \u00e1 tingi, kunnu umbo\u00f0a okkara politikk \u00e1 bestan h\u00e1tt. Ta\u00f0 er og fer alt\u00ed\u00f0 at vera okkara a\u00f0alm\u00e1l. Landinum og f\u00f3lkinum at frama.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 eg skal taka samanum seinasta \u00e1ri\u00f0 og seta or\u00f0 \u00e1, hvat ta\u00f0 er, i\u00f0 hevur ey\u00f0merkt t\u00ed\u00f0ina, so rennur eitt or\u00f0 m\u00e6r til hugs: \u00d3vissa. T\u00ed ta\u00f0 er eingin loyna, at seinastu dagarnir, vikurnar, m\u00e1na\u00f0irnir, ja, seinastu tvey \u00e1rini hava veri\u00f0 merkt av \u00f3vissu. Av \u00f3tta og st\u00faran. Kr\u00edggj er framvegis \u00ed Ukraina, og fyri stuttum brast eitt kr\u00edggj \u00e1 aftrat, hesafer\u00f0 \u00ed \u00cdsrael. Inflati\u00f3nin tykist ongan enda hava, og pr\u00edsirnir halda fram vi\u00f0 at vaksa. Rentan er fleirfalda\u00f0, og ta\u00f0 merkist veruliga hj\u00e1 teimum, i\u00f0 hava sett f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0. Barnafamiljur str\u00ed\u00f0ast vi\u00f0 at f\u00e1a endarnar at r\u00f8kka saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bara s\u00ed\u00f0stu vikurnar eru fleiri sett \u00fat \u00ed \u00f3vissu og st\u00faran. Hesa vikuna v\u00f3ru fleiri uppsagnir \u00ed Kringvarpinum, og \u00ed s\u00ed\u00f0stu viku v\u00f3r\u00f0u 140 f\u00f3lk upps\u00f8gd \u00e1 virkinum hj\u00e1 Bakkafrosti \u00e1 Glyvrum. Sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingarnir hava veri\u00f0 \u00ed longum og dr\u00fagvum verkfalli, i\u00f0 hevur \u00e1virka\u00f0 okkara heilsuverk. Havnarstongsilin hevur ikki bara \u00e1virka\u00f0 t\u00e6nastuvinnuna, men avger\u00f0in hevur kosta\u00f0 arbei\u00f0spl\u00e1ss kring landi\u00f0. \u00cd farnu viku t\u00f3k landsst\u00fdri\u00f0 avger\u00f0 um at fara undir samr\u00e1\u00f0ingar um n\u00fdggja fiskivei\u00f0iavtalu vi\u00f0 Russland. Hetta kemur aftan\u00e1 m\u00e1na\u00f0arlangt dr\u00e1l, har tey, i\u00f0 hava s\u00edtt livibrey\u00f0 \u00ed Barentshavinum, hava ivast, um grundarlag var fyri teirra arbei\u00f0spl\u00e1ssi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hyggja vit n\u00e6rri at hesum \u00f3vissum, eg havi nevnt, kann sta\u00f0festast, at t\u00e6r flestu eru politiskt skaptar. \u00c1byrgdarleysa lyfti\u00f0 um l\u00f8narlyft til \u00e1v\u00edsar fakb\u00f3lkar hevur skapt \u00f3r\u00f3gv \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum, og ta\u00f0 kemur at tr\u00fdsta \u00fatrei\u00f0sluv\u00f8ksturin enn meira. Lyfti\u00f0 um styttri arbei\u00f0sviku er n\u00e6st \u00e1 listanum, h\u00f3ast samgongan hv\u00f8rki kennir kostna\u00f0in ella avlei\u00f0ingarnar av \u00e6tlanini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fdggi t\u00f8kugjaldsstigin, sum samgongan samtykti, hevur ikki bara elvt til st\u00f3ra \u00f3vissu \u00ed alivinnuni, men hann hevur fingi\u00f0 st\u00f3rar avlei\u00f0ingar fyri n\u00f3gvar familjur. Ein t\u00f8kugjaldsstigi, har toppskatturin hj\u00e1 vinnuni f\u00fdrfalda\u00f0ist. Ein stigi, i\u00f0 hevur gj\u00f8rt kappingarf\u00f8ri\u00f0 hj\u00e1 vinnuni verri, k\u00f8vt \u00edl\u00f8guhugin og tiki\u00f0 grundarlagi\u00f0 undan meirvirka\u00f0um v\u00f8rum. H\u00f3ast \u00f3teljandi \u00e1varingar, so valdi samgongan at halda fast, men seg\u00f0i \u00ed sama vi\u00f0fangi, at tey skuldu fara at hyggja upp \u00e1 ta\u00f0 aftur. Hetta var \u00ed mai m\u00e1na\u00f0i. \u00cd dag, seks m\u00e1na\u00f0ir seinni, s\u00edggja vit avlei\u00f0ingarnar: Starvsf\u00f3lk eru send til h\u00fas, men landsst\u00fdri\u00f0 er framvegis ikki komi\u00f0 vi\u00f0 einum bo\u00f0i upp \u00e1, hvussu hetta kann r\u00e6ttast upp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heldur enn at koma vi\u00f0 loysnum, letur samgongan atger\u00f0arloysi og \u00f3vissu valda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 havnarstongsilin skuldi setast \u00ed verk, \u00e1vara\u00f0u vit sta\u00f0iliga \u00edm\u00f3ti avlei\u00f0ingunum. Heldur enn at raka Russland, so f\u00f3r hetta at raka F\u00f8royar,&nbsp;&nbsp;f\u00f8royskar kommunur og fyrit\u00f8kur. Og ta\u00f0 er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn. Umskipanirnar, i\u00f0 f\u00f3ru fram \u00ed f\u00f8royskum havnum, fara n\u00fa fram \u00e1 opnum havi. T\u00e6nasturnar, i\u00f0 fyrr v\u00f3r\u00f0u keyptar fr\u00e1 f\u00f8royskum veitarum, ver\u00f0a n\u00fa keyptar fr\u00e1 norskum, donskum og \u00f8\u00f0rum veitarum. Fr\u00e1 at hava ynskt russar \u00ed havn, so betri eftirlit kundi havast vi\u00f0 teirra fiskiskapi, ja, so hava vit n\u00fa onki eftirlit yvirh\u00f8vur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdri\u00f0 hevur lagt skattaumlegging fyri l\u00f8gtingi\u00f0. Skattaumlegging er r\u00e6tta or\u00f0i\u00f0, t\u00ed samstundis, sum givi\u00f0 ver\u00f0ur vi\u00f0 einari hondini, ver\u00f0ur kravt innaftur vi\u00f0 hinari. Ta\u00f0 er gott, at skattastigin ver\u00f0ur broyttur, t\u00ed ta\u00f0 er ta\u00f0 so sanniliga t\u00f8rvur \u00e1, men t\u00f3 eru vi\u00f0urskifti, i\u00f0 venda skeivt. Skattaumleggingin ver\u00f0ur f\u00edggja\u00f0 vi\u00f0 h\u00e6gri oljuavgj\u00f8ldum \u2013 sonevndum \u201cgr\u00f8num avgj\u00f8ldum\u201d. Hetta merkist serliga hj\u00e1 teimum l\u00e1gl\u00f8ntu. Teimum, i\u00f0 frammanundan ikki hava r\u00e1\u00f0 til at vera vi\u00f0 \u00ed gr\u00f8na orkuskiftinum. Teirra gerandisdagur gerst uppaftur d\u00fdrari, og l\u00e6ttin ver\u00f0ur etin upp av \u201cgr\u00f8num avgj\u00f8ldum\u201d. Landsst\u00fdri\u00f0 sigur, at tey seta eitt sonevnt \u201corku\u00edskoyti\u201d \u00ed verk, har f\u00f3lk kunnu s\u00f8kja um at f\u00e1a f\u00edggjarligt \u00edskoyti, um h\u00e6kkandi oljuavgjaldi\u00f0 rakar ov meint. Altso \u2013 t\u00fa gevur borgarunum minni f\u00edggjarligt fr\u00e6lsi, men m\u00e6lir teimum til at f\u00e1a \u00edskoyti fr\u00e1 landinum \u00edsta\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Toppskatturin skal l\u00e6kkast \u00far 800.000 kr. ni\u00f0ur \u00e1 600.000 kr. Ta\u00f0 merkir, at ta\u00f0 \u00ed dag eru n\u00e6rum 1 av 20, i\u00f0 rinda toppskatt, me\u00f0an ta\u00f0 \u00ed 2025 ver\u00f0ur n\u00e6rri 5. hv\u00f8r. N\u00e6stan 5. hv\u00f8r l\u00f8nm\u00f3ttakari fer at gjalda umlei\u00f0 55% \u00ed skatti og gj\u00f8ldum av s\u00ed\u00f0st tjentu kr\u00f3nu. Landsst\u00fdri\u00f0 sigur, at skattaumleggingin skal \u00f8kja arbei\u00f0shugin, men hvussu ger man ta\u00f0, t\u00e1 5. hv\u00f8r skal til at gjalda umlei\u00f0 55% \u00ed skatti og gj\u00f8ldum? Ta\u00f0 er ikki eggjandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skattaumleggingin skal eisini f\u00edggjast vi\u00f0, at treytirnar hj\u00e1 sj\u00f3f\u00f3lki okkara gerast alsamt verri. Sj\u00f3mannafr\u00e1dr\u00e1tturin skal ni\u00f0urla\u00f0ast, me\u00f0an uttanlandsfr\u00e1dr\u00e1tturin ver\u00f0ur avtikin yvir \u00e1v\u00edst \u00e1ram\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er gle\u00f0iligt, at r\u00edkisveitingin ver\u00f0ur l\u00e6kka\u00f0, og at \u00e6tlanin er at yvirtaka fleiri m\u00e1ls\u00f8kir. F\u00f3lkaflokkurin hevur stu\u00f0la\u00f0 samgonguni \u00ed hesum m\u00e1lum, t\u00ed ta\u00f0 er r\u00e6tta lei\u00f0in fyri land okkara. T\u00f3, so er ta\u00f0 ikki ein gongd lei\u00f0, vit s\u00edggja n\u00fa, t\u00e1 tosa\u00f0 ver\u00f0ur um eitt sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land vi\u00f0 sj\u00e1lvberandi b\u00faskapi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heldur enn at styrkja um kappingarf\u00f8ri\u00f0 hj\u00e1 vinnuni, so versnar ta\u00f0. Heldur enn at vaksa um b\u00faskapin, so ver\u00f0ur minka\u00f0 um hann. Alt me\u00f0an \u00fatrei\u00f0slurnar spola avsta\u00f0. Hesi vi\u00f0urskifti mugu f\u00e1ast upp \u00e1 pl\u00e1ss, um vit skulu megna at gerast meiri sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2013<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Nei, ikki var kenslan serliga hugalig, t\u00e1 eg skuldi seta or\u00f0 \u00e1, hvat hevur merkt seinasta \u00e1ri\u00f0, men me\u00f0an eg hugsa\u00f0i um d\u00f8kku og myrku sk\u00fdggini, sum hanga yvir okkara samfelagi, daga\u00f0i ein glotti undan: Hvat halda sandoyingar um framt\u00ed\u00f0ina?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Dagurin \u00ed dag er ein merkisdagur. Ein s\u00f8guligur dagur. Hetta er seinasti landsfundurin av mongum g\u00f3\u00f0um, gevandi og eldhuga\u00f0um fundum, har fundarf\u00f3lk nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s skulu sigla um fj\u00f8r\u00f0in. Hetta er seinasti fundurin, har Teistin ger av, n\u00e6r fundarf\u00f3lki\u00f0 fer til h\u00fasa aftur. Allarhelst eisini seinasti t\u00farurin vi\u00f0 Teistanum um Skopunarfj\u00f8r\u00f0 hj\u00e1 fleiri okkara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Longu n\u00fa er fast \u00edmillum oyggjarnar, men um nakrar vikur ver\u00f0ur ta\u00f0 koyrandi av Vi\u00f0arei\u00f0i og heilt su\u00f0ur til Dals. \u00dar S\u00f8rv\u00e1gi til Skopunar. Av Hellunum til H\u00fasav\u00edkar. Av Selatra\u00f0 til Skarvanesar. \u00dar Saksun til S\u00f8ltuv\u00edkar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um nakrar vikur ver\u00f0ur Sandoyggin ein samanrunnin partur av megin\u00f8kinum. Ta\u00f0 s\u00e6st og merkist \u00e1 \u00f8llum br\u00f8gdum. Stykkja\u00f0 ver\u00f0ur \u00fat. F\u00f3lka flyta til. Vinnan ger \u00edl\u00f8gur. J\u00fa, sanniliga er framt\u00ed\u00f0in lj\u00f3s fyri oynna. Fyri sandoyingar. Ja, fyri allar f\u00f8royingar, i\u00f0 fara at nj\u00f3ta gott av n\u00fdggja veruleikanum. Fyri f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani h\u00f3ma\u00f0ist eingin glotti, men Sandoyartunnilin ber bo\u00f0 um, at vit sum flokkur og sum politikarar kunnu vera vi\u00f0 til at birta undir og sl\u00f3\u00f0a fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At vit kunnu taka v\u00f3nina fr\u00e1 f\u00f3lki \u2013 ella birta \u00ed f\u00f3lkinum eina v\u00f3n um betri og lj\u00f3sari framt\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava sum flokkur og tingf\u00f3lk fingi\u00f0 ta \u00e1byrgd og tann fram\u00edhj\u00e1r\u00e6tt at vera vi\u00f0 til at seta k\u00f3s, men um henda \u00e1byrgd og hesin r\u00e6ttur ikki ver\u00f0a handfarin&nbsp;&nbsp;vi\u00f0 n\u00e6rlagni og vir\u00f0ing, so kunnu vit sum politikarar skj\u00f3tt vera vi\u00f0 til at skapa v\u00f3nloysi og \u00f3vissu \u00edsta\u00f0in. Ta\u00f0 er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Er ta\u00f0 l\u00f8gi\u00f0, at f\u00f3lk og vinna bera \u00f3tta fyri framt\u00ed\u00f0ini? Nei, ta\u00f0 er v\u00e6l skiljandi \u2013 men kunnu vit gera naka\u00f0 vi\u00f0 ta\u00f0?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ja.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f3lkaflokkurin vil koma vi\u00f0 loysnum. Heldur enn at sita hendur \u00ed favn, me\u00f0an atger\u00f0arloysi valdar, og avger\u00f0ir ikki ver\u00f0a tiknar, so vilja vit koma vi\u00f0 okkara bo\u00f0um og birta v\u00f3n fyri okkara tj\u00f3\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heldur enn t\u00f8kugjaldsstigan, i\u00f0 samgongan setti \u00ed verk, m\u00e6la vit til ein leist vi\u00f0 h\u00e6gri partafelagsskatti. Vit meta tann leistin vera tann besta, har alivinnan aftur f\u00e6r kappingarf\u00f8ri, \u00edl\u00f8guhug og m\u00f8guleikar at meirvirka v\u00f8rur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 havnarstongsilin skuldi setast \u00ed verk, m\u00e6ltu vit til at styrkja eftirliti\u00f0 vi\u00f0 russiskum fiskiskipum, so vit h\u00f8vdu betri tak \u00e1, hvat veruliga ver\u00f0ur fiska\u00f0, og vit eru framvegis sannf\u00f8rd um hesa loysn.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit b\u00f3\u00f0u saman vi\u00f0 hinum flokkunum \u00ed andst\u00f8\u00f0u um at vera vi\u00f0 \u00ed avger\u00f0ini, t\u00e1 st\u00f8\u00f0a skuldi takast um fiskivei\u00f0iavtaluna vi\u00f0 Russland. Vit v\u00f3r\u00f0u kalla\u00f0 inn, og ta\u00f0 enda\u00f0i vi\u00f0, at meiriluti av l\u00f8gtinginum t\u00f3k undir vi\u00f0 at fara til samr\u00e1\u00f0ingar. Ta\u00f0 fegnast vit um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd undanfarnu samgongu samtyktu vit n\u00fdggja fiskivinnul\u00f3gg\u00e1vu, i\u00f0 tryggjar st\u00f8\u00f0ugar karmar fyri vinnuna, og hava vit s\u00e6\u00f0 n\u00f3gvar n\u00fd\u00edl\u00f8gur s\u00ed\u00f0ani t\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit ynskja at halda fast \u00ed hesum k\u00f8rmum og hava t\u00ed lagt uppskot fram um, at verandi loyvisskipan heldur fram. N\u00fa hevur landsst\u00fdrisma\u00f0urin bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1, at samgongan er samd vi\u00f0 okkum. Ta\u00f0 er at fegnast um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00edggingin av skattaumleggingini er ikki tann r\u00e6tta. Ta\u00f0 kann ikki vera r\u00e6tt, at hv\u00f8rja fer\u00f0 naka\u00f0 skal f\u00edggjast, so skal rokningin sendast \u00fat til borgaran og vinnuna. Tey eru longu d\u00edkt undir \u00ed skatti og gj\u00f8ldum og ikki minst \u00f8ktari inflati\u00f3n og rentuh\u00e6kkingum. Henda gongd kann ikki halda fram. Ta\u00f0 er ikki sunt fyri okkara b\u00faskap, at ein so st\u00f3rur partur av arbei\u00f0sfj\u00f8ldini skal gjalda umlei\u00f0 55% \u00ed skatti og gj\u00f8ldum. Eisini mugu vit framhaldandi v\u00edsa vir\u00f0ing fyri okkara fiskimonnum og \u00fatisiglarum og hava skipanir, i\u00f0 gera ta\u00f0 m\u00f8guligt at b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum og arbei\u00f0a \u00e1 sj\u00f3num og uttanlands.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eiga heldur at taka fatur \u00e1 \u00fatrei\u00f0slus\u00ed\u00f0uni. \u00datrei\u00f0slurnar hj\u00e1 t\u00ed almenna vaksa skj\u00f3tari enn innt\u00f8kurnar. Ta\u00f0 er ikki ein gongd lei\u00f0. T\u00ed mugu vit at gera ney\u00f0ugar broytingar \u00ed almennu skipanunum. Vit mugu t\u00e1lma \u00fatrei\u00f0slununum. Vit mugu hyggja at uppg\u00e1vunum, ta\u00f0 almenna fremur. Vit kunnu byrja vi\u00f0 spurninginum: eigur uppg\u00e1van at ver\u00f0a framd av t\u00ed almenna? Ella h\u00f3skar hon seg betri hj\u00e1 t\u00ed privata? Vit eru sannf\u00f8rd um, at n\u00f3gv er at koma eftir, heldur enn at leggja fleiri byr\u00f0ar \u00e1 borgaran og vinnuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja hava eina skattaskipan, har ta\u00f0 loysir seg hj\u00e1 \u00f8llum at taka eitt eyka tak. Har f\u00f3lk t\u00edma at arbei\u00f0a. Har f\u00f3lk eru f\u00edggjarlig fr\u00e6ls, so tey r\u00e1a yvir so n\u00f3gvum av s\u00ednum pengum sum gj\u00f8rligt. Vit vilja, at skattastigin ver\u00f0ur javna\u00f0ur, so hann fylgir l\u00f8narv\u00f8kstrinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At familjurnar hava torf\u00f8rt vi\u00f0 at f\u00e1a endarnar at r\u00f8kka saman, havi eg nevnt. Vit ynskja at koma vi\u00f0 loysnum til familjuna. Vit hava skoti\u00f0 upp, at barnafr\u00e1dr\u00e1tturin skal h\u00e6kkast. Vit hava skoti\u00f0 upp, at h\u00e1marksgjaldi\u00f0 \u00ed barsilsskipanini, i\u00f0 hevur veri\u00f0 \u00f3broytt s\u00ed\u00f0an 2004, h\u00e6kkar vi\u00f0 3.000 kr. um m\u00e1na\u00f0in \u2013 sum er 36.000 kr. um \u00e1ri\u00f0 \u2013 so familjur \u00ed st\u00f8rri mun ikki hava f\u00edggjarligan miss av at fara \u00ed barnsbur\u00f0arfarloyvi. Vit hava lagt uppskot fram, har pengarnir fylgja barninum, so familjan f\u00e6r st\u00f8rri fr\u00e6lsi at skipa s\u00edn gerandisdag. Vit vilja beina \u00f3vissur burtur hj\u00e1 familjuni, og gera t\u00e6r fr\u00e6lsari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skulu vit sum tj\u00f3\u00f0 taka fleiri stig m\u00f3ti at ver\u00f0a sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug, mugu vit vaksa um okkara b\u00faskap \u2013 vaksa um k\u00f8kuna. Ikki gera hana minni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at vera ein fr\u00e6ls tj\u00f3\u00f0, mugu vit hava fr\u00e6lst f\u00f3lk og vinnul\u00edv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt f\u00f3lk, i\u00f0 hevur fr\u00e6lsi yvir egnum vi\u00f0urskiftum, herundir s\u00ednum pengum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt vinnul\u00edv, i\u00f0 hevur fr\u00e6lsi at skapa v\u00f8kstur, geva avkast og gera \u00edl\u00f8gur. Ta\u00f0 er grundarlagi\u00f0 undir einum sj\u00e1lvberandi b\u00faskapi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2013<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 ein situr \u00ed andst\u00f8\u00f0u, er alt\u00ed\u00f0 l\u00e6tt at finnast at. Men ta\u00f0 er okkara skylda sum f\u00f3lkavald at v\u00edsa \u00e1 loysnir. Ta\u00f0 skylda vit eisini tykkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 krevur poltiskt handverk. Ta\u00f0 krevur semjur. Ta\u00f0 krevur, at vit stinga \u00fat \u00ed korti\u00f0 og seta eina k\u00f3s fyri samfelagi\u00f0. Eina k\u00f3s, i\u00f0 skapar v\u00f3n, og beinir \u00f3vissuna til viks.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava gj\u00f8rt ta\u00f0 fyrr. Um nakrar vikur ver\u00f0ur ta\u00f0 koyrandi til Sandoynna \u2013 men tunniilin kom ikki av s\u00e6r sj\u00e1lvum. Politiska skipanin st\u00f3\u00f0 saman. Politiska skipanin vildi birta v\u00f3n, heldur enn at skapa v\u00f3nloysi og \u00f3vissu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa eru t\u00ed\u00f0irnar aftur truplar, men vit hava ein gyltan m\u00f8guleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Velja vit v\u00f3nloysi? Ella velja vit v\u00f3n?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00fa, sanniliga er ney\u00f0ugt vi\u00f0 F\u00f3lkaflokkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri, at tit l\u00fdddu \u00e1, og framhaldandi g\u00f3\u00f0an landsfund.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Beinir Johannesen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Forma\u00f0ur F\u00f3lkafloksins<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0u fundarf\u00f3lk, g\u00f3\u00f0u f\u00f3lkafloksf\u00f3lk. S\u00ed\u00f0ani vit hittust seinast til landsfund, hevur l\u00f8gtingsval veri\u00f0. Eg ynski at byrja r\u00f8\u00f0u m\u00edna vi\u00f0 at n\u00fdta h\u00f8vi\u00f0 til enn einafer\u00f0 at takka tykkum mongu,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5571,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-5570","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5570","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5570"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5570\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5573,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5570\/revisions\/5573"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5571"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5570"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5570"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5570"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}