{"id":5768,"date":"2024-01-23T22:19:02","date_gmt":"2024-01-23T22:19:02","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5768"},"modified":"2024-01-23T22:19:03","modified_gmt":"2024-01-23T22:19:03","slug":"kommunurnar-eru-bestar-til-at-veita-borgarum-taenastur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/01\/23\/kommunurnar-eru-bestar-til-at-veita-borgarum-taenastur\/","title":{"rendered":"Kommunurnar eru bestar til at veita borgarum t\u00e6nastur"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Kommunu\u00e1lit hava lagt upp til ta\u00f0, og royndirnar seinastu \u00e1rat\u00edggjuni hava sta\u00f0fest, at kommunurnar megna best at r\u00f8kka \u00fat og at kenna s\u00ednar borgarar, og t\u00ed liggja flestu borgaravendu t\u00e6nasturnar best hj\u00e1 kommununum. Sum b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur vil eg t\u00ed v\u00edsa \u00e1, at ta\u00f0 ver\u00f0ur eitt afturstig fyri t\u00e6nastu, v\u00e6lveru og trygd borgarans, um fari\u00f0 ver\u00f0ur aftur at sentralisera hesar t\u00e6nastur.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd vikuni steig Liljan Weihe, l\u00f8gtingslimur, fram \u00e1 torg og v\u00edsti \u00e1, at kanning hj\u00e1 l\u00f8gtingsins umbo\u00f0smanni \u00ed mars \u00ed fj\u00f8r sta\u00f0festi, \u201cat Barnaverndart\u00e6nasturnar kring landi\u00f0 ikki halda \u00e1setingar \u00ed barnaverndarl\u00f3gini\u201d, og hesa fr\u00e1bo\u00f0an br\u00fakti l\u00f8gtingslimurin sum grundarlag fyri at m\u00e6la til at \u201cendursko\u00f0a barnaverndar\u00f8ki\u00f0\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg v\u00f3ni ikki, at eitt ynski um sentralisering liggur aftan fyri hesa \u00fats\u00f8gn fr\u00e1 l\u00f8gtingsliminum, men t\u00e1 hon v\u00edsir \u00e1, at ta\u00f0 eru barnaverndart\u00e6nasturnar \u201ckring landi\u00f0\u201d, sum eru trupulleikin, og samstundis fer so langt sum at m\u00e6la til endursko\u00f0an av allari skipanini, er skj\u00f3tt til, at ein sentralisering kann fara at ver\u00f0a heiligv\u00e1gurin, sum l\u00f8gtingslimir fara at royna at f\u00e1a \u00edgj\u00f8gnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit, sum hava politiskar royndir \u00ed kommunala geiranum, eru n\u00e1t\u00farliga tilvita\u00f0ir um t\u00e6r afturvendandi royndirnar at sentralisera, sum fr\u00e1 t\u00ed\u00f0 til a\u00f0ra koma fr\u00e1 landsins s\u00ed\u00f0u. Aloftast er ta\u00f0 emb\u00e6tisverki\u00f0 hj\u00e1 landinum, sum stendur aftan fyri hesar royndir, men vi\u00f0hv\u00f8rt kemur ta\u00f0 fr\u00e1 landspolitikarum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt feskt d\u00f8mi um hetta upplivdu vi\u00f0 stutt eftir, at n\u00faverandi landsst\u00fdrissamgonga t\u00f3k vi\u00f0. T\u00e1 t\u00f3k umsitingin \u00ed Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0num br\u00e1dliga fram eitt gamalt uppskot um at taka \u00e1byrgdina av kommunul\u00e6knah\u00f8lunum fr\u00e1 kommununum og leggja hesa \u00e1byrgd undir landi\u00f0, t\u00ed ta\u00f0 skuldi vera so n\u00f3gv betri. Einki haldgott grundarlag v\u00edsti seg t\u00f3 at vera undir hesi \u00e6tlan, t\u00ed b\u00e6\u00f0i T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, kommunufelagsforma\u00f0ur, og Marjus Dam, forma\u00f0ur \u00ed kommunul\u00e6knafelagnum, v\u00edstu \u00e1, at j\u00fast parturin hj\u00e1 kommununum \u00ed kommunul\u00e6knaskipanini er tann best r\u00f8kta\u00f0 av \u00f8llum, me\u00f0an ta\u00f0 er landi\u00f0, sum haltar aftan\u00e1 \u00e1 teimum \u00f8kjum, sum ta\u00f0 hevur \u00e1byrgdina av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvandi skulu vit taka \u00ed \u00e1lvara tey \u00f3n\u00f8ktandi vi\u00f0urskifti, sum L\u00f8gtingsins Umbo\u00f0sma\u00f0ur v\u00edsir \u00e1, og gera t\u00e6r ney\u00f0ugu broytingarnar av mannagongdum v.m., b\u00e6\u00f0i \u00e1 barnaverndar\u00f8kinum og \u00f8llum \u00f8\u00f0rum \u00e1byrgdar\u00f8kjum, men ha\u00f0ani og til at m\u00e6la til endursko\u00f0an av allari barnaverndarskipanini er eitt r\u00edmiliga langt lop.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum fyrrverandi borgarstj\u00f3ri og n\u00faverandi b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur \u00ed Klaksv\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0 vil eg m\u00e6la til at gera allar t\u00f8rvandi broytingar av mannagongdum v.m. og harvi\u00f0 styrkja skipanina, men eg vil sta\u00f0iliga m\u00e6la l\u00f8gtinginum fr\u00e1 at sentralisera bygna\u00f0in fyri barnaverndar\u00f8ki\u00f0, og grundirnar til ta\u00f0 eru g\u00f3\u00f0ar!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunurnar hava ra\u00f0fest<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">m\u00e1ls\u00f8kini, t\u00e6r hava yvirtiki\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Royndirnar av at lata kommunurnar yvirtaka m\u00e1ls\u00f8ki fr\u00e1 landinum hava nevniliga v\u00edst, at kommunurnar mangan eru betri enn landi\u00f0 til at taka s\u00e6r av s\u00ednum borgarum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt n\u00fa eru kommunurnar n\u00e6rri s\u00ednum borgarum og hava harvi\u00f0 betri fortreytir fyri at kenna teir og teirra t\u00f8rvir og avbj\u00f3\u00f0ingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta hava kommunurnar v\u00edst \u00ed verki innan fleiri m\u00e1ls\u00f8ki, harav eg her skal nevna n\u00f8kur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Dagstovna\u00f8ki\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Til \u00e1r 2000 var \u00e1byrgdin av dagstovna\u00f8kinum tv\u00edb\u00fdtt millum landi\u00f0 og kommunurnar. Ein skipan, sum als ikki gav borgarunum nakra n\u00f8ktandi t\u00e6nastu. Tali\u00f0 av dagstovnum, m.a. her \u00ed Klaksv\u00edkar kommunu, var sera l\u00edti\u00f0, og \u00f8ki\u00f0 var sum heilt ra\u00f0fest \u00f3gvuliga l\u00e1gt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men vi\u00f0 dagstovnal\u00f3gini fr\u00e1 2000 var\u00f0 \u00e1byrgdin og umsitingin av hesum t\u00fd\u00f0andi m\u00e1ls\u00f8ki l\u00f8gd \u00fat \u00e1 kommunurnar, og n\u00fa gj\u00f8rdist ra\u00f0festingin av hesi borgarat\u00e6nastu ein heilt onnur. Tali\u00f0 av dagstovnum fleirfalda\u00f0ist, sn\u00f8gt sagt, t\u00ed kommunurnar kenna s\u00ednar borgarar og vilja ra\u00f0festa t\u00e6nasturnar til hesar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Barnaverndar\u00f8ki\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 2006 var\u00f0 barnaverndar\u00f8ki\u00f0 dagf\u00f8rt, og h\u00f8vdu kommunurnar, umvegis Kommunufelagi\u00f0, ein sentralan og virknan leiklut saman vi\u00f0 landinum \u00ed fyrireikingunum av t\u00ed bygna\u00f0i, sum landsst\u00fdri\u00f0 m\u00e6lti til, og l\u00f8gtingi\u00f0 s\u00ed\u00f0an samtykti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum borgarstj\u00f3ri leg\u00f0i eg til merkis, hvussu v\u00e6l barnaverndart\u00e6nasturnar kring landi\u00f0 samstarva og ver\u00f0a samskipa\u00f0ar av Barnaverndarstovu F\u00f8roya, har \u00f8ll \u00f8kini kring landi\u00f0 eru umbo\u00f0a\u00f0ar og javnan m\u00f8tast til at samstarva, menna og dagf\u00f8ra s\u00ednar mannagongdir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd h\u00f8vu\u00f0sheitum er talan um eina g\u00f3\u00f0an bygna\u00f0, t\u00ed hann var\u00f0veitir n\u00e6rleikan, sum barnaverndar-t\u00e6nasturnar kring landi\u00f0 hava, samstundis um hon inniheldur eina sentrala Barnaverndarstovu og meginbarnavernd, har tey tyngru m\u00e1lini ver\u00f0a vi\u00f0gj\u00f8rd og avgj\u00f8rd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini \u00e1 hesum \u00f8ki hendi ein munandi uppra\u00f0festing vi\u00f0 bygna\u00f0inum, sum var\u00f0 samtyktur vi\u00f0 l\u00f3g \u00ed 2006. Einki er fullkomi\u00f0, og sj\u00e1lvandi skulu brek og manglar \u00ed skipanini takast upp og r\u00e6ttast, men skipanin og bygna\u00f0urin er grundleggjandi g\u00f3\u00f0ur, t\u00ed hann r\u00f8kkur \u00fat til allar partar av landinum, kj\u00f8lfestur \u00ed kommununum, samstundis sum han hevur nakrar meginfunkti\u00f3nir sentralt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eldra\u00f8ki\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tri\u00f0ja m\u00e1ls\u00f8ki\u00f0, sum eg her vil nevna sum d\u00f8mi um, at kommunurnar eru t\u00e6r bestu at r\u00f8kja t\u00e6r borgaravendu uppg\u00e1vurnar, er eldra\u00f8ki\u00f0, sum vi\u00f0 l\u00f3gum fr\u00e1 2014 var\u00f0 lagt \u00fat til kommunanna \u00e1byrgd og umsiting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her eru avbj\u00f3\u00f0ingarnar sera st\u00f3ran og krevjandi, men her mugu vit ikki gloyma, at t\u00e1 i\u00f0 kommunurnar yvirt\u00f8ku eldra\u00f8ki\u00f0, arva\u00f0u t\u00e6r eitt \u00f3metaliga n\u00f3gv fors\u00f8mt og l\u00e1gt ra\u00f0fest m\u00e1ls\u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg var sj\u00e1lvur borgarstj\u00f3ri \u00ed Klaksv\u00edkar kommunu, t\u00e1 i\u00f0 kommunurnar yvirt\u00f3ku eldra\u00f8ki\u00f0, og eg tori at siga, at vit t\u00f3ku og taka framvegis uppg\u00e1vuna \u00ed st\u00f8rsta \u00e1lvara. S\u00ed\u00f0an yvirt\u00f8kuna av eldra\u00f8kinum, hevur Klaksv\u00edkar kommuna uppra\u00f0fest hetta eldra\u00f8ki\u00f0 munandi og \u00f8kt s\u00edna \u00e1rligu j\u00e1ttan vi\u00f0 uml. 10 mi\u00f3. kr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesin innsatsur hj\u00e1 kommununum kann ikki samanberast vi\u00f0 tann \u00f3n\u00f8ktandi innsats, sum landi\u00f0 frammanundan v\u00edsti \u00e1 eldra\u00f8kinum, og t\u00edverri eisini sum heild v\u00edsir innan sl\u00edk m\u00e1ls\u00f8ki, i\u00f0 sn\u00fagva seg um t\u00e6nastur til borgararnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg vil t\u00ed sta\u00f0iliga \u00e1vara \u00edm\u00f3ti sentralisering av barnaverndart\u00e6nastunum kring landi\u00f0 og \u00f8\u00f0rum t\u00fd\u00f0andi borgarat\u00e6nastum, t\u00ed hesar liggja best hj\u00e1 kommununum, sum eru bestar til at veita borgarum t\u00e6nastur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Klaksv\u00edk, 23. januar 2024<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3gvan Skorheim<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Klaksv\u00edk<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Kommunu\u00e1lit hava lagt upp til ta\u00f0, og royndirnar seinastu \u00e1rat\u00edggjuni hava sta\u00f0fest, at kommunurnar megna best at r\u00f8kka \u00fat og at kenna s\u00ednar borgarar, og t\u00ed liggja flestu borgaravendu t\u00e6nasturnar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5769,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-5768","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5768","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5768"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5768\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5770,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5768\/revisions\/5770"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5769"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5768"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5768"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5768"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}