{"id":5814,"date":"2024-02-10T10:58:40","date_gmt":"2024-02-10T10:58:40","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5814"},"modified":"2024-02-10T10:58:41","modified_gmt":"2024-02-10T10:58:41","slug":"kommunur-eru-ikki-huskallar-hja-landinum-men-harrar-i-kommunala-geiranum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/02\/10\/kommunur-eru-ikki-huskallar-hja-landinum-men-harrar-i-kommunala-geiranum\/","title":{"rendered":"Kommunur eru ikki h\u00faskallar hj\u00e1 landinum men harrar \u00ed kommunala geiranum"},"content":{"rendered":"\n<p><em>Sum kommunupolitikari m\u00e1 eg r\u00f3pa varsk\u00f3! Ta\u00f0 gongur skeiva vegin vi\u00f0 kommunala sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0inum. Eitt feskt og r\u00e6\u00f0andi d\u00f8mi um hetta er uppskoti\u00f0 um \u201cbur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu\u201d, sum avd\u00fakar, at landsst\u00fdri\u00f0 s\u00e6r kommunurnar sum umsitingarligar h\u00faskallar hj\u00e1 s\u00e6r sj\u00e1lvum. Uppg\u00e1vurnar ver\u00f0a lagdar \u00fat \u00e1 kommunurnar at fremja og gjalda, men gjald og vald fylgjast als ikki, t\u00ed landi\u00f0 skal einki rinda, men skal kortini st\u00fdra og g\u00f3\u00f0kenna ni\u00f0ur \u00ed detaljur ta\u00f0, sum kommunurnar fyritaka s\u00e6r.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>L\u00edkt er til, at F\u00f8roya Landsst\u00fdri ikki hevur r\u00e6tta fatan av t\u00ed samfelagsskipan, sum land okkara byggir \u00e1, har almenni parturin umsitingarliga er luta\u00f0ur sundur \u00ed tveir sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugar geirar (sektorar). Annar geirin er tann kommunali, og hin er landi\u00f0, sum ikki skulu blandast saman umsitingarliga.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit vita eisini av ringum royndum \u00ed \u00e1rat\u00edggju, at ta\u00f0 gevur v\u00e1nalig \u00farslit at almennar \u00e1byrgdir og uppg\u00e1vur ver\u00f0a tv\u00edb\u00fdttar millum land og kommunur. Hetta tykist landsst\u00fdri\u00f0 heldur ikki at hava vitan um, t\u00ed ta\u00f0 er j\u00fast tann vegin, man n\u00fa aftur leitar vi\u00f0 l\u00f3garuppskotinum um \u201cbur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Tv\u00edb\u00fdtt \u00e1byrgd er = ongin \u00e1byrgd!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Fram til \u00e1r 2000 var dagstovna\u00f8ki\u00f0 ein tv\u00edb\u00fdtt \u00e1byrgd millum land og kommunur. Kommunurnar v\u00f3ru undir landsumsitingarligum eftirliti, og har kommunurnar skuldu taka initiativ, men alt skuldi g\u00f3\u00f0kennast av landinum, sum so skuldi veita stu\u00f0ul til hv\u00f8nn dagstovn. \u00darsliti\u00f0 av hesum var ein naggat\u00f3dn og stagnati\u00f3n, t\u00ed henda skipan gj\u00f8rdi, at einki hendi.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta gj\u00f8rdi, at t\u00e1verandi landsst\u00fdri og kommunust\u00fdri \u00e1sanna\u00f0u, at tv\u00edb\u00fdtt \u00e1byrgd er = ongin \u00e1byrgd. T\u00e1 var\u00f0 skipanin broytt vi\u00f0 dagstovnal\u00f3gini, sum kom \u00ed \u00e1r 2000. Hetta f\u00f8rdi til, at kommunurnar t\u00f3ku fulla \u00e1byrgd av dagstovna\u00f8kinum, og SO hendi ein kollveltandi broyting og menning av dagstovna\u00f8kinum, sum er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd \u00e1v\u00edsan mun var eisini tv\u00edb\u00fdtt \u00e1byrgd galdandi \u00e1 eldra\u00f8kinum, sum eisini har f\u00f8rdi til manglandi atger\u00f0 og dynamikk. T\u00ed valdi t\u00e1verandi landsst\u00fdri \u00ed 2014 at gera \u00e1 lei\u00f0 somu broyting \u00e1 eldra\u00f8kinum sum \u00e1 dagstovna\u00f8kinum. \u00cd eldral\u00f3gg\u00e1vuni var\u00f0 sta\u00f0fest, at \u201ckommunurnar hava \u00e1byrgdina av virkseminum eftir hesi l\u00f3g\u201d. T\u00e1 fekk kommunali geirin \u00e1byrgdina og umsitingina av eldra\u00f8kinum, sum s\u00ed\u00f0an t\u00e1 b\u00e6\u00f0i er ment og uppra\u00f0fest munandi, h\u00f3ast umst\u00f8\u00f0urnar gera, at ta\u00f0 framvegis er lang t\u00e1 m\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Gjald og vald mugu fylgjast!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er t\u00fd\u00f0iligt, b\u00e6\u00f0i \u00fat fr\u00e1 omanfyrinevndu og \u00f8\u00f0rum royndum, at kommunurnar eru betur egna\u00f0ar og betur f\u00f8rar fyri at \u00fatinna og r\u00f8kja borgaravendar t\u00e6nastur. Samstundis er ta\u00f0 ein fortreyt fyri, at skal hetta fungera \u00ed verki, so mugu GJALD OG VALD FYLGJAST. Um kommunurnar skulu gjalda, taka initiativ, leggja orku \u00ed og seta \u00ed verk tilt\u00f8k \u00e1 einum m\u00e1ls\u00f8ki, so mugu t\u00e6r hava valdi\u00f0 yvir m\u00e1ls\u00f8kinum og ikki ver\u00f0a noyddar at s\u00f8kja landsst\u00fdri\u00f0 um g\u00f3\u00f0kenning og loyvi \u00e1 umsitingarligum st\u00f8\u00f0i heilt ni\u00f0ur \u00ed sm\u00e1lutir.<\/p>\n\n\n\n<p>Enn verri ver\u00f0ur \u2013 sum vit s\u00edggja \u00ed l\u00f3garuppskotinum um \u201cbur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu\u201d \u2013 har landi\u00f0 skal f\u00e1a innt\u00f8kurnar og s\u00ed\u00f0an skal sita og b\u00fdta hesar innt\u00f8kur \u00fat til kommunurnar sum eitt ella anna\u00f0 slag av \u201cblokkstu\u00f0uli\u201d eftir n\u00f8krum sera fl\u00f8ktum parametrum og samansettum reglum. Tann, sum hevur kekkhefti\u00f0, hevur veruliga valdi\u00f0! So einfalt er ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Her fylgjast gjald og vald \u00e1 ongan h\u00e1tt. Nei, kommunurnar skulu gjalda og gera alt arbei\u00f0i\u00f0, me\u00f0an landi\u00f0 hevur alt valdi\u00f0 og skal g\u00f3\u00f0kenna alt, sum kommunurnar finna upp\u00e1 at gera. Hetta er og ver\u00f0ur ein fl\u00f8kja, har \u00e1byrgdin hongur \u00ed leysari luft onkrasta\u00f0ni \u00ed ongamannalandi.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini fer henda skipan, sum landsst\u00fdri\u00f0 saman vi\u00f0 eitt n\u00fa Visit Faroe Islands hevur snikka\u00f0 saman, at elva til eitt slag av \u201ckassahugsan\u201d, sum vit s\u00f3u \u00ed 80\u2019unum, har kommunur blivu tilskunda\u00f0ar at hugsa \u00ed \u00f8\u00f0rum enn bara \u00ed nyttuvir\u00f0i. Stu\u00f0ulsskipanir fr\u00e1 landi til kommunur l\u00f8gdu t\u00e1 upp til, at kommunur \u00ed ov st\u00f3ran mun hugsa\u00f0u \u00ed stu\u00f0uli fr\u00e1 landinum, t\u00e1 t\u00e6r skuldu gera \u00edl\u00f8gur.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta s\u00f3u vit m.a. \u00ed teimum mongu b\u00e1tahyljunum, sum t\u00e1 blivu bygdir. Fleiri v\u00f3ru skilag\u00f3\u00f0ar \u00edl\u00f8gur, men summir blivu ikki bygdir, t\u00ed ta\u00f0 endiliga var tann skilabesta \u00edl\u00f8gan. Nei, ors\u00f8kin og insitamenti\u00f0 til, at ein kommuna bygdi t.d. ein b\u00e1tahyl, var t\u00edverri vi\u00f0hv\u00f8rt \u00ed st\u00f8rri mun, at hann gav so n\u00f3gvan stu\u00f0ul fr\u00e1 landinum, heldur enn v\u00e6l umhugsa\u00f0 ra\u00f0festing. Eisini var henda skipan partur av ors\u00f8kini til, at summar kommunur h\u00f8vdu st\u00f3ra skuld \u00ed 80\u2019unum.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed vil eg sum kommunupolitikari r\u00f3pa varsk\u00f3, n\u00fa l\u00f3garuppskoti\u00f0 um \u201cbur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu\u201d ver\u00f0ur vi\u00f0gj\u00f8rt. Royndirnar eru sera ringar av skipanum, har kommunali geirin ikki f\u00e6r fulla \u00e1byrgd, men kortini skal gjalda, og har landi\u00f0 st\u00f3rt s\u00e6\u00f0 einki skal rinda, men skal valda. Og enn verri ver\u00f0ur, um landi\u00f0 ennt\u00e1 skal hava innt\u00f8kurnar til at b\u00fdta \u00fat til s\u00ednar \u201ch\u00faskallar\u201d kring landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0 vendir t\u00edverri skeivt \u00e1 fleiri m\u00f3tum, og eg vil sum kommunupolitikari sta\u00f0iliga heita \u00e1 kommunust\u00fdrislimir um at vi\u00f0gera hetta uppskot sera kritiskt. Vi\u00f0 hesi k\u00f3sini ver\u00f0ur kommunala sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i\u00f0 h\u00f3tt, vi\u00f0 ta\u00f0 at f\u00f3lkavaldar kommunur ver\u00f0a lagdar undir landsumsitingarliga sm\u00e1lutast\u00fdring, har landi\u00f0 f\u00e6r allar innt\u00f8kurnar og harvi\u00f0 alt veruligt vald \u00e1 fer\u00f0avinnu\u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Somu vi\u00f0fer\u00f0 tykjast tey at f\u00e1a, sum eiga og r\u00f8kja j\u00f8r\u00f0ina og veita t\u00e6nastur til fer\u00f0avinnuna kring landi\u00f0. Har tykist l\u00f3garuppskoti\u00f0 t\u00edverri eisini at leggja upp til at nokta\u00f0 teimum at taka gjald fr\u00e1 fer\u00f0af\u00f3lkum. Ein sentralisering av valdi og f\u00edgging, me\u00f0an gjaldi\u00f0, \u00e1byrgdin og str\u00ed\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur sent \u00fat til kommunurnar, i\u00f0 vi\u00f0 hesum mest eru \u00e1t\u00f8kar umsitingarligum h\u00faskallum hj\u00e1 landsumsitingini og Visit Faroe Islands.<\/p>\n\n\n\n<p>Nei, lati\u00f0 okkum heldur tr\u00fagva og satsa upp \u00e1 ta\u00f0 privata initiativi\u00f0 og ta\u00f0 kommunala fr\u00e6lsi\u00f0 kring land okkara. TA\u00d0 fer at byggja land okkara, eisini \u00e1 fer\u00f0avinnu\u00f8kinum, me\u00f0an landsins uppg\u00e1va m\u00e1 avmarkast til eitt yvirskipa\u00f0 eftirlit uttan umsitingarligt formyndar\u00ed og stu\u00f0ulsskipanir.<\/p>\n\n\n\n<p>Klaksv\u00edk, 8. februar 2024&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>J\u00f3gvan Skorheim, Klaksv\u00edk<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sum kommunupolitikari m\u00e1 eg r\u00f3pa varsk\u00f3! Ta\u00f0 gongur skeiva vegin vi\u00f0 kommunala sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0inum. Eitt feskt og r\u00e6\u00f0andi d\u00f8mi um hetta er uppskoti\u00f0 um \u201cbur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu\u201d, sum avd\u00fakar, at landsst\u00fdri\u00f0 s\u00e6r&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5815,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-5814","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-uncategorized"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5814","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5814"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5814\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5816,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5814\/revisions\/5816"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5815"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5814"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5814"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5814"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}