{"id":5920,"date":"2024-03-15T10:43:55","date_gmt":"2024-03-15T10:43:55","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=5920"},"modified":"2024-03-15T10:43:56","modified_gmt":"2024-03-15T10:43:56","slug":"husarhaldini-hava-framvegis-gott-treysti","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/03\/15\/husarhaldini-hava-framvegis-gott-treysti\/","title":{"rendered":"H\u00fasarhaldini hava framvegis gott treysti"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Treysti\u00f0 hj\u00e1 f\u00f8roysku h\u00fasarhaldunum er ikki falli\u00f0. H\u00fasarhaldini v\u00e6nta samb\u00e6rt br\u00fakarakanningini, at teirra f\u00edggjarst\u00f8\u00f0a ver\u00f0ur betri um eitt \u00e1r. Hinvegin eru h\u00fasarhaldini minni bjartskygd, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til f\u00f8roysku b\u00faskaparst\u00f8\u00f0una komandi \u00e1r.<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gongdin \u00ed privatu n\u00fdtsluni hevur st\u00f3ra \u00e1virkan \u00e1 BT\u00da, t\u00ed privata n\u00fdtslan er \u00ed st\u00f8dd \u00e1 st\u00f8\u00f0i vi\u00f0 v\u00f8ru\u00fatflutningin og -innflutningin. N\u00fdtslan hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum er \u00ed st\u00f3ran mun tengd at teirra bjartskygni. \u00cd n\u00fdggjastu br\u00fakarakanningini hj\u00e1 Hagstovuni (januar 2024) s\u00e6st, at treysti\u00f0 hj\u00e1 f\u00f8roysku h\u00fasarhaldunum ikki er falli\u00f0 s\u00ed mynd 2.1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Br\u00fakarav\u00edsitali\u00f0 er \u00f3broytt samanbori\u00f0 vi\u00f0 kanningina fr\u00e1 juni 2023, og harumframt er l\u00fdsingin av aktuellu f\u00edggjarst\u00f8\u00f0uni hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum \u00f3broytt. St\u00f8rsti parturin av h\u00fasarhaldunum (\u00e1lei\u00f0 60%) spara naka\u00f0 upp. Seinastu 10 \u00e1rini hava f\u00f8roysk h\u00fasarhald \u00f8kt um s\u00edni innl\u00e1n \u00ed f\u00f8roysku bankunum, i\u00f0 bendir \u00e1, at tey hava \u00f8kt um s\u00edna uppsparing. Innl\u00e1nsv\u00f8ksturin minka\u00f0i t\u00f3 eitt vet \u00ed t\u00ed\u00f0arskei\u00f0inum fr\u00e1 umlei\u00f0 \u00e1rslok 2021 til \u00e1 v\u00e1ri 2023, i\u00f0 kann vera tekin um, at h\u00fasarhaldini \u00ed hesum t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i br\u00faktu burturav s\u00edni uppsparing. S\u00ed\u00f0ani apr\u00edl 2023 er v\u00f8ksturin \u00ed innl\u00e1num hj\u00e1 h\u00fasarhaldunum \u00f8ktur aftur. Ein ors\u00f8k til v\u00f8ksturin \u00ed innl\u00e1nunum kann vera, at h\u00fasarhaldini hava vant seg vi\u00f0 n\u00fdggju st\u00f8\u00f0una vi\u00f0 \u00f8ktum&nbsp; pr\u00eds- og rentust\u00f8\u00f0i, i\u00f0 ger ta\u00f0 l\u00e6ttari at leggja \u00e6tlanir um n\u00fdtslu og samansparingar. V\u00e6ntanir um l\u00e6kkandi rentu og inflasj\u00f3n, l\u00f8narh\u00e6kking umframt skattal\u00e6ttin fr\u00e1 2024, kann eisini vi\u00f0virka til, at f\u00edggjarligu \u00fatlitini tykjast meira bj\u00f8rt, og at ta\u00f0 t\u00ed aftur er r\u00e1sar\u00fam fyri samansparing. Tali\u00f0 av teimum, i\u00f0 j\u00fast f\u00e1a endarnar at r\u00f8kka saman, er somulei\u00f0is \u00f3broytt samanbori\u00f0 vi\u00f0 seinastu kanning, i\u00f0 helst stendst av, at flest \u00f8ll hava eitt starv \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00fasarhaldini v\u00e6nta samb\u00e6rt br\u00fakarakanningini, at teirra f\u00edggjarst\u00f8\u00f0a ver\u00f0ur betri um eitt \u00e1r, i\u00f0 kann hanga saman vi\u00f0, at h\u00fasarhaldini hava v\u00e6ntanir um, at pr\u00edsirnir ikki fara at vaksa \u00ed sama mun komandi \u00e1ri\u00f0, sum teir hava gj\u00f8rt \u00ed serliga 2022 og 2023. Harafturat hava flest fingi\u00f0 l\u00f8narh\u00e6kkan og eisini er skattal\u00e6tti givin \u00ed 2024. Hinvegin eru h\u00fasarhaldini minni bjartskygd, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til f\u00f8roysku b\u00faskaparst\u00f8\u00f0una komandi \u00e1r.&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/Files\/Images\/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0\/Fr%C3%A1grei%C3%B0ing%20v%C3%A1r%202024\/Mynd%202.1%20Visital%20husarhald.JPG\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/fo-fo\/buskaparra%C3%B0i%C3%B0\/fragrei%C3%B0ingar\">Les v\u00e1rfr\u00e1grei\u00f0ingina hj\u00e1 b\u00faskapar\u00e1\u00f0num her.<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Treysti\u00f0 hj\u00e1 f\u00f8roysku h\u00fasarhaldunum er ikki falli\u00f0. H\u00fasarhaldini v\u00e6nta samb\u00e6rt br\u00fakarakanningini, at teirra f\u00edggjarst\u00f8\u00f0a ver\u00f0ur betri um eitt \u00e1r. Hinvegin eru h\u00fasarhaldini minni bjartskygd, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til f\u00f8roysku b\u00faskaparst\u00f8\u00f0una&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5506,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-5920","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5920","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=5920"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5920\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":5921,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/5920\/revisions\/5921"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5506"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=5920"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=5920"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=5920"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}