{"id":6269,"date":"2024-07-04T20:43:41","date_gmt":"2024-07-04T20:43:41","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6269"},"modified":"2024-07-04T20:43:41","modified_gmt":"2024-07-04T20:43:41","slug":"god-utlit-fyri-styrktum-samstarvi-millum-foeroyar-og-japan","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/07\/04\/god-utlit-fyri-styrktum-samstarvi-millum-foeroyar-og-japan\/","title":{"rendered":"G\u00f3\u00f0 \u00fatlit fyri styrktum samstarvi millum F\u00f8royar og Japan"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum hevur seinastu dagarnar veri\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0svitjan \u00ed Tokyo, Japan.<a href=\"mailto:%20?subject=G%C3%B3%C3%B0%20%C3%BAtlit%20fyri%20styrktum%20samstarvi%20millum%20F%C3%B8royar%20og%20Japan&amp;body=https%3A%2F%2Fwww.uvmr.fo%2Ffo%2Fkunning%2Ftidindi%2Fgod-utlit-fyri-styrktum-samstarvi-millum-foeroyar-og-japan\"><\/a>\u00a0<a href=\"javascript:window.print()\"><\/a><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vitjanin er ein li\u00f0ur \u00ed tilgongdini at menna sambondini millum F\u00f8royar og Japan, harundir \u00e1hugan hj\u00e1 F\u00f8royum at fara undir eina fr\u00edhandilstilgongd vi\u00f0 Japan. Stig hava \u00e1\u00f0ur veri\u00f0 tikin fyri at styrkja samstarvi\u00f0 millum Japan og F\u00f8royar. Londini undirrita\u00f0u m.a. eitt semjuskjal \u00ed 2022, sum hevur til endam\u00e1ls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi \u00e1 ymsum \u00f8kjum, sum umframt handil fevnir um gransking, mentan og \u00fatb\u00fagving, gr\u00f8na orku, Arktis, talgilding o.a. Ein fundur hevur veri\u00f0 \u00e1 emb\u00e6tisstigi s\u00ed\u00f0ani, me\u00f0an hetta er fyrstu fer\u00f0, at landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkism\u00e1lum vitjar Japan eftir, at semjuskjali\u00f0 var\u00f0 undirrita\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fundur vi\u00f0 uttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0harra og fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harra<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 arbei\u00f0svitjanini var landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00e1 fundi vi\u00f0 japanska varauttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0harran, Kyoto Tsuji, og varafiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harran, Shouji Maitachi. Fundirnir t\u00f3ku b\u00e6\u00f0i st\u00f8\u00f0i \u00ed semjuskjalinum, og m\u00f8guligt samstarv millum londini var\u00f0 umr\u00f8tt \u00e1 fleiri \u00f8kjum. Spenta st\u00f8\u00f0an \u00ed heiminum var\u00f0 umr\u00f8dd, eins og verju- og trygdarpolitikkur og \u00e1t\u00f8k at ste\u00f0ga kr\u00edggi og tryggja fri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Varauttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0harrin, Tsuji, var v\u00e6l kunna\u00f0ur um f\u00f8roysk vi\u00f0urskifti og v\u00edsti m.a. \u00e1 spennandi samstarvsm\u00f8guleikar innan t\u00f8kni og gr\u00f8na orkuskifti\u00f0. Landsst\u00fdrisma\u00f0urin v\u00edsti \u00e1 ynski\u00f0 hj\u00e1 F\u00f8royum um at styrkja um samstarvi\u00f0 vi\u00f0 Japan \u00e1 fleiri \u00f8kjum, t\u00f3 serliga t\u00fddningin av einum fr\u00edhandilss\u00e1ttm\u00e1la vi\u00f0 Japan. Landsst\u00fdrisma\u00f0urin n\u00fdtti somulei\u00f0is h\u00f8vi at bj\u00f3\u00f0a Tsuji til F\u00f8roya, sum hann takka\u00f0i fyri og leg\u00f0i afturat, at ein vitjan til F\u00f8roya longu l\u00e1 \u00ed kortunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 fundinum vi\u00f0 varafiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harran, Shouji Maitachi, var\u00f0 inn- og \u00fatflutningur av fiskav\u00f8rum millum londini umr\u00f8ddur, umframt hvussu t\u00fddningarmikil fr\u00edhandil er \u00ed hesum samanhangi. Eisini var\u00f0 st\u00f3rur dentur lagdur \u00e1 bur\u00f0ardygga umsiting av fiskatilfeingi og t\u00fddningin av v\u00edsindaliga og l\u00edvfr\u00f8\u00f0isgrunda\u00f0a aling.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/i0qd5fam\/2.jpg?rmode=max&amp;width=700&amp;height=525&amp;s=JM6VyW6e5821K3H_xv25Im0RRmU\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Mynd: Varafiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0harrin, Shouji Maitachi, og landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Styrkt bondini vi\u00f0 japanskar h\u00f8gtstandandi politikarar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harumframt hitti landsst\u00fdrisma\u00f0urin Taro Kono, i\u00f0 er fyrrverandi uttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0harri og n\u00fa r\u00e1\u00f0harri innan talgilding, og tinglimin, Ito Tadahiko. B\u00e6\u00f0i Kono og Tadahiko hava veri\u00f0 \u00ed F\u00f8royum \u00e1\u00f0ur. Me\u00f0an Taro Kono var uttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0harri, arbeiddi hann fyri, at F\u00f8royar og Japan skulu skriva undir fr\u00edhandilss\u00e1ttm\u00e1la. B\u00e1\u00f0ir hildu ta\u00f0 vera alney\u00f0ugt at seta gongd \u00e1 hesa tilgongdina aftur og f\u00e1a hana framda \u00ed verki. A\u00f0alstj\u00f3rin \u00ed japanska uttanr\u00edkisr\u00e1\u00f0num bey\u00f0 somulei\u00f0is f\u00f8roysku sendinevndini &nbsp;til &nbsp;mi\u00f0m\u00e1lafund, har a\u00f0alstj\u00f3rin m.a. kunna\u00f0i um vi\u00f0urskiftini millum Japan og Russland, eftir russisku innr\u00e1sina \u00ed Ukraina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fyrilestur um F\u00f8royar \u00e1 altj\u00f3\u00f0a hav- og fri\u00f0arstovni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdrisma\u00f0urin var\u00f0 somulei\u00f0is bo\u00f0in at halda ein fyrilestur um F\u00f8royar \u00e1 Ocean Policy Research Institute (OPRI), i\u00f0 er ein altj\u00f3\u00f0a granskingarstovnur undir Sasakawa Peace Foundation. \u00c1\u00f0renn fyrilesturin g\u00f3vu forsetin \u00ed Sasakawa Peace Foundation og stj\u00f3rin \u00ed OPRI, landsst\u00fdrismanninum innlit \u00ed arbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 stovninum, sum eisini v\u00edstu st\u00f3ran \u00e1huga fyri f\u00f8royskum granskarum og f\u00f8royskari vitan innan havgransking. St\u00f3rur \u00e1hugi var fyri fyrilestrinum og&nbsp; g\u00f3\u00f0 uppm\u00f8ting fr\u00e1 almenninginum, \u00e1hugap\u00f8rtum og granskarum. Eftir fyrilesturin lutt\u00f3ku landsst\u00fdrisma\u00f0urin og Sigmundur \u00cdsfeld, sendiharri \u00ed Beijing og s\u00ed\u00f0uakkreditera\u00f0ur til Japan, \u00ed einum pallbor\u00f0i og svara\u00f0u spurningum fr\u00e1 lurtarunum.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/fsepwoas\/3.jpg?rmode=max&amp;width=700&amp;s=PhbmLrR3kuL9jbXHoHHSkSY0Ha4\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00f8roysk lutt\u00f8ka \u00e1 World Expo \u00ed Osaka \u00ed 2025<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00e6sta \u00e1r ver\u00f0ur heimsframs\u00fdningin, World Expo, nevnd Expo 25, hildin \u00ed Osaka. Japanar hildu ta\u00f0 vera eitt sera gott hugskot vi\u00f0 f\u00f8royskari lutt\u00f8ku \u00e1 EXPO25, sum eitt serstakt h\u00f8vi at \u00f8kja um japansku tilvitanina um F\u00f8royar, m.a. vi\u00f0 umbo\u00f0um fr\u00e1 f\u00f8roysku \u00fatflutningsvinnuni, umframt fer\u00f0avinnu og kreativum vinnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hondb\u00f3ltslandsli\u00f0i\u00f0 letur dyrnar upp<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Me\u00f0an arbei\u00f0svitjanin hevur veri\u00f0, sp\u00e6ldi f\u00f8royska A-landsli\u00f0i\u00f0 \u00ed hondb\u00f3lti hj\u00e1 monnum s\u00ednar venjingardystir \u00edm\u00f3ti Japan eftir innbj\u00f3\u00f0ing fr\u00e1 japanska hondb\u00f3ltssambandinum. Hetta hevur skapt st\u00f3ra vir\u00f0ing fyri F\u00f8royum \u00ed Japan, og letur dyr upp fyri t\u00e6ttari og \u00f8ktum samstarvi millum F\u00f8royar og Japan \u00e1 so n\u00f3gvum \u00f8kjum, b\u00e6\u00f0i politiskt, mentanarliga og vinnuliga. Hetta var\u00f0 tiki\u00f0 fram \u00e1 \u00f8llum fundum, og F\u00f8roya Landsst\u00fdri sendir s\u00edna t\u00f8kk og stu\u00f0ul til landsli\u00f0i\u00f0 og Hondb\u00f3ltssambandi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/g1xks0lt\/5.jpg?rmode=max&amp;width=700&amp;height=525&amp;s=i-9mUbroUpFMYL8qlbAL-OXRR3M\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sup><sub>Kelda &amp; myndir uvmr.fo 4 juli 2024 &#8211; men har stendur 5 juli \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni. <a href=\"https:\/\/www.uvmr.fo\/fo\/kunning\/tidindi\/god-utlit-fyri-styrktum-samstarvi-millum-foeroyar-og-japan\">her<\/a><\/sub><\/sup><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum hevur seinastu dagarnar veri\u00f0 \u00e1 arbei\u00f0svitjan \u00ed Tokyo, Japan.\u00a0 Vitjanin er ein li\u00f0ur \u00ed tilgongdini at menna sambondini millum F\u00f8royar og Japan, harundir \u00e1hugan hj\u00e1&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6270,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[7],"tags":[],"class_list":["post-6269","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6269","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6269"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6269\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6271,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6269\/revisions\/6271"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6270"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6269"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6269"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6269"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}