{"id":6322,"date":"2024-07-17T11:28:48","date_gmt":"2024-07-17T11:28:48","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6322"},"modified":"2024-07-17T11:28:48","modified_gmt":"2024-07-17T11:28:48","slug":"ein-neyvur-bylisstudul-er-baedi-raettvisur-og-skilagodur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/07\/17\/ein-neyvur-bylisstudul-er-baedi-raettvisur-og-skilagodur\/","title":{"rendered":"EIN NEYVUR B\u00ddLISSTU\u00d0UL ER B\u00c6\u00d0I R\u00c6TTV\u00cdSUR OG SKILAG\u00d3\u00d0UR"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Tann st\u00f8rsta einstaka avbj\u00f3\u00f0ingin \u00ed okkara samfelag \u00ed l\u00f8tuni er, at ta\u00f0 er sera trupult hj\u00e1 n\u00f3gvum at f\u00e1a tak yvir h\u00f8vdi\u00f0.<br>Trupulleikin kann b\u00fdtast \u00ed fleiri partar. F\u00f3lkatali\u00f0 er \u00ed n\u00f3gv \u00e1r vaksi\u00f0 meira enn tali\u00f0 av t\u00f8kum b\u00faeindum, byggikostna\u00f0ir eru farnir n\u00f3gv upp, rentan er h\u00e6kka\u00f0 munandi og vit hava nakrar samfelagsstrukturar sum leggja upp til, at f\u00f3lk skulu eiga ta\u00f0, sum tey b\u00fagva \u00ed. Rentustu\u00f0ul er til d\u00f8mis ein av hesum skipanum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sup>Hetta skriva: Herv\u00f8r P\u00e1lsd\u00f3ttir, forkvinna \u00ed R\u00e6ttarnevndini, Eirikur \u00ed J\u00e1kupsstovu, limur \u00ed F\u00edggjarnevndini<\/sup><\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">Hetta gevur n\u00f3gvar \u00f3hepnar st\u00f8\u00f0ur.<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mi\u00f0lar hava til d\u00f8mis seinasta \u00e1ri\u00f0 havt \u00edt\u00f8kilig d\u00f8mi um f\u00f3lk, sum eru flutt av landinum, t\u00ed ta\u00f0 er ov trupult at seta b\u00fagv \u00ed F\u00f8royum.<br>Ta\u00f0 ver\u00f0ur eisini gj\u00f8rt greitt, at br\u00fakarar hj\u00e1 Almannaverkinum ikki hava r\u00e1\u00f0 og m\u00f8guliga heldur ikki vilja flyta inn \u00ed \u00edb\u00fa\u00f0ir, sum B\u00fasta\u00f0ir hava bygt til endam\u00e1li\u00f0, t\u00ed hesar eru d\u00fdrari at leiga enn onkrar verandi privatar \u00edb\u00fa\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ney\u00f0ugt at hyggja at n\u00f3gvum vi\u00f0urskiftum \u00ed hesum sambandi, her\u00edmillum hv\u00f8rja uppg\u00e1vu B\u00fasta\u00f0ir skulu r\u00f8kja, hvussu mann kann byggja smartari og hv\u00f8rjar formar fyri bygging mann skal br\u00faka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men hyggja vit at, hv\u00f8rji veruliga eru sperd \u00ed F\u00f8royum \u00ed dag, so er hetta \u00ed st\u00f3ran mun f\u00f3lk, i\u00f0 b\u00fagva til leigu ella ikki eingong eru blivin partur av leigumarkna\u00f0inum, men b\u00fagva inni hj\u00e1 familju ella vinum. Og skulu vit gera naka\u00f0, sum veruliga ger mun hj\u00e1 hesum b\u00f3lkum, so er b\u00fdlisstu\u00f0ul heilt vist ein m\u00e1ti, sum kann gera st\u00f3ran mun.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">KEND SKIPAN \u00daR GRANNALONDUM<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skipanir vi\u00f0 b\u00fdlisstu\u00f0li hava virka\u00f0 \u00ed okkara grannalondum \u00ed heilt n\u00f3gv \u00e1r. Vi\u00f0 einari skj\u00f3tari leiting s\u00e6st hetta: \u00cd Gr\u00f8nlandi hava skipanir vi\u00f0 b\u00fdlisstu\u00f0li veri\u00f0 s\u00ed\u00f0an mitt \u00ed 1980unum, og \u00ed \u00cdslandi kom skipanin umlei\u00f0 samstundis. Danmark hevur havt skipanir vi\u00f0 b\u00fdlisstu\u00f0li s\u00ed\u00f0an 1966. Noreg byrja\u00f0i \u00ed sm\u00e1um \u00ed 1947, men bygdi skipanina munandi \u00fat \u00ed 1973. \u00cd Sv\u00f8r\u00edki s\u00ed\u00f0an 1933, men vi\u00f0 umlei\u00f0 verandi skipan s\u00ed\u00f0an 1977. \u00cd Finnlandi byrja\u00f0i skipanin \u00ed 1969, men bygt hevur veri\u00f0 upp\u00e1 langt inn \u00ed hesa \u00f8ldina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8ll hesi lond hava sett skipanirnar \u00ed verk vi\u00f0 tankanum um, at ta\u00f0 eru f\u00f3lk, sum kunnu f\u00e1a eitt munandi betri l\u00edv og geva eitt gott \u00edkast til samfelagi\u00f0 b\u00e6\u00f0i f\u00edggjarliga og \u00e1 annan h\u00e1tt, um tey hava m\u00f8guleika fyri at hava tak yvir h\u00f8vdi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allar skipanirnar hava s\u00ednar fyrimunir og vansar. Onkur skipan er einfalt sett saman, me\u00f0an onkur onnur hevur st\u00f8rri fokus \u00e1, at hv\u00f8r kr\u00f3na skal fara \u00ed r\u00e6tt sta\u00f0. Ongasta\u00f0ni riggar skipanin so illa, at hon er sett \u00far gildi aftur, og vi\u00f0 \u00f8llum teimum royndunum, sum eru \u00far hesum samfel\u00f8gunum, sum l\u00edkjast okkara r\u00e6ttiliga n\u00f3gv, eigur at vera gj\u00f8rligt at seta eina skipan \u00ed gongd, sum rakar n\u00f8kurlunda r\u00e6tt beinanvegin.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">KANN SETAST R\u00c6TT SAMAN<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein skipan vi\u00f0 b\u00fdlisstu\u00f0li hevur flestu somu veikleikar sum flestu a\u00f0rar stu\u00f0ulsskipanir. Ta\u00f0 mest vanliga er, at stu\u00f0ulin ikki endar hj\u00e1 teimum, sum hava t\u00f8rv \u00e1 honum, men hj\u00e1 teimum, sum selja stu\u00f0la\u00f0u v\u00f8runa. F\u00e1a \u00f8ll, sum b\u00fagva til leigu ein stu\u00f0ul, so er til d\u00f8mis sera sannl\u00edkt, at allir leigupr\u00edsir fara upp, og stu\u00f0ulin endar t\u00e1 hj\u00e1 \u00fatleigarunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed hevur ta\u00f0 avgerandi t\u00fddning, at ein skipan vi\u00f0 b\u00fdlisstu\u00f0li ver\u00f0ur sett r\u00e6tt saman. Ta\u00f0 merkir til d\u00f8mis, at mann skal gera heilt greitt, hv\u00f8rjar treytir eru fyri at f\u00e1a stu\u00f0ulin, og at skipanin \u00ed mest m\u00f8guligan mun bert ver\u00f0ur sett \u00ed verk hj\u00e1 teimum, sum hava t\u00f8rv \u00e1 stu\u00f0linum. Hetta kann til d\u00f8mis vera gj\u00f8rt vi\u00f0 \u00edt\u00f8kiligum treytum um innt\u00f8kur, ognir, samanseting av h\u00fasarhaldi vi\u00f0 tali av b\u00f8rnum og so framvegis og hvussu n\u00f3gv pl\u00e1ss ver\u00f0ur mett ney\u00f0ugt til eitt sl\u00edkt h\u00faski. Hetta kann hava vi\u00f0 s\u00e6r, at f\u00f3lk ikki vi\u00f0 stu\u00f0li f\u00e1a atgongd til s\u00edtt dreymaheim, men skipanin er heldur ikki \u00e6tla\u00f0 til ta\u00f0. Hon er \u00e6tla\u00f0 til at hj\u00e1lpa teimum, sum eru \u00ed einari sperdari st\u00f8\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">L\u00cdTI\u00d0 GERST UTTAN TAK YVIR H\u00d8VDI\u00d0<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er onki at ivast \u00ed, at st\u00f8\u00f0an hj\u00e1 teimum ringast sperdu \u00ed okkara samfelag alla t\u00ed\u00f0ina hevur sta\u00f0i\u00f0 sera ovarliga \u00e1 breddanum hj\u00e1 hesari samgonguni. Til d\u00f8mis v\u00f3ru hj\u00e1lparpakkar \u00edm\u00f3ti inflati\u00f3n settir \u00ed gildi beinanvegin samgongan kom til, samstundis sum l\u00e1gl\u00f8narb\u00f3lkar hava fingi\u00f0 l\u00f8narlyft, me\u00f0an mi\u00f0all\u00f8nir og minni hava fingi\u00f0 ein skattal\u00e6tta. Hetta eru \u00e1t\u00f8k, sum hava veri\u00f0 ney\u00f0ug at fremja, men ta\u00f0 s\u00e6r ikki \u00fat til at raka n\u00f3g neyvt.<\/p>\n\n\n<div class=\"wp-block-image\">\n<figure class=\"alignleft size-full is-resized\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"300\" height=\"300\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-3922\" style=\"width:97px;height:auto\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/12\/Profilmynd_RuthVang-Framsokn2022-150x150.jpg 150w\" sizes=\"(max-width: 300px) 100vw, 300px\" \/><\/figure>\n<\/div>\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ruth Vang, landsst\u00fdriskvinna \u00ed f\u00edggjarm\u00e1lum, hevur lagt upp til at hyggja n\u00e6rri at hesum skipanum, so t\u00e6r raka betri, og hevur positivt nevnt b\u00fdlisstu\u00f0ulin sum eitt ambo\u00f0 sum v\u00e6l kann br\u00fakast. Vit eru p\u00fara samd \u00ed hesum, t\u00ed b\u00fdlisstu\u00f0ulin hevur tann st\u00f3ra fyrimunin, at ta\u00f0 kunnu vera grei\u00f0ar treytir vi\u00f0 hv\u00f8r f\u00e6r hann og stu\u00f0ulin fer heilt greitt til at tryggja tak yvir h\u00f8vdi\u00f0.<br><\/p>\n\n\n<div class=\"wp-block-image\">\n<figure class=\"alignleft size-large is-resized\"><img decoding=\"async\" width=\"967\" height=\"1024\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-967x1024.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-6323\" style=\"width:324px;height:auto\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-967x1024.jpg 967w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-283x300.jpg 283w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-768x813.jpg 768w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-1451x1536.jpg 1451w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-860x911.jpg 860w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024-1536x1627.jpg 1536w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/07\/Bylisstudul-2024.jpg 1934w\" sizes=\"(max-width: 967px) 100vw, 967px\" \/><\/figure>\n<\/div>\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er okkara v\u00f3n, at hetta m\u00e1li\u00f0 ver\u00f0ur vi\u00f0gj\u00f8rt n\u00e6rri \u00ed politisku skipanini \u00ed n\u00e6rmastu framt\u00ed\u00f0, so vit kunnu seta eina sl\u00edka skipan r\u00e6tt saman \u2013 ikki fyri at hj\u00e1lpa \u00f8llum, men fyri at hj\u00e1lpa teimum, sum hava t\u00f8rv \u00e1 hj\u00e1lp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Tann st\u00f8rsta einstaka avbj\u00f3\u00f0ingin \u00ed okkara samfelag \u00ed l\u00f8tuni er, at ta\u00f0 er sera trupult hj\u00e1 n\u00f3gvum at f\u00e1a tak yvir h\u00f8vdi\u00f0.Trupulleikin kann b\u00fdtast \u00ed fleiri partar. F\u00f3lkatali\u00f0 er \u00ed&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6323,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-6322","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6322","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6322"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6322\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6324,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6322\/revisions\/6324"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6323"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6322"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6322"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6322"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}