{"id":6391,"date":"2024-07-24T18:11:45","date_gmt":"2024-07-24T18:11:45","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6391"},"modified":"2024-07-24T18:20:47","modified_gmt":"2024-07-24T18:20:47","slug":"kongaminnid-byarmynd-i-nyggjum-hami","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/07\/24\/kongaminnid-byarmynd-i-nyggjum-hami\/","title":{"rendered":"Kongaminni\u00f0, b\u00fdarmynd \u00ed n\u00fdggjum hami"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">N\u00fa seinnapartin 23 juli, var l\u00edtil samkoma uppi vi\u00f0 Kongaminni\u00f0 fyri teimum, sum hava umv\u00e6lt b\u00e6\u00f0i umhv\u00f8rvi\u00f0 og sj\u00e1lvt Kongaminni\u00f0.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Borgarstj\u00f3rin bey\u00f0 \u00f8llum v\u00e6lkomnum ni\u00f0an \u00e1 Kongaminni\u00f0 og greiddi fr\u00e1, at Kongaminni\u00f0 var\u00f0 reist sum eitt minni um fyrstu donsku kongavitjanina \u00ed F\u00f8royum, t\u00e1 Kristian 9. kongur vitja\u00f0i beint undan \u00f3lavs\u00f8ku \u00ed 1874, t.v.s. fyri 150 \u00e1rum s\u00ed\u00f0an.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kristian 9. kongur kom \u00e1 land ni\u00f0ri \u00e1 Kongabr\u00fanni vi\u00f0 Eystaru v\u00e1g, sum var\u00f0 bygd j\u00fast til hetta sama h\u00f8vi\u00f0. So Kongabr\u00fagvin fyllir eisini 150 um dagarnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kongur bleiv fagna\u00f0ur vi\u00f0 hei\u00f0ursportri, fl\u00f8ggum og miklum l\u00f3gvabrestum av havnaf\u00f3lkum, sum v\u00f3ru komin oman at uppliva hesa h\u00e1t\u00ed\u00f0arligu og s\u00f8guligu hending.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Borgarstj\u00f3rin \u00ed Havn, sum um ta\u00f0 mundi\u00f0 var Andreas L\u00fctzen, var sj\u00e1lvandi eisini komin oman at taka \u00edm\u00f3ti kongi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta skuldi t\u00f3 v\u00edsa seg at gerast ein sorgarleikur, t\u00ed borgarstj\u00f3rin var so spentur, at hann fekk ein hjartatilbur\u00f0 \u00edme\u00f0an hann helt h\u00e1t\u00ed\u00f0arr\u00f8\u00f0una, og s\u00f8gan sigur, at hann doy\u00f0i \u00e1 sta\u00f0num \u00ed \u00f8rmunum \u00e1 kongi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kongur fekk so ringa samvitsku av hesum, at hann \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri lat eina st\u00f3ra peningag\u00e1vu til eftirsitandi familjuna hj\u00e1 L\u00fctzen borgarstj\u00f3ra, so leingi kona hansara livdi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Minnismerki\u00f0, sum vit \u00ed dag r\u00f3pa \u201cKongaminni\u00f0\u201d var\u00f0 reist \u00ed 1882 sum minni um vitjanina. Ta\u00f0 var navnframi gr\u00f3tla\u00f0arin, J\u00e1kup Andreas Arge, vanliga nevndur \u201cJampan\u201d, sum saman vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum fr\u00e6gum monnum st\u00f3\u00f0 fyri hesum arbei\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta fram\u00far vakra og neyva steinla\u00f0ingararbei\u00f0i\u00f0 s\u00edggja vit eisini aftur \u00ed \u00f8\u00f0rum av t\u00ed, sum J\u00e1kup Andreas Arge hevur la\u00f0a\u00f0, sum t.d. gamla Sparikassan \u00ed mi\u00f0b\u00fdnum \u00ed Havn og R\u00e1\u00f0h\u00fasi\u00f0 \u00e1 Vaglinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0, sum ey\u00f0kennir sta\u00f0i\u00f0, har Kongaminni\u00f0 er reist, er ta\u00f0 fram\u00far g\u00f3\u00f0a \u00fats\u00fdni\u00f0 oman yvir mi\u00f0b\u00fdin.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 greitt, at Kongaminni\u00f0 seinastu t\u00ed\u00f0ina hevur havt ymsar \u00e1b\u00f8tur og broytingar fyri ney\u00f0ini, solei\u00f0is at f\u00f3lk kunnu halda fram at nj\u00f3ta hendan vakra blettin og \u00fats\u00fdni\u00f0 yvir b\u00fdin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og n\u00fa \u00e6tlanin var, at Fr\u00ed\u00f0rikkur kongur skuldi vitja, var\u00f0 avr\u00e1tt at gera hesar \u00e1b\u00f8tur. \u00d8llum kunnugt var\u00f0 kongavitjanin \u00fatsett, men umv\u00e6lingararbei\u00f0i\u00f0 er kortini gj\u00f8rt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Kommunan hevur lati\u00f0 gera hetta umv\u00e6lingararbei\u00f0i\u00f0, sum n\u00fa er li\u00f0ugt. Og vit kunnu n\u00fa fegnast um, at n\u00fa ber til at koma ni\u00f0an \u00e1 Kongaminni\u00f0 eftir sl\u00f8ttum hj\u00e1 teimum, sum eru illa gongd, ella sum eru farin ein t\u00far vi\u00f0 barnavogni.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Gamla \u00f3javna asfalti\u00f0 og trappurnar eru skiftar \u00fat vi\u00f0 n\u00fdggjar gongusteinar \u00far f\u00f8royskum basalti, sum eru lagdir allan vegin fr\u00e1 Hoyv\u00edksvegnum og ni\u00f0an \u00e1 sj\u00e1lvt minnismerki\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Steinarnir eru sni\u00f0givnir og settir solei\u00f0is ni\u00f0ur, at teir samsvara vi\u00f0 la\u00f0ingina \u00e1 minnismerkinum sj\u00e1lvum. N\u00fdggj rekkverk eru eisini gj\u00f8rd, sum ein kann sti\u00f0ja seg til allan vegin ni\u00f0an\u00e1, seg\u00f0i He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann nevndi s\u00ed\u00f0an tey, sum hegnisliga hava loyst hesa uppg\u00e1vuna fyri T\u00f3rshavnar kommunu:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya Gr\u00f3tvirki, sum hevur skori\u00f0 gongusteinarnar \u00far basalti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spf. Havin, sum hava sta\u00f0i\u00f0 fyri at taka gamla asfalti\u00f0 og skervin oman av, at umv\u00e6la g\u00f8tuna vi\u00f0 n\u00fdggjum tilfari, og leggja flag \u00e1 kantarnar allan vegin ni\u00f0an \u00e1 Kongaminni\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spf. Basalt hava sta\u00f0i\u00f0 fyri at la\u00f0a\u00f0 n\u00fdggju g\u00f8tuna upp \u00far f\u00f8royskum hagagr\u00f3ti, at steinseta og at byggja n\u00fdggja rekkverki\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spf Basalt hevur eisini sni\u00f0givi\u00f0 og evna\u00f0 tr\u00edggjar n\u00fdggjar fittligar beinkir, eisini \u00far f\u00f8royskum gr\u00f3ti og timbri, har f\u00f3lk kunnu sessast og nj\u00f3ta g\u00f3\u00f0a \u00fats\u00fdni\u00f0 yvir b\u00fdin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spf. M\u00e1larin (vi\u00f0 m\u00e1larameistara J\u00f3n vi\u00f0 Neyst), hevur renovera\u00f0 litin \u00e1 kongaliga monogramminum hj\u00e1 Christiani 9 \u00e1 sy\u00f0ru s\u00ed\u00f0uni \u00e1 minnismerkinum, umframt at hava fingi\u00f0 fram aftur stavirnar: \u201cMed Gud for \u00e6re og ret\u201d \u00e1 nor\u00f0aru s\u00ed\u00f0uni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spf. M\u00fararin, (vi\u00f0 J\u00f3nasi Hjaltalin) hevur sta\u00f0i\u00f0 fyri at umv\u00e6la sj\u00e1lvt minnismerki\u00f0 og at endurn\u00fdggja brotfl\u00edsar og trappurnar \u00e1 fundamentinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og \u00ed umsitingini hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu, hevur verk\u00e6tlanin veri\u00f0 st\u00fdrd av Bjarna Poulsen \u00ed st\u00e1pinum hj\u00e1 Teknisku Deild, saman vi\u00f0 starvsf\u00f3lkum \u00e1 B\u00fdarskipanardeildini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Eg skal vegna T\u00f3rshavnar kommunu takka \u00f8llum teimum, sum hava arbeitt vi\u00f0 hesi verk\u00e6tlani, og ikki minst ein st\u00f3r t\u00f8kk til grannar og \u00edb\u00fagvar her \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum fyri tolsemi og v\u00e6lvild, me\u00f0an arbeitt hevur veri\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&nbsp;V\u00f3nandi eru tit \u00f8ll gla\u00f0 fyri \u00farsliti\u00f0. Hjartaliga takk fyri og v\u00f3nandi ver\u00f0ur arbei\u00f0i\u00f0 til gle\u00f0i fyri \u00f8ll, seg\u00f0i borgarstj\u00f3rin at enda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sup><sub>Kelda &amp; mynd torshavn.fo<\/sub><\/sup><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fa seinnapartin 23 juli, var l\u00edtil samkoma uppi vi\u00f0 Kongaminni\u00f0 fyri teimum, sum hava umv\u00e6lt b\u00e6\u00f0i umhv\u00f8rvi\u00f0 og sj\u00e1lvt Kongaminni\u00f0. Borgarstj\u00f3rin bey\u00f0 \u00f8llum v\u00e6lkomnum ni\u00f0an \u00e1 Kongaminni\u00f0 og greiddi fr\u00e1,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6392,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-6391","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6391","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6391"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6391\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6393,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6391\/revisions\/6393"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6392"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6391"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6391"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6391"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}