{"id":6505,"date":"2024-08-12T10:13:06","date_gmt":"2024-08-12T10:13:06","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6505"},"modified":"2024-08-12T10:13:36","modified_gmt":"2024-08-12T10:13:36","slug":"fiskifroedin-er-orsoekin-til-litla-toskastovnin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/08\/12\/fiskifroedin-er-orsoekin-til-litla-toskastovnin\/","title":{"rendered":"Fiskifr\u00f8\u00f0in er ors\u00f8kin til l\u00edtla toskastovnin"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri fiskivinnugransking ver\u00f0ur \u00farsliti\u00f0 ein kollvelting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskimenn siga: Fortel m\u00e6r okkurt, sum eg ikki veit.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politikarar \u00e1ttu at spurt, hv\u00ed fiskifr\u00f8\u00f0in oftast\/alt\u00ed\u00f0 tekur feil. Eisini \u00e1ttu teir at spurt, hvar allur fiskurin er, sum vit seinastu 20 \u00e1rini hava goymt til framt\u00ed\u00f0ina. Gj\u00f8rdu teir ta\u00f0, h\u00f8vdu teir vita, at \u00farslit m\u00f3ts\u00e6tt fiskifr\u00f8\u00f0ini, kunnu ver\u00f0a r\u00f8tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 n\u00f3gvum str\u00ed\u00f0i \u00ed n\u00f3gv \u00e1r, kann eg vi\u00f0 sera st\u00f3rari vissu siga (&gt;99%) at ikki ber til at goyma fiskin \u00ed sj\u00f3num. Eg havi gj\u00f8rt eitt \u201cmodel\u201d, solei\u00f0is at eg kann broyta t\u00f8l og simulera, alt eg higartil havi havt br\u00fak fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 at, simulera allar \u00e1rgangir fr\u00e1 1959-2017, har vit goyma v\u00e6l av 2&amp;3 \u00e1ra gomlum toski, sum vit \u00ed sta\u00f0in fiska komandi \u00e1rini, sum eldri og st\u00f8rri fisk, ber til at eftirkanna, um ta\u00f0 loysir seg at goyma fiskin \u00ed sj\u00f3num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskifr\u00f8\u00f0in v\u00edsur bara \u00fatrokningar og metingar \u00fat fr\u00e1 mi\u00f0alt\u00f8lum og mettum t\u00f8lum. M\u00e6r vitandi er hetta fyrstu fer\u00f0, ta\u00f0 er gj\u00f8rt vi\u00f0 v\u00edsandilgum t\u00f8lum, fyri allar \u00e1rgangir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00dar hesum \u00e1rum velja vit \u00e1rini 1980-2007. Datagrundarlagi\u00f0 hesi \u00e1r er v\u00e6l betri. Og \u00e1rgangin 2007 fiska vit fram til 2017 og kanska nakrar f\u00e1ar fiskar seinni. Restin av \u00e1runum, 1959-1979 eru eisini simulera og er munurin t\u00e1 1,51%<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"752\" height=\"452\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj1-1.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-6508\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj1-1.png 752w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj1-1-300x180.png 300w\" sizes=\"(max-width: 752px) 100vw, 752px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tilsamans fiska\u00f0u vit 550.000 tons av toski, \u00far hesum 28 \u00e1rgangum. Simuleringin v\u00edsur, at vei\u00f0an \u00f8kist \u00f8kt vei\u00f0una 4.060 tons. Ta\u00f0 er ein \u00f8king upp\u00e1 144,98 tons pr. \u00e1r ella 0,74%. &nbsp;Ta\u00f0 er ein v\u00f8kstur, men:<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\">\n<li>\u00datseta vit vei\u00f0una og lesa hagt\u00f8l fyri avreiddar st\u00f8ddir, fiskapr\u00edsir og \u00f3br\u00faktar dagar, s\u00edggja vit, vi\u00f0 berum eygum, uttan at rokna, at vei\u00f0an ver\u00f0ur v\u00e6l l\u00e6gri og ikki h\u00e6gri. Ta\u00f0 kann eisini roknast.<\/li>\n\n\n\n<li>At goyma fiskin og fiska meira seinni treytar; at fiskatorvur bl\u00edva st\u00f8rri, tilsvarandi meira f\u00f8\u00f0i er \u00ed sj\u00f3num, skip\/b\u00e1tar \u00f8kja effektivitetin 25%, at vei\u00f0an er \u00ed mun til fiskar \u00ed havinum, at f\u00f8\u00f0i \u00e1 hv\u00f8rjum mi\u00f0i er uttan t\u00eddning, at v\u00edsindaliga greinin, at svangur fiskur tekur betri l\u00edni, er skeiv.<\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datrokningin omanfyri tekur ikki h\u00e6dd fyri t\u00ed, nevnt er \u00ed punkt 1&amp;2. Umframt eru fleiri a\u00f0rir faktorar, sum samb\u00e6rt fiskifr\u00f8\u00f0i, hava st\u00f3ra \u00e1virkan skeiva vegin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita vi\u00f0 vissu, at rokna vit hetta upp\u00ed, so manglar n\u00f3gv \u00ed, at til ber til at goyma fiskin \u00ed sj\u00f3num.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00c1rligur v\u00f8kstur hj\u00e1 toski<\/h2>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img decoding=\"async\" width=\"752\" height=\"452\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj2-1.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-6509\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj2-1.png 752w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj2-1-300x180.png 300w\" sizes=\"(max-width: 752px) 100vw, 752px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vanliga ver\u00f0ur rokna vi\u00f0 20% n\u00e1tt\u00farligum dey\u00f0a hj\u00e1 toski. Ta\u00f0 merkir, at skal toskastovnurin ikki minka, krevst v\u00f8kstur \u00e1 25% hv\u00f8rt \u00e1r. \u00c1rligur v\u00f8kstur er \u00f3javnum, men vit s\u00edggja, at \u00ed mi\u00f0al, veksur toskur eldri enn 4 \u00e1r \u00e1javnt vi\u00f0 og minni enn n\u00e1tt\u00farligur dey\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00dat fr\u00e1 myndini og vi\u00f0 vitanini hj\u00e1 sj\u00f3monnum, bar til at siga frammanundan, at \u00farslit av simuleringini bleiv, at ta\u00f0 ikki loysir seg at goyma fiskin \u00ed sj\u00f3num.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Eftirkannan og kalibrering<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Myndin v\u00edsur stovnsst\u00f8dd \u00ed 1000 stk av \u00e1rgangum f\u00f8ddir 1957-2007. \u00cd 2017 eru teir 10 \u00e1ra gamlir og sostatt eru t\u00f8lini fram til 2017.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img decoding=\"async\" width=\"752\" height=\"693\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj3.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-6510\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj3.png 752w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj3-300x276.png 300w\" sizes=\"(max-width: 752px) 100vw, 752px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftirkanna er, fyri at s\u00edggja mun \u00e1, ymiskum m\u00e1tum at simulera vei\u00f0u. Simulering av 1990 og 1982 \u00e1rgangum gevur ikki sama tal \u00ed stovninum, t\u00ed simulera er eftir vei\u00f0u \u00ed \u00e1v\u00edsum \u00e1rum og ikki \u00ed mun til \u00fatrokna\u00f0 tal av toski \u00ed hv\u00f8rjum \u00e1rgangi. Onkur \u00e1r br\u00fakar simuleringin fleiri fiskar, enn ta\u00f0 v\u00f3ru \u00ed stovninum og onnur \u00e1r f\u00e6rri. Ta\u00f0 gevur sj\u00e1lvandi ein misv\u00edsing, sum ta\u00f0 t\u00f3 ber til, at fyrihalda seg til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum myndin v\u00edsur eru fr\u00e1vikini sera l\u00edtil. Ta\u00f0 skulu g\u00f3\u00f0 eygu og litir til, fyri at s\u00edggja munin. Ta\u00f0 sigur okkum, at ta\u00f0 er ikki st\u00f3rur munur \u00e1, um vit fiska eftir einum leisti ella eftir \u00f8\u00f0rum leisti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onnur simulering, sum ikki er vi\u00f0 \u00ed hesum, v\u00edsur ennt\u00e1, at fiska vit meira av yngstu \u00e1rgangunum, so gevur ta\u00f0 sama \u00farslit sum at fiska meira ella minni. Ta\u00f0 er ein logisk fr\u00e1grei\u00f0ing upp\u00e1 hv\u00ed so er.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00darslit av simulering valdast, t\u00f8lini vit br\u00faka. Hyggja vit eftir \u00farsliti av simulering av vei\u00f0u samsvarandi vei\u00f0u av 1982 og 1990 \u00e1rgangunum, v\u00edsa hesar at simuleringin samsvarandi &nbsp;1982 \u00e1rganginum gevur meira, og samsvarandi 1990 \u00e1rgangurin gevur minni.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"752\" height=\"452\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj4.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-6511\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj4.png 752w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2024\/08\/evj4-300x180.png 300w\" sizes=\"(max-width: 752px) 100vw, 752px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Simulering samb\u00e6rt 1982 \u00e1rganginum ger stovnin st\u00f8rri enn hann var. T\u00e1 betrast \u00farsliti\u00f0 av papp\u00edrsfiskum \u00ed telduni, sum t\u00f3 ikki er \u00ed sj\u00f3num. Fyri 1990 \u00e1rgangin kann ta\u00f0 m\u00f3ts\u00e6tta henda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 merkir, at h\u00f8ga vei\u00f0utr\u00fdsti \u00e1 ungan fisk, \u00e1 1982 \u00e1rgangin, gevur meira fisk, enn l\u00e1ga vei\u00f0utr\u00fdsti, eftir yngstu \u00e1rgangunum, \u00e1 1990 \u00e1rgangin. Ta\u00f0 indikerar, at ta\u00f0 beinlei\u00f0is gevur st\u00f8rri vei\u00f0u og \u201cst\u00f8rri stovn\u201d at fiska eins og \u00ed 1982 \u00e1rgangin, heldur enn at fiska eins og vit gj\u00f8rdu vi\u00f0 1990 \u00e1rgangin.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er t\u00ed pr\u00f3gva, v\u00edsindaliga, at ta\u00f0 ikki ber til at goyma fiskin \u00ed sj\u00f3num. Ta\u00f0 merkir samstundis at r\u00e1\u00f0gevingin fr\u00e1 ICES og Havstovuni er skeiv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann sj\u00e1lvandi eisini skrivast, sum v\u00edsindalig grein, PhD, Dr. Philos ella hvussu f\u00ednt ta\u00f0 skal ver\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita, hvat er hent a\u00f0rasta\u00f0ni, h\u00f3ast fiskifr\u00f8\u00f0in \u00ed 50 \u00e1r hevur bj\u00f3\u00f0a okkum meira fisk. T\u00ed merkir ta\u00f0, at lurta vit eftir Havstovuni og ICES, so m\u00e1 roknast vi\u00f0, at landgrunnurin ver\u00f0ur stongdur fyri allari vei\u00f0u, eins og F\u00f8roya banki, \u00ed minst 20 \u00e1r og helst til \u00e6vigar t\u00ed\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Uppsj\u00f3var kvotur, barentshavi og island ver\u00f0a skorin eftir sama leisti og har er gongdin hin sama, t\u00f3 at vit ikki eru komin eins langt. Men vit eru all\u00edkav\u00e6l komin r\u00e6ttuliga n\u00f3gv longri enn teir, sum eru \u00ed hesum vinnum eru grei\u00f0ir yvir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg kann sj\u00e1lvandi skriva eina Dr. Philos. Men F\u00f8royar eru \u00e1vegis konkurs og hin seinasti fiskima\u00f0urin er helst f\u00f8ddur. Endam\u00e1li\u00f0 fr\u00e1 byrjan var, at sleppa undan hesum, men t\u00ed\u00f0in rennur undan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eivind Jacobsen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskivinnugranskari<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Strendur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri fiskivinnugransking ver\u00f0ur \u00farsliti\u00f0 ein kollvelting. Fiskimenn siga: Fortel m\u00e6r okkurt, sum eg ikki veit. Politikarar \u00e1ttu at spurt, hv\u00ed fiskifr\u00f8\u00f0in oftast\/alt\u00ed\u00f0 tekur feil. Eisini \u00e1ttu teir at spurt, hvar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":3296,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113],"tags":[],"class_list":["post-6505","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6505","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6505"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6505\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6512,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6505\/revisions\/6512"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/3296"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6505"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6505"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6505"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}