{"id":6539,"date":"2024-08-22T17:53:08","date_gmt":"2024-08-22T17:53:08","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6539"},"modified":"2024-08-22T17:54:32","modified_gmt":"2024-08-22T17:54:32","slug":"til-minnis-um-ola-jakup-rolantsson","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/08\/22\/til-minnis-um-ola-jakup-rolantsson\/","title":{"rendered":"Til minnis um \u00d3la J\u00e1kup R\u00f3lantsson"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Ta\u00f0 var vi\u00f0 st\u00f3rari sorg, at vit t\u00fdsdagin mistu okkara g\u00f3\u00f0a vin og starvsfelaga \u00e1 r\u00e1\u00f0h\u00fasinum, \u00d3la J\u00e1kup R\u00f3lantsson. H\u00f3ast hann hev\u00f0i drigist vi\u00f0 heilsuligar avbj\u00f3\u00f0ingar \u00ed mong \u00e1r, h\u00f8vdu vit ikki v\u00e6nta\u00f0 hetta, t\u00ed okkara v\u00f3n var, at alt skuldi ganga v\u00e6l og at hann skuldi koma skj\u00f3tt fyri seg aftur.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvur var \u00d3la J\u00e1kup ikki hann, i\u00f0 gramdi seg um s\u00edna heilsust\u00f8\u00f0u ella tosa\u00f0i um sj\u00faku. Ta einu fer\u00f0ina, hann \u00ed einum bla\u00f0 var\u00f0 spurdur, n\u00e6r hann var \u00ed g\u00f3\u00f0um lag, svara\u00f0i hann stutt og greitt: T\u00e1 heilsan er g\u00f3\u00f0! N\u00f3gv meira enn ta\u00f0 leg\u00f0i hann ikki \u00ed at tosa um seg sj\u00e1lvan og s\u00edna st\u00f8\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d3la J\u00e1kup var f\u00f8ddur tann 27. mai \u00ed 1956 og vaks upp \u00e1 Heimb\u00f8 \u00ed S\u00f8ldarfir\u00f0i. Foreldrini v\u00f3ru R\u00f3lant Olsen, \u00e6tta\u00f0ur \u00far S\u00f8ldarfir\u00f0i, og Bodil, f\u00f8dd Vestergaard og \u00e6tta\u00f0 \u00far Sumba. \u00d3la J\u00e1kup var yngstur av f\u00fdra systkjum, og hini v\u00f3ru Dagbj\u00f8rt, Herv\u00f8r og J\u00f3anis. Systrarnar b\u00e1\u00f0ar f\u00f3ru vi\u00f0 stuttum millumbili \u00ed 2022, so n\u00fa er eldri beiggin tann einasti, i\u00f0 er eftir av teimum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eingin ivi var um, at \u00d3la J\u00e1kup var s\u00f8ldfir\u00f0ingur vi\u00f0 st\u00f3ra S, og mangan fortaldi hann um s\u00edn uppv\u00f8kstur vi\u00f0 k\u00fagv \u00ed kjallaranum, sk\u00fala, umhv\u00f8rvi, sey\u00f0ahaldi og \u00f8\u00f0rum. Hartil var hann sera \u00e6ttk\u00e6rur og eisini errin av at vera h\u00e1lvur sumbingur, og javnan vitja\u00f0i hann su\u00f0ur til r\u00f8turnar \u00ed m\u00f3\u00f0urlegg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00f8ldfir\u00f0ingum l\u00edkt, hev\u00f0i hann eisini st\u00f3ran \u00e1huga fyri og st\u00f3ra vitan um bilar, og ta\u00f0 var millum anna\u00f0 ein av fleiri felags \u00e1hugam\u00e1lum, vit b\u00e1\u00f0ir h\u00f8vdu. Eisini kundu vit tosa um t\u00f3nleikin, i\u00f0 var\u00f0 sp\u00e6ldur fyrr \u00ed t\u00ed\u00f0ini, og \u00d3la J\u00e1kup var alt\u00ed\u00f0 fyrikomandi og fittur at vera saman vi\u00f0. Solei\u00f0is kn\u00fdttu vit g\u00f3\u00f0 vinarbond fyri mongum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3nleikurin fylti n\u00f3gv hj\u00e1 honum, og fyrst og fremst h\u00f8vdu rock- og countryt\u00f3nleikur hansara st\u00f3ra \u00e1huga. Sum ungur var hann \u00ed brei\u00f0astu merking vi\u00f0 \u00ed t\u00f3nleikal\u00edvinum \u00ed heimbygdini, og fekk hann ein gittara \u00ed hondina \u2013 sum hann \u00e1tti fleiri av \u2013 hoyrdist skj\u00f3tt, hvussu kringur hann var vi\u00f0 streingjunum. \u00d3la J\u00e1kup hev\u00f0i \u00e6tla\u00f0 at innr\u00e6tta bilh\u00fasi\u00f0 til t\u00f3nleikastudio, so hann og vinmenn kundu hugna s\u00e6r har vi\u00f0 t\u00f3nleikinum, men hetta kom hann ikki til at uppliva.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann gekk eitt skei\u00f0 \u00e1 F\u00f8roya F\u00f3lkah\u00e1sk\u00fala \u00ed 1977, og \u00ed summar hittust fleiri av teimum aftur til hugnaliga samveru. T\u00e1 v\u00f3ru f\u00fdra av teimum farin, og n\u00fa gj\u00f8rdist \u00d3la J\u00e1kup sj\u00e1lvur tann fimti. Sum hj\u00e1 so mongum ungum, gekk lei\u00f0in s\u00ed\u00f0ani \u00ed Hoydalar, har hann \u00ed 1979 t\u00f3k HF-pr\u00f3gv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sama \u00e1r byrja\u00f0i so ein long yrkislei\u00f0 \u00e1 Dagbla\u00f0num, har hann \u00f8ll \u00e1rini var ein av berandi kreftunum \u00e1 redakti\u00f3nini, umframt at hann \u00ed eini tvey \u00e1r var bla\u00f0stj\u00f3ri \u00e1 bla\u00f0num fyrst \u00ed 90-unum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt skifti f\u00f3r \u00d3la J\u00e1kup til Noregs at \u00fatb\u00fagva seg, serliga t\u00e1 i\u00f0 umr\u00e1ddi olju og samskipan. Eisini gav hann \u00fat b\u00f3k um oljuvinnuna \u00ed Noregi \u00e1 norskum og enskum m\u00e1li, og s\u00ed\u00f0ani hevur hann sta\u00f0i\u00f0 fyri n\u00f3gvum t\u00ed\u00f0arritum og \u00fatg\u00e1vum, og millum anna\u00f0 hevur hann veri\u00f0 uppi \u00ed fleiri b\u00f3ka\u00fatg\u00e1vum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00ed\u00f0st \u00ed 90-unum f\u00f3r hann \u00ed \u00datvarpi\u00f0 at gera sendingina Koyribreytin, i\u00f0 samantvinna\u00f0i \u00e1hugan fyri bilum og fer\u00f0slu og ikki minst t\u00ed serliga \u201fkoyrit\u00f3nleikinum\u201d, i\u00f0 sj\u00e1lvandi var country. Um hetta mundi\u00f0 fann hann saman vi\u00f0 Lailu Jacobsen, sum er \u00far Sk\u00e1lav\u00edk, og gj\u00f8rdu tey eisini n\u00f3gvar sendingar \u00ed felag. Tey b\u00e6\u00f0i f\u00f3ru s\u00ed\u00f0ani \u00e1 R\u00e1s 2 at arbei\u00f0a, og eftir ta\u00f0 var \u00d3la J\u00e1kup \u00ed fleiri \u00e1r dr\u00edvmegin aftan fyri VikuBla\u00f0i\u00f0, sum t\u00e1 var\u00f0 bori\u00f0 \u00ed hv\u00f8rt h\u00fas \u00ed landinumm.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 2010 kom \u00d3la J\u00e1kup at starvast sum mi\u00f0lasamskipari hj\u00e1 b\u00fdr\u00e1\u00f0num, og hann syrgdi fyri at mi\u00f0la alt ta\u00f0 politiska arbei\u00f0i\u00f0 \u00ed kommununi. \u00c1\u00f0renn og eftir hv\u00f8nn b\u00fdr\u00e1\u00f0sfund sendi hann kunning \u00fat, og skuldu onkur t\u00ed\u00f0indi berast ella grei\u00f0ast fr\u00e1 spennandi \u00e6tlanum, fekk hann vi\u00f0 s\u00ednum l\u00e6tta penni sett alt so v\u00e6l og greitt saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d3la J\u00e1kup var menta\u00f0ur ma\u00f0ur og hev\u00f0i lisi\u00f0 n\u00f3gv, og hann var\u00f0 ikki tikin \u00ed brei\u00f0ari almennari vitan, t\u00ed ta\u00f0 fanst ikki ta\u00f0 evni, hann ikki visti okkurt um ella skj\u00f3tt dugdi at seta seg inn\u00ed. M\u00e1loyra hev\u00f0i hann sum f\u00e1ur, og honum l\u00e1 \u00e1 hjarta at r\u00f8kja f\u00f8royska m\u00e1li\u00f0 v\u00e6l og vir\u00f0iliga, samstundis sum hann var k\u00f8nur \u00ed \u00f8\u00f0rum m\u00e1lum vi\u00f0, kanska serliga nor\u00f0urlendskum m\u00e1lum og enskum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 r\u00e1\u00f0h\u00fasinum minnast vit hann n\u00fa sum ein g\u00f3\u00f0an vin og ein g\u00f3\u00f0an starvsfelaga, i\u00f0 alt\u00ed\u00f0 gav s\u00e6r stundir til at tosa og veglei\u00f0a, t\u00ed hollur var hann \u00ed r\u00e1\u00f0um, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 sn\u00fa\u00f0i seg um dagsins gerning og ymisk m\u00e1l, i\u00f0 v\u00f3ru uppi \u00ed t\u00ed\u00f0ini. Aftur her kom hansara holla vitan um \u00f8ll samfelagsm\u00e1l og samfelagsvi\u00f0urskifti kommununi til g\u00f3\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Laila og \u00d3la J\u00e1kup fingu 25 \u00e1r saman, og tann 1. mai \u00ed \u00e1r kundu tey halda postal\u00ednbr\u00fadleypsdag, t\u00ed tey h\u00f8vdu veri\u00f0 gift \u00ed 20 \u00e1r. Sj\u00e1lvt giftarm\u00e1li\u00f0 fingu tey skj\u00f3tt \u00ed lag, t\u00e1 i\u00f0 tey skuldu \u00e6ttlei\u00f0a d\u00f3ttir s\u00edna, Theresu Fei, t\u00ed t\u00e1 i\u00f0 tey skuldu skriva undir papp\u00edrini, skuldu tey millum anna\u00f0 skriva, n\u00e6r tey v\u00f3ru gift, og so var bara at f\u00e1a eisini ta\u00f0 gj\u00f8rt. Theresa var teimum eitt satt b\u00f8narsvar, so tey kundu gerast foreldur, eftir at tey til f\u00e1n\u00fdtis h\u00f8vdu roynt fleiri vi\u00f0ger\u00f0ir fyri barnloysi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri sjey \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani bygdu tey s\u00e6r eini fitt og snotilig h\u00fas Oman Gil \u00ed Hoyv\u00edk, og ikki minst gekk \u00d3la J\u00e1kup h\u00f8gt upp\u00ed, hvussu h\u00fasini skuldu gerast og hvussu alt skuldi vera uttan um h\u00fasini. Fitt \u00ed hondunum v\u00f3ru tey b\u00e6\u00f0i, og ta\u00f0 hevur alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 hugnaligt og gott at komi\u00f0 \u00e1 g\u00e1tt \u00ed heimi teirra. Hetta gj\u00f8rdist veruliga eitt fevnandi heim vi\u00f0 s\u00e1l, har tey tr\u00fd kundu fj\u00e1lga um s\u00edna l\u00edtlu familju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt\u00ed\u00f0 hava tey havt gongd \u00ed onkrum, virkin sum tey hava veri\u00f0, og s\u00ed\u00f0ani 2005 hava tey skipa\u00f0 fyri bussfer\u00f0um til Stettin \u00ed Polandi \u00ed b\u00e6\u00f0i p\u00e1ska- og heystferiuni, har f\u00f8royingar \u00ed st\u00f3rum tali eru farnir til tannl\u00e6kna, optikara, handils ella bara fyri at uppliva P\u00f3land. Fer\u00f0al\u00f8gini hava vanliga talt millum 25 og 30 f\u00f3lk, og fleiri hava veri\u00f0 vi\u00f0 \u00e1 hesum v\u00e6l fyrireika\u00f0u og skipa\u00f0u fer\u00f0um fleiri fer\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa er \u00d3la J\u00e1kup farin s\u00edna seinastu fer\u00f0, i\u00f0 gj\u00f8rdist l\u00edka \u00f3v\u00e6nta\u00f0, sum so ofta er. Meiri enn so hava bo\u00f0 veri\u00f0 eftir honum \u00e1\u00f0ur, t\u00ed heilsust\u00f8\u00f0an hevur veri\u00f0 \u00e1lvarslig, men hv\u00f8rja fer\u00f0 hevur hann h\u00f3ra\u00f0 undan. Fyri einum g\u00f3\u00f0um \u00e1ri s\u00ed\u00f0ani gj\u00f8rdist hann pensionistur og hevur s\u00ed\u00f0ani arbeitt ni\u00f0ursetta t\u00ed\u00f0, men framvegis l\u00edka \u00e1gr\u00fdtin og \u00e1byrgdarfullur, og hann hev\u00f0i s\u00ednar arbei\u00f0sdagar \u00e1 r\u00e1\u00f0h\u00fasinum l\u00edka til ta\u00f0 s\u00ed\u00f0sta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Nokk so sigandi um \u00d3la J\u00e1kup var ta\u00f0, sum hann \u00ed desembur 2021 skriva\u00f0i \u00ed einum lesarabr\u00e6vi um koppseting og sj\u00faku, t\u00e1 i\u00f0 hann j\u00fast hev\u00f0i fingi\u00f0 ta\u00f0 tri\u00f0ja priki\u00f0 vi\u00f0 koronukoppseting: \u201cB\u00edblian l\u00e6rir ikki, at vit sleppa undan sj\u00faku og l\u00ed\u00f0ingum. Ta\u00f0 er ein nat\u00farligur partur av hesum syndiga heimi. Hinvegin l\u00e6rir B\u00edblian, at uttan mun til, hvat hendir m\u00e6r, eri eg \u00ed Guds hondum, \u00ed hansara var\u00f0veitslu.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Solei\u00f0is var \u00d3la J\u00e1kup, at hann trygt leg\u00f0i seg og s\u00edtt \u00ed Guds hendur og \u00ed hansara var\u00f0veitslu, og so r\u00e1ddi bara um at taka ta\u00f0, sum kom, solei\u00f0is sum ta\u00f0 n\u00fa fall \u00ed hansara lut. T\u00fdsdagin var so t\u00edmaglasi\u00f0 runni\u00f0, og eg m\u00e1 bara dr\u00fdpa h\u00f8vur og sta\u00f0festa, at saknurin \u00e1 r\u00e1\u00f0h\u00fasinum ver\u00f0ur st\u00f3rur og eitt st\u00f3rt t\u00f3mr\u00fam stendur eftir, n\u00fa g\u00f3\u00f0i og tr\u00fafasti vinurin ikki er meira.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u Laila og Theresa vi\u00f0 familju! Jesus p\u00e1pi styrki tykkum og fylgi tykkum \u00ed hesum sv\u00e1ru d\u00f8gum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00edl \u00ed fri\u00f0i, g\u00f3\u00f0i \u00d3la J\u00e1kup! Takk fyri t\u00edn vinskap og tr\u00faskap, sum ongant\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur gloymdur!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vegna starvsfelagar og T\u00f3rshavnar kommunu<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>He\u00f0in Mortensen<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>borgarstj\u00f3ri<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>torshavn.fo<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Ta\u00f0 var vi\u00f0 st\u00f3rari sorg, at vit t\u00fdsdagin mistu okkara g\u00f3\u00f0a vin og starvsfelaga \u00e1 r\u00e1\u00f0h\u00fasinum, \u00d3la J\u00e1kup R\u00f3lantsson. H\u00f3ast hann hev\u00f0i drigist vi\u00f0 heilsuligar avbj\u00f3\u00f0ingar \u00ed mong \u00e1r, h\u00f8vdu&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6540,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-6539","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6539","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6539"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6539\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6541,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6539\/revisions\/6541"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6540"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6539"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6539"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6539"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}