{"id":6566,"date":"2024-09-09T13:36:02","date_gmt":"2024-09-09T13:36:02","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6566"},"modified":"2024-09-09T13:36:03","modified_gmt":"2024-09-09T13:36:03","slug":"hestfragreidingin-hja-buskaparradnum-komin-tey-siga-millum-anna-at-vit-skullu-haekka-pensjonsaldurin-avtaka-fiskavirkisskipanina-hetta-skrivar-landsbankin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/09\/09\/hestfragreidingin-hja-buskaparradnum-komin-tey-siga-millum-anna-at-vit-skullu-haekka-pensjonsaldurin-avtaka-fiskavirkisskipanina-hetta-skrivar-landsbankin\/","title":{"rendered":"Hestfr\u00e1grei\u00f0ingin hj\u00e1 B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num komin, Tey siga millum anna, at vit skullu h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin, avtaka fiskavirkisskipanina. Hetta skrivar Landsbankin."},"content":{"rendered":"\n<h1 class=\"wp-block-heading\">H\u00e6kka pensj\u00f3naldurin<\/h1>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Eitt \u00e1tak, i\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0, er at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin. Umframt at ta\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 b\u00f8tir ta\u00f0 eisini um haldf\u00f8ri\u00f0.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt \u00e1tak, i\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0, er at \u00f8kja um \u00e1rini \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum. Ta\u00f0 kann gerast vi\u00f0 at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin. Ta\u00f0 er vanligt, at broytingar \u00ed pensj\u00f3nsaldrinum skula fr\u00e1bo\u00f0ast 10 \u00e1r frammanudan t\u00e6r taka vi\u00f0, og t\u00ed er umr\u00e1\u00f0andi at fremja broytingarnar \u00ed pensj\u00f3naldrinum beinanvegin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin betrar eisini um f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri, t\u00ed ta\u00f0 b\u00f8tir um lutfalli\u00f0 millum tey sum eru \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum og tey sum eru uttanfyri arbei\u00f0smarkna\u00f0in. Pensj\u00f3nsaldurin eigur \u00ed minsta lagi at fylgt eini indeksering, i\u00f0 merkir, at pensj\u00f3nsaldurin h\u00e6kkar so hv\u00f8rt, sum restlivit\u00ed\u00f0in hj\u00e1 pensj\u00f3nistum h\u00e6kkar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Restlivit\u00ed\u00f0in hj\u00e1 f\u00f3lki, i\u00f0 hava rokki\u00f0 pensj\u00f3nsaldur, er t\u00f3 longu h\u00e6kka\u00f0 vi\u00f0 4 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani 1988, uttan at pensj\u00f3nsaldurin er \u00f8ktur samsvarandi, og vit eru, sum n\u00fa er, aftur\u00far vi\u00f0 at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin. T\u00e1 i\u00f0 pensj\u00f3nsaldurin ikki h\u00e6kkar samstundis sum livi\u00e1rini gerast fleiri, f\u00f8rir ta\u00f0 til ein \u00f3javnv\u00e1g \u00ed lutfallinum millum h\u00e6kkandi \u00fatrei\u00f0slur til pensj\u00f3n og relativt f\u00e6rri skattainnt\u00f8kur fr\u00e1 arbei\u00f0sinnt\u00f8kum \u00ed arbei\u00f0sl\u00edvinum og ta\u00f0 hongur ikki saman \u00ed longdini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ney\u00f0ugt er t\u00ed at stilla pensj\u00f3nsaldurin, so \u00f8kti livialdurin ikki einans fer til fleiri \u00e1r \u00e1 pensj\u00f3n, men eisini til fleiri virkin \u00e1r \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum. Ney\u00f0ugt er t\u00ed at seta fer\u00f0ina upp \u00e1 javningini \u00e1 \u00e1ram\u00e1lunum \u00ed \u00e1vikavist arbei\u00f0s- og pensj\u00f3nsl\u00edvinum fyri at gera f\u00edggjarpolitikkin haldf\u00f8ran.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Avtak fiskavirkisskipanina<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Fiskavirkisskipanini skeiklar arbei\u00f0smarkna\u00f0in. Skipanin er ein for\u00f0ing fyri, at arbei\u00f0smegin \u00ed skipanini leitar s\u00e6r til a\u00f0rar vinnur, har arbei\u00f0smegin hev\u00f0i givi\u00f0 eitt st\u00f8rri \u00edkast til b\u00faskapin og vir\u00f0iskapanina \u00ed F\u00f8roym.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8ll, sum arbei\u00f0a \u00ed framlei\u00f0sluni \u00e1 fiska- og kryvjivirkjum sleppa \u00ed fiskavirkisskipanina, t\u00e1 eingin framlei\u00f0sla er vegna fiskaloysi. Ta\u00f0 vil siga, at tey f\u00e1a l\u00f8n \u00far fiskavirkisskipaninini, t\u00e1 einki er at gera \u00e1 virkjunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbei\u00f0smarkna\u00f0in \u00e1 tann h\u00e1tt, at skipanin minkar um tilskundanina hj\u00e1 arbei\u00f0ismegini at flyta seg til tey arbei\u00f0s\u00f8ki og t\u00e6r vinnur, i\u00f0 t\u00f8rva arbei\u00f0smegi. Ta\u00f0 er ikki skynsamur vinnupolitikkur, og ta\u00f0 darvar b\u00faskaparmenningina \u00ed F\u00f8royum, at hava skipanir sum fiskavirkisskipanina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Goldin arbei\u00f0sloysisstu\u00f0ul \u00far fiskavirkisskipanini er vaksin n\u00f3gv tey seinastu \u00e1rini, fr\u00e1 sl\u00f8kum 15 mi\u00f3. kr. \u00ed 2019 til 26 mi\u00f3. kr. \u00ed 2023. Tali\u00f0 av tryggingart\u00edmum, sum er tali\u00f0 av t\u00edmum, sum ALS hevur rinda\u00f0 arbei\u00f0sloysisstu\u00f0ul fyri, er somulei\u00f0is h\u00e6kka\u00f0 vi\u00f0 78% hetta t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 2023 v\u00f3ru 1.534 f\u00f3lk \u00ed fiskavirkisskipanini, av hesum v\u00f3ru sl\u00f8k 40% \u00fatlendingar og n\u00e6stan 70% av hesum v\u00f3ru \u00ed F\u00f8royum vi\u00f0 einum t\u00ed\u00f0aravmarka\u00f0um arbei\u00f0sloyvi. Samb\u00e6rt ALS tv\u00edfalda\u00f0ust \u00fatgj\u00f8ldini til \u00fatlendingar vi\u00f0 t\u00ed\u00f0aravmarka\u00f0um arbei\u00f0sloyvi \u00ed 2023 og var 5,1 mi\u00f3. kr. umframt pensj\u00f3n og arbei\u00f0smarkna\u00f0argj\u00f8ld, og svarar ta\u00f0 til umlei\u00f0 20% av samla\u00f0u \u00fatgj\u00f8ldunum \u00far skipanini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 er av t\u00ed \u00e1sko\u00f0an, at \u00fatlendsk arbei\u00f0smegi ikki eigur at ver\u00f0a innflutt til vinnur, sum ikki kunnu bj\u00f3\u00f0a starvsf\u00f3lkunum kravda t\u00edmatali\u00f0, sum er grundarlagi fyri teirra arbei\u00f0s- og upphaldsloyvi. Harumframt eiga samhaldsfastar skipanir sum fiskavirkisskipanin, i\u00f0 allir l\u00f8ntakarar og arbei\u00f0sgevarar \u00ed F\u00f8royum eru vi\u00f0 til at f\u00edggja, ikki at vera n\u00fdttar til at tryggja, at arbei\u00f0sgevarar kunnu l\u00faka arbei\u00f0skravi\u00f0 \u00e1 40 t\u00edmar um vikuna.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Veks um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Ein avbj\u00f3\u00f0ing fyri framhaldandi v\u00f8kstri \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum er trot \u00e1 arbei\u00f0smegi. \u00cd almenna geiranum er t\u00f8rvurin \u00e1 starvsf\u00f3lkum 2000 fram til 2030 og \u00e1 privata arbei\u00f0smarkna\u00f0inum millum 700-850 starvsf\u00f3lk n\u00e6stu fimm \u00e1rini. T\u00ed er ney\u00f0ugt at \u00f8kja um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein avbj\u00f3\u00f0ing fyri framhaldandi v\u00f8kstri \u00ed f\u00f8royska b\u00faskapinum er trot \u00e1 arbei\u00f0smegi. B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 metti \u00ed 2021, at starvsf\u00f3lkatroti\u00f0 fr\u00e1 2020 til 2030 \u00ed almenna geiranum f\u00f3r at t\u00e1tta \u00ed 2.000 f\u00f3lk innan eldrar\u00f8kt, heilsu- og almannaverk; umlei\u00f0 1.300 orsaka\u00f0 demografisku gongdini, og n\u00e6rum 700 vegna ta\u00f0, at starvsf\u00f3lk, i\u00f0 starvast \u00e1 hesum \u00f8kjum, v\u00e6ntast at fara \u00e1 pensj\u00f3n innan 2030. Greining hj\u00e1 Vinnuh\u00fasinum v\u00edsir harumframt at privati vinnugeirin kemur at mangla umlei\u00f0 700-750 starvsf\u00f3lk tilsamans um fimm \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparliga hevur eitt ov l\u00e1gt arbei\u00f0sloysi \u00ed longri t\u00ed\u00f0 t\u00f3 ta avlei\u00f0ing, at framlei\u00f0slan \u00ed landinum ver\u00f0ur minni, enn ta\u00f0 hon kundi veri\u00f0, um trot ikki var \u00e1 arbei\u00f0smegi. Trot \u00e1 arbei\u00f0smegi kann harumframt elva til l\u00f8nartr\u00fdst, t\u00e1 st\u00f3rur eftirspurningur er eftir arbei\u00f0smegi og \u00fatbo\u00f0i\u00f0 er avmarka\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein h\u00e1ttur at \u00f8kja um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0, er at&nbsp;<strong>avtaka fiskavirkisskipanina<\/strong>. Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbei\u00f0smarkna\u00f0in, t\u00ed hon minkar um tilskundanina hj\u00e1 arbei\u00f0ismegini at flyta seg til tey arbei\u00f0s\u00f8ki og t\u00e6r vinnur, i\u00f0 t\u00f8rva arbei\u00f0smegi. Hetta er eisini galdandi fyri \u00fatlendsku arbei\u00f0smegina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein annar h\u00e1ttur at \u00f8kja um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 er at f\u00e1a&nbsp;<strong>\u00fatlendingar til F\u00f8royar at arbei\u00f0a<\/strong>, og her hava myndugleikarnar millum anna\u00f0 sett Fast Track skipanina \u00ed verk. Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi, at \u00fatlendska arbei\u00f0smegin kemur til h\u00e1produktiv st\u00f8rv. Kappingin um \u00fatlendska arbei\u00f0smegina ver\u00f0ur t\u00f3 har\u00f0ari \u00ed framt\u00ed\u00f0ini, t\u00ed flestu lond \u00ed vesturheiminum hava somu avbj\u00f3\u00f0ing sum F\u00f8royar vi\u00f0 aldurssamansetingini hj\u00e1 b\u00fafj\u00f8ldini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein tri\u00f0i h\u00e1ttur at \u00f8kja um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 er at&nbsp;<strong>h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin<\/strong>, sum eisini betrar um f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politiska skipanin hevur umr\u00f8tt \u00e6tlanir um at stytta arbei\u00f0svikuna, i\u00f0 er eitt \u00e1tak, sum sannl\u00edkt minkar um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0. Hvussu ein stytting av arbei\u00f0svikuni \u00e1virkar arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 eigur at ver\u00f0a greina\u00f0 n\u00e6rri, \u00e1\u00f0renn ein sl\u00edk broyting ver\u00f0ur framd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/fo-fo\/buskaparra%C3%B0i%C3%B0\/fragrei%C3%B0ingar\">Les heystfr\u00e1grei\u00f0ingina hj\u00e1 b\u00faskapar\u00e1\u00f0num her.<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>H\u00e6kka pensj\u00f3naldurin Eitt \u00e1tak, i\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0, er at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin. Umframt at ta\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 b\u00f8tir ta\u00f0 eisini um haldf\u00f8ri\u00f0. Eitt \u00e1tak, i\u00f0 \u00f8kir um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0, er&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":2225,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-6566","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6566","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6566"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6566\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6567,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6566\/revisions\/6567"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/2225"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6566"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6566"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6566"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}