{"id":6578,"date":"2024-09-10T20:27:11","date_gmt":"2024-09-10T20:27:11","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6578"},"modified":"2024-09-16T19:34:06","modified_gmt":"2024-09-16T19:34:06","slug":"midvisari-samstarv-skal-menna-klaksvik","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/09\/10\/midvisari-samstarv-skal-menna-klaksvik\/","title":{"rendered":"Mi\u00f0v\u00edsari samstarv skal menna Klaksv\u00edk"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Sum n\u00e6st st\u00f8rsta kommuna og b\u00fdur \u00ed landinum hevur Klaksv\u00edk serligar skyldur, men eisini serligar m\u00f8guleikar at vera virkin og mynda samst\u00f8rv, b\u00e6\u00f0i inneftir \u00ed kommununi, \u00fateftir vi\u00f0 a\u00f0rar kommunur, \u00ed landsh\u00f8pi og \u00fat um landoddarnar.<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 var eitt \u00farslit av g\u00f3\u00f0um samstarvi vi\u00f0 \u00fatlendskar grunnar og Sj\u00far\u00f0 Skaale f\u00f3lkatingslim, at partur av f\u00edggingini til okkara n\u00fdggja mentanarh\u00fas, Varpi\u00f0, var\u00f0 \u00fatvega\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p>Somulei\u00f0is var okkara sera g\u00f3\u00f0a samstarv vi\u00f0 FSF ein avgerandi fortreyt fyri, at f\u00edgging var\u00f0 fingin til stadion vi\u00f0 Dj\u00fapum\u00fdru.<\/p>\n\n\n\n<p>Sk\u00e1lagar\u00f0ur var \u00farslit av g\u00f3\u00f0um samstarvi vi\u00f0 lokalu vinnuna, Almannaverki\u00f0 og landsst\u00fdri\u00f0, og hetta sama samstarv hevur r\u00edka\u00f0 kommunu okkara vi\u00f0 fleiri landsstovnum og -t\u00e6nastum so sum Gloym meg ei, Heimi\u00f0 vi\u00f0 Mylnut\u00fan, vi\u00f0 Gar\u00f0avegin, vi\u00f0 J\u00fastabrekku osfr. osfr.<\/p>\n\n\n\n<p>Minniliga tiltaki\u00f0 Royal Run vi\u00f0 Hansara H\u00e1tign Fr\u00ed\u00f0riki Kongi, sum t\u00e1 var kr\u00fanprinsur, var eisini \u00farslit av fram\u00far samstarvi vi\u00f0 danska kongsh\u00fasi\u00f0 og lokalar elds\u00e1lir \u00ed Treysti.<\/p>\n\n\n\n<p>Nor\u00f0havnin gj\u00f8rdist veruleiki vi\u00f0 l\u00f3gvataki saman vi\u00f0 lokalu vinnuni og landsst\u00fdrinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Soleidis kundi eg hildi\u00f0 \u00e1 at nevnt d\u00f8mi um t\u00fddningin og vinningin av g\u00f3\u00f0um samst\u00f8rvum, sum Klaksv\u00edkar kommuna hevur fingi\u00f0 gagn av.<\/p>\n\n\n\n<p>Sum Fr\u00edmund Hansen f\u00f8rdi fram \u00ed grein n\u00fa ein dagin, so hevur Klaksv\u00edkar kommuna sum n\u00e6st st\u00f8rsta kommuna \u00ed landinum eisini eina skyldu til at mynda og vera virkin \u00ed kommunalum samst\u00f8rvum, t\u00ed einans vi\u00f0 at vera virkin har, avger\u00f0irnar ver\u00f0a tiknar, f\u00e1a vit \u00e1virkan \u2013 til frama fyri b\u00e6\u00f0i kommunu og land.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini uttan fyri landoddarnar liggja m\u00f8guleikar fyri mennandi samst\u00f8rvum, eitt n\u00fa innan vinab\u00fdasamst\u00f8rvini hj\u00e1 kommununi.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed\u00f0in er n\u00fa b\u00fagvin at leggja orku \u00ed at endurn\u00fdggja verandi samst\u00f8rv og kveikja n\u00fdggj samst\u00f8rv til tess at r\u00f8kka n\u00fdggjum m\u00e1lum fyri Klaksv\u00edkar kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p>Lati\u00f0 okkum saman taka l\u00f3gvatak um at flyta Klaksv\u00edkar kommunu og enn longur fram \u00e1 lei\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg eri f\u00fasur at taka vi\u00f0 \u00e1byrgd saman vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum, um eg f\u00e1i veljarans \u00e1lit til ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>Klaksv\u00edk, 10. september 2024<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>J\u00f3gvan Skorheim<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sum n\u00e6st st\u00f8rsta kommuna og b\u00fdur \u00ed landinum hevur Klaksv\u00edk serligar skyldur, men eisini serligar m\u00f8guleikar at vera virkin og mynda samst\u00f8rv, b\u00e6\u00f0i inneftir \u00ed kommununi, \u00fateftir vi\u00f0 a\u00f0rar kommunur,&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":5769,"comment_status":"closed","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-6578","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-uncategorized"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6578","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6578"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6578\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6580,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6578\/revisions\/6580"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/5769"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6578"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6578"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6578"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}