{"id":6808,"date":"2024-09-30T15:54:41","date_gmt":"2024-09-30T15:54:41","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6808"},"modified":"2024-09-30T15:57:36","modified_gmt":"2024-09-30T15:57:36","slug":"toskakvotan-a-flemish-kap-haekkar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/09\/30\/toskakvotan-a-flemish-kap-haekkar\/","title":{"rendered":"Toskakvotan \u00e1 Flemish Kap h\u00e6kkar"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">St\u00f8ddin \u00e1 toskastovninum \u00e1 Flemish Kap hevur veri\u00f0 skiftandi seinnu \u00e1rini, s\u00ed\u00f0ani lati\u00f0 var\u00f0 upp aftur fyri fiskiskapi \u00ed 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg vi\u00f0 at hava eitt varligt vei\u00f0utr\u00fdst. T\u00f3 ynsktu summi limalond at \u00e1seta eitt l\u00e6gri MLV (mest loyvda vei\u00f0a) enn undanfarna \u00e1r, og eitt l\u00e6gri vei\u00f0itr\u00fdst, enn NAFO-V\u00edsindar\u00e1\u00f0i\u00f0 m\u00e6ldi til. T\u00f3 eydna\u00f0ist ta\u00f0, \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 v\u00edsindaliga tilm\u00e6li\u00f0, at semjast um at eina h\u00e6kking, og MLV var\u00f0 \u00e1sett til 12.613 tons fyri 2025. F\u00f8royski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og ver\u00f0ur f\u00f8royski parturin sostatt 2.819 tons, samanbori\u00f0 vi\u00f0 2.617 tons \u00ed 2024. Kvotan hj\u00e1 F\u00f8royum fyri svartkalva ver\u00f0ur 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.<a href=\"javascript:window.print()\"><\/a><\/h2>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/qnwc3mvu\/nafo-bumerki.jpeg?width=1024&amp;height=576&amp;rxy=0.49999997706594834,0.42363796826475153&amp;rmode=crop&amp;t=34&amp;s=QSJhdXBsugF-GF5OXCgP3xaOQ0k\" alt=\"Toskakvotan \u00e1 Flemish Kap h\u00e6kkar\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1rsfundurin \u00ed NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) var\u00f0 hildin \u00ed Halifax \u00ed Kanada \u00ed d\u00f8gunum 23.-27. september 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8ddin \u00e1 toskastovninum \u00e1 Flemish Kap hevur veri\u00f0 skiftandi seinnu \u00e1rini, s\u00ed\u00f0ani lati\u00f0 var\u00f0 upp aftur fyri fiskiskapi \u00ed 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg vi\u00f0 at hava eitt varligt vei\u00f0utr\u00fdst. T\u00f3 ynsktu summi limalond at \u00e1seta eitt l\u00e6gri MLV (mest loyvda vei\u00f0a) enn undanfarna \u00e1r, og eitt l\u00e6gri vei\u00f0itr\u00fdst, enn NAFO-V\u00edsindar\u00e1\u00f0i\u00f0 m\u00e6ldi til. T\u00f3 eydna\u00f0ist ta\u00f0, \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 v\u00edsindaliga tilm\u00e6li\u00f0, at semjast um at eina h\u00e6kking, og MLV var\u00f0 \u00e1sett til 12.613 tons fyri 2025. F\u00f8royski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og ver\u00f0ur f\u00f8royski parturin sostatt 2.819 tons, samanbori\u00f0 vi\u00f0 2.617 tons \u00ed 2024. Kvotan hj\u00e1 F\u00f8royum fyri svartkalva ver\u00f0ur 188 tons og fyri kongafisk 69 tons.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kanada hevur somulei\u00f0is lati\u00f0 uppaftur fyri fiskiskapi eftir toski \u00e1 Grand Bank, har vei\u00f0ubann hevur veri\u00f0 s\u00ed\u00f0ani 1993. Kanada hevur eina kvotu \u00e1 95% av MLV. Semja var um at lata toskastovnin koma fyri seg komandi \u00e1rini og ein kvota var\u00f0 \u00e1sett til hini limalondini, sum \u00ed fyrstu atl\u00f8gu er best egna\u00f0 sum hj\u00e1vei\u00f0a. F\u00f8royar f\u00e1a eina kvotu upp\u00e1 20 tons \u00e1 3L.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">R\u00e6kjustovnarnir \u00e1 Flemish Kap og Grand Bank hava trupult vi\u00f0 at koma fyri seg. Vei\u00f0ibann hevur veri\u00f0 s\u00ed\u00f0ani 2022 og limalondini v\u00f3ru samd um, at halda \u00e1 fram vi\u00f0 vei\u00f0ubanninum, eins og V\u00edsindar\u00e1\u00f0i\u00f0 m\u00e6ldi til. R\u00e6kjurnar \u00e1 Flemish Kap ver\u00f0a umsitnar vi\u00f0 fiskid\u00f8gum. V\u00edsindar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur \u00ed fleiri \u00e1r m\u00e6lt til at fara fr\u00e1 fiskidagaskipanini, t\u00ed hon elvir til eitt ov h\u00f8gt vei\u00f0utr\u00fdst. Ein n\u00fdggj skipan vi\u00f0 kvotum og MLV hevur javnan veri\u00f0 umr\u00f8dd, og ein serstakur r\u00e6kjufundur var \u00ed 2023 um at fara fr\u00e1 fiskid\u00f8gum til kvotur og MLV fyri r\u00e6kjur, men ta\u00f0 bar ikki \u00e1 m\u00e1l at finna semju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roysk skip hava \u00ed 2021-2023 gj\u00f8rt l\u00ednuroyndir \u00e1 Flemish Kap. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 royndunum er at f\u00e1a meira vitan um toskastovnin, fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum enn yvirlitstrolingum. Havstovan leg\u00f0i fram fyri V\u00edsindar\u00e1\u00f0num um eina endursko\u00f0a\u00f0a mannagongd, umframt hvussu royndirnar fara at ver\u00f0a skipa\u00f0ar. V\u00edsindar\u00e1\u00f0i\u00f0 g\u00f3\u00f0kendi mannagongdina sum v\u00edsindaliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska sendinevndin var manna\u00f0 vi\u00f0 umbo\u00f0um \u00far Fiskivinnu- og samfer\u00f0slum\u00e1lar\u00e1\u00f0num, Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0num, V\u00f8rn, Havstovuni og vinnuni.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">NAFO<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">NAFO er millumtj\u00f3\u00f0a fiskivei\u00f0ufelagsskapur fyri \u00fatnyr\u00f0ingspartin av Atlantshavinum. F\u00f8royar eru limur \u00ed NAFO, t\u00ed F\u00f8royar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og r\u00e6kjur \u00ed hav\u00f8kinum, sum NAFO umsitur. F\u00f8royski parturin av toskakvotuni er 22,35%.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 \u00e1rsfundinum ver\u00f0ur st\u00f8\u00f0a tikin til mest loyvdu vei\u00f0u, stytt MLV, fyri tey fiskasl\u00f8g, sum eru \u00ed NAFO \u00f8kinum. Hetta ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed v\u00edsindaligu tilm\u00e6lunum fr\u00e1 NAFO-V\u00edsindar\u00e1\u00f0num. Eisini ver\u00f0a onnur m\u00e1l vi\u00f0gj\u00f8rd, eitt n\u00fa eftirlit, \u00f8kisfri\u00f0ingar, fr\u00e1grei\u00f0ingar og uppskot fr\u00e1 s\u00e1ttm\u00e1lap\u00f8rtunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sup><sub>Kelda: uvmr.fo tann 28-09-2024<\/sub><\/sup><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>St\u00f8ddin \u00e1 toskastovninum \u00e1 Flemish Kap hevur veri\u00f0 skiftandi seinnu \u00e1rini, s\u00ed\u00f0ani lati\u00f0 var\u00f0 upp aftur fyri fiskiskapi \u00ed 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6809,"comment_status":"closed","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113,126],"tags":[],"class_list":["post-6808","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan","category-tidindir"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6808","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6808"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6808\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6811,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6808\/revisions\/6811"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6809"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6808"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6808"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6808"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}