{"id":6963,"date":"2024-10-11T23:57:45","date_gmt":"2024-10-11T23:57:45","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=6963"},"modified":"2024-10-11T23:57:45","modified_gmt":"2024-10-11T23:57:45","slug":"randi-kjaerbaek-40-ara-starvsdag-a-ellisheiminum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/10\/11\/randi-kjaerbaek-40-ara-starvsdag-a-ellisheiminum\/","title":{"rendered":"Randi Kj\u00e6rb\u00e6k 40 \u00e1ra starvsdag \u00e1 Ellisheiminum"},"content":{"rendered":"\n<h4 class=\"wp-block-heading\">Seinnapartin \u00ed gj\u00e1r var h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00e1 Ellisheiminum \u00ed sambandi vi\u00f0, at Randi Kj\u00e6rb\u00e6k fekk Kongens fortjenestmedalje fyri tr\u00fagvu t\u00e6nastu \u00ed 40 \u00e1r. Eisini fekk hon gullmedalju og hei\u00f0ursbr\u00e6v fr\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu.<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her er brot \u00far r\u00f8\u00f0uni hj\u00e1 He\u00f0ini Mortensen, borgarstj\u00f3ra \u00ed Torshavnar kommunu:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8220;T\u00fa hev\u00f0i ikki fylt 18 \u00e1r, t\u00e1 t\u00fa f\u00f3r \u00e1 Ellisheimi\u00f0 at b\u00fagva.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var \u00f8giliga t\u00ed\u00f0liga, vilja tey flestu ivaleyst halda.&nbsp; Men ta\u00f0 hev\u00f0i s\u00edna heilt serligu ors\u00f8k. T\u00ed s\u00f8gan er tann, at henda unga Sk\u00e1lv\u00edksgentan, sum fekk arbei\u00f0i \u00e1 Ellisheiminum 10 dagar, \u00e1\u00f0renn hon fylti 18 \u00e1r, eisini slapp at b\u00fagva \u00e1 arbei\u00f0spl\u00e1ssinum fyrstu t\u00ed\u00f0ina. Solei\u00f0is var skipanin t\u00e1. Og ta\u00f0 mundi koma v\u00e6l vi\u00f0 hj\u00e1 eini ungari bygdargentu, sum kom til Havnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Havn m\u00f8tti t\u00fa Fritleifi. Tit eiga d\u00f3ttrina Biritu, og hava fingi\u00f0 ein ommu- og abbason, sum eitur R\u00f3kur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa ert f\u00f8dd og uppvaksin \u00ed Sk\u00e1lav\u00edk og&nbsp; yngst av seks systkjum. Mamman var norsk, og ta\u00f0 gav t\u00e6r ein serligan alsk til Noreg, sum millum anna\u00f0 seinni s\u00e1st aftur, t\u00e1 t\u00fa vi\u00f0 familjuni var \u00ed Noreg og fekk s\u00e6r sj\u00fakrahj\u00e1lpara\u00fatb\u00fagving \u00ed 1989-90.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f8kur \u00e1r seinni v\u00f3ru tit \u00ed Danmark, har t\u00fa t\u00f3k \u00fatb\u00fagving sum heilsur\u00f8ktari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201cRandi er sera g\u00f3\u00f0 fyri h\u00fasi\u00f0\u201d, hava starvsfelagarnir at bera t\u00e6r. \u201cT\u00fa er g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 b\u00faf\u00f3lki\u00f0, gongur h\u00f8gt upp\u00ed, at tey hava ta\u00f0 gott, og d\u00e1mar v\u00e6l at ganga og hugna um tey. T\u00fa hevur sera gott eyga\u00f0 fyri at pynta, hugna um og diggast.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein l\u00fdsing av vir\u00f0ing og menniskjak\u00e6rleika, sum ey\u00f0kennir og ger teg til eina fyrimynd \u00ed j\u00fast hesum umhv\u00f8rvinum, t\u00fa hevur valt sum s\u00edtt l\u00edvsyrki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa er vi\u00f0 t\u00ednum dr\u00fagvu royndum sera v\u00e6l fyri fakliga, og er ein g\u00f3\u00f0ur veglei\u00f0ari. T\u00fa er grei\u00f0 \u00ed t\u00ednum meiningum, og hevur dirvi til at siga fr\u00e1, um ta\u00f0 er okkurt, t\u00fa ikki kann g\u00f3\u00f0taka, sum kann gerast betri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men n\u00fa er alt l\u00edvi\u00f0 ikki bara arbei\u00f0i kortini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimsta\u00f0urin Sk\u00e1lav\u00edk fornoktar seg ikki, og sum ta\u00f0 n\u00e1tt\u00farumenniskja\u00f0, t\u00fa ert, sp\u00f8kir b\u00f3ndal\u00edvi\u00f0 har su\u00f0uri eisini aftur solei\u00f0is av og \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ivaleyst er ta\u00f0 ha\u00f0ani, t\u00edn \u00e1hugi fyri ull og hondarbei\u00f0i eisini stavar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa hevur \u00ed fleiri \u00e1r undirv\u00edst \u00e1 T\u00f3rshavnar Kv\u00f8ldsk\u00fala \u00ed at evna burtur \u00far silvuri, horni og steini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0a Randi<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri teg og alt, t\u00fa hevur givi\u00f0 fr\u00e1 t\u00e6r. T\u00fa ert \u201cung\u201d enn, og v\u00f3nandi kunnu b\u00faf\u00f3lk og \u00f8ll hini enn eina t\u00ed\u00f0 f\u00e1a l\u00edka st\u00f3ra gle\u00f0i av t\u00e6r, sum fyrr.&#8221;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda &amp; mynd: torshavn.fo  11 okt 2024<\/sup><\/sub><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinnapartin \u00ed gj\u00e1r var h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00e1 Ellisheiminum \u00ed sambandi vi\u00f0, at Randi Kj\u00e6rb\u00e6k fekk Kongens fortjenestmedalje fyri tr\u00fagvu t\u00e6nastu \u00ed 40 \u00e1r. Eisini fekk hon gullmedalju og hei\u00f0ursbr\u00e6v fr\u00e1 T\u00f3rshavnar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6964,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-6963","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6963","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=6963"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6963\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":6965,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/6963\/revisions\/6965"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6964"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=6963"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=6963"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=6963"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}