{"id":7071,"date":"2024-10-13T22:19:41","date_gmt":"2024-10-13T22:19:41","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7071"},"modified":"2024-10-13T22:19:42","modified_gmt":"2024-10-13T22:19:42","slug":"foeroyskar-fyritoekur-millum-taer-mest-nyskapandi-i-evropa","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/10\/13\/foeroyskar-fyritoekur-millum-taer-mest-nyskapandi-i-evropa\/","title":{"rendered":"F\u00f8royskar fyrit\u00f8kur millum t\u00e6r mest n\u00fdskapandi \u00ed Evropa"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Meira enn helmingurin av fyrit\u00f8kum \u00ed F\u00f8royum, sum hava t\u00edggju ella fleiri starvsf\u00f3lk, n\u00fdskapa. F\u00f8royskar fyrit\u00f8kur eru millum t\u00e6r mest n\u00fdskapandi \u00ed Nor\u00f0urlondum og Evropa.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/hagstova.fo\/sites\/default\/files\/styles\/extra_large\/public\/2024-10\/nyskapan_0.jpg?itok=Z0RW3gQ_\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hagstova F\u00f8roya kunnger fyri fyrstu fer\u00f0 n\u00fdggj hagt\u00f8l um n\u00fdskapan (en:&nbsp;<em>innovation<\/em>) \u00ed samstarvi vi\u00f0 Granskingarr\u00e1\u00f0i\u00f0. Hagt\u00f8lini eru gj\u00f8rd eftir altj\u00f3\u00f0a leisti eftir \u00e1setingum hj\u00e1 Eurostat og Oslo-handb\u00f3kini um n\u00fdskapan.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Framyvir ver\u00f0a hagt\u00f8lini gj\u00f8rd anna\u00f0 hv\u00f8rt \u00e1r, solei\u00f0is at til ber at fylgja gongdini.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\">58 prosent av fyrit\u00f8kum n\u00fdskapa<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrit\u00f8kur, sum n\u00fdskapa, bj\u00f3\u00f0a eina n\u00fdggja v\u00f8ru ella t\u00e6nastu. T\u00e6r kunna eisini hava ment &nbsp;ella eru \u00ed gongd vi\u00f0 at menna eina n\u00fdggja v\u00f8ru ella t\u00e6nastu ella n\u00fdggja arbei\u00f0sgongd. N\u00fdskapan fevnir eisini fyrit\u00f8kur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f8vu\u00f0shagtali\u00f0, i\u00f0 ver\u00f0ur n\u00fdtt til at m\u00e1ta virksemi\u00f0 innan n\u00fdskapan er hvussu st\u00f3rur partur av fyrit\u00f8kum n\u00fdskapa. \u00cd t\u00ed\u00f0arskei\u00f0inum fr\u00e1 2020 til 2022 n\u00fdskaptu 58 prosent av f\u00f8royskum fyrit\u00f8kum, sum hava t\u00edggju ella fleiri starvsf\u00f3lk. Hetta er n\u00e6sth\u00e6gst \u00ed Nor\u00f0urlondunum. \u00cd Finnland n\u00fdskaptu 61,5 prosent av fyrit\u00f8kum, \u00ed Sv\u00f8r\u00edki 57,6 prosent, me\u00f0an ta\u00f0 \u00ed Noreg bert var helmingurin (50,5 prosent), \u00ed \u00cdslandi 48 prosent og Danmark 46,0 prosent.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini samanbori\u00f0 vi\u00f0 Evropa eru f\u00f8roysku fyrit\u00f8kurnar eisini v\u00e6l vi\u00f0 \u00ed \u00e1runum 2020 til 2022. Parturin av fyrit\u00f8kum, sum n\u00fdskapa \u00ed londunum \u00ed Evropa er r\u00e6ttiliga ymiskur. \u00cd Rumenia eru ta\u00f0 undir 10 prosent, sum n\u00fdskapa. \u00cd hinum endanum eru Grikkaland, T\u00fdskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyrit\u00f8kum n\u00fdskapa. F\u00f8royar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Uppger\u00f0in fevnir um t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0, t\u00e1 koronufars\u00f3ttin rakti. Myndin ni\u00f0anfyri v\u00edsir eisini t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i fyri koronu.&nbsp;Merkisvert er at parturin av fyrit\u00f8kum, sum n\u00fdskapa, minka\u00f0i \u00ed fleiri londum \u00ed Evropa, \u00ed mun til t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i undan koronu. Fyrsta uppger\u00f0in av n\u00fdskapan fyri F\u00f8royar er fyri t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i 2020 til 2022, og t\u00ed ber ikki til at samanbera f\u00f8roysku t\u00f8lini fyri b\u00e6\u00f0i t\u00ed\u00f0arskei\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Les meira \u00e1 <a href=\"https:\/\/hagstova.fo\/fo\/tidindi\/foroyskar-fyritokur-millum-taer-mest-nyskapandi-i-evropa\">Hagstova F\u00f8roya <\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda og mynd inni \u00e1 grein hagstova.fo 11 okt. 2024<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Meira enn helmingurin av fyrit\u00f8kum \u00ed F\u00f8royum, sum hava t\u00edggju ella fleiri starvsf\u00f3lk, n\u00fdskapa. F\u00f8royskar fyrit\u00f8kur eru millum t\u00e6r mest n\u00fdskapandi \u00ed Nor\u00f0urlondum og Evropa. Hagstova F\u00f8roya kunnger fyri fyrstu&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6173,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-7071","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-uncategorized"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7071","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7071"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7071\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7072,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7071\/revisions\/7072"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6173"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7071"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7071"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7071"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}