{"id":7301,"date":"2024-10-26T01:24:27","date_gmt":"2024-10-26T01:24:27","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7301"},"modified":"2024-10-26T01:24:27","modified_gmt":"2024-10-26T01:24:27","slug":"vidmerking-vidvikjandi-aseting-av-leiguprisum-hja-bustoedum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/10\/26\/vidmerking-vidvikjandi-aseting-av-leiguprisum-hja-bustoedum\/","title":{"rendered":"Vi\u00f0merking vi\u00f0v\u00edkjandi \u00e1seting av leigupr\u00edsum hja B\u00fast\u00f8\u00f0um"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hetta skriva\u00f0i Umhv\u00f8rvism\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0<a href=\"mailto: ?subject=Vi%C3%B0merking%20vi%C3%B0v%C3%ADkjandi%20%C3%A1seting%20av%20leigupr%C3%ADsum%20hja%20B%C3%BAst%C3%B8%C3%B0um&amp;body=https%3A%2F%2Fwww.umhvorvi.fo%2Ffo%2Fkunning%2Ftidindi%2Fvidmerking-vidvikjandi-aseting-av-leiguprisum-hja-bustoedum\"><\/a>\u00a0tann 20.10.2024 N\u00fa Ingil\u00edn Didriksen Str\u00f8m hevur valt at fara fr\u00e1 sum landsst\u00fdriskvinna 24 oktobur 2024 hava vit valt at endurprenta hetta fr\u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Umhv\u00f8rvism\u00e1lar\u00e1\u00f0num. Ingil\u00edn Didriksen Str\u00f8m\u00a0var tilnevnd landsst\u00fdriskvinna \u00ed umhv\u00f8rvism\u00e1lum 22. desember 2022. Ingil\u00edn var vald \u00e1 l\u00f8gting fyri Javna\u00f0arflokkin 31. august 2019. Og tekur hon n\u00fa aftur s\u00e6ti\u00f0 \u00ed L\u00f8gtinginum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">KVF endurgevur \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni eina grein vi\u00f0 yvirskriftini &#8220;<em>B\u00fasta\u00f0ir er ikki haldf\u00f8rt, t\u00ed leigan f\u00edggjar bert 70%<\/em>&#8220;, sum st\u00f3\u00f0 at lesa \u00ed Nor\u00f0l\u00fdsinum 17. oktober.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umr\u00f8\u00f0an \u00ed mi\u00f0lunum tykist vera merkt av misskiljingum, t\u00ed skal Umhv\u00f8rvism\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 gera hesa vi\u00f0merking.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Greinin \u00ed Nor\u00f0l\u00fdsinum byggir \u00e1 samskifti vi\u00f0 landsgrannsko\u00f0aran, Beintu Dam, og kann geva lesaranum ta fatan, at leisturin hj\u00e1 B\u00fast\u00f8\u00f0um at \u00e1seta leiguna&nbsp;<em>sj\u00e1lvum<\/em>&nbsp;<em>\u00ed s\u00e6r&nbsp;<\/em>gevur B\u00fast\u00f8\u00f0um trupulleikar vi\u00f0 haldf\u00f8rinum. So er ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 B\u00fasta\u00f0ir f\u00f3ru undir at byggja \u00edb\u00fa\u00f0ir \u00ed 2012, og seinni, t\u00e1 i\u00f0 B\u00fasta\u00f0ir \u00ed 2017 fingu heimild at l\u00e6na pengar at byggja fyri, var semja millum t\u00e1verandi st\u00fdri og landsst\u00fdri\u00f0 um, at leigan skuldi \u00e1setast eftir hesum leistinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Leisturin merkir \u00ed stuttum, at 70 prosent av byggikostna\u00f0inum skulu f\u00edggjast fyrstu 30 \u00e1rini og tey \u00edrestandi 30 prosentini av byggikostna\u00f0inum skulu f\u00edggjast \u00e1rini aftan\u00e1. Afturgjaldingin av byggingini ver\u00f0ur t\u00ed toygd, so at fleiri leigarar ver\u00f0a um at rinda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var\u00f0 mett at vera ein r\u00e6ttv\u00edsari loysn, at fyrsti leigarin ikki skuldi rinda alla byggingina aftur. Ors\u00f8kin er, at \u00edb\u00fa\u00f0abygningar hava eina munandi longri livit\u00ed\u00f0, enn tey 30 \u00e1rini, sum ta\u00f0 tekur at endurrinda l\u00e1n. Vanliga ver\u00f0ur mett, at \u00edb\u00fa\u00f0arbygningar hava \u00ed minsta lagi 50 \u00e1ra livit\u00ed\u00f0. Allir h\u00fasaeigarar vita eisini, at h\u00fasini standa enn, t\u00e1 i\u00f0 l\u00e1ni\u00f0 er \u00fatgoldi\u00f0. Skuldu fyrstu leigararnir goldi\u00f0 alt l\u00e1ni\u00f0 aftur eftir 30 \u00e1rum, so st\u00f3\u00f0u B\u00fasta\u00f0ir vi\u00f0 einum risast\u00f3rum fr\u00edvir\u00f0i, t\u00e1 i\u00f0 bygningurin var \u00fatgoldin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Leisturin at toyggja afturgjaldingina av bygningunum yvir longri \u00e1ram\u00e1l enn tey 30 \u00e1rini gevur t\u00ed ikki haldf\u00f8ristrupulleikar \u00ed sj\u00e1lvum s\u00e6r. Leisturin ber t\u00f3 \u00ed s\u00e6r, at B\u00fasta\u00f0ir mugu seta naka\u00f0 av peningi til \u00ed byrjanini, fyri so at f\u00e1a peningin inn aftur, t\u00e1 i\u00f0 l\u00e1ni\u00f0 er avdrigi\u00f0. R\u00edkisg\u00f3\u00f0kenda grannsko\u00f0arafyrit\u00f8kan Januar hevur mett, at B\u00fasta\u00f0ir hava n\u00f8ktandi gjaldf\u00f8ri at halda fast vi\u00f0 henda leistin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsgrannsko\u00f0arin v\u00edsir eisini \u00e1, at h\u00f8gi byggikostna\u00f0urin seinastu t\u00ed\u00f0ina og h\u00e6kkandi rentan seta hendan \u00fatrokningarh\u00e1ttin undir tr\u00fdst. Ta\u00f0 er r\u00e6tt. St\u00fdri\u00f0 fyri B\u00fasta\u00f0ir er av somu ors\u00f8k \u00ed eini \u00e1haldandi tilgongd at tryggja st\u00f8\u00f0ufesti\u00f0 fyri felagi\u00f0 \u2013 b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 h\u00e6kkandi leigum, broyttum mannagongdum, og vi\u00f0 at laga raksturin til n\u00fdggju st\u00f8\u00f0una. Vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed hesum ver\u00f0ur mett, at haldf\u00f8ri\u00f0 hj\u00e1 B\u00fast\u00f8\u00f0um er n\u00f8ktandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda: Mynd &amp; grein fra umhvorvid.fo okt. 2024<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Hetta skriva\u00f0i Umhv\u00f8rvism\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0\u00a0tann 20.10.2024 N\u00fa Ingil\u00edn Didriksen Str\u00f8m hevur valt at fara fr\u00e1 sum landsst\u00fdriskvinna 24 oktobur 2024 hava vit valt at endurprenta hetta fr\u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Umhv\u00f8rvism\u00e1lar\u00e1\u00f0num. Ingil\u00edn Didriksen&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7302,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-7301","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7301","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7301"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7301\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7303,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7301\/revisions\/7303"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7302"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7301"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7301"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7301"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}