{"id":7459,"date":"2024-11-01T16:43:07","date_gmt":"2024-11-01T16:43:07","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7459"},"modified":"2024-11-01T17:50:51","modified_gmt":"2024-11-01T17:50:51","slug":"frafaringarloeta-fyri-noomi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/11\/01\/frafaringarloeta-fyri-noomi\/","title":{"rendered":"Fr\u00e1faringarl\u00f8ta fyri Noomi"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Fyrrapartin \u00ed dag var h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0sh\u00fasinum. Ors\u00f8kin var at fr\u00e1faringarl\u00f8ta fyri Noomi Thomsen, sum samstundis hevur starvast \u00ed b\u00f3khaldinum \u00ed heili 50 \u00e1r.<\/h2>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">Noomi byrja\u00f0i \u00ed starvinum \u00cd 1974 og hevur sostatt undir \u00e1tta borgarstj\u00f3rum, teir eru Tryggvi Laks\u00e1foss, J\u00f3gvan Isaksen, \u00d3li E. Heinesen, J\u00f3gvan vi\u00f0 Keldu, Steinbj\u00f8rn O. Jacobsen, Gunv\u00e1 vi\u00f0 Keldu, J\u00f3gvan Skorheim og Karl Johansen.<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">_ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _ _&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-medium-font-size wp-block-paragraph\"><strong>R\u00f8\u00f0an sum Karl Johansen, borgarstj\u00f3ri, helt fyri Noomi<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0a Noomi!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 finnast pers\u00f3nar, sum hava serliga \u00e1virkan \u00e1 ta\u00f0 umhv\u00f8rvi\u00f0, sum tey eru partur av. Hj\u00e1 summum kemur ta\u00f0 av, at tey hava veri\u00f0 har \u00ed so dr\u00fagva t\u00ed\u00f0, og hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum er ta\u00f0, at tey hava gj\u00f8rt ein so st\u00f3ran og \u00e1haldandi innsats.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa hevur ikki bara arbeitt \u00ed eitt sera dr\u00fagt \u00e1ram\u00e1l, men eisini gj\u00f8rt ein megnar innsats fyri Klaksv\u00edkar kommunu \u2013 50 \u00e1r eru ikki 50 dagar \u2013 vit tosa um eina h\u00e1lva \u00f8ld.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at seta hetta \u00ed perspektiv, so er Klaksv\u00edkar kommuna 116 \u00e1ra gomul \u2013 stovna\u00f0 \u00ed 1908 \u2013 so t\u00fa hevur t\u00e6nt kommununi \u00ed 43% ella n\u00e6stan helvtini av t\u00ed\u00f0ini, sum kommunan hevur veri\u00f0 til!&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein onnur \u00e1hugaverd samanbering, sum sigur naka\u00f0 um st\u00f8ddina av t\u00ednum avriki, er, um vit samanbera vi\u00f0 ein pers\u00f3n, sum mynda\u00f0i Klaksv\u00edkar kommunu n\u00f3gv \u00ed s\u00edni t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Robert Joensen var kommunuskrivari, t\u00e1 i\u00f0 t\u00fa byrja\u00f0i \u00ed starvi hj\u00e1 kommununi. Hann arbeiddi her fr\u00e1 1941 til 1982. Sostatt t\u00e6nti Robert kommununi \u00ed 41 \u00e1r, og ta\u00f0 er sera n\u00f3gv, men t\u00fa, Noomi, hevur arbeitt her n\u00e6stan 10 \u00e1r longri, enn hann gj\u00f8rdi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var \u00ed 1974, at t\u00fa komst \u00ed l\u00e6ru \u00ed b\u00f3khaldinum hj\u00e1 kommununi, sum helt til \u00ed gamla Sk\u00fala, ni\u00f0anfyri Heygab\u00fa\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00f3khaldararnir, sum t\u00fa hevur arbeitt saman vi\u00f0, eru J\u00f3gvan Clementsen, Mikkjal \u00e1 Bergi, \u00cdsak Mikladal, John F\u00e6r\u00f8 og n\u00fa Henry Mellemgaard. Harumframt ein \u00f8rgrynna av \u00f8\u00f0rum starvs-fel\u00f8gum, sum eru komin og farin \u00f8ll hesi \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um vit telja valskei\u00f0, so hevur t\u00fa arbeitt \u00ed 15 ymiskum valskei\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Borgarstj\u00f3rarnir, sum t\u00fa hevur arbeitt undir, eru 8 \u00ed tali \u2013 teir eru: Tr\u00fagvi Laks\u00e1foss, J\u00f3gvan Isaksen, \u00d3li E. Heinesen, J\u00f3gvan vi\u00f0 Keldu, Steinbj\u00f8rn O. Jacobsen, Gunv\u00e1 vi\u00f0 Keldu, J\u00f3gvan Skorheim og so eg sj\u00e1lvur. Og so koma varaborgarstj\u00f3rarnir afturat, sum hava avloyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein h\u00f3pur av b\u00fdr\u00e1\u00f0slimum hava veri\u00f0 inni og vent \u00ed t\u00ednari starvst\u00ed\u00f0. Eisini hevur tali\u00f0 av b\u00fdr\u00e1\u00f0slimum veri\u00f0 skiftandi. Einu t\u00ed\u00f0ina v\u00f3ru sjey, s\u00ed\u00f0an upp til trettan og aftur ni\u00f0ur \u00e1 ellivu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 1974 l\u00e1 sandurin innast \u00e1 v\u00e1gni framvegis so at siga \u00f3r\u00f8rdur, og b\u00f8rnini v\u00f3ru fyri stuttum givin at ganga \u00ed sk\u00fala leygardag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta \u00e1ri\u00f0, t\u00e1 i\u00f0 Noomi fyri fyrstu fer\u00f0 settist vi\u00f0 skrivarabor\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 Klaksv\u00edkar kommunu, var f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Klaksv\u00edk umlei\u00f0 4700, h\u00e1ri\u00f0 var langt, cowboybuksurnar v\u00ed\u00f0ar, tit gingu \u00ed cowboyjakka og sk\u00f3gvarnir v\u00f3ru h\u00f8gir sum st\u00faltir. Dreingirnir gingu \u00ed str\u00edputum hosum. Seth\u00fasini h\u00f8vdu n\u00f3gvar ymiskar litir, g\u00f3lvteppini v\u00f3ru lo\u00f0in, veggirnir hessian, hv\u00edtv\u00f8rurnar littar, bilarnir h\u00f8vdu langar spruttlappar, antennur, skinn \u00e1 r\u00f3\u00f0rinum og lj\u00f3s undir botninum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Me\u00f0an Noomi b\u00f3ka\u00f0i s\u00edni fyrstu skj\u00f8l, var umsitingin hj\u00e1 kommununi n\u00f3gv minni enn \u00ed dag. Tey h\u00f8vdu ongar teldur, ongar fartelefonir, ongan teldupost, ongar skanningar, eingin heimas\u00ed\u00f0a. T\u00e1 v\u00f3ru eingi hackara\u00e1lop, t\u00ed her v\u00f3ru bara vanligar skrivimaskinur, alt var \u00e1 papp\u00edri, og lei\u00f0ararnir hj\u00e1 kommununi m\u00e1ttu f\u00e1a hv\u00f8rja rokning upp \u00ed hendurnar at v\u00e1tta. Her var bara vanligur br\u00e6vpostur, bara fastnettelefonir, og l\u00f8nirnar blivu \u00fatgoldnar kontant.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta \u00e1ri\u00f0 merktust leivdirnar av oljukreppuni framvegis, Watergate g\u00f8lan var \u00ed USA, og her heima skeyt ein ma\u00f0ur vi\u00f0 byrsu eftir Atla Dam, t\u00e1verandi l\u00f8gmanni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa Noomi fer fr\u00e1 fyri aldur, er n\u00f3gv broytt. Eingin sandur s\u00e6st longur innast \u00e1 v\u00e1gni, vit sigla ikki longur um Leirv\u00edksfj\u00f8r\u00f0, dreingirnir hava n\u00fa stutt h\u00e1r, men langt skegg, g\u00f3lvteppini eru burturbeind, seth\u00fasini eru ikki so litr\u00edk longur, skrivstovurnar eru n\u00e6stan papp\u00edrsleysar o.s.fr. o.s.fr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>G\u00f3\u00f0a Noomi!<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesi skj\u00f3tt f\u00fdra \u00e1rini, eg havi veri\u00f0 inni \u00ed hesum h\u00fasinum, havi eg uppliva\u00f0 og s\u00e6\u00f0, at her arbei\u00f0a n\u00f3gv arbei\u00f0ssom og n\u00e6rl\u00f8gd f\u00f3lk. Her valdar ein mentan, har f\u00f3lk eru n\u00e6rl\u00f8gd \u00ed s\u00ednum arbei\u00f0i og arbei\u00f0a hart.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men eg hugsi ikki, at eg taki munnin ov fullan, t\u00e1 eg sigi, at ta\u00f0 ver\u00f0ur torf\u00f8rt at finna ein pers\u00f3n vi\u00f0 h\u00e6gri arbei\u00f0smorali enn t\u00fa hevur \u2013 her ert t\u00fa ein av undangonguf\u00f3lkunum \u2013 ein, sum v\u00edsir lei\u00f0ina!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa arbei\u00f0ir langar dagar, t\u00fa kennir ognarskap \u00ed t\u00ednum arbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 okkum, t\u00fa ert n\u00e6rl\u00f8gd, n\u00e1greinilig og arbei\u00f0ssom. Hetta eru alt dygdir, i\u00f0 vit vir\u00f0ismeta \u00f3metaliga h\u00f8gt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa gert ta\u00f0 \u00ed t\u00ed stilla, og t\u00fa vilt, at arbei\u00f0i\u00f0 er gj\u00f8rt ordiligt. T\u00edtt arbei\u00f0i er gull vert fyri eina kommunu sum okkara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Henda arbei\u00f0smentan, sum t\u00fa \u00ed \u00f8ll hesi \u00e1r hevur v\u00edst hv\u00f8nn dag, hevur l\u00e6rt okkum onnur at krevja n\u00f3gv av okkum sj\u00e1lvum, leggja l\u00edv og s\u00e1l \u00ed arbei\u00f0i\u00f0 og at vera n\u00e6rl\u00f8gd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f3ra takk fyri ta g\u00f3\u00f0u fyrimynd, sum t\u00fa hevur veri\u00f0 og framvegis hevur var\u00f0veitt so v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0a Noomi!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Pr\u00e6dikarin skrivar, at \u00abalt hevur t\u00ed\u00f0 s\u00edna\u00bb.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og \u00ed S\u00e1lmi 90 skrivar gudsma\u00f0urin M\u00f3ses, at \u00abskj\u00f3tt er ta\u00f0 yvirsta\u00f0i\u00f0, vit fl\u00fagva avsta\u00f0\u00bb.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg veit ikki, hv\u00f8rji kenslu t\u00fa stendur vi\u00f0 her \u00ed dag \u00e1 t\u00edni fr\u00e1faringarl\u00f8tu eftir meir enn eina h\u00e1lva \u00f8ld \u00ed starvi, men \u00ed dag kanst t\u00fa av r\u00f8ttum l\u00edta aftur \u00e1 eitt eitt virki\u00f0, n\u00e6rlagt og samvitskufullt arbei\u00f0savrik.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesar eru treytirnar, vit \u00f8ll liva undir, men gott er at vita, at ta\u00f0 er ein, sum \u00abber alt vi\u00f0 or\u00f0i m\u00e1ttar S\u00edns\u00bb, og sum lovar at vera vi\u00f0 okkum allar dagar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og \u00ed dag sta\u00f0festa vit enn eitt kapittulskifti \u00ed t\u00ednum l\u00edvi, n\u00fa t\u00fa takkar fyri teg \u00ed f\u00f8stum starvi hj\u00e1 Klaksv\u00edkar kommunu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vegna Klaksv\u00edkar b\u00fdr\u00e1\u00f0 og okkum \u00f8ll, sum starvast hj\u00e1 kommununi, er ta\u00f0 m\u00e6r ein hei\u00f0ur at bera t\u00e6r eina hjartans, hjartans t\u00f8kk fyri t\u00edtt \u00e1gr\u00fdtni, n\u00e6rlagni, tr\u00fafesti \u00ed \u00f8ll hesi mongu \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">HARRIN signi teg og var\u00f0veiti teg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyrrapartin \u00ed dag var h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0sh\u00fasinum. Ors\u00f8kin var at fr\u00e1faringarl\u00f8ta fyri Noomi Thomsen, sum samstundis hevur starvast \u00ed b\u00f3khaldinum \u00ed heili 50 \u00e1r. Noomi byrja\u00f0i \u00ed starvinum \u00cd 1974&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7460,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-7459","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7459","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7459"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7459\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7461,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7459\/revisions\/7461"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7460"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7459"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7459"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7459"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}