{"id":7573,"date":"2024-11-12T16:47:58","date_gmt":"2024-11-12T16:47:58","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7573"},"modified":"2024-11-12T16:51:58","modified_gmt":"2024-11-12T16:51:58","slug":"er-radiligt-at-byggja-suduroyartunnil-nu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/11\/12\/er-radiligt-at-byggja-suduroyartunnil-nu\/","title":{"rendered":"Er r\u00e1\u00f0iligt at byggja su\u00f0uroyartunnil n\u00fa?"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><em>Strukurpolitikkur er langsigta\u00f0ur politikkur, ta\u00f0 vil siga, at vit eiga at hyggja at hesi verk\u00e6tlan og fremja hana um og t\u00e1 ta\u00f0 er r\u00e1\u00f0iligt. Ta\u00f0 er ikki r\u00e1\u00f0iligt at fara undir hesa verk\u00e6tlan n\u00fa, t\u00e1 vit vita, at f\u00edggjarpolitikkurin ikki er haldf\u00f8rur og ikki tekur atlit at teimum st\u00f3ru avbj\u00f3\u00f0ingunum sum almenni geirin hevur fyri framman.&nbsp;Ney\u00f0ugt er, at politisku myndugleikarnir fyrst f\u00e1a f\u00edggjarpolitikkin haldf\u00f8ran. Ikki fyrr enn t\u00e1, eigur man at hyggja at hesi verk\u00e6tlan at byggja ein undirsj\u00f3vartunnil til Su\u00f0uroyar.&nbsp;Harafturat eiga fyrireikingarnar til hesa risa \u00edl\u00f8guna at vera n\u00f3gv betri. Landsbankin hevur ringt vi\u00f0 at skilja at henda verk\u00e6tlan hevur sovor\u00f0nan skund. Talan er um eina infrakervis\u00edl\u00f8gu, sum skal halda 50-70 \u00e1r fram \u00ed t\u00ed\u00f0, og t\u00e1 er ikki so umr\u00e1\u00f0andi um hon ver\u00f0ur framd 1 til 2 \u00e1r fyrr ella seinni.<\/em><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Inngangur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At bora ein su\u00f0uroyartunnil er st\u00f8rsta verk\u00e6tlan F\u00f8royar yvirh\u00f8vir fara undir. Hon er eisini risa st\u00f3r samanbori\u00f0 vi\u00f0 verk\u00e6tlanir \u00ed \u00f8\u00f0rum londum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lei\u00f0slan \u00ed partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlinum metir, at samla\u00f0a \u00edl\u00f8gan \u00ed ein su\u00f0uroyartunnil er 4 mia. kr.<sup>1<\/sup>&nbsp;T\u00e1 byggirentur vera taldar vi\u00f0, er kostna\u00f0urin av verk\u00e6tlanini \u00fat vi\u00f0 5 mia. kr.<sup>2<\/sup>&nbsp;Hetta er \u00ed 2024 pr\u00edsum. Ta\u00f0 svarar til knapt 18% av mettum BT\u00da fyri 2024.<sup>3<\/sup><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein so st\u00f3r verk\u00e6tlan eigur at ver\u00f0a fyrireika\u00f0 sera v\u00e6l. Fyrireikingararbei\u00f0i\u00f0 og forarbei\u00f0i\u00f0 av verk\u00e6tlanini er vi\u00f0 til at minka um v\u00e1\u00f0an vi\u00f0 verk\u00e6tlanini, solei\u00f0is at landsst\u00fdri\u00f0, t\u00e1 ta\u00f0 tekur avger\u00f0 um at bora ella ikki, hevur so g\u00f3\u00f0a vitan sum m\u00f8guligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tunnilin er ein t\u00fd\u00f0andi langt\u00ed\u00f0ar infrakervis\u00edl\u00f8ga, og loysnin skal halda n\u00e6stu 50-70 \u00e1rini. T\u00ed eiga landsins myndugleikar at tryggja s\u00e6r, at r\u00e6tta loysnin ver\u00f0ur vald og at ta\u00f0 er r\u00e1\u00f0iligt at gera \u00edl\u00f8guna. Ta\u00f0 er av minni t\u00fddningin, um \u00edl\u00f8gan ver\u00f0ur framd 1-2 \u00e1r fyrr ella seinni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fyrireikingin av verk\u00e6tlanini<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum skriva\u00f0 omanfyri, er su\u00f0uroyartunnilin ein langt\u00ed\u00f0ar\u00edl\u00f8ga og ein risa st\u00f3r verk\u00e6tlan. T\u00ed m\u00e1 kravi\u00f0 vera, at verk\u00e6tlanin er fyrireika\u00f0 so v\u00e6l, sum til ber.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd hesum sambandi er upplagt at hyggja at, hvussu londini kring okkum gera, t\u00e1 tey hava \u00e6tlanir um st\u00f3rar verk\u00e6tlanir, og kanska serliga til Noreg, t\u00ed tey eisini bora fleiri undirsj\u00f3vartunlar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Noreg br\u00faka tey \u201danslagsmetoden\u201d t\u00e1 tey fyrireika st\u00f3rar verk\u00e6tlanir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8rsti spurningurin \u00ed eini verk\u00e6tlan sum hesari, er kostna\u00f0urin av verk\u00e6tlanini ella pr\u00edsurin. Pr\u00edsmetingin er r\u00e6ttiliga n\u00f3gv treyta\u00f0 av, hv\u00f8rjar fortreytir um kostna\u00f0in t\u00fa n\u00fdtir. H\u00e1tturin \u00ed \u201danslagsmetoden\u201d er, at tey seta ein b\u00f3lk av serfr\u00f8\u00f0ingum vi\u00f0 vi\u00f0komandi vitan og royndum. B\u00f3lkurin telur millum 5 til 10 pers\u00f3nar. Hesar spyr man so \u00f3heft av hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum, hvat pr\u00edsurin er \u00e1 ymiskum h\u00f8vu\u00f0spostum \u00ed verk\u00e6tlanini. Ta\u00f0 kann vera asfaltering, burturbeining av gr\u00f3ti, spreinging og so framvegis. Serfr\u00f8\u00f0ingarnir skulu geva ein:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Minsta pr\u00eds<\/li>\n\n\n\n<li>V\u00e6nta\u00f0an pr\u00eds<\/li>\n\n\n\n<li>Mesta pr\u00eds<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datfr\u00e1 hesum f\u00e6st ein breitt grundfestur pr\u00edsur \u00e1 verk\u00e6tlanini, sum byggir \u00e1 fleiri \u00f3heftar metingar.&nbsp;\u00cd pr\u00edsmetingin av su\u00f0uroyartunlinum er bert&nbsp;<em>ein<\/em>&nbsp;spurdur um pr\u00eds, og t\u00ed er pr\u00edsurin sum P\/F Su\u00f0uroyartunnil metir, ikki eins tryggur, samanbori\u00f0 vi\u00f0 um t\u00fa hev\u00f0i fylgt \u201canslagsmetoden\u201d. Eisini v\u00edsir notati\u00f0 hj\u00e1 Landsverk \u00e1, at h\u00e1tturin sum P\/F Su\u00f0uroyartunnil hevur gj\u00f8rt pr\u00edsmetingina eftir, gevur eina ov positiva mynd av v\u00e1\u00f0anum \u00ed pr\u00edsmetingini.<sup>4<\/sup><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt anna\u00f0, sum er umr\u00e1\u00f0andi, t\u00e1 verk\u00e6tlanirnar eru so st\u00f3rar er, at fyrireikingararbei\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur g\u00f3\u00f0skutryggja\u00f0 av uttanh\u00fdsis r\u00e1\u00f0geva. Ta\u00f0 ger man tv\u00e6r fer\u00f0ir. Eina fer\u00f0 eftir \u201dkonseptfasuna\u201d og eina fer\u00f0 afturat eftir at forprojekti\u00f0 er gj\u00f8rt. Enn er eingin g\u00f3\u00f0skutrygging farin fram av su\u00f0uroyartunnilsverk\u00e6tlanini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At g\u00f3\u00f0skutryggja og fylgja mannagongdum fyri t\u00edl\u00edkum verk\u00e6tlanum, sum eisini okkara grannalond gera, fer at taka longri t\u00ed\u00f0, men sum skriva\u00f0 \u00ed innganginum, so er ta\u00f0 av minni t\u00fddningin um \u00edl\u00f8gan ver\u00f0ur fram 1-2 \u00e1r fyrr ella seinni. Ta\u00f0 sum er umr\u00e1\u00f0andi er, at fyrireikingarnar eru so g\u00f3\u00f0ar sum m\u00f8guligt til hesa risa \u00edl\u00f8gu, so tryggja\u00f0 ver\u00f0ur, at avger\u00f0in um at bora ella ikki, er r\u00f8tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin heldur eisini ta\u00f0 er l\u00f8gi\u00f0, at fyrireikingarnar til hesa st\u00f3ru verk\u00e6tlan ikki liggja hj\u00e1 myndugleikanum \u00e1 \u00f8kinum. Vanliga mannagongdin \u00ed grannalondum okkara hev\u00f0i veri\u00f0, at almenni myndugleikin fyrireika\u00f0i hesa st\u00f3ru verk\u00e6tlan samb\u00e6rt forskriftum fyri t\u00edl\u00edkum st\u00f3rum verk\u00e6tlanum. Ikki fyrr enn hetta arbei\u00f0i\u00f0 var li\u00f0ugt, \u00e1tti ta\u00f0 veri\u00f0 handa\u00f0 til partafelagi\u00f0, sum skal standa fyri at bora tunnilin og annars at \u00fatinna arbei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men \u00ed hesum f\u00f8ri vendir ta\u00f0 \u00f8vugt. Fyrireikingarnar liggja hj\u00e1 partafelagnum. Til d\u00f8mis er ta\u00f0 partafelagi\u00f0 Su\u00f0uroyartunnil, sum hevur avgj\u00f8rt, hvar linjuf\u00f8ringin skal vera. Er ta\u00f0 r\u00e6tt? Og er ta\u00f0 r\u00e6tt at ta\u00f0 er P\/F Su\u00f0uroyartunnil, sum avger\u00f0, hvat trygdarstigi\u00f0 skal vera \u00ed tunlinum? At fyrireikingarnar liggja \u00ed P\/F Su\u00f0uroyartunlinum kann eisini merkja, at arbei\u00f0i\u00f0 ikki hevur ta\u00f0 gj\u00f8gnumskygni\u00f0, sum ein so st\u00f3r verk\u00e6tlan eigur at hava. Felagi\u00f0 er ikki fevnt av almennum innliti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin vil eisini v\u00edsa \u00e1, ta\u00f0 sum Landsverk skrivar \u00ed teirra temabla\u00f0i \u201dKostna\u00f0armeting\u201d fr\u00e1 2023, at ta\u00f0 eru serliga tvey vi\u00f0urskifti, sum gera seg galdandi \u00ed verk\u00e6tlanum, sum hesari. Ta\u00f0 eru \u201doptimism bias\u201d og \u201dstrategic misrepresentation\u201d. \u201dOptimism bias\u201d kann umsetast sum bjartskygdur skeivleiki og meinast ta\u00f0 vi\u00f0, at vit \u00ed fyrireikingini av verk\u00e6tlanum eru ov bjartskygd og ikki leggja upp fyri teimum \u00f3vissum, sum kunnu vera \u00ed einari verk\u00e6tlan. \u201dStrategic misrepresentation\u201d ella strategisk avskeplan er, t\u00e1 i\u00f0 ein \u00ed avger\u00f0artilgongdini tilvita\u00f0 yvirmetir \u00e1g\u00f3\u00f0an og undirmetir kostna\u00f0in av verk\u00e6tlanini fyri at f\u00e1a hana setta \u00ed verk. Landsbankin heldur, at myndugleikarnir hava gj\u00f8rt ov l\u00edti\u00f0 fyri at tryggja, at hesir v\u00e1\u00f0ar vera avmarka\u00f0ir mest m\u00f8guligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Kost-nyttu greiningar er besta ambo\u00f0i\u00f0 at br\u00faka sum avger\u00f0argrundarlag fyri, hv\u00f8rjar infrakervis\u00edl\u00f8gur skulu fremjast<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsverk hevur \u00ed fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 2021 gj\u00f8rt eina kost-nyttu greining av n\u00fdggjari su\u00f0uroyarlei\u00f0. Her vera fimm ymiskir m\u00f8guleikar kanna\u00f0ir og samanbornir vi\u00f0 verandi farlei\u00f0, s\u00ed mynd 1&nbsp;ni\u00f0anfyri. Ein ferjulei\u00f0 fr\u00e1 Sandi til Hvalbiar kundi eisini veri\u00f0 lagdur afturat greiningini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Av teimum fimm m\u00f8guleikunum, sum Landsverk hevur greina\u00f0, er bara ein m\u00f8guleiki, sum gevur eitt positivt \u00farslit, og er ta\u00f0 ein n\u00fdggj siglingarfarlei\u00f0 millum Sand og Tv\u00f8royri, s\u00ed talvu 1. T\u00e1 \u00farsliti\u00f0 av kanningini er negativt merkir ta\u00f0, at ta\u00f0 er eitt tap fyri samfelagi\u00f0, og t\u00ed eigur \u00edl\u00f8gan ikki at vera framd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt anna\u00f0 sum er vert at leggja til merkis, er, at ein tunnil beinlei\u00f0is fr\u00e1 Sands bygd til Su\u00f0uroyar gevur betri \u00farslit, enn ein tunnil av Skarvanesi til Su\u00f0uroyar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsverk hevur \u00ed summar dagf\u00f8rt kost-nyttu greiningina, men bara fyri tunnilin fr\u00e1 Skarvanesi til Su\u00f0uroyar. Landsbankin heldur ta\u00f0 vera l\u00f8gi\u00f0, at Landsverk bert er bi\u00f0in um at dagf\u00f8ra kost-nyttu greiningina upp\u00e1 tri\u00f0besta m\u00f8guleika (tunnil fr\u00e1 Skarvanesi). Ta\u00f0 vil siga, at hugt ver\u00f0ur als ikki eftir besta og ei heldur eftir n\u00e6stbesta m\u00f8guleika.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin m\u00e6lir til, at eisini hinir m\u00f8guleikarnar, sum eru \u00ed fr\u00e1grei\u00f0ingini fr\u00e1 2021, ver\u00f0a dagf\u00f8rdir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Mynd 1 og talva 1<\/strong><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/Files\/Images\/landsverk%202.JPG\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda: Landsverk: Forkanning av einari n\u00fdggjari su\u00f0uroyarlei\u00f0, 2021.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Arbei\u00f0sb\u00f3lkurin at vi\u00f0gera f\u00edggingarleist<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin hevur veri\u00f0 vi\u00f0 \u00ed arbei\u00f0sb\u00f3lkinum at vi\u00f0gera f\u00edggingarleist fyri verk\u00e6tlanina, og hv\u00f8rja \u00e1virkan ein su\u00f0uroyartunnil vil hava \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gina. Til ta\u00f0 arbei\u00f0i\u00f0 hev\u00f0i L\u00f8gmansskrivstovan bi\u00f0i\u00f0 Numo um at gera ein \u00fatrokningarmyndil, solei\u00f0is at verk\u00e6tlanin at bora ein su\u00f0uroyartunnil kann samanberast vi\u00f0 verandi farlei\u00f0 (Smyril) \u2013 samanberingin koyrir bert upp\u00e1, hvussu b\u00e1\u00f0ir m\u00f8guleikarnir \u00e1virka f\u00edggjarl\u00f3gina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin vil v\u00edsa \u00e1, at hesin leistur og hetta arbei\u00f0i\u00f0 einans kann br\u00fakast til at f\u00e1a vitan um, hvussu n\u00f3gv av tunnilskostna\u00f0inum ver\u00f0ur rinda\u00f0ur av fer\u00f0sluni, og hvussu n\u00f3gv skal rindast av landskassanum. Hetta kann als ikki n\u00fdtast sum grundarlag fyri, um \u00edl\u00f8gan skal gerast ella ikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er t\u00f3 \u00e1v\u00edsur vandi fyri, at ta\u00f0 j\u00fast er ta\u00f0, i\u00f0 politikararnir n\u00fdta hendan \u00fatrokningarmyndil til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">D\u00f8mi 1 \u00ed hesi fr\u00e1grei\u00f0ing v\u00edsir eitt positivt \u00farslit \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini \u00e1 40 mi\u00f3. kr. Men fyri at f\u00e1a hetta positiva \u00farslit, m\u00e1 landskassin seta 1,35 mia. \u00ed verk\u00e6tlanina. 350 mi\u00f3. kr. fr\u00e1 \u00edleggingargrunninum og s\u00ed\u00f0ani 100 mi\u00f3. kr. um \u00e1ri\u00f0 \u00ed 10 \u00e1r. 100 mi\u00f3. kr. \u00ed 10 \u00e1r er 1 mia. kr., og hon skal f\u00edggjast. Men henda milliard er ikki tald vi\u00f0 \u00ed l\u00e1nikostna\u00f0inum. Harafturat er ta\u00f0 eisini skeivt at samanbera Smyril farlei\u00f0ina, sum einki innskot f\u00e6r, vi\u00f0 ein su\u00f0uroyartunnil, sum f\u00e6r 1,4 mia. kr. \u00ed innskoti\u00f0. So har eru fleiri ivam\u00e1l vi\u00f0 hesum roknistykki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Roknistykki\u00f0 v\u00edsir eisini, at su\u00f0uroyarsiglingin kostar sera n\u00f3gv, t\u00ed fer\u00f0ase\u00f0lapr\u00edsurin var\u00f0 settur ni\u00f0ur \u00ed helvt \u00ed umlei\u00f0 2007 og s\u00ed\u00f0ani ikki er javna\u00f0ur vi\u00f0 kostna\u00f0ar- ella l\u00f8narst\u00f8\u00f0i. Politiskar avger\u00f0ir hava sostatt gj\u00f8rt, at su\u00f0uroyarsiglingin er so miki\u00f0 kostna\u00f0armikil \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini sum hon er. Hetta ger, at su\u00f0uroyarsiglingin s\u00e6r eyka d\u00fdr \u00fat.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt anna\u00f0, sum hetta roknistykki heldur ikki tekur vi\u00f0, er spurningurin um hv\u00f8rt innskoti\u00f0 \u00e1 1,4 mia. kr. kundu veri\u00f0 br\u00faktar betri a\u00f0rasta\u00f0ni. 1,4 mia. kr. eru n\u00f3gvir pengar og politikararnir eiga at br\u00faka teir har, sum teir gera st\u00f8rst nyttu fyri f\u00f8royska samfelagi\u00f0. Ta\u00f0 er als ikki vist at teir gera best nyttu \u00ed P\/F Su\u00f0uroyartunnil.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Grundarlagi\u00f0 fyri um \u00edl\u00f8gan eigur at vera framd ella ikki eigur at ver\u00f0a tikin \u00fat fr\u00e1 kost-nyttu greiningini av teimum m\u00f8guleikum sum eru, s\u00ed broti\u00f0 omanfyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Er ta\u00f0 r\u00e1\u00f0iligt at fara undir eina so st\u00f3ra verk\u00e6tlan \u00ed verandi st\u00f8\u00f0u?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royski b\u00faskapurin er v\u00e6l fyri \u00ed l\u00f8tuni. Skuldin er lutfalsliga l\u00e1g b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 landi og kommunum, fyrit\u00f8kur og h\u00fasarhald eru v\u00e6l fyri, yvirskot er \u00e1 handilsjavnanum og F\u00f8royar hevur einki arbei\u00f0sloysi. T\u00ed metir Landsbankin ikki, at ta\u00f0 ver\u00f0ur nakar trupulleiki at taka l\u00e1n fyri at f\u00edggja hesa verk\u00e6tlan. Trupulleikin er ikki sj\u00e1lv l\u00e1nt\u00f8kan, men heldur at l\u00e1ni\u00f0 skal rindast aftur. Og h\u00f3ast allar bestu t\u00ed\u00f0ir n\u00f3gv \u00e1r \u00e1 ra\u00f0, hava b\u00e6\u00f0i land og kommunur hall \u00e1 teirra roknskapum. Harvi\u00f0 er einki uppspart til, til d\u00f8mis at br\u00faka upp\u00e1 hesa verk\u00e6tlan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harafturat hava F\u00f8royar eina sera st\u00f3ra haldf\u00f8risavbj\u00f3\u00f0ing fyri framman. Fr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num um f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri\u00f0 fr\u00e1 januar 2024&nbsp;v\u00edsti, at f\u00edggjarpolitikkurin ikki er haldf\u00f8rur og at n\u00f3gv tilt\u00f8k mugu gerast, fyri at f\u00e1a javnv\u00e1g millum innt\u00f8kur og \u00fatei\u00f0slur hj\u00e1 almenna geiranum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f3ra ors\u00f8kin til hetta, eru demografisku broytingarnar. Vit gerast fleiri eldri, samstundis sum tali\u00f0 av teimum \u00ed arbei\u00f0sf\u00f8rum aldri so at siga stendur \u00ed sta\u00f0, s\u00ed mynd 2.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Mynd 2<\/strong><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/Files\/Images\/haldf%C3%B8ri%202.JPG\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um einki ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 hesa risa avbj\u00f3\u00f0ing, f\u00e1a f\u00f8royingar eina st\u00f8\u00f0ugt og skj\u00f3tt vaksandi skuld fram til 2060.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gera vit tilt\u00f8k, eitt n\u00fa at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin og fremja rationaliseringar \u00e1 almenna \u00f8kinum, betra vit um f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri\u00f0, men ta\u00f0 krevur at politisku myndugleikarnir veruliga ra\u00f0festa at loysa hendan trupulleikan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um hugt ver\u00f0ur upp\u00e1 millumlangt sikt, so s\u00e6r \u00fat til, at halli\u00f0 \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini bara veksur komandi \u00e1rini. V\u00e6ntast kann, at halli\u00f0 er vaksi\u00f0 upp til 1 mia. kr. \u00ed 2035, tvs. bara n\u00e6stu 10 \u00e1rini er ein f\u00edggingart\u00f8rvur \u00e1 6 mia. kr. &nbsp;Um tunnilin ver\u00f0ur gj\u00f8rdur, so ger henda eyka\u00fatrei\u00f0sla, at ta\u00f0 ver\u00f0ur enn torf\u00f8rari at f\u00e1a javnv\u00e1g \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ney\u00f0ugt er at loysa hesa avbj\u00f3\u00f0ing vi\u00f0 f\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8rinum fyrst. Ney\u00f0ugt er at fremja st\u00f3rar n\u00fdskipanir innan almenna geiran. Til d\u00f8mis mugu st\u00f3rar \u00edl\u00f8gur gerast \u00ed eldra\u00f8ki\u00f0 b\u00e6\u00f0i fyri at rationalisera raksturin, men eisini t\u00ed t\u00f8rvurin ver\u00f0ur st\u00f8rri, og meir peningur m\u00e1 setast av til heilsu\u00f8ki\u00f0. Ta\u00f0 ber ikki til at siga, at eldra\u00f8ki\u00f0 hoyrir til kommunurnar, t\u00ed \u00f3ans\u00e6\u00f0 hvat, so eru vit bara eitt \u00e1v\u00edst tal av skattgjaldarum, sum skulu f\u00edggja b\u00e6\u00f0i land og kommunur. Hetta er ein landspolitisk uppg\u00e1va.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Politisku myndugleikarnir kunnu ikki bara hyggja einsamalt eftir st\u00f3ru verk\u00e6tlanini at bora ein tunnil til Su\u00f0uroyar. Politisku myndugleikarnir mugu hyggja eftir samla\u00f0a f\u00f8royska b\u00faskapinum, og \u00e1sanna, at su\u00f0uroyartunnilin bert er ein av mongum verk\u00e6tlanum. Ney\u00f0ugt er at ra\u00f0festa, t\u00ed F\u00f8royar hevur ikki r\u00e1\u00f0 til allar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur \u00ed s\u00edni b\u00faskaparfr\u00e1grei\u00f0ing fr\u00e1 mars 2023 gj\u00f8rt eitt yvirlit yvir \u00edl\u00f8gut\u00f8rvin n\u00e6stu 15 \u00e1rini.<sup>5<\/sup>&nbsp;Tey v\u00edsa \u00e1 ein \u00edl\u00f8gut\u00f8rv \u00e1 26 mia.&nbsp;kr. b\u00fdttar millum land, kommunur og almenn fel\u00f8g. \u00cdl\u00f8gurnar hj\u00e1 kommunum eru bara leysliga mettar, og ta\u00f0 er ikki lagt upp fyri \u00f8\u00f0rum st\u00f3rum verk\u00e6tlanum, sum \u00f3v\u00e6nta\u00f0 kunnu koma upp\u00e1 tal. Ta\u00f0 skal sigast, at \u00ed hesum 26 mia. kr. er su\u00f0uroyartunnilin \u00edrokna\u00f0ur. Ein fyrsta ra\u00f0festing kundi veri\u00f0 at b\u00fdta \u00edl\u00f8gurnar upp \u00ed, hvat er ney\u00f0ugt at gera av \u00edl\u00f8gum og hvat kann b\u00ed\u00f0a. Eitt er vist, at alney\u00f0ug er, at gera \u00edl\u00f8gur \u00ed eldra\u00f8ki\u00f0 og b\u00fastovnar annars, t\u00ed verandi bygna\u00f0ur vi\u00f0 sm\u00e1um eindum er alt ov d\u00fdrur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Taka landsmyndugleikarnir ikki haldf\u00f8risavbj\u00f3\u00f0ingina \u00ed \u00e1lvara, er vandi fyri, at skattatr\u00fdsti\u00f0 ver\u00f0ur so h\u00f8gt, at ung f\u00f3lk, sum fara av landinum at lesa, ikki ynskja at venda heim aftur, og eisini at f\u00f3lk sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum flyta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Tunnilskostna\u00f0urin fer at tro\u00f0ka skilag\u00f3\u00f0ar \u00edl\u00f8gur burtur \u00ed almenna geiranum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdri\u00f0 tykist ikki at \u00e1sanna, at ta\u00f0 er tann fulli \u00edl\u00f8gukostna\u00f0urin \u00e1 4 mia. kr. (umframt v\u00e1\u00f0a\u00edskoyti\u00f0), sum skal haldast upp \u00edm\u00f3ti \u00f8\u00f0rum almennum \u00edl\u00f8gum, t\u00e1 metast skal um skynsemi \u00ed at gera \u00edl\u00f8guna. F\u00f8rt ver\u00f0ur fram, at \u00edl\u00f8gan &#8220;einans&#8221; tyngir f\u00edggjarl\u00f3gina vi\u00f0 100 mi\u00f3. kr. \u00e1rliga n\u00e6stu 10 \u00e1rini umframt a\u00f0rar 350 mi\u00f3. kr. (fr\u00e1 \u00cdleggingargrunninum). Og harafturat at \u00edl\u00f8gan ikki tyngir f\u00edggjarl\u00f3gina, t\u00e1 tunnilin er li\u00f0ugur, men tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti at landi\u00f0 sparir rakstrar\u00fatrei\u00f0slur til ferju. Landsbankin skal v\u00edsa \u00e1, at allir pengarnir koma \u00far sama kassa, og h\u00f3ast landskassin setir 1,35 mia. kr. \u00ed P\/F Su\u00f0uroyartunnil, so minkar hetta ikki um f\u00edggjarligu byr\u00f0una hj\u00e1 landskassanum. Hetta er sigarkassahugsan, sum kann f\u00e1a politisku skipanina at taka hesa st\u00f3ru \u00edl\u00f8guavger\u00f0 grunda\u00f0 \u00e1 eitt misv\u00edsandi b\u00faskaparfakligt grundarlag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsbankin skal v\u00edsa \u00e1, at ein so st\u00f3r l\u00e1nsf\u00edggja\u00f0 \u00edl\u00f8ga \u00ed ein undirsj\u00f3vartunnil leggur n\u00f8kur bond \u00e1 politiska skipanina \u00ed fleiri \u00e1rat\u00edggjur fram. Henda \u00edl\u00f8gan fer at tro\u00f0ka fleiri a\u00f0rar skilag\u00f3\u00f0ar \u00edl\u00f8gur, sum eru alney\u00f0ugar, burtur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Strukurpolitikkur er langsigta\u00f0ur politikkur, ta\u00f0 vil siga, at vit eiga at hyggja at hesi verk\u00e6tlan og fremja hana um og t\u00e1 ta\u00f0 er r\u00e1\u00f0iligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ikki r\u00e1\u00f0iligt at fara undir hesa verk\u00e6tlan n\u00fa, t\u00e1 vit vita, at f\u00edggjarpolitikkurin ikki er haldf\u00f8rur og ikki tekur atlit at teimum st\u00f3ru avbj\u00f3\u00f0ingunum sum almenni geirin hevur fyri framman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ney\u00f0ugt er, at politisku myndugleikarnir fyrst f\u00e1a f\u00edggjarpolitikkin haldf\u00f8ran. Ikki fyrr enn t\u00e1, eigur man at hyggja at hesi verk\u00e6tlan at byggja ein undirsj\u00f3vartunnil til Su\u00f0uroyar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harafturat eiga fyrireikingarnar til hesa risa \u00edl\u00f8guna at vera n\u00f3gv betri. Landsbankin hevur ringt vi\u00f0 at skilja at henda verk\u00e6tlan hevur sovor\u00f0nan skund. Talan er um eina infrakervis\u00edl\u00f8gu, sum skal halda 50-70 \u00e1r fram \u00ed t\u00ed\u00f0, og t\u00e1 er ikki so umr\u00e1\u00f0andi um hon ver\u00f0ur framd 1 til 2 \u00e1r fyrr ella seinni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">[1] Kostan\u00f0urin er \u00edrokna\u00f0 Sandv\u00edkartunnil vi\u00f0 vegf\u00f8ring, umkoyringarvegur \u00ed Hvalba og trygdarr\u00fam. Landsverk metir, at kostna\u00f0urin ver\u00f0ur v\u00e6l meira enn ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">[2] Landsbankin skal v\u00edsa \u00e1, at Eysturoyartunnilin var \u00ed 2012 mettur at kosta 1,13 mia. kr. og framrokna\u00f0 til 2016 pr\u00edsir var ta\u00f0 1,27 mia. kr. Verklagskostna\u00f0urin \u00ed 2016 gj\u00f8rdist 1,54 mia. kr. Somu t\u00f8l fyri Sandoyartunnilin eru \u00e1vikavist 1 mia. \u00ed 2018, framrokna\u00f0 til 1,1 mia. kr. \u00ed 2021 og verklagskostna\u00f0urin \u00ed 2021 gj\u00f8rdist 1,3 mia. kr. Ta\u00f0 vil siga fyri Eysturoyartunnilin var kostna\u00f0urin 22% h\u00e6gri, enn upprunaliga mett, og fyri Sandoyartunnilin 19% h\u00e6gri enn mett. Kelda: Landsverk, Temabla\u00f0; \u201dKostna\u00f0armeting\u201d 2023.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">[3] ES-tunlarnir kosta\u00f0u 2,7 mia. kr. og byggingin byrja\u00f0i \u00ed 2017, t\u00e1 BT\u00da var 19,7 mia. kr. Ta\u00f0 vil siga, at verk\u00e6tlanin var 13,7% av BT\u00da. Somulei\u00f0is ein risa st\u00f3r verk\u00e6tlan. Munurin millum ES-tunlarnar og su\u00f0uroyartunnilin er t\u00f3, at bara millum 10-20% av f\u00edggingini ver\u00f0ur goldin av fer\u00f0sluni \u00ed su\u00f0uroyartunlinum, og restin ver\u00f0ur goldin av skattaborgarunum (landskassanum). Av ES-tunlunum f\u00edggjar fer\u00f0slan um 80% me\u00f0an um 20% ver\u00f0ur goldi\u00f0 av skattaborgarunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">[4]&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.landsbankin.fo\/Files\/Images\/fylgiskjal-18-vidmerkingar-til-kostnadarmeting-av-suduroyartunlinum-landsverk-040724.pdf\">S\u00ed notat fr\u00e1 Landsverk, har tey gera s\u00ednar vi\u00f0merkingar til kostna\u00f0armetingina av su\u00f0uroyartunlinum hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunnil. Notati\u00f0 er skriva\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 arbei\u00f0num hj\u00e1 arbei\u00f0sb\u00f3lkinum at finna ein f\u00edggingarleist.<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">[5]&nbsp;<a href=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/18062\/bu-skaparfra-grei%C3%B0ing_i_mars_2023.pdf?t=44&amp;s=993Prb7SvujK2skjVhurvKRV_Bc\">Fr\u00e1grei\u00f0ing til j\u00e1ttanarkarmar 2024<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Strukurpolitikkur er langsigta\u00f0ur politikkur, ta\u00f0 vil siga, at vit eiga at hyggja at hesi verk\u00e6tlan og fremja hana um og t\u00e1 ta\u00f0 er r\u00e1\u00f0iligt. Ta\u00f0 er ikki r\u00e1\u00f0iligt at fara&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7578,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":true,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-7573","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7573","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7573"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7573\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7574,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7573\/revisions\/7574"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7578"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7573"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7573"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7573"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}