{"id":7641,"date":"2024-11-21T00:59:35","date_gmt":"2024-11-21T00:59:35","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7641"},"modified":"2024-11-21T01:00:14","modified_gmt":"2024-11-21T01:00:14","slug":"ruth-vang-tu-hevur-gjoert-ein-broelara","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/11\/21\/ruth-vang-tu-hevur-gjoert-ein-broelara\/","title":{"rendered":"Ruth Vang, t\u00fa hevur gj\u00f8rt ein br\u00f8lara!"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Vi\u00f0 at broyta skattligu vi\u00f0urskiftini hj\u00e1 f\u00f8royingum, sum arbei\u00f0a uttanlands, b\u00e6\u00f0i \u00e1 landi og til sj\u00f3s. F\u00f8royingar hava alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 mobilir, fyrst og fremst t\u00ed f\u00f8royska arbei\u00f0megin er dugnalig og eftirspurd \u00ed londununm kring okkum. Hetta skrivar Erhard Joensen l\u00f8gtingsma\u00f0ur.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir sj\u00e1lvskapta skr\u00e6dli\u00f0 \u00ed 1992, eggja\u00f0u vit okkara f\u00f3lki at fara \u00ed \u00fatlondini at vinna til dagsins uppihald og gj\u00f8rdu samstundis skipanir, sum gj\u00f8rdu, at ta\u00f0 loysti seg hj\u00e1 teimum at fara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Einsstaklingar og fel\u00f8g l\u00f8gdu seg veruliga \u00ed selarnar fyri f\u00e1a samband vi\u00f0 veitarar, serliga innan oljuvinnuna \u00ed Norra, og hetta hepna\u00f0ist, og hetta er eitt bragd \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 hevur gingist hesum f\u00f3lkum og teirra familjum v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Gull verd f\u00f3lk<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesi f\u00f3lk hava s\u00ed\u00f0an t\u00e1 veri\u00f0 gull verd fyri F\u00f8royar, t\u00ed tey eru komin heim vi\u00f0 milliardum av kr\u00f3num til s\u00ednar familjur og til F\u00f8royar, og sum eru br\u00faktar her og hava skapt ovurhonds st\u00f3rt virksemi herheima, hvar landskassin hevur fingi\u00f0 s\u00edn part.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er beinlei\u00f0is f\u00e1fongd at sp\u00e6la hazard vi\u00f0 hesum innt\u00f8kum, fyri m\u00f8guliga at f\u00e1a ein ikki eksisterandi l\u00f8tuvinning. T\u00ed hetta kemur at f\u00f8ra vi\u00f0 s\u00e6r, at n\u00f3gvir av okkara landsmonnum og kvinnum flyta av landinum. Fleiri eru longu fluttir, skal eg heilsa og siga! Hetta er ein skandala, t\u00ed hetta kemur at hava j\u00fast ta\u00f0 \u00f8vugtu effektina av t\u00ed, sum Ruth og samgongan billa okkum inn, at hetta kemur at \u00f8kja um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kemur tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti at minka um arbei\u00f0s\u00fatbo\u00f0i\u00f0. T\u00ed n\u00f3gv av teimum, sum arbei\u00f0a uttanlands, arbei\u00f0a herheima \u00ed fr\u00edt\u00ed\u00f0ini, sj\u00e1lvt um tey t\u00e1 ver\u00f0a r\u00e6ttuliga hart skatta\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harumframt rinda tey f\u00f8roysk arbei\u00f0smarkna\u00f0argj\u00f8ld, eru limir \u00ed f\u00f8royskum fakfel\u00f8gum og gjalda limagjald har, gjalda f\u00f8royska eftirl\u00f8n, sum ver\u00f0ur skatta\u00f0 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini hava vit n\u00fa n\u00f8kur fel\u00f8g, sum eru sera dugnalig, og arbei\u00f0a \u00e1 altj\u00f3\u00f0a markna\u00f0inum, hvar kr\u00f8vini til starvsf\u00f3lki\u00f0 eru sera strong. Hetta \u00e1ttu vit at veri\u00f0 stolt og errin av, og heldur lati tey fingi fri\u00f0 at arbeitt, til frama fyri okkum \u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vitanartung st\u00f8rv<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f3gv av hesum st\u00f8rvunum eru vitanartung st\u00f8rv, og sum gera F\u00f8royar r\u00edkari og fj\u00f8lbroyttari. F\u00f8royingar sum arbei\u00f0a uttanlands, arbei\u00f0a hj\u00e1 n\u00f8krum av fremstu fyrit\u00f8kum \u00ed heiminum, nevnast kunnu m.a. Aker Solutions og Aibel, sum eru f\u00f8randi \u00ed heiminum innanfyri orkut\u00f8kni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri hetta geva vit teimum ein l\u00edtlan skattafyrimun, sum eftir m\u00ednari meting, eru sera v\u00e6l \u00fatgivnir pengar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg havi hoyrt \u00fatsagnir fr\u00e1 m.a. Vinnuh\u00fasinum, um at allar fr\u00e1dr\u00e1ttarskipanir skulu avtakast her og n\u00fa. Lat meg bara sl\u00e1a fast, ta\u00f0 er ikki Vinnuh\u00fasi\u00f0, sum f\u00f8rir politikk \u00ed F\u00f8royum, ta\u00f0 ger F\u00f8roya L\u00f8gting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ste\u00f0ga \u00e1 Ruth Vang<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg fari vi\u00f0 hesum at heita \u00e1 Ruth Vang, landsst\u00fdriskvinnu \u00ed f\u00edggjarm\u00e1lum, um at seta \u00ed gildi aftur teir skattligu fr\u00e1fr\u00e1ttir, sum hesi f\u00f3lk hava fingi\u00f0 \u00ed n\u00f3gv \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tosa vi\u00f0 vinnuna, sum hetta rakar, t\u00ed ta\u00f0 kann ikki ver\u00f0a \u00ed \u00e1huganum hj\u00e1 t\u00e6r ella sitandi samgongu, at reka enn fleiri f\u00f8royskar familjur av landinum, ella at gera F\u00f8royar f\u00e1t\u00e6kari og minni fj\u00f8lbroyttar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Erhard Joensen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">l\u00f8gtingsma\u00f0ur fyri Sambandsflokkin<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><\/h2>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vi\u00f0 at broyta skattligu vi\u00f0urskiftini hj\u00e1 f\u00f8royingum, sum arbei\u00f0a uttanlands, b\u00e6\u00f0i \u00e1 landi og til sj\u00f3s. F\u00f8royingar hava alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 mobilir, fyrst og fremst t\u00ed f\u00f8royska arbei\u00f0megin er dugnalig og&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7642,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110,7],"tags":[],"class_list":["post-7641","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7641","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7641"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7641\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7644,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7641\/revisions\/7644"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7642"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7641"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7641"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7641"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}