{"id":7824,"date":"2024-12-12T20:46:02","date_gmt":"2024-12-12T20:46:02","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7824"},"modified":"2024-12-12T21:10:54","modified_gmt":"2024-12-12T21:10:54","slug":"seinasti-byradsfundur-i-hesi-setuni","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/12\/12\/seinasti-byradsfundur-i-hesi-setuni\/","title":{"rendered":"Seinasti b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundur \u00ed hesi setuni"},"content":{"rendered":"\n<h1 class=\"wp-block-heading\">Seinasti b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundurin \u00ed hesi setuni hevur veri\u00f0. He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, n\u00fdtti h\u00f8vi\u00f0 at takka fyri gott samstarv og ynskja Elsu Berg bl\u00ed\u00f0an byr.&nbsp;<\/h1>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.torshavn.fo\/media\/axzngyql\/28nov24_b3a9609.jpg?width=1920&amp;upscale=false\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Her er r\u00f8\u00f0an hj\u00e1 He\u00f0ini Mortensen, borgarstj\u00f3ra \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<h4 class=\"wp-block-heading\">&#8211; G\u00f3\u00f0u b\u00fdr\u00e1\u00f0slimir!<\/h4>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt gott f\u00e6r ein enda, plaga vit at siga, og so er eisini \u00ed dag, n\u00fa enn eitt b\u00fdr\u00e1\u00f0s\u00e1r er av, og vit eisini eru komin til endan \u00e1 hesum f\u00fdra \u00e1ra valskei\u00f0num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og lat meg beinanvegin takka tykkum \u00f8llum fyri gott samstarv hetta skei\u00f0i\u00f0, sum n\u00fa er fari\u00f0, t\u00ed eg haldi, at vit \u00f8ll saman hava fingi\u00f0 v\u00e6l burtur\u00far.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onkur stilla\u00f0i ikki uppaftur til kommunuvali\u00f0, sum var \u00ed farna m\u00e1na\u00f0i, og onkur fekk ikki afturval.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gevist ikki fyri ta\u00f0, men minnist til, at vit alt\u00ed\u00f0 hava br\u00fak fyri g\u00f3\u00f0um kreftum \u00ed T\u00f3rshavnar b\u00fdr\u00e1\u00f0!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum b\u00fdr\u00e1\u00f0slimir hava vit fingi\u00f0 \u00e1lit fr\u00e1 f\u00f3lkinum, vit var\u00f0a av, og okkum er liti\u00f0 upp \u00ed hendi at taka b\u00e6\u00f0i st\u00f3rar og sm\u00e1ar avger\u00f0ir, eins v\u00e6l og b\u00e6\u00f0i l\u00e6ttari og tyngri avger\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 hugaligt, t\u00e1 vit kunnu taka hendur saman og \u00ed felag avrika naka\u00f0, i\u00f0 kann gagna b\u00e6\u00f0i kommununi og h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0num, t\u00ed ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 l\u00e6ttast at lyfta \u00ed felag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu hava ymsar meiningar um ta\u00f0, vit arbei\u00f0a vi\u00f0, men eg ivist onga l\u00f8tu \u00ed, at felags m\u00e1li\u00f0 er dr\u00edvmegin hj\u00e1 okkum \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er at gera s\u00edtt besta fyri T\u00f3rshavnar kommunu og \u00f8ll tey, sum her b\u00faleikast og hava s\u00edtt l\u00edv, t\u00ed ta\u00f0 er fyrst og fremst ta\u00f0, vit eru vald til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eru vald til at vera f\u00f3lksins forlongdi armur, og skulu t\u00ed arbei\u00f0a fyri tey, i\u00f0 hava liti\u00f0 okkum ta\u00f0 til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her eru vit so heppin at hava eina v\u00e6l \u00fatbygda og f\u00edggjarliga v\u00e6l grundfesta kommunu, men ta\u00f0 krevur samstundis av okkum, at vit megna at halda fast \u00ed ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0, sum okkum er liti\u00f0 upp \u00ed hendi, eiga vit at fara v\u00e6l um og r\u00f8kja sum best, og ta\u00f0 haldi eg, at vit \u00f8ll sum g\u00f3\u00f0 og skilag\u00f3\u00f0 f\u00f3lk hava megna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed er ta\u00f0 eisini vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um treysti, at vit hyggja frameftir, so ta\u00f0 eisini ver\u00f0ur solei\u00f0is hetta komandi skei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri m\u00edtt vi\u00f0komandi endar eitt t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 n\u00fa, har m\u00e6r hevur veri\u00f0 liti\u00f0 til at vera borgarstj\u00f3ri \u00ed T\u00f3rshavnar kommunu og at standa \u00e1 odda fyri h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eri eg takksamur fyri, t\u00ed hesi tilsamans 16 \u00e1rini hava veri\u00f0 hendingar\u00edk vi\u00f0 n\u00f3gvum gevandi l\u00f8tum og st\u00f3rum upplivingum, eg ikki vildi veri\u00f0 fyriuttan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa skal eg so venja meg vi\u00f0 ein n\u00fdggjan gerandisdag, samstundis sum onnur eisini skulu ta\u00f0 \u2013 ikki minst komandi borgarstj\u00f3rin, i\u00f0 n\u00fa skal avloysa meg \u00ed sessinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini skal eg n\u00fa siga okkara g\u00f3\u00f0u umsiting farv\u00e6l, h\u00f3ast eg sum vanligur b\u00fdr\u00e1\u00f0slimur ikki heilt missi sambandi\u00f0 vi\u00f0 tey.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 ver\u00f0ur sj\u00e1lvandi eitt sindur \u00f8\u00f0rv\u00edsi at koma \u00e1 g\u00e1tt \u00e1 Vaglinum, n\u00fa eg \u00ed tilsamans f\u00fdra valskei\u00f0 havi siti\u00f0 vi\u00f0 bor\u00f0endan, og so ikki longur geri ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir \u00f8ll hesi \u00e1rini vi\u00f0 einum \u00e1lmanakka, sum hevur veri\u00f0 \u00e1 tremur vi\u00f0 alskyns avtalum fr\u00e1 morgni til myrkurs, skal eg n\u00fa til at venja meg vi\u00f0 eina heldur r\u00f3ligari tilveru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Telefonin ver\u00f0ur helst eisini eitt sindur k\u00farrari, og h\u00f3ast eg eri morgunma\u00f0ur, f\u00e1a vit n\u00fa at s\u00edggja, um eg kanska onkran morgun fari at liggja eitt sindur longur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men h\u00f3ast eg ikki longur fr\u00e1 morgunstundini skal vera kl\u00e1rur til fundir og anna\u00f0, skulu tit ikki rokna vi\u00f0, at eg bara leggi meg \u00e1 hina li\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hugurin at vera virkin og at f\u00e1a naka\u00f0 burtur\u00far degnum, er einki minka\u00f0ur \u2013 heldur tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Enn einafer\u00f0 vil eg bara takka tykkum \u00f8llum fyri gott samstarv, gott arbei\u00f0slag og manga g\u00f3\u00f0a l\u00f8tu hetta farna skei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg fari ikki at nevna n\u00f8kur n\u00f8vn, h\u00f3ast samstarvi\u00f0 hevur veri\u00f0 st\u00f8rri vi\u00f0 onkran enn vi\u00f0 onkran annan, t\u00ed tit hava dygdir, i\u00f0 eg havi st\u00f8rstu vir\u00f0ing fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fleiri tykkara havi eg kent \u00ed mong \u00e1r og samstarva\u00f0 n\u00f3gv vi\u00f0, og onnur kanska ikki so leingi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men eg haldi, at tit hv\u00f8r \u00ed s\u00ednum lagi hava megna\u00f0 at lagt tykkara orku og evni \u00ed ta\u00f0 g\u00f3\u00f0a arbei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">* * *<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis vil eg ynskja alt ta\u00f0 besta fyri ta\u00f0 komandi b\u00fdr\u00e1\u00f0i\u00f0, i\u00f0 so ella so byggir \u00e1 her\u00f0arnar \u00e1 hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini vil eg ynskja Elsu Berg bestu eydnu, n\u00fa hon fer at taka vi\u00f0 sum okkara n\u00fdggi borgarstj\u00f3ri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum varaborgarstj\u00f3ri eri eg f\u00fasur at vera til hj\u00e1lpar, um br\u00fak er fyri t\u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og sj\u00e1lvt um eg ikki longur eri vi\u00f0 sum skipari, gle\u00f0i eg meg til at s\u00edggja, hvussu tann n\u00fdmanna\u00f0a sk\u00fatan stevnir \u00fat \u00ed framt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201fN\u00fdggir kustar feia best, men teir gomlu kenna kr\u00f3karnar,\u201d sigur or\u00f0ataki\u00f0, men t\u00e1 n\u00fdhugsan og royndir ganga hond \u00ed hond, f\u00e6st n\u00f3gv burtur\u00far.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00d8ll vilja vit ta\u00f0 besta fyri T\u00f3rshavnar kommunu og h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0in, og t\u00e1 i\u00f0 so n\u00f3gv g\u00f3\u00f0 hj\u00f8rtu banka \u00ed takt fyri t\u00ed sama g\u00f3\u00f0a m\u00e1linum, kann ta\u00f0 bara vera gott.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri!<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"750\" height=\"499\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-4072\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1.jpg 750w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1-300x200.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1-330x220.jpg 330w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1-420x280.jpg 420w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/01\/hedin-50-ar-i-starvi_1-615x410.jpg 615w\" sizes=\"(max-width: 750px) 100vw, 750px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img decoding=\"async\" width=\"750\" height=\"558\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/hedin-2023-drotningin-dk-torshavn.fo_.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-5237\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/hedin-2023-drotningin-dk-torshavn.fo_.jpg 750w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/hedin-2023-drotningin-dk-torshavn.fo_-300x223.jpg 300w\" sizes=\"(max-width: 750px) 100vw, 750px\" \/><figcaption class=\"wp-element-caption\">Formand for Kommuneforeningen p\u00e5 F\u00e6r\u00f8erne, Borgmester i T\u00f3rshavn Kommune\tHe\u00f0in\tMortensen\tFO-100 T\u00f3rshavn\tK.\n Audiens<\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda &amp; myndir: torshavn.fo<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinasti b\u00fdr\u00e1\u00f0sfundurin \u00ed hesi setuni hevur veri\u00f0. He\u00f0in Mortensen, borgarstj\u00f3ri, n\u00fdtti h\u00f8vi\u00f0 at takka fyri gott samstarv og ynskja Elsu Berg bl\u00ed\u00f0an byr.&nbsp; Her er r\u00f8\u00f0an hj\u00e1 He\u00f0ini Mortensen, borgarstj\u00f3ra&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7724,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131,110],"tags":[],"class_list":["post-7824","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7824","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7824"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7824\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7825,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7824\/revisions\/7825"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7724"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7824"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7824"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7824"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}