{"id":7981,"date":"2024-12-29T00:36:12","date_gmt":"2024-12-29T00:36:12","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=7981"},"modified":"2024-12-29T01:35:35","modified_gmt":"2024-12-29T01:35:35","slug":"foeroya-fiskimannafelag","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2024\/12\/29\/foeroya-fiskimannafelag\/","title":{"rendered":"F\u00f8roya Fiskimannafelag"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00cd dag hevur F\u00f8roya Fiskimannafelag havt fund og var Jan H\u00f8jgaard afturvaldur sum forma\u00f0ur.<\/h2>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin hj\u00e1 Jan H\u00f8jgaard hildin \u00e1 landsfundinum 2024<\/h3>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><strong>\u00c1rsfr\u00e1grei\u00f0ing 2024<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u fundarluttakarar!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri at tit eru komnir \u00e1 Landsfund hj\u00e1 F\u00f8roya Fiskimannafelag 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eins og si\u00f0ur er, so reisa vit okkum og minnast teir sj\u00f3menn, i\u00f0 farnir eru.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta \u00e1ri\u00f0 &#8211; 2024 &#8211; fara vit at minnast mest fyri, at Kambur forlisti, og tveir mans komu ikki aftur. Hetta \u00e1virka\u00f0i okkum \u00f8ll sera n\u00f3gv. Ein syndarlig vannlukka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e6r samr\u00f8\u00f0ur, sum v\u00f3ru vi\u00f0 manning og avvar\u00f0andi aftan\u00e1, kundu ikki anna\u00f0 enn r\u00f8ra ein. Sorgin var st\u00f3r \u2013 so st\u00f3r, at ta\u00f0 ber ikki til l\u00fdsa i or\u00f0um. F\u00e1ur mundi hava \u00edmynda\u00f0 s\u00e6r, at tveir av okkara royndastu monnum blivu tiknir fr\u00e1 okkum henda dagin. Menn, sum dugdu s\u00edtt yrki til l\u00edtar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men lagnan spurdi ikki eftir hesum. T\u00ed sita avvar\u00f0andi \u00ed dag vi\u00f0 st\u00f3rari sorg og royna at finna svar. Royna at koma v\u00ed\u00f0ari, men ta\u00f0 tykist tungt, og sorgin vil ikki sleppa. Vit hugsa um tykkum og ta\u00f0 gera mong vi\u00f0 okkum. Ta\u00f0 kundi eisini gingi\u00f0 n\u00f3gv verri, t\u00ed teir av manningin, i\u00f0 v\u00f3ru \u00e1 br\u00fanni, v\u00f3ru illa staddir, og tann eini st\u00f3\u00f0 har frammi einsamallur og g\u00f8llhelt s\u00e6r \u00ed t\u00edmar. Gott at vit f ingu tykkum aftur. Henda morgunin &#8211; 6. feburar &#8211; hoyrdu vit, at Kambur hev\u00f0i sent \u00fat ney\u00f0arkall, og t\u00e6r fyrstu \u00fatmeldingarnar fr\u00e1 l\u00f8greglu og Kringvarpinum v\u00f3ru ringar at tulka, men seinri gj\u00f8rdist greitt, at st\u00f8\u00f0an var \u00e1lvarsom.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fiskimannafelagi\u00f0 royndi beinanvegin at f\u00e1a fatur \u00e1 manningarlistanum fyri at kunna hj\u00e1lpa manningini, men teir myndugleikar, sum h\u00f8vdu manningarlistan, vildu ikki geva okkum hann. Tey \u00e1 rei\u00f0ar\u00ednum v\u00f3ru illa skelka\u00f0, og ikki bar til at f\u00e1a samband vi\u00f0 tey beinanvegin. Men t\u00e1 i\u00f0 samband kom seinni \u00e1 degnum, var arbei\u00f0i\u00f0 v\u00e6l samskipa\u00f0, solei\u00f0is at vit l\u00f8gdu dent \u00e1, at manningin kundi f\u00e1a s\u00e1larhj\u00e1lp. So skuldu vit v\u00ed\u00f0ari \u00ed hesum syndarliga m\u00e1li vi\u00f0 tryggingum, sj\u00f3r\u00e6tti og \u00f8llum t\u00ed, sum stendst av ringum \u00f3happum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini var skipa\u00f0 fyri minningarhaldum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">11. mars t\u00f3k Fiskimannafelagi\u00f0 stig til at samla alla manningina \u2013 b\u00e6\u00f0i limir og ikk limir &#8211; \u00e1 Velbsta\u00f0. Ta\u00f0 var hjartanemandi at sita saman vi\u00f0 hesum megnarmonnum, sum knappan m\u00e1na\u00f0a frammanundan h\u00f8vdu s\u00e6\u00f0 dey\u00f0an beinlei\u00f0is \u00ed eyguni. Menn, i\u00f0 h\u00f8vdu mist s\u00ednar skipsfelagar, vinir og skyldf\u00f3lk \u00ed einari syndarligari vanlukku.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit fingu pr\u00e1ta\u00f0 saman, hugna\u00f0u okkum og h\u00f8vdu eitt gott kv\u00f8ld eftir umst\u00f8\u00f0unum &#8211; ta\u00f0 syrgiliga h\u00f8vi\u00f0 og tann st\u00f3ra skelkin, sum hev\u00f0i rakt manningina. Okkara tankar eru hj\u00e1 tykkum &#8211; manningini &#8211; og \u00f8llum \u00f8\u00f0rum, sum eisini mistu hendan lagnudagin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Formansvali\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd vetur skuldi vera formansval. T\u00e1 i\u00f0 freistin var farin, var bara eitt valevni, og ta\u00f0 var verandi forma\u00f0ur. Ta\u00f0 taki eg sum eina \u00e1litisv\u00e1ttan og fari eg at gera m\u00edtt besta fyri at liva upp til hetta \u00e1lit<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava tingast n\u00f3gv vi\u00f0 tryggingarfel\u00f8g, b\u00e6\u00f0i f\u00f8roysk og donsk. Vit hava havt fundir vi\u00f0 politisku flokkarnar og n\u00f3gv anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Handilsskip<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samr\u00e1\u00f0ingar vi\u00f0 Felagi\u00f0 Handilsskip liggja fyri framman, men ta\u00f0 er ikki endaliga greitt, n\u00e6r t\u00e6r vera. Kr\u00f8v ver\u00f0a handa fyrst \u00ed januar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fiskiskip<\/strong><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"912\" height=\"420\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/09\/JAKUPB-JP3.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-3020\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/09\/JAKUPB-JP3.jpg 912w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/09\/JAKUPB-JP3-300x138.jpg 300w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/09\/JAKUPB-JP3-768x354.jpg 768w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2022\/09\/JAKUPB-JP3-860x396.jpg 860w\" sizes=\"(max-width: 912px) 100vw, 912px\" \/><figcaption class=\"wp-element-caption\">Savnsmynd 24.FO<\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">S\u00e1ttm\u00e1lasamr\u00e1\u00f0ingar v\u00f3ru fyri kn\u00f8ppum \u00e1ri s\u00ed\u00f0ani, og n\u00fdggjar samr\u00e1\u00f0ingar ver\u00f0a ikki fyrrenn \u00ed 2026.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Samlagstryggingar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Upp undir seinasta landsfund var\u00f0 st\u00f3rur dentur lagdur \u00e1 at f\u00e1a r\u00f8ttu tryggingarnar \u00ed sambandi vi\u00f0 h\u00e6ttisliga sj\u00faku hj\u00e1 limum, makum og b\u00f8rnum teirra. Tryggingin fevnir um vanlukku og dey\u00f0a. \u00cd \u00e1r eru onkrar justeringar gj\u00f8rdar. Lokaupph\u00e6ddin \u00e1 100.000 kr. var\u00f0 \u00ed fj\u00f8r \u00e1sett til at vera \u00ed samsvari vi\u00f0 almennu reglurnar, t.v.s. \u00fatgjald, t\u00e1 i\u00f0 limurin fyllir 67 og eitt h\u00e1lvt \u00e1r \u2013 \u00fatgjaldi\u00f0 er \u00f3skert. N\u00fa hevur felagi\u00f0 tiki\u00f0 avger\u00f0 um, at lokaupph\u00e6ddin alt\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur \u00fatgoldin, t\u00e1 i\u00f0 limur fyllir 67 \u00e1r. Sum kunnugt er treytin fyri at f\u00e1a lokaupp-h\u00e6ddina, at ein hevur veri\u00f0 limur \u00ed FF \u00ed t\u00edggju \u00e1r \u00fat \u00ed eitt beint undan \u00fatgjaldsdegnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Tryggingarm\u00e1l &#8211; betri t\u00e6nasta<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Felagi\u00f0 hevur starvsf\u00f3lk, i\u00f0 tekur s\u00e6r av tryggingarm\u00e1lum. T\u00ed\u00f0in hevur v\u00edst, at hetta var eitt ney\u00f0ugt stig at taka, t\u00ed n\u00fa eru ta\u00f0 munandi fleiri, i\u00f0 venda s\u00e6r til felagi\u00f0 \u00ed sambandi vi\u00f0 tryggingarm\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Innt\u00f8kutapstryggingin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fj\u00f8r nevndi eg, at felagi\u00f0 hevur trupulleikar av innt\u00f8kutaps-tryggingini, og hetta er framvegis st\u00f8\u00f0an. Fiskimannafelagi\u00f0 roynir \u00e1haldandi at sannf\u00f8ra Sj\u00f3vatryggingina, um, at manningin eigur fyri alla t\u00ed\u00f0ina, t\u00e1 i\u00f0 skip eru til umv\u00e6lingar \u00ed longri t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Tryggingarl\u00f3gg\u00e1van<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava veri\u00f0 \u00ed dr\u00fagvum samr\u00e1\u00f0ingum vi\u00f0 myndugleikarnar, um at gera t\u00e6r ymsu trygg-ingarnar betri, so t\u00e6r eru meira \u00ed tr\u00e1 vi\u00f0 ta\u00f0, sum menn ver\u00f0uliga missa, eitt n\u00fa fyri ognarlutir, ska\u00f0ar og sj\u00fakir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>ALS<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00f3menn vilja ikki gjalda til ALS longur, t\u00ed st\u00f8\u00f0an er ikki haldbar. Sj\u00f3menn bara gjalda, men f\u00e1a onki \u00fat. T\u00e1 i\u00f0 ALS-st\u00fdri\u00f0 hv\u00f8rki er til at h\u00f8gga ella stinga \u00ed, so mugu fiskimenn sleppa burtur \u00far ALS. Vit fara at leggja tr\u00fdst \u00e1 l\u00f8gtingslimir, um at sleppa burtur\u00far<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Slitnir fiskimenn<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eru n\u00f3gvir fiskimenn, sum eru r\u00e6ttuliga slitnir. Ta\u00f0 gongur kortini r\u00e6tta vegin, og umst\u00f8\u00f0urnar eru vor\u00f0nar betri vi\u00f0 \u00e1runum. Fleiri skip ver\u00f0a n\u00fa bygd, har dentur ver\u00f0ur lagd-ur \u00e1, at umst\u00f8\u00f0urnar hj\u00e1 manningini eru g\u00f3\u00f0ar og at arbei\u00f0sgongdirnar eru g\u00f3\u00f0ar og tryggar. Eisini ver\u00f0ur dentur lagdur \u00e1, at menn \u00e1 fr\u00edvakt hava g\u00f3\u00f0ar umst\u00f8\u00f0ur at hv\u00edla seg. Ta\u00f0 er eitt satt frambrot, at n\u00f3gvir fiskimenn n\u00fa ikki arbei\u00f0a fleiri enn 12 t\u00edmar um dagin. Enn eru t\u00f3 n\u00f3gvir fiskimenn, i\u00f0 hava 18 til 20 t\u00edmar arbei\u00f0sdag. Hetta kann hava vi\u00f0 s\u00e6r, at menn ikki ansa s\u00e6r n\u00f3g v\u00e6l, og ta\u00f0 kann \u00ed versta f\u00f8ri kosta l\u00edv ella gera f iskimenn \u00f3ar-bei\u00f0sf\u00f8rar. Felagi\u00f0 arbei\u00f0ir \u00e1haldandi fyri at b\u00f8ta um hesi vi\u00f0urskifti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Pensj\u00f3nistar standa framvegis fyri skotum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00f3gvir fiskimenn eru merktir av teirra langa og har\u00f0a arbei\u00f0sl\u00edvi, og t\u00ed tekur F\u00f8roya Fiskimannafelag ikki undir vi\u00f0, at pensj\u00f3nsaldurin ver\u00f0ur h\u00e6kka\u00f0ur. Hinvegin tekur F\u00f8roya Fiskimannafelag undir vi\u00f0, pensj\u00f3nistar sleppa at arbei\u00f0a, uttan at arbei\u00f0sinnt\u00f8ka ver\u00f0ur m\u00f3trokna\u00f0. Vit hava sent stutt hoyringsskriv til Almanna- og Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0, har vit siga nei til at h\u00e6kka penjs\u00f3nsaldurin og ja til at lata pensj\u00f3nistar arbei\u00f0a uttan m\u00f3trokning.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Landingar uttanlands betri fyri f\u00f8royska b\u00faskapin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er onki at taka seg aftur \u00ed, at um skipini sleppa at landa, har besti pr\u00edsur f\u00e6st, so gagnar ta\u00f0 ikki bara manningum og rei\u00f0ar\u00edum, men eisini sperda landskassanum. Hetta hevur F\u00f8roya Fiskiamannafelag v\u00edst \u00e1 gj\u00f8gnum n\u00f3gv \u00e1r. Ta\u00f0 hava veri\u00f0 fleiri \u00e1 Tingi, sum hava ivast \u00ed, um tey skuldu loyva f\u00f8royskum skipum at landa a\u00f0rasta\u00f0ni, h\u00f3ast pr\u00edsurin hev\u00f0i veri\u00f0 v\u00e6l h\u00e6gri t\u00e1. T\u00ed hevur Fiskimannafelagi\u00f0 tos-a\u00f0 vi\u00f0 fleiri av okkara f\u00f3lkavaldu, sum hava havt s\u00edni ivam\u00e1l. Ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til at hava hepnast. T\u00ed n\u00fa duga fleiri at s\u00edggja fyrimunin fyri f\u00f8royska b\u00faskapin, at vit f\u00e1a v\u00e6l meira fyri hv\u00f8rt kilo. T\u00ed v\u00e6nta vit broytingar, i\u00f0 koma av, at skip selja fyri h\u00e6gsta pr\u00eds, sum aftur kemur at bera vi\u00f0 s\u00e6r b\u00faskaparligan \u00e1v\u00f8kst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sj\u00f3mannafr\u00e1dr\u00e1ttur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya Fiskimannafelag heldur l\u00edti\u00f0 um tey \u00e1lop, sum ver\u00f0a gj\u00f8rd \u00e1 sj\u00f3mannafr\u00e1dr\u00e1ttin. Hetta er ein ein fr\u00e1dr\u00e1ttur til f\u00f3lk, i\u00f0 eru heiman \u00ed dagar og vikur, vi\u00f0hv\u00f8rt m\u00e1na\u00f0ir, fyri at vinna s\u00e6r og s\u00ednum innt\u00f8ku og landinum valuta. Landsst\u00fdri\u00f0 eigur heldur at gera sum grannalond og \u00f8kja um sj\u00e1mannafr\u00e1dr\u00e1ttin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>S\u00e1ttm\u00e1lin vi\u00f0 russar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya Fiskimannafelag tekur undir vi\u00f0 Russlands-s\u00e1ttm\u00e1lanum, t\u00ed hann er avgerandi fyri n\u00f3gvar limir \u00ed F\u00f8roya Fiskimannafelag. Hetta hava vit givi\u00f0 alment til kennar \u00ed 2023 og 2024. Ta\u00f0 er okkara skylda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Tr\u00e6tur vi\u00f0 rei\u00f0arafelagi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava alt\u00ed\u00f0 ymisk m\u00e1l koyrandi m\u00f3ti rei\u00f0arafelagnum. Flestu m\u00e1l ver\u00f0a avgreidd utt-an um r\u00e6ttarskipanina. Men so eru ta\u00f0 m\u00e1l, sum enda \u00ed r\u00e6ttinum, t\u00ed ta\u00f0 ikki heppnast at f\u00e1a semju. Vit hava t\u00ed n\u00f8kur m\u00e1l liggjandi \u00ed r\u00e6ttarskipanini, har vit ikki hava fingi\u00f0 semju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Heimas\u00ed\u00f0an<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava gj\u00f8rt n\u00f3gv meira burtur \u00far heimas\u00ed\u00f0uni enn frammanundan. Vit leggja n\u00fa n\u00f3gvar greinar \u00fat og hava eisini lagt meira av uppl\u00fdsingum \u00fat um, hvussu okkara limir skulu bera seg at, t\u00e1 i\u00f0 sj\u00faka ella ska\u00f0ar raka. Limir okkara hava ynskt eina heims\u00ed\u00f0u, sum hevur reglulig t\u00ed\u00f0indir. Endam\u00e1li\u00f0 er, at t\u00e1 i\u00f0 ein fer inn \u00e1 heimas\u00ed\u00f0una, so f\u00e6r ein t\u00ed\u00f0indir, i\u00f0 hava vi\u00f0 fakfel\u00f8g, sj\u00f3gvin og arbei\u00f0ismarkna\u00f0in at gera &#8211; umframt mangt anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sperdur landskassi<\/strong><strong>skoytir ikki um \u00fatb\u00fagvingarrentu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya Fiskimannafelag hevur ongant\u00ed\u00f0 g\u00f3\u00f0kent t\u00e6r eykabyr\u00f0ar, sum liggja undir f iktiv-um or\u00f0um sum t.d. \u2018tilfeingisskattur\u2019, \u2018tilfeingisgjald\u2019 ella \u2018vei\u00f0ugj\u00f8ld\u2019. Hetta eru pengar, sum ver\u00f0a n\u00fdttir til ovurn\u00fdtslu \u00ed almennu umsitingini. Ta\u00f0 hevur leingi gingi\u00f0 skeivan veg f\u00edggjarliga \u00ed F\u00f8royum, men ongin \u00e1hugi er fyri at gera naka\u00f0 munagott vi\u00f0 ta\u00f0. \u00datb\u00fagvingarrentan, sum allir f\u00f8royingar eiga, ver\u00f0ur enn ikki tikin inn, so hon kann koma f\u00f8royingum til g\u00f3\u00f0a<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royingar standa \u00e1 langum b\u00ed\u00f0listum fyri at f\u00e1a heilsur\u00f8kt, men ikki er st\u00f3rur \u00e1hugi fyri at f\u00e1a pengar fr\u00e1 teimum v\u00e6lbjarga\u00f0u. Landskassin er meira gla\u00f0ur fyri at lata teimum, sum eru h\u00e6gri \u00e1 sosiala stiganum, pengar til yvirn\u00fdtslu, heldur enn at lata pengar til heilsu hj\u00e1 f\u00f3lki. Hv\u00ed er ta\u00f0 so? Onkur vildi sagt, at tey sj\u00e1lvs\u00f8knu v\u00e6lbjarga\u00f0u fyri ta\u00f0 mesta eru innan fyri tingg\u00e1tt. T\u00ed mangla vit f\u00f3lk \u00e1 Tingi, sum hava hjarta fyri teimum veiku \u00ed samfelagnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>H\u00fasi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum kunnugt h\u00fasast F\u00f8roya Fiskimannafelag n\u00fa \u00ed vegh\u00e6ddini \u00ed FF-h\u00fasinum \u00e1 Bryggjubakka. Ta\u00f0 er sostatt blivi\u00f0 munandi h\u00f8gligari at koma \u00e1 g\u00e1tt hj\u00e1 limum og \u00f8\u00f0rum, i\u00f0 hava \u00f8rindi til felagi\u00f0, og ta\u00f0 s\u00e6st longu n\u00fa aftur \u00ed einum \u00f8ktum tali av vitjandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Avsl\u00e1ttarkort&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roya Fiskimannafelag hevur gj\u00f8rt eitt avsl\u00e1ttarkort til s\u00ednar limir. Hetta er ein hj\u00e1lp, n\u00fa pr\u00edsst\u00f8\u00f0i\u00f0 er h\u00e6kka\u00f0 so n\u00f3gv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimas\u00ed\u00f0an hevur yvirlit yvir, hvar t\u00fa kanst n\u00fdta korti\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tykkum ver\u00f0ur ynskt eitt gott n\u00fdggj\u00e1r<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; takk fyri!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Jan H\u00f8jgaard<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mynd Birgir Waag H\u00f8gnesen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda: fiskimannafelagid 28-12-2024 <\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd dag hevur F\u00f8roya Fiskimannafelag havt fund og var Jan H\u00f8jgaard afturvaldur sum forma\u00f0ur. Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin hj\u00e1 Jan H\u00f8jgaard hildin \u00e1 landsfundinum 2024 \u00c1rsfr\u00e1grei\u00f0ing 2024 G\u00f3\u00f0u fundarluttakarar! Takk fyri at tit&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":7985,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113],"tags":[],"class_list":["post-7981","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7981","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=7981"}],"version-history":[{"count":3,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7981\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":7989,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/7981\/revisions\/7989"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7985"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=7981"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=7981"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=7981"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}