T\u00ed\u00f0indini h\u00f8vdu vi\u00f0 s\u00e6r, at tr\u00edggir borgarstj\u00f3rar eftirs\u00ed\u00f0an v\u00f3ru \u00ed \u00fatvarps- og sj\u00f3nvarpsklivum, innan- og uttanvert, og greiddu fr\u00e1 m\u00e1linum. Eftir ta\u00f0 var\u00f0 t\u00f8gn, dey\u00f0at\u00f8gn, og avsendarin, Kommunala Eftirliti\u00f0, ella L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0, sum var\u00f0ar av eftirlitinum, fekk ongan eltandi spurning, n\u00fa hesi hava sta\u00f0fest, at samtyktin \u00ed b\u00fdr\u00e1\u00f0num \u00ed h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0num ikki var \u00ed samsvari vi\u00f0 kommunufulltr\u00faina.
\u00a0
Ta\u00f0 er ongin loyna, at kommunur hava veri\u00f0 gener\u00f8sar vi\u00f0 s\u00ednar ungu borgarar, fyri at hesir kundu f\u00e1a tak yvir h\u00f8vdi\u00f0 ella sum sagt plagdi vera, at f\u00e1a sett f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0. Samb\u00e6rt Kommunala Eftirlitinum er hetta ikki f\u00edggjarliga r\u00e1\u00f0iligt, og almenna eftirlitsh\u00f8pi\u00f0 b\u00ed\u00f0ar n\u00fa eftir einum svari fr\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu. Vi\u00f0 \u00e1huga b\u00ed\u00f0a vit n\u00fa eftir, hv\u00f8r i\u00f0 eigur skilmarkingarr\u00e6ttin til elastiska hugtaki\u00f0 \u2013 \u201cf\u00edggjarliga r\u00e1\u00f0iligt.\u201d
\u00a0
Millum t\u00e6r heilt st\u00f3ru avbj\u00f3\u00f0ingarnar, sum sitandi landsst\u00fdri\u00f0 str\u00ed\u00f0ist vi\u00f0, eru ovurst\u00f3ru trupulleikarnir \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0inum. Onki bo\u00f0 er komi\u00f0 \u00far Tinganesi yvirh\u00f8vur um, hv\u00f8rji r\u00e1\u00f0 eru til at taka, fyri at ungd\u00f3mur okkara bara kann hugsa tankan at fara undir ta st\u00f8rstu verk\u00e6tlanina \u00ed l\u00edvinum, at byggja s\u00e6r eitt heim til egi\u00f0 h\u00faski.
\u00a0
\u00cd almenna r\u00faminum vita vit bara um eitt einasta bo\u00f0, um hvussu \u00f8ki\u00f0 skal skipast frameftir, og ta\u00f0 er, sum omanfyri nevnt, kravbo\u00f0ini fr\u00e1 L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num (Kommunala Eftirlitinum) um, at grundstykkir skulu seljast fyri markna\u00f0arpr\u00eds, altso, fyri ta\u00f0 sum tey kosta, t\u00e1i\u00f0 kl\u00e1rt er at seta formarnar upp til grundina undir h\u00fasunum ella fyri h\u00e6gstbj\u00f3\u00f0andi. Basta. Onkur helt fyri n\u00fa ein dagin, at hetta sum ikki einafer\u00f0 var ein danskur leistur, sum L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 mi\u00f0a\u00f0i seg eftir, har ta\u00f0 er h\u00f8gligari at \u00fatstykkja og planera fram eftir sl\u00f8ttum enn \u00ed l\u00ed\u00f0um og brattlendi \u00ed F\u00f8royum. Umst\u00f8\u00f0urnar eru eisini ymiskar \u00ed F\u00f8royum, kostna\u00f0urin hareftir, og spurningurin er so, hvar i\u00f0 l\u00edkheitsreglan bleiv av, t\u00e1i\u00f0 lutast skal \u00fat til okkara ungu borgarar.
\u00a0
Landsst\u00fdri\u00f0, sum onki bo\u00f0 hevur upp\u00e1 naka\u00f0 sum helst hesum vi\u00f0v\u00edkjandi, rekur n\u00fa framundir, at okrast skal, t\u00e1i\u00f0 ungir f\u00f8royingar skulu seta f\u00f3tin undir egi\u00f0 bor\u00f0. Ella r\u00e6ttari skulu bo\u00f0ini fr\u00e1 landsst\u00fdrinum helst skiljast solei\u00f0is, at samgongan ikki ynskir, at vanligi l\u00f8ntakarin skal eiga hendan m\u00f8guleikan. Hugsj\u00f3n teirra man so vera, at F\u00f8royar bert ver\u00f0a eitt parad\u00eds fyri tey m\u00fagvandi. Eitt Monaco ella Saint-Tropez \u00ed Nor\u00f0urh\u00f8vum.
\u00a0
Um ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an hj\u00e1 L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num stendur vi\u00f0, so hv\u00f8rvur si\u00f0venjan kring um landi\u00f0, har i\u00f0 kommunur \u00ed fleiri enn hundra\u00f0 \u00e1r hava roynt at hj\u00e1lpt ungu familjunum inn \u00e1 h\u00fasamarkna\u00f0in. Si\u00f0venjan er n\u00fa d\u00f8md at vera \u00ed str\u00ed\u00f0 vi\u00f0 l\u00f3gina.
\u00a0
Samb\u00e6rt avger\u00f0ini hj\u00e1 L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num kunnu kommunurnar ikki longur fara undir \u00fatstykkingar uttan so, at t\u00e6r vi\u00f0 vissu vita, at t\u00e6r ikki fara at f\u00e1a f\u00edggjarligt hall av \u00fatstykkingini.
\u00a0
Hetta fer m.a. at hava ta\u00f0 vi\u00f0 s\u00e6r, at borgarar uttanvert mi\u00f0sta\u00f0ar\u00f8ki\u00f0, sum longu frammanundan hava tungt vi\u00f0 at f\u00e1a f\u00edgging fr\u00e1 peningastovnunum, frameftir skulu rinda \u00ed minsta lagi fullan kostpr\u00eds fyri eitt kommunalt grundstykki. Og sum tey flestu hava funni\u00f0 \u00fatav, so f\u00edggja peningastovnarnir ikki heimi\u00f0 hj\u00e1 h\u00faskjum longur, teir f\u00edggja bert h\u00fas sum s\u00f8luobjektir sama dagin sum tey standa li\u00f0ug, hareftir ver\u00f0ur borganarmetingin, kredittvurderingin, l\u00edkamiki\u00f0 um vit eru \u00ed Hattarv\u00edk, \u00e1 H\u00fasum, \u00ed Funningi, \u00ed Mykinesi ella \u00ed F\u00e1mjin.
\u00a0
Er talingur um l\u00edtla \u00fatstykking, ella ver\u00f0ur fari\u00f0 at \u00fatstykkja \u00ed \u00f3h\u00f8gligum lendi, ja, so ver\u00f0ur kostna\u00f0urin l\u00e6ttliga omanfyri eina milli\u00f3n kr\u00f3nur fyri eitt grundstykki. Harvi\u00f0 ver\u00f0ur kostna\u00f0urin \u00ed st\u00f8\u00f0um langt omanfyri markna\u00f0arvir\u00f0i\u00f0, og fer hetta uttan nakran sum helst iva \u00ed framt\u00ed\u00f0ini at ste\u00f0ga allari \u00fatstykking uttanvert h\u00f8vu\u00f0sborgina \u2013 T\u00f3rshavn. Harvi\u00f0 p\u00fargera tey \u00ed Tinganesi saman vi\u00f0 peningastovnunum \u00fatja\u00f0aran, sum byrjar, t\u00e1i\u00f0 man hevur flutt seg nakrar reipslongdir \u00far V\u00e1gsbotni. \u00datja\u00f0arin ver\u00f0ur vi\u00f0 hesum sogin t\u00f3mur og drigin inn \u00e1 mi\u00f0juna, eitt slag av coriolismegi, sum ongin fer upp \u00edm\u00f3ti, \u00ed hvussu er ikki tey sum fj\u00e1lga s\u00e6r l\u00f8rini \u00fati vi\u00f0 fl\u00f3gvu radiatorarnar \u00ed Tinganesi.
\u00a0
Men sj\u00e1lvt h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0urin – Havnin – fer eisini at f\u00e1a avbj\u00f3\u00f0ingar av n\u00fdggju okrandi k\u00f3sini hj\u00e1 sitandi samgongu. Samb\u00e6rt L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num mega kommunurnar ikki veita borgarum stu\u00f0ul. Harvi\u00f0 m\u00e1 T\u00f3rshavnar kommuna ikki longur selja til kostpr\u00edsin, n\u00fa skal seljast til markna\u00f0arpr\u00edsin, sum l\u00e6ttliga kann fara upp\u00e1 tv\u00e6r milli\u00f3nir kr\u00f3nur og meira pr. stk. \u00ed metropolinum.
\u00a0
Eftir stendur so sj\u00e1lvsagdi spurningurin: \u201cHv\u00f8r skal b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum \u00ed framt\u00ed\u00f0ini, um seinastu bo\u00f0ini fr\u00e1 samgonguni og L\u00f8gm\u00e1lar\u00e1\u00f0num f\u00e1a makt sum tey hava akt?\u201d
\u00a0
Ta\u00f0 ver\u00f0ur undir ongum umst\u00f8\u00f0um tann vanligi f\u00f8royingurin!
\u00a0
ES: V\u00e6nta\u00f0 var\u00f0, at hugsj\u00f3na\u00f0arliga grundarlagi\u00f0 undir sitandi samgongu var somiki\u00f0 v\u00e6l fundera\u00f0 \u00ed nor\u00f0urlendska v\u00e6lfer\u00f0armodellinum, at ikki var ney\u00f0ugt vi\u00f0 einum g\u00f3\u00f0um uppsj\u00f3varkjansi, at vinna \u00ed Gekkinum, einum trivaligum arvaluti ella at sita vi\u00f0 einum bj\u00e1lva\u00f0um almennum licensi fyri at f\u00e1a tak yvir h\u00f8vdi\u00f0; – ella fyri bara at f\u00e1a r\u00edmiliga kjansin til tess at seta f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0. Okkurt bendir \u00e1, at sk\u00fatan hevur mist ideologisku kj\u00f8lfestuna. T\u00edverri. Men enn eigur samgongan m\u00f8guleikan fyri at sa\u00f0la um, – um politiski viljin annars er til at lynna undir m\u00f8guleikarnar hj\u00e1 ungum f\u00f8royingum at b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum.
\u00a0
Naka\u00f0 fyri j\u00f3l b\u00f3rust tey t\u00ed\u00f0indi \u00ed Kringvarpinum, at Kommunala Eftirliti\u00f0 av s\u00ednum eintingum hev\u00f0i tiki\u00f0 eina s\u00f8lu av grundstykkjum hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu upp til vi\u00f0ger\u00f0ar. Fari ikki at gita…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":8050,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-8049","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8049","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=8049"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8049\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8051,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8049\/revisions\/8051"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/8050"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=8049"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=8049"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=8049"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}