{"id":8148,"date":"2025-01-10T12:23:58","date_gmt":"2025-01-10T12:23:58","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=8148"},"modified":"2025-01-10T12:23:59","modified_gmt":"2025-01-10T12:23:59","slug":"botnfradrattur-fataekradoemi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/01\/10\/botnfradrattur-fataekradoemi\/","title":{"rendered":"Botnfr\u00e1dr\u00e1ttur &amp; f\u00e1t\u00e6krad\u00f8mi"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Hetta skrivar forma\u00f0urin \u00ed kommunufelagnum \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 kommununum \u00ed F\u00f8royum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 tingi hevur veri\u00f0 tosa\u00f0 um vantandi sosial hagt\u00f8l alla m\u00edna t\u00ed\u00f0. Finnur Helmsdal, s\u00e1li, mundi vera hann, i\u00f0 tosa\u00f0i mest um at f\u00e1a til vega skr\u00e1setingar hesum vi\u00f0v\u00edkjandi, og \u00f3ney\u00f0ugt er at siga, at hansara sosiala indignati\u00f3n er legendarisk. Hann hev\u00f0i sum fakma\u00f0ur s\u00e6\u00f0 ranguna \u00e1 f\u00f8roysku medaljuni, sum ikki sk\u00ednur so bjart millum ein part av okkara landsmonnum, &#8211; eisini t\u00ed gj\u00f8rdist hann ein sosialur str\u00ed\u00f0sma\u00f0ur sum politikari. Framvegis \u2013 \u00ed 2025 \u2013 ver\u00f0a vantandi hagt\u00f8lini br\u00fakt sum undanf\u00f8rsla fyri onki at fyritaka s\u00e6r \u00e1 bona\u00f0u fjalunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ov n\u00f3gv giting er avlei\u00f0ingin av vantandi hagt\u00f8lum. Ta\u00f0 er eftirhondini vor\u00f0in f\u00f8st si\u00f0venja \u00ed Kringvarpi F\u00f8roya, frammanundan j\u00f3lah\u00f8gt\u00ed\u00f0ini, at seta kikaran \u00e1 tey veikaru \u00ed samfelagi okkara, \u00e1 tann partin av okkara medborgarum, sum ikki eiga r\u00e1\u00f0ini at halda eini s\u00f8milig j\u00f3l saman vi\u00f0 s\u00ednum n\u00e6rmastu. Hetta eigur ein public service stovnur at gera, &#8211; hetta er b\u00e6\u00f0i gott og ney\u00f0ugt. Man situr t\u00edverri eftir vi\u00f0 t\u00ed sv\u00e1ru kenslu, at f\u00edggjarligu gj\u00e1irnar millum t\u00e6r ymsu st\u00e6ttirnar \u00ed landinum v\u00ed\u00f0kast, og at alt fleiri leggjast til \u00e1 ni\u00f0astu h\u00e6dd \u00ed sosiala elevatorinum. Tey, sum bara hava minstu vitan um s\u00f8guna hj\u00e1 manna\u00e6ttini, vita hv\u00f8rjar avlei\u00f0ingarnar kunnu ver\u00f0a av sosialum spenningum \u00ed einum samfelag. Spurningurin er so, hvat i\u00f0 kann gerast fyri at b\u00f8ta um hendan \u00f3tolandi \u00f3javnan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">R\u00e1\u00f0harrafr\u00fagvin \u00ed almannam\u00e1lum var \u00ed Breddanum hin 13. desember \u00ed fj\u00f8r. Sendingin gekk undir heitinum: \u201dFleiri og fleiri hava br\u00fak fyri hj\u00e1lp.\u201d Siri\u00f0 r\u00f3sti kommununum fyri ymisk \u00e1t\u00f8k, men so kom eisini hon inn \u00e1 gamla travaran \u2013 botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed kommunuskattinum. Hesin kann veruliga loysa m\u00e1li\u00f0 um f\u00e1t\u00e6krav\u00e1\u00f0a, helt hon fyri. Hon er ikki hin fyrsti og ver\u00f0ur alrahelst ikki hin seinasti landspolitikarin, sum hevur \u00e6tlanir um at taka r\u00e6\u00f0i \u00e1 kommunukassunum. \u00c1 \u00f3teljandi fundum hava vit hoyrt hesa ramsuna upp \u00ed saman aftur, og 3. januar \u00ed \u00e1r spurdi \u00datvarpi\u00f0 formannin \u00ed Kommunufelagnum, hv\u00f8rja st\u00f8\u00f0u hann hev\u00f0i til eina \u00e6tlan sum hesa, at h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed kommunuskattinum. Samr\u00f8\u00f0an liggur inni \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 KVF.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt bendir \u00e1, at sitandi samgongu er av t\u00ed fatan, at risast\u00f3rar kommunalar sparingar kunnu rudda \u00fat f\u00e1t\u00e6krad\u00f8mi\u00f0 \u00ed F\u00f8royum. Ta\u00f0 ver\u00f0ur \u00ed hvussu er avlei\u00f0ingin, um landsst\u00fdri\u00f0 og samgongan fara at justera og regulera \u00ed f\u00edggjarskipanunum \u00ed kommunala geiranum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesar sosialu j\u00f3laheilsaninar \u00ed kringvarpinum hava t\u00edverri eisini havt vi\u00f0 s\u00e6r ta si\u00f0venju, at tey, sum sita fyri valdinum \u00ed landinum og hava m\u00f8guleikan fyri at gera naka\u00f0 vi\u00f0 m\u00e1li\u00f0, umaftur og umaftur brillera vi\u00f0 uttanumtosi &#8211; snikk-snakki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sitandi samgonga eigur pro tempore politiska valdi\u00f0 yvir F\u00f8royum. Hon eigur parlamentariska meirilutan \u00e1 Vaglinum og hevur harvi\u00f0 r\u00e6\u00f0i\u00f0 \u00e1 l\u00f3gg\u00e1vuni. Hon er umgird av eini st\u00f3rari mi\u00f0fyrisiting, sum burdi havt allar ney\u00f0ugar f\u00f8rleikar, og alla ta arbei\u00f0sorku, sum er ney\u00f0ug, fyri at framlei\u00f0a tey uppskot, i\u00f0 kunnu b\u00f8ta um st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 t\u00ed veikara partinum av samfelagnum. Heilt einfalt eiga tey b\u00e6\u00f0i \u00e1byrgdina og valdi\u00f0 til at gera naka\u00f0 vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingina &#8211; at loysa m\u00e1li\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Einafer\u00f0 t\u00f3k ein skilag\u00f3\u00f0ur ma\u00f0ur naka\u00f0 solei\u00f0is til um ein flokk \u00ed F\u00f8royum: \u201dM\u00f3\u00f0urland hansara er alt\u00ed\u00f0 har, sum pengarnir hj\u00e1 hinum eru.\u201d Og hvat gera so tey, sum hava \u00e1byrgdina \u00ed hesum aktuella m\u00e1linum, sum hava \u00e1byrgdina og valdi\u00f0 til at broyta vi\u00f0urskiftini, men innast inni onki ynskja at gera vi\u00f0 ta\u00f0? J\u00fa, tey flyta \u00e1byrgdina yvir \u00e1 onkran annan. H\u00f8gligari er at kava ni\u00f0ur \u00ed kassan hj\u00e1 onkrum \u00f8\u00f0rum, heldur enn at f\u00e1a skil \u00e1 s\u00ednum egna politiska h\u00fasarhaldi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd afturvendandi royndini at flyta fokus fr\u00e1 egnari \u00f3megd, kemur kommunuskatturin upp \u00ed saman aftur upp \u00ed sj\u00f3varm\u00e1lan. H\u00f3ast samgongan hevur r\u00e6\u00f0i \u00e1 allari sosialari l\u00f3gg\u00e1vu \u00ed F\u00f8royum, og harumframt einum st\u00f3rum stigvaksandi landsskatti \u2013 har botnfr\u00e1dr\u00e1tturin ikki er dagf\u00f8rdur s\u00ed\u00f0an 2012, og barnafr\u00e1dr\u00e1tturin ikki er dagf\u00f8rdur s\u00ed\u00f0an 2017 \u2013 so er einasta loysnin \u00ed landspolitisku sferuni, at botnfr\u00e1dr\u00e1tturin hj\u00e1 kommununum ver\u00f0ur h\u00e6kka\u00f0ur &#8211; fyri at hj\u00e1lpa um f\u00e1t\u00e6krad\u00f8mi \u00ed F\u00f8royum. Ongin tekur \u00ed egnan barm \u2013 loysnin liggur alt\u00ed\u00f0 uttanfyri egi\u00f0 h\u00f8pi. \u00cd r\u00edkiskassanum, kommunukassum ella \u00ed donskum g\u00e1vub\u00fa\u00f0um \u00e1 Christiansborg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spurningurin er so, hv\u00f8r i\u00f0 avlei\u00f0ingin hev\u00f0i veri\u00f0, um vit br\u00faktu botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed kommunuskattinum til at basa f\u00e1t\u00e6krad\u00f8minum \u00ed F\u00f8royum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lat okkum \u00edmynda okkum, at vit h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin hj\u00e1 kommununum \u00far n\u00faverandi 30 t\u00fasund upp \u00ed 65 t\u00fasund kr\u00f3nur, solei\u00f0is, at hann samsvarar vi\u00f0 botnfr\u00e1dr\u00e1ttin hj\u00e1 landinum. \u00darsliti\u00f0 hev\u00f0i veri\u00f0, at fleiri enn 40 t\u00fasund f\u00f8royingar h\u00f8vdu fingi\u00f0 g\u00f3\u00f0ar 500 kr\u00f3nur \u2013 fimm hundra\u00f0 kr\u00f3nur &#8211; meiri at liva fyri um m\u00e1na\u00f0in. Hetta svarar til eitt me\u00f0al innkeyp \u00ed einum matv\u00f8ruhandli, &#8211; allur bati b\u00f8tir kortini. Men heilt \u00e6rliga, er f\u00edggjarliga avbj\u00f3\u00f0ingin hj\u00e1 t\u00ed veikara partinum av landsmonnum okkara ikki n\u00f3gvar fer\u00f0ir st\u00f8rri enn 500 kr\u00f3nur um m\u00e1na\u00f0in? Og eru 40 t\u00fasund f\u00f8royingar \u00ed f\u00e1t\u00e6krav\u00e1\u00f0a?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed kommunuskattinum er bara ein g\u00e1va til okkum \u00f8ll. Eisini til tey mest m\u00fagvandi \u00ed samfelagnum. Gaman \u00ed hj\u00e1lpir hetta \u00f8llum f\u00f8royingum \u2013 men bara so evarska l\u00edti\u00f0. Talan er sostatt um eitt \u00fat av lagi v\u00e1naligt og \u00f3hvast sosialpolitiskt ambo\u00f0 \u2013 kanska ta\u00f0 lakasta ambo\u00f0i\u00f0 \u00ed ambo\u00f0skassanum yvirh\u00f8vur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At geva \u00f8llum f\u00f8royingum eina g\u00e1vu sum hesa er ikki s\u00f8rt kostna\u00f0armiki\u00f0 fyri kommunukassarnar, &#8211; sum \u00f8ll eiga. Omanfyrinevnda h\u00e6kking hev\u00f0i kosta\u00f0 omanfyri 280 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. Hetta samsvarar vi\u00f0 \u00e1 lei\u00f0 12 % av samla\u00f0a kommunuskattinum. Og spurningurin er so: Hvar skulu kommunurnar finna f\u00edggingina til hendan \u00e1lvarsliga leikin? Kommunurnar hava &#8211; samb\u00e6rt B\u00faskaparr\u00e1\u00f0num &#8211; eina risast\u00f3ra haldf\u00f8risavbj\u00f3\u00f0ing frameftir, so peningurin m\u00e1 og skal finnast onkursvegna og onkusta\u00f0ni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skulu kommunurnar \u00e1rliga spara n\u00e6stan 300 milli\u00f3nir kr\u00f3nur, fer ta\u00f0 at sv\u00ed\u00f0a sum sv\u00f8llur. Og, &#8211; er ta\u00f0 ein fyrimunur fyri tey veikastu, at kommunan m\u00e1 spara \u00e1 dagstovna\u00f8kinum, barnaverndar\u00f8kinum, eldra\u00f8kinum og sk\u00fala\u00f8kinum? Er ta\u00f0 ein fyrimunur fyri veikastu barnafamiljurnar, at kommunan m\u00e1 l\u00e6kka barnafr\u00e1dr\u00e1ttin og h\u00e6kka gj\u00f8ldini \u00e1 dagstovna\u00f8kinum? Ver\u00f0ur ta\u00f0 gott fyri tey veikastu, at f\u00e6rri tilbo\u00f0 ver\u00f0a innan \u00edtr\u00f3tt, t\u00f3nleik og anna\u00f0 felagsl\u00edv? Ver\u00f0a ta\u00f0 ikki j\u00fast tey veikastu, sum fara at kenna ringasta svi\u00f0an av risast\u00f3rum kommunalum sparingum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Taks hevur gj\u00f8rt hesa greiningina av kostna\u00f0inum av at h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin hj\u00e1 kommununum:<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-table\"><div class=\"pcrstb-wrap\"><table class=\"has-fixed-layout\"><tbody><tr><td><strong>Botnfr\u00e1dr\u00e1ttur<\/strong><\/td><td><strong>H\u00e6kking<\/strong><\/td><td><strong>Kostar<\/strong><\/td><\/tr><tr><td>30.000<\/td><td>0<\/td><td>0<\/td><\/tr><tr><td>35.000<\/td><td>5.000<\/td><td>-40.204.000<\/td><\/tr><tr><td>40.000<\/td><td>10.000<\/td><td>-80.408.000<\/td><\/tr><tr><td>50.000<\/td><td>20.000<\/td><td>-160.816.000<\/td><\/tr><tr><td>60.000<\/td><td>30.000<\/td><td>-241.224.000<\/td><\/tr><tr><td>65.000<\/td><td>35.000<\/td><td>-281.428.000<\/td><\/tr><\/tbody><\/table><\/div><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 finnast eftirhondini fleiri pseudosannleikar \u00ed almenna kjakinum, sum eru \u00f3sannir. Teir eru bara sagdir so ofta, at f\u00f3lk eru farin at halda teir vera sannar. Ein teirra er upp\u00e1haldi\u00f0 um, at lykilin til at loysa f\u00e1t\u00e6krav\u00e1\u00f0an \u00ed F\u00f8royum liggur \u00ed kommunuskattinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sjuntarnir, sum kunnu loysa m\u00e1li\u00f0, liggja \u00ed landsgeiranum og ikki hj\u00e1 kommununum. Vit hava heldur ikki ney\u00f0ugu hagt\u00f8lini, men fyri Runav\u00edkar kommunu t.d. kann eg siga, at vit hava hildi\u00f0, at st\u00f8rsta f\u00edggjarliga tr\u00fdsti\u00f0 er \u00e1 barnafamiljunum, t\u00ed hava vit valt heldur at h\u00e6kka barnafr\u00e1dr\u00e1ttin (10.500), fr\u00edt\u00ed\u00f0arkorti\u00f0 Spjaldur (3.000) og stj\u00f3rna vi\u00f0 lagaligum ansingargj\u00f8ldum, heldur enn at lora skattatr\u00fdsti\u00f0 nevnivert. Umframt hetta leiga fel\u00f8g av diverse slag seg \u00f3keypis inn \u00ed kommunalar ognir vi\u00f0 \u00edtr\u00f3ttar- og mentanarstu\u00f0li oman\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sta\u00f0festast kann eisini, at kommunurnar en bloc hava l\u00e6tt munandi um hj\u00e1 borgarunum \u00e1 f\u00edggjarliga m\u00f3tinum hesi seinru \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa b\u00ed\u00f0ar hin veikari parturin av f\u00f3lki okkara eftir samgonguni og teimum, sum sita vi\u00f0 \u00edt\u00f8kiligu sjuntunum \u00ed l\u00f3gvunum, sum burturav kunnu gera naka\u00f0 vi\u00f0 at smalka sosialu gj\u00e1irnar millum st\u00e6ttirnar \u00ed landinum. Tj\u00f3\u00f0ini &#8211; sum tey hava fingi\u00f0 eksklusiva r\u00e6ttin til at stj\u00f3rna yvir \u00ed eitt avmarka\u00f0 t\u00ed\u00f0arm\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">ES:&nbsp;<a href=\"https:\/\/kvf.fo\/breddin?sid=185061\">https:\/\/kvf.fo\/breddin?sid=185061<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">ES 2:&nbsp;<a href=\"https:\/\/kvf.fo\/greinar\/2025\/01\/03\/x\">https:\/\/kvf.fo\/greinar\/2025\/01\/03\/x<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kelda &amp; mynd:  kf.fo<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Hetta skrivar forma\u00f0urin \u00ed kommunufelagnum \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 kommununum \u00ed F\u00f8royum. \u00c1 tingi hevur veri\u00f0 tosa\u00f0 um vantandi sosial hagt\u00f8l alla m\u00edna t\u00ed\u00f0. Finnur Helmsdal, s\u00e1li, mundi vera hann, i\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6389,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-8148","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8148","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=8148"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8148\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8149,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8148\/revisions\/8149"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6389"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=8148"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=8148"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=8148"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}