H\u00f3ast eg havi veri\u00f0 \u00ed fleiri av londunum, har i\u00f0 portugisiska tungan er meginm\u00e1li\u00f0, \u00ed Brasilia, Angola og Portugal (incl. Madeira), so dugi eg ta\u00f0 ikki og veit l\u00edti\u00f0 meiri um ta\u00f0, enn at ta\u00f0 er ein v\u00f8kstur og partur av r\u00f3mversku m\u00e1lslektini. M\u00e1li\u00f0 er annars meginm\u00e1l \u00e1 Cape Verde oyggjum, \u00ed Guinea Bissau, Mosambik, Sao Tome & Principe, Eysturtimor, Macau og \u00ed Goa. \u00cd fleiri \u00f8\u00f0rum londum ver\u00f0ur m\u00e1li\u00f0 tosa\u00f0 \u00ed sm\u00e6rri og st\u00f8rri h\u00f8pum. Fleiri hundra\u00f0 milli\u00f3nir menniskju tosa m\u00e1li\u00f0, og grei\u00f0ar s\u00f8guligar ors\u00f8kir eru fyri hesum.
Hin 19. juli \u00ed 1966 bresta Brasilia og Portugal saman \u00ed einum f\u00f3tb\u00f3ltsdysti \u00e1 Goodison Park, sum hevur veri\u00f0 heimav\u00f8llur hj\u00e1 bretska li\u00f0num Everton s\u00ed\u00f0an 1892. Sp\u00e6lt ver\u00f0ur um heimsmeistaraheiti\u00f0, og tveir av leikarunum \u00ed b\u00f3lki 3 eru alkendir millum manna. Eus\u00e9bio da Silva Ferreira \u00far Mosambik og Pel\u00e9 \u00far Brasilia. Lat\u00ednamerikanararnir h\u00f8vdu frammanundan vunni\u00f0 heiti\u00f0 \u00ed 1958 og \u00ed 1962. Ta\u00f0 s\u00e6st \u00ed j\u00fast hesum dystinum, at n\u00f3gv ver\u00f0ur gj\u00f8rt fyri at fara eftir manninum heldur enn b\u00f3ltinum, serliga t\u00e1i\u00f0 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um Eus\u00e9bio og Pel\u00e9. Tilvildarliga var eg staddur \u00ed Keypmannahavn hendan dagin og s\u00e1 \u00e1 sj\u00f3nvarpssk\u00edggja syndarligu hendingina, t\u00e1i\u00f0 portugisiski verjuleikarin Joao Morais t\u00f3k beinini undan Pel\u00e9 og meiddi hann so illa, at hann halta\u00f0i ta\u00f0 sum eftir var av dystinum og sp\u00e6ldi ikki aftur \u00ed kappingini. Krumtappurin \u00e1 brasilska landsli\u00f0num, av n\u00f3gvum mettur sum heimsins besti f\u00f3tb\u00f3ltsleikari nakrant\u00ed\u00f0, hev\u00f0i so st\u00f3ran t\u00fddning fyri li\u00f0 s\u00edtt, at Brasilia f\u00e1na\u00f0i burtur \u00ed onki. Pel\u00e9 h\u00f3tti vi\u00f0 at gevast \u00e1 landsli\u00f0num, men hann kom av \u00e1lvara aftur \u00ed aftur \u00ed Meksiko f\u00fdra \u00e1r seinri. Portugal gj\u00f8rdist annars tri\u00f0besta li\u00f0i\u00f0 \u00ed Onglandi, eftir vertstj\u00f3\u00f0ini og Vesturt\u00fdsklandi, og Eus\u00e9bio gj\u00f8rdist besti m\u00e1lskj\u00fattin \u00ed kappingini vi\u00f0 9 m\u00e1lum, – f\u00fdra av hesum skotin \u00ed fj\u00f3r\u00f0ingsfinaluni \u00edm\u00f3ti Nor\u00f0ur Korea.
K\u00f3ka vit hesa f\u00f3tb\u00f3ltss\u00f8guna ni\u00f0ur \u00ed eina s\u00f8guliga gr\u00fdtu, so s\u00e6st skj\u00f3tt, at Portugal er ein av teimum st\u00f3ru kolonisatorunum, t\u00e1\u00f0 europearar fara at leggja land undir seg \u00ed hinum n\u00fdggja heiminum. Serliga \u00ed Afriku og \u00ed Lat\u00ednameriku. M\u00e1l og mentan fylgja monnum \u00ed \u00fatr\u00e1s, og skj\u00f3tt dv\u00edna upprunam\u00e1lini \u00ed tiknu londunum fyri europeisku tungumegini. Tann st\u00f8\u00f0an stendur vi\u00f0, h\u00f3ast tey flestu av londunum fyri langari t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0an hava sta\u00f0fest s\u00edn egna suverenitet sum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug l\u00fd\u00f0veldi.
Og ta\u00f0 er skj\u00f3tt at fara av m\u00e1linum, fyri ikki at siga at missa ta\u00f0. Hinum naglafasta ber til at halda um og flyta, me\u00f0an onkur st\u00fatt og st\u00f8\u00f0ugt m\u00e1 sita undir og stu\u00f0la m\u00e1linum, annars foykist ta\u00f0, uttan at vit vita av t\u00ed. Ta\u00f0 er ein afturvendandi, at kalla daglig, hending \u00ed m\u00e1lsliga diversitetinum kring um heimin.
N\u00fa verk\u00e6tlanardagur – \u00e6tla\u00f0ur b\u00f8rnum – var \u00ed Nor\u00f0urlandah\u00fasinum hendan dagin, fekk forma\u00f0urin \u00ed Kommunufelagnum or\u00f0i\u00f0 eina l\u00f8tu. Valdi at taka meg sj\u00e1lvan sum d\u00f8mi um hvussu skj\u00f3tt alt kann fara \u00far sp\u00f3nalagnum, m\u00e1lsliga, um vit ikki \u00e1haldandi eru \u00e1 var\u00f0haldi og br\u00faka og r\u00f8kja m\u00f3\u00f0urm\u00e1li\u00f0. Ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at droyma, hugsa og at tosa \u00e1 m\u00f3\u00f0urm\u00e1linum, annars vikna skor\u00f0urnar undir t\u00ed skj\u00f3tari enn nakar gevur s\u00e6r far um \u00ed gerandisdegnum.
Fyri \u00e1lei\u00f0 seksti f\u00fdra \u00e1rum s\u00ed\u00f0an l\u00f8gdu vit fr\u00e1 landi \u00ed F\u00f8royum. Sj\u00e1lvur var eg 5 \u00e1ra gamal. Ein dr\u00fagv fer\u00f0 st\u00f3\u00f0 okkum fyri framman. Vit skuldu yvir um hav \u2013 til Ameriku. Vi\u00f0 fr\u00e1fer\u00f0 tosa\u00f0i eg av g\u00f3\u00f0um grundum m\u00f3\u00f0urm\u00e1li\u00f0 \u2013 uppvaksin \u00ed Gr\u00f3art\u00fani \u00ed Sy\u00f0rug\u00f8tu. Kortini helt ein skyldma\u00f0ur, at vit \u00e1ttu at hava onkran lestur vi\u00f0 okkum at st\u00fava av vi\u00f0, um h\u00f3ttafall kom \u00e1 m\u00e1lbur\u00f0in. \u00darvali\u00f0 seinast \u00ed fimmti\u00e1runum var onki at reypa av, men \u00ed skj\u00e1ttuna fingu vit \u201dFr\u00e6ndaleysur\u201d hj\u00e1 Hector Malot \u00ed t\u00fd\u00f0ing hj\u00e1 J\u00e1kupi M. Kjeld og s\u00f8gurnar um L\u00edtla Sj\u00far\u00f0, K\u00e1lvamuuna og Gr\u00e1u dunnuna hj\u00e1 Sigur\u00f0i Joensen, sum j\u00fast var komin \u00fat \u00e1 markna\u00f0in. Sigur\u00f0 var m\u00e1lsliga \u00f3vanliga v\u00e6l k\u00e1lvf\u00f8ddur, ta\u00f0 hoyrdist \u00ed r\u00f8\u00f0um og \u00fatvarpssamr\u00f8\u00f0um, og t\u00e1i\u00f0 hann seinri gj\u00f8rdist kennari okkara \u00e1 F\u00f8roya Sj\u00f3manssk\u00fala, tikin \u00far leikum, varna\u00f0ust vit, hvussu hyggin hann var m\u00f3\u00f0urm\u00e1linum vi\u00f0v\u00edkjandi.
Tjaldur hj\u00e1 Skipafelagnum flutti okkum til Keypmannahavnar og ha\u00f0an \u00e1 lunnavagni til Antwerpen \u00ed Flandern \u00ed Belgiu. Har l\u00e1 skip og b\u00ed\u00f0a\u00f0i vi\u00f0 bryggju, sum skuldi flyta okkum yvir um hav \u2013 til ta \u00ed dag so n\u00f3gv umr\u00f8ddu Panamaveitina. Ein \u00f3kend mamma og ditto sonur v\u00f3ru vi\u00f0 \u00e1 fer\u00f0ini, og vit varna\u00f0ust skj\u00f3tt, at teirra fer\u00f0am\u00e1l var hitt sama sum okkara. Vit b\u00e1\u00f0ir sonurin v\u00f3ru javnir \u00ed \u00e1rum. Royndu at spjalla og sp\u00e6la saman, men vi\u00f0 hv\u00f8r s\u00ednum kommunikati\u00f3nsmi\u00f0ili, tungum\u00e1li, var hetta l\u00e6ttari sagt enn gj\u00f8rt. \u00cd Cura\u00e7ao f\u00f3ru vit \u00f8ll \u00ed land og mynstra\u00f0u umbor\u00f0 \u00e1 eitt skip, sum gj\u00f8rdist okkara heim \u00ed eitt l\u00edti\u00f0 \u00e1r. Sigldu millum Kili, Peru, Ekvador og b\u00fdirnar vi\u00f0 eysturstrond samveldisr\u00edkjanna USA vi\u00f0 bananum. \u00cd hesum vi\u00f0fanginum kann eg nevna, at vit eisini, \u00ed \u00f8\u00f0rum umfari, gj\u00f8rdu eitt rend til Brasilia, Uruguay og Argentina.
Uttan at eg varna\u00f0ist ta\u00f0 gj\u00f8rdist samskiftism\u00e1li\u00f0 \u00edmillum okkum b\u00e1\u00f0ar Mikkjal eitt anna\u00f0 enn ta\u00f0, sum eg hev\u00f0i \u00ed heimanfylgju \u00far F\u00f8royum. T\u00e1i\u00f0 t\u00fa ert 5-6 \u00e1ra gamal er tilviti\u00f0 l\u00edti\u00f0, tj\u00f3\u00f0skaparligu bard\u00fanurnar ein vi\u00f0f\u00e1ningur, ta\u00f0 sn\u00fdr seg \u00ed samskiftinum bert um at skilja hv\u00f8nn annan av praktiskum ors\u00f8kum. Ta\u00f0 kann –  ikki minst umbor\u00f0 \u00e1 skipum – vera ein fyrimunur. Sum fr\u00e1lei\u00f0 glei\u00f0 eg spakuliga fr\u00e1 m\u00ednum uppruna yvir \u00ed eina a\u00f0ra sferu. Har v\u00f3ru eini 40 f\u00f3lk umbor\u00f0, og tey sum ikki tosa\u00f0u spanskt ella portugisiskt, tosa\u00f0u danskt. Har form\u00e1ddi f\u00f8royska tungan s\u00e6r l\u00edti\u00f0, og hin fr\u00e6ndaleysi og L\u00edtli Sj\u00far\u00f0ur gj\u00f8rdu l\u00edtlan mun \u00ed donsku yvirv\u00e1gini. Ein or\u00f0ab\u00f3k hev\u00f0i ongan mun gj\u00f8rt, t\u00ed stavurin st\u00f3\u00f0 \u00edmillum meg og b\u00f3kina. Sk\u00fala\u00e1rini l\u00f3gu j\u00fa fyri framman vi\u00f0 Gj\u00f3gv og \u00e1 Glyvrum.
Hin pr\u00fa\u00f0i norski damparin Stavangerfjord \u2013 fer\u00f0amannaskip vi\u00f0 margl\u00e6ti \u2013 bar okkum yvir um havi\u00f0 aftur til Europu. Hendan fer\u00f0in stendur meitla\u00f0 f\u00f8st \u00ed m\u00ednum hugaheimi, men onki er so gott, at ta\u00f0 ikki er ringt fyri okkurt, og t\u00e1i\u00f0 eg aftur st\u00f3\u00f0 \u00ed Gr\u00f3art\u00fani og skuldi fara at sp\u00e6la saman vi\u00f0 vinmanni m\u00ednum, og javnaldra, Peturi Mikkelsen, t\u00e1 var eitt skott gli\u00f0i\u00f0 ni\u00f0ur \u00edmillum okkum b\u00e1\u00f0ar. Hann tosa\u00f0i, sum hann gj\u00f8rdi fyri fr\u00e1fer\u00f0 okkara, me\u00f0an eg burturav tosa\u00f0i danskt vi\u00f0 hann, og ta\u00f0 skilti hann av g\u00f3\u00f0um grundum ikki eitt or\u00f0 av. Eg var ikki bara farin av m\u00e1linum, eg hev\u00f0i mist ta\u00f0. Minnist eisini hvussu tey eldru, sum frekventera\u00f0u handilin hj\u00e1 abba m\u00ednum, st\u00farsa\u00f0u vi\u00f0 av hesum margh\u00e1ttliga dreinginum \u2013 \u00e1t\u00f8kur mish\u00e1tta dunnuunganum hj\u00e1 H. C. Andersen – men t\u00edbetur \u00e1tti eg \u00ed heiminum, grannalagnum, kringumst\u00f8\u00f0unum og seinri \u00ed sk\u00falanum ein kastala, sum bjarga\u00f0i m\u00e6r upp \u00e1 turt aftur.
Onkur sigur, at portugisiskir streingir og indi\u00e1narabl\u00f3\u00f0, fr\u00e1 Yamana\u00e6ttarb\u00f3lkinum \u00far Eldlandinum \u00ed Lat\u00ednameriku, finnast \u00ed \u00edlegum m\u00ednum. Hv\u00f8rja \u00e1virkan hesar sl\u00f3\u00f0ir hava havt \u00e1 m\u00edn habitus mega onnur d\u00f8ma um, og kanska eitt mi\u00f0 til h\u00f3skandi svar finst \u00ed litteraturinum hj\u00e1 s\u00e1la\u00f0a samfelagsfr\u00f8\u00f0inginum Pierre Bourdieu.
Bara hav er \u00edmillum F\u00f8royar, Portugal og Brasilia, t\u00ed hevur havi\u00f0, og ta\u00f0 sum \u00ed t\u00ed svimur, bori\u00f0 okkum saman vi\u00f0 skiftandi megi um \u00e1r. F\u00f8royskir fiskimenn minnast doriufiskiskapin hj\u00e1 portugisum undir Gr\u00f8nlandi. Fyri \u00e1 lei\u00f0 65 \u00e1rum s\u00ed\u00f0an bygdu f\u00f8royingar tr\u00edggjar st\u00f3rar trolarar \u00ed Portugal. \u00d3lav Halga, Leiv \u00d8ssurson og V\u00e1gbing. Seinri kom trolari vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum sni\u00f0i ha\u00f0ani – Magnus Heinason. D\u00e1vur \u00ed B\u00f8 av Strondum f\u00f8rdi hann fyri ta\u00f0 n\u00f3gva, ha\u00f0artil eldur kom \u00ed hann inni \u00e1 \u00cdsafj\u00f8r\u00f0inum, og hildi\u00f0 var\u00f0 ikki r\u00e1\u00f0iligt at gera hann aftur til fiskivei\u00f0i. F\u00f8royingar hava selt n\u00f3gvan saltfisk til svangar g\u00f3mar \u00ed Portug\u00e1l, og markna\u00f0ur okkara fyri klippfiski, serliga \u00ed \u00e1runum eftir seinra heimskr\u00edggj, var serliga \u00ed Brasilia og \u00f8\u00f0rum londum yviri \u00e1 amerikanska meginlandinum fyri sunnan og nor\u00f0an.
Sj\u00e1lvur havi eg veri\u00f0 manga fer\u00f0ina \u00ed Portug\u00e1l vi\u00f0 skipi, og oftari er ein farin framvi\u00f0 hinum bergtakandi vitanum \u00e1 Cabo de S\u00e3o Vicente, \u00fatsynningshorninum \u00e1 Iberisku h\u00e1lvoynni. Eftir ta\u00f0 gekk lei\u00f0in su\u00f0ur- ella vesturyvir ella \u00edgj\u00f8gnum N\u00f8rvasund inn \u00e1 Mi\u00f0jar\u00f0arhavi\u00f0. Portugisiska m\u00e1li\u00f0 l\u00e6rdi eg kortini ongant\u00ed\u00f0, sum fr\u00e6gast royndi man at kl\u00e1ra seg vi\u00f0 t\u00ed sum var fyri hondina.
Fyri minst einari fj\u00f3r\u00f0ings\u00f8ld s\u00ed\u00f0an v\u00f3ru ta\u00f0 nakrir – Jonhard Mikkelsen var ein teirra – sum s\u00f3u \u00e1ney\u00f0irnar \u00ed, at m\u00f3\u00f0urm\u00e1l okkara skuldi kr\u00f8kjast \u00ed so mong onnur m\u00e1l sum gj\u00f8rligt. Umvegis or\u00f0ab\u00f8kur. Visi\u00f3nir, treiskni og tj\u00f3\u00f0skaparligt flog hava veri\u00f0 m\u00e1tturin \u2013 gangvjelurin sum Vider\u00f8 vildi sagt \u2013 i\u00f0 hava flutt okkum lj\u00f3s\u00e1r fram \u00e1 lei\u00f0 \u00e1 m\u00e1lsliga \u00f8kinum. Sprotin, saman vi\u00f0 dugandi f\u00f3lki, hevur reitt b\u00f3lini, og \u00ed dag liggja vit \u00ed broddi fylkingar, \u00ed hvussu er t\u00e1i\u00f0 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um eitt m\u00e1l sum okkara, magnfult, men l\u00edti\u00f0 \u00ed st\u00f3ra heimsvavinum av m\u00e1lum \u00ed br\u00faki.
\u00cd L\u00f8ksh\u00f8ll \u00ed dag standa vit vi\u00f0 einum parti av arvinum fr\u00e1 einum sl\u00e6tta \u00ed Sinears landi, har hugm\u00f3\u00f0in t\u00f3k okkara forfedrar, t\u00e1i\u00f0 teir f\u00f3ru undir at byggja s\u00e6r eina sl\u00f3\u00f0 upp \u00ed himinin, og Hin Alm\u00e1ttugi m\u00e1tti intervenera og ste\u00f0ga \u00f8rskapinum. Ein brasilskur toftama\u00f0ur – Fernando Troleis \u2013 hevur lagt okkum eina m\u00e1lsliga undirst\u00f8\u00f0u \u00edmillum f\u00f8royska og portugisiska tungu, sum heilt v\u00edst fer at gera st\u00f3ra nyttu \u00ed samskiftinum millum tey sum \u00ed gerandisdegnum tosa m\u00e1lini b\u00e6\u00f0i.
R\u00f8\u00f0a, sum borgarstj\u00f3rin T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen flutti fram \u00ed L\u00f8ksh\u00f8ll \u00ed dag, t\u00e1i\u00f0 \u201dportugisisk-f\u00f8roysk\u201d or\u00f0ab\u00f3k var\u00f0 l\u00f8gd fram. Fernando Troleis er rith\u00f8vundurin handan verki\u00f0, og Sprotin stendur fyri \u00fatg\u00e1vuni. \u201dOg \u00f8ll…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":6389,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-8453","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8453","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=8453"}],"version-history":[{"count":3,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8453\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8528,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8453\/revisions\/8528"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/6389"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=8453"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=8453"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=8453"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}