{"id":8456,"date":"2025-01-28T02:49:59","date_gmt":"2025-01-28T02:49:59","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=8456"},"modified":"2025-01-28T02:49:59","modified_gmt":"2025-01-28T02:49:59","slug":"verjusemja-um-arktis-og-norduratlantshav","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/01\/28\/verjusemja-um-arktis-og-norduratlantshav\/","title":{"rendered":"Verjusemja um Arktis og Nor\u00f0uratlantshav"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum hevur \u00ed dag havt \u00e1vegis r\u00e1\u00f0f\u00f8rslu vi\u00f0 l\u00f8gtingsins uttanlandsnevnd \u00ed sambandi vi\u00f0 verjusemju millum flokkarnar \u00e1 F\u00f3lkatingi um Arktis og Nor\u00f0uratlantshav.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur ikki tiki\u00f0 beinlei\u00f0is lut \u00ed samr\u00e1\u00f0ingunum millum flokkarnar \u00e1 F\u00f3lkatingi, men hevur samskift vi\u00f0 donsku stj\u00f3rnina um tey vi\u00f0urskifti, i\u00f0 hava t\u00fddning fyri F\u00f8royar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdri\u00f0 og danska stj\u00f3rnin hava fr\u00e1 byrjan veri\u00f0 samd um, at trygdar- og verjum\u00e1l ver\u00f0a vi\u00f0gj\u00f8rd \u00e1 stj\u00f3rnarstigi millum F\u00f8royar og Danmark, og at landsst\u00fdri\u00f0 samskiftir vi\u00f0 L\u00f8gtingi\u00f0 umvegis uttanlandsnevndina um trygdar- og verjum\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Landsst\u00fdri\u00f0 hevur \u00ed samr\u00e1\u00f0ingum vi\u00f0 donsku stj\u00f3rnina tiki\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed einm\u00e6lt samtykta trygdarpolitikkinum, sum millum anna\u00f0 fevnir um, at F\u00f8royar skulu virka fyri fri\u00f0i og st\u00f8\u00f0ufesti og samstarva vi\u00f0 sameind og NATO um trygd og verju \u00ed nor\u00f0urh\u00f8vum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00abF\u00f8roysku samr\u00e1\u00f0ingarnar vi\u00f0 donsku stj\u00f3rnina um trygdar- og verjum\u00e1l eru li\u00f0ur \u00ed at tryggja, at F\u00f8royar taka egna \u00e1byrgd og hava ein virknan leiklut \u00ed trygdar- og verjupolitikki, i\u00f0 skal \u00fatinnast \u00ed neyvum samstarvi vi\u00f0 okkara grannalond og sameindu. Ta\u00f0 hevur t\u00fddning \u00ed eini t\u00ed\u00f0, har broytingarnar \u00e1 heimspolitiska pallinum henda skj\u00f3tt, at f\u00f8royskir myndugleikar taka lut \u00ed \u00e1t\u00f8kum, sum eru vi\u00f0 til at tryggja fri\u00f0 og st\u00f8\u00f0ufesti \u00ed einum alsamt \u00f3vissari heimi,\u00bb sigur H\u00f8gni Hoydal, landsst\u00fdrisma\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein uppfylgjandi semja ver\u00f0ur v\u00e6ntandi gj\u00f8rd seinni \u00ed v\u00e1r. Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og danska verjum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 eru \u00ed samskifti hesum vi\u00f0v\u00edkjandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Flestu vi\u00f0urskifti \u00ed semjuni vi\u00f0v\u00edkja \u00e6tlanum um ra\u00f0festingar \u00ed Gr\u00f8nlandi, men \u00e1v\u00eds vi\u00f0urskifti, sum eru vi\u00f0komandi fyri F\u00f8royar, eru eisini vi\u00f0. Harumframt er eitt fylgiskjal um samstarv millum F\u00f8royar og Danmark \u00e1 verju\u00f8kinum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Semja er millum donsku stj\u00f3rnina og landsst\u00fdri\u00f0 um, at F\u00f8royar skulu taka beinlei\u00f0is lut \u00ed vi\u00f0komandi verjupolitiskum \u00e1t\u00f8kum, b\u00e6\u00f0i \u00e1 politiskum-strategiskum stigi og \u00e1 operativum stigi, t.d. vi\u00f0komandi fundum og venjingum \u00ed NATO-h\u00f8pi.<\/li>\n\n\n\n<li>Danmark setur til samans 50 mi\u00f3. av komandi 8 \u00e1rini til m\u00f8guligar \u00edl\u00f8gur \u00ed felags \u00e6tlanir, i\u00f0 t\u00e6na b\u00e6\u00f0i herna\u00f0arligum og sivilum endam\u00e1lum. Hv\u00f8rjar \u00e6tlanir, talan ver\u00f0ur um, ver\u00f0ur avr\u00e1tt n\u00e6rri, undir hesum eisini, um f\u00edggingarleist, t.d. felags \u00edl\u00f8gur og rakstur.<\/li>\n\n\n\n<li>St\u00f8rri samstarv millum vi\u00f0komandi danskar og f\u00f8royskar myndugleikar um vi\u00f0komandi verjum\u00e1l, t.d. \u00e1 fregnar\u00f8kinum, innan gransking, tilb\u00fagving, eftirlit, fylgissveinaeftirlit, o.a.<\/li>\n\n\n\n<li>Dentur er \u00e1, at f\u00f8royskar fyrit\u00f8kur skulu hava m\u00f8guleika at \u00fatinna uppg\u00e1vur \u00ed sambandi vi\u00f0 \u00edverksetan av semjuni.<\/li>\n\n\n\n<li>Nevnt er, at F\u00f8royar, Gr\u00f8nland, Danmark og m\u00f8guliga onnur fara undir at kanna m\u00f8guleikarnar fyri at leggja n\u00fdggjan samskiftiska\u00f0al.<\/li>\n\n\n\n<li>Dentur \u00e1 t\u00fddninginum av samstarvi vi\u00f0 V\u00f8rn \u00ed sambandi vi\u00f0 virksemi hj\u00e1 donsku sj\u00f3verjuni vi\u00f0 \u00ed f\u00f8royskum sj\u00f3gvi.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Talan er um ein dr\u00fagvan t\u00ed\u00f0arkarm fyri \u00edverksetan av \u00e1t\u00f8kunum \u00ed semjuni, men \u00e6tlanin er at virka fyri, at tey vi\u00f0urskifti, sum vi\u00f0v\u00edkja f\u00f8royskum myndugleikum, t.d. lutt\u00f8ka \u00ed samst\u00f8rvum, ver\u00f0a \u00fatint skj\u00f3tt. T\u00e1 i\u00f0 m\u00f8gulig \u00e1t\u00f8k skulu fremjast, skulu m\u00e1lini vi\u00f0gerast \u00ed uttanlandsnevndini hj\u00e1 L\u00f8gtinginum og um ney\u00f0ugt leggjast fyri L\u00f8gtingi\u00f0 til avger\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>kelda uvmr.fo<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Landsst\u00fdrisma\u00f0urin \u00ed uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lum hevur \u00ed dag havt \u00e1vegis r\u00e1\u00f0f\u00f8rslu vi\u00f0 l\u00f8gtingsins uttanlandsnevnd \u00ed sambandi vi\u00f0 verjusemju millum flokkarnar \u00e1 F\u00f3lkatingi um Arktis og Nor\u00f0uratlantshav. Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":7267,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-8456","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-uncategorized"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8456","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=8456"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8456\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":8457,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/8456\/revisions\/8457"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/7267"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=8456"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=8456"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=8456"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}