Ta\u00f0 er okkara grei\u00f0a fatan at henda l\u00f3gargrein \u00ed skattal\u00f3gini hevur ikki pl\u00e1ss \u00ed hesum m\u00e1linum, men at hetta eru serskild m\u00e1l, sum onki hava vi\u00f0 hv\u00f8rt anna\u00f0 at gera.
Greinin sn\u00fdr seg um fr\u00e1dr\u00e1tt fyri sosial gj\u00f8ld, goldin \u00ed \u00f8\u00f0rum nor\u00f0urlandi. Men \u00ed praksis sn\u00fdr ta\u00f0 seg um Noregi.
Hetta ver\u00f0ur ikki galdandi millum r\u00edkispartarnar og vit vita ikki um nakran, sum arbei\u00f0ir \u00ed \u00cdslandi, Sv\u00f8r\u00edki ella Finlandi, sum hevur hesa avbj\u00f3\u00f0ing.
T\u00edskil er ta\u00f0 einfalt halda seg til norsku skipanina, Folketrygd. \u00cc Noregi arbei\u00f0a h\u00f3pin av f\u00f8royingum og \u00f8ll, sum arbei\u00f0a fyri norskan arbei\u00f0sgevara \u00e1 landi \u00ed Noregi, \u00e1 boripallum \u00e1 norska landgrunninum ella sigla vi\u00f0 skipum vi\u00f0 norskum flaggi, skulu gjalda hetta gjaldi\u00f0, i\u00f0 f\u00edggjar allar v\u00e6lfer\u00f0art\u00e6nastur \u00ed Noregi. St\u00f3rtingi\u00f0 \u00e1setir gjaldi\u00f0 \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri, hvussu st\u00f3rt gjaldi\u00b4skal vera. \u00cc n\u00f3gv \u00e1rat\u00edggju hevur ta\u00f0 veri\u00f0 7,8 \u2013 8,2 % av l\u00f8nini fyri arbei\u00f0stakarar og arbei\u00f0sgevarar skulu leggja \u00e1lei\u00f0 ta\u00f0 dupulta afturat.
\u00c1\u00f0renn 2012 var ta\u00f0 so at 8,2% var\u00f0 tiki\u00f0 av l\u00f8nini saman vi\u00f0 skattinum. S\u00ed\u00f0an var skattur rinda\u00f0ur \u00ed F\u00f8royum av somu upph\u00e6dd. Og harafturat var vanligur A-skattur goldin \u00ed F\u00f8royum, fyri \u00f8ll \u00fatgj\u00f8ld, sum st\u00f3\u00f0ust av inngjaldinum.
\u00cd 2012 samtykti eitt samt l\u00f8gting, vi\u00f0 atkv\u00f8\u00f0utalinum 30-0-0, at hetta gjaldi\u00f0, sum \u00ed Noregi er ein partur av skattinum, skuldi kunna dragast fr\u00e1 f\u00f8royska skattinum. T\u00e1 kom \u00a7154b \u00ed skattal\u00f3gina. Framvegis ver\u00f0a \u00f8ll \u00fatgj\u00f8ld fr\u00e1 norsku skipanini, dagpengar av ymsum slag, barnapengar, arbei\u00f0sloysisstu\u00f0ul og pensj\u00f3n, skatta\u00f0 sum A-innt\u00f8ka \u00ed F\u00f8royum.
\u00cd januar 2013 kom ein fyrispurningur fr\u00e1 einum limi \u00ed Antares, um ta\u00f0 var r\u00e6tt at vit rinda\u00f0u fyri sosialar t\u00e6nastur \u00ed tveimum londum samstundis. Ta\u00f0 vistu vit ikki og t\u00ed f\u00f3r spurningurin til Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og Almannam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0.
M\u00e1lsgongdin har var so trek og \u00f3fantalig at m\u00e1li\u00f0 \u00ed 2014 var k\u00e6rt til k\u00e6runevndina \u00ed almanna- og heilsum\u00e1lum. K\u00e6runevndin gj\u00f8rdi av at ta\u00f0 ikki var r\u00e6tt og at samb\u00e6rt nor\u00f0urlendsku konventi\u00f3nini um sosiala trygging, sum F\u00f8royar hava veri\u00f0 partur av s\u00ed\u00f0an 2009, eigur bara at gjaldast \u00ed einum sta\u00f0, fyrst og fremst \u00ed arbei\u00f0slandinum. S\u00ed\u00f0an ver\u00f0ur v\u00edst til st\u00fdrisskipanarl\u00f3gina, \u00a755, i\u00f0 sta\u00f0festir at um ein f\u00f8roysk l\u00f3g str\u00ed\u00f0ir \u00edm\u00f3ti einum millumtj\u00f3\u00f0a s\u00e1ttm\u00e1la, sum F\u00f8royar eru partur av, er s\u00e1ttm\u00e1lin omanfyri heimligu l\u00f3gina.
Eftir at avger\u00f0in \u00ed k\u00e6runevndini var tikin, hendi sera l\u00edti\u00f0. Heilsutrygd stakk h\u00f8vdi\u00f0 \u00ed sandin og l\u00e6tst ikki um v\u00f3n. Ikki fyrr enn \u00ed juli \u00ed 2020, t\u00e1 Heilsutrygd og Taks hv\u00f8rki h\u00f8vdu fingi\u00f0 sv\u00f8vnfri\u00f0 ella matn\u00e1\u00f0ir \u00ed n\u00e6stan 6 \u00e1r, v\u00f3r\u00f0u tveir okkara stevndir at vi\u00f0urkenna at vit \u00e1ttu at gjalda heilsutrygdargjaldi\u00f0.
Men F\u00f8roya R\u00e6ttur var ivaleysur og sta\u00f0festi avger\u00f0ina hj\u00e1 k\u00e6rustovninum \u00ed november 2021.
S\u00ed\u00f0an roynir Heilsutrygd m\u00e1li\u00f0 \u00ed Eystara Landsr\u00e6tti, men har ver\u00f0ur avgj\u00f8rt \u00ed august 2023 at Heilsutrygd hevur ikki sakarm\u00e1lskompetansu m\u00f3ti okkum og s\u00ed\u00f0an avger\u00f0 Landsr\u00e6tturin at sta\u00f0festa d\u00f3min \u00ed F\u00f8roya R\u00e6tti.
At enda s\u00f8kir Heilsutrygd um at sleppa at royna m\u00e1li\u00f0 \u00ed H\u00e6gstar\u00e6tti, men \u00ed februar 2024 s\u00fdtir Procesbevillingsn\u00e6vnet teimum hesum.
Hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0, sum eftir \u00f8llum at d\u00f8ma er fyrireika \u00ed skundi n\u00fa, 5 minuttir yvir 12, h\u00f3ast m\u00e1li\u00f0 hevur 12 \u00e1ra jubileum hin 3. Mars 2025, er ein frams\u00fdning \u00ed absurditeti\u00f0.
Umframt at vera ein h\u00e1\u00f0an m\u00f3ti t\u00ed samda l\u00f8gtingi\u00f0, i\u00f0 samtykti \u00a7154b \u00ed 2012, s\u00ed \u00a71, stk. 2 og \u00a73, stk. 2 \u00ed uppskotinum, er hetta eisini ein h\u00e1\u00f0an m\u00f3ti k\u00e6ru- og r\u00e6ttarskipanini, i\u00f0 hevur gj\u00f8rt av at vit skulu f\u00e1a pengarnar aftur.
Ta\u00f0 eru, samb\u00e6rt d\u00f3msavger\u00f0unum, Heilsutrygd og Taks, sum hava kravt inn av \u00f3r\u00f8ttum. Men h\u00f3ast ta\u00f0, so skulu pers\u00f3narnir, sum hava veri\u00f0 fyri \u00f3r\u00e6ttinum, n\u00fa sj\u00e1lvi til at grava \u00ed s\u00ednum gomlu skjalagoymslum, tey sum hava sl\u00edkar og \u00ed norskum skipanum, fyri at kunna s\u00f8kja um r\u00e6ttv\u00edsi. Fleiri hava helst ikki goymt alt og fleiri hava ikki m\u00f8guleika og f\u00f8rleika til at leita \u00ed norskum skipanum. Solei\u00f0is hevur Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 longu s\u00e1lda\u00f0 n\u00f8kur fr\u00e1.
Men fyri tey, i\u00f0 hava skjalpr\u00f3gvini, sum kravd eru \u00ed l\u00f3garuppskotinum, eru ikki allar s\u00fa\u00f0ur syftar.
T\u00ed eftir at Taks hevur br\u00fakt s\u00edni 7 \u00e1rsverk, hetta samb\u00e6rt stj\u00f3ranum \u00e1 Taks, ver\u00f0ur \u00farsliti\u00f0 fyri hv\u00f8nn einstakan 0 kr.
Hetta hevur s\u00edna einf\u00f8ldu ors\u00f8k. T\u00ed t\u00e1 f\u00f3lk hava pr\u00f3gva at tey hava goldi\u00f0 gjaldi\u00f0 til Folketrygd, skal henda upph\u00e6dd dragast fr\u00e1 endurgjaldinum fyri heislutrygdargjaldi\u00f0, goldi\u00f0 av \u00f3r\u00f8ttum.
Heislutrygdargjaldi\u00f0 er 0,6% av skattskyldugu l\u00f8nini og kr. 175 um m\u00e1na\u00f0in. Gjaldi\u00f0 til folketrygd er 8,2 % av bruttol\u00f8nini.
Her kann eg til stuttleika nevna at \u00ed 2021 rinda\u00f0i eg kr. 6000 til Heilsutrygd og kr. 67.000 til Folketrygd, sum eg fekk fr\u00e1dr\u00e1tt fyri eftir \u00a7154b \u00ed skattal\u00f3gini. Fara vit at draga 67.000 fr\u00e1 6000, ver\u00f0ur ikki n\u00f3gv eftir til \u00fatgjald.
Fara vit at royna at skilja eitt tilsvarandi gjald sum heilsutrygdargjaldi\u00f0 burtur\u00far norska gjaldinum, f\u00e1a vit helst ein beinan fremstafingur til svar fr\u00e1 NAV. Ta\u00f0 vita vit, t\u00ed vit hava roynt.
Fyri at kunna s\u00f8kja um fr\u00edt\u00f8ku og endurgjald fr\u00e1 Taks, m\u00e1 mann solei\u00f0is gjalda ella hava goldi\u00f0 gjaldi\u00f0 \u00ed Noregi.
Ta\u00f0 eru tey somu f\u00f3lkini, sum \u00ed sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i hava goldi\u00f0 til Heilsutrygd og til Folketrygd.
T\u00ed m\u00e1 ta\u00f0 standa \u00f8llum greitt at roknistykki\u00f0 hj\u00e1 Taks er, sum \u00ed d\u00f8minum omanfyri, r\u00e6ttiliga negativt og t\u00e1 \u00f8ll eru j\u00fast \u00ed hesi st\u00f8\u00f0u, f\u00e1a \u00f8ll sama \u00farslit og ikki ein kr\u00f3na ver\u00f0ur \u00fatgoldin n\u00f8krun. Hetta er ein \u00f3reingiligur matematiskur veruleiki.
T\u00ed er l\u00f3garuppskoti\u00f0 p\u00fara absurd og um ta\u00f0 ver\u00f0ur samtykt sum er, ver\u00f0ur ta\u00f0 p\u00fara absurd at s\u00f8kja og p\u00fara absurd hj\u00e1 Taks at vi\u00f0gera ums\u00f8knir.
Og ikki minst er ta\u00f0 p\u00fara absurd at Heilsutrygd skal hava l\u00f3garheimild at endurgjalda ta\u00f0, sum \u00f8ll r\u00e6ttarskipanin hevur gj\u00f8rt av at vera kravt inn av \u00f3r\u00f8ttum.
D\u00e1njal J\u00e1kup Meinertsson
Um l\u00f3garuppskoti\u00f0 um afturrindan av heilsutrygdargjaldi. Fyri at skilja samanhangin \u00ed uppskotinum, er ney\u00f0ugt at grei\u00f0a fr\u00e1 hvat \u00a7154b \u00ed skattal\u00f3gini hevur at gera \u00ed hesum.Ta\u00f0 er okkara grei\u00f0a fatan…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9101,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[7],"tags":[],"class_list":["post-9100","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9100","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9100"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9100\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9107,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9100\/revisions\/9107"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9101"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9100"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9100"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9100"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}