{"id":9103,"date":"2025-02-24T16:21:44","date_gmt":"2025-02-24T16:21:44","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=9103"},"modified":"2025-02-24T16:23:11","modified_gmt":"2025-02-24T16:23:11","slug":"enn-eitt-sjalvmal-fra-heilsumalarradnum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/02\/24\/enn-eitt-sjalvmal-fra-heilsumalarradnum\/","title":{"rendered":"Enn eitt sj\u00e1lvm\u00e1l fr\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">Loksins er m\u00e1li\u00f0 um afturrindan av heilsutrygdargjaldi bori\u00f0 ni\u00f0an \u00ed tingi\u00f0, hesafer\u00f0 sum l\u00f3garuppskot. Eitt l\u00f3garuppskot, sum als ikki \u00e1tti at ver\u00f0i bori\u00f0 \u00ed tingi\u00f0, t\u00ed landsst\u00fdrinum t\u00f8rvar ikki heimild at endurrinda gj\u00f8ld sum eru kravd inn \u00ed heimildarloysi.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa dysturin millum Heilsurm\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 og Heilsutrygd hevur leika\u00f0 \u00ed longdari leikt\u00ed\u00f0 \u00ed n\u00e6rum 12 \u00e1r, mundu flestu halda, at n\u00fa var m\u00e1li\u00f0 um heilsutrygdargjaldi\u00f0 avgreitt. K\u00e6runevndir hava tiki\u00f0 avgeri\u00f0[ir], F\u00f8royar r\u00e6ttur og landsr\u00e6ttur sta\u00f0fest t\u00e6r og landsst\u00fdriskvinnur hava j\u00e1tta\u00f0 at endurrinda heilsutrygdargjaldi\u00f0, sum er goldi\u00f0 \u00ed str\u00ed\u00f0 vi\u00f0 nor\u00f0urlendska s\u00e1ttm\u00e1lan um sosiala trygd [NS].&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-white-color has-pale-cyan-blue-background-color has-text-color has-background has-link-color has-medium-font-size wp-elements-bf5cadc9671ad619d165adc6cfb61cc6 wp-block-paragraph\">J\u00fast sum tey \u00f3r\u00e6tta\u00f0u hildu seg hava vunni\u00f0 dystin, roynir Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 at kold\u00f8ma dystin og skr\u00e6\u00f0a hol \u00ed neti\u00f0, so tey mongu m\u00e1lini ikki telja kortini. Hetta er skattur vi\u00f0 afturvirkandi kraft. Vi\u00f0 l\u00f3garuppskotinum fr\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num, ver\u00f0ur 154 b fr\u00e1dr\u00e1tturin strika\u00f0ur aftur \u00ed t\u00ed\u00f0 og eitt m\u00f8guligt endurgjald fyri heilsutrygdargjaldi m\u00f3trokna\u00f0 \u00ed eyka skattinum. <\/p>\n\n\n\n<p class=\"has-white-color has-vivid-red-background-color has-text-color has-background has-link-color has-medium-font-size wp-elements-082d554bc9da6fab3b200ca0091c3196 wp-block-paragraph\">N\u00fa mugu politikkarar vakna og sj\u00e1lvir taka um endan, og ikki lata seg st\u00fdra av andlitsleysum l\u00f8gfr\u00f8\u00f0ingum handan leiktjaldi\u00f0. At landsst\u00fdriskvinnan \u00ed heilsum\u00e1lum letur Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 leggja hennara navn til hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0, sum er enn eitt brot \u00e1 St\u00fdrisskipanarl\u00f3gina, setur spurnartekin vi\u00f0, hv\u00f8r ta\u00f0 er sum h\u00e1lar \u00ed tr\u00e6\u00f0rirnar \u00ed hesum m\u00e1linum. Skrivar Gr\u00edmur Sundstein.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men \u00e1haldni hj\u00e1 landsst\u00fdrinum, Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num og Heilsutrygd fyri \u00fatisiglarans rokning er \u00e1taluvert. L\u00f3garuppskoti\u00f0 er seinasta royndin at f\u00f8rka dystin av v\u00f8llinum yvir \u00e1 skrivarabor\u00f0i\u00f0. V\u00e6l manna\u00f0i vi\u00f0 alskyns serfr\u00f8\u00f0ingum og l\u00f8gfr\u00f8\u00f0iligum r\u00e1\u00f0gevum er l\u00f3garuppskoti\u00f0 vor\u00f0i\u00f0 til veruleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00f3garuppskoti\u00f0 er sn\u00f8gt sagt ein roynd hj\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num og Heilsutrygd at bjarga s\u00ednum egna skinni og v\u00f3nandi sleppa undan rokningini samstundis.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>L\u00f8gtingi\u00f0<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00f3garuppskoti\u00f0 hevur veri\u00f0 leingi \u00e1vegis, men var\u00f0 ums\u00ed\u00f0ur sent til almenna hoyring \u00ed desember 2024. N\u00fa uppskoti\u00f0 ver\u00f0ur bori\u00f0 \u00ed tingi\u00f0 [februar 2025], hevur Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 lagt naka\u00f0 av blekki afturat uppruna l\u00f3garuppskotinum \u2013 eitt l\u00f8grit. \u00cd Januar 2025, kom n\u00fdtt l\u00f8grit [L\u00f8grit 3] fr\u00e1 L\u00f8gmansskrivstovuni um st\u00f8\u00f0u l\u00f8gtingsl\u00f3ga \u00ed mun til millumtj\u00f3\u00f0ar\u00e6ttarligar skyldur. Hetta m\u00e1 sigast at koma \u00ed evstu l\u00f8tu, t\u00ed undanfarna l\u00f8grit 2 [2019] var ikki til st\u00f3rt gagn hj\u00e1 hv\u00f8rki Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num og Heilsutrygd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00e1li\u00f0 um Heilsutrygdargjaldi\u00f0 sn\u00fdr um, at um l\u00f8gtingsl\u00f3g er \u00ed str\u00ed\u00f0 vi\u00f0 millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lar [t.d. NS], sum F\u00f8royar, ella Danmark vegna F\u00f8royar, hava samtykt vi\u00f0 onnur lond, so hevur l\u00f8gtingsl\u00f3gin ikki gildi. Hetta var eisini ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an hj\u00e1 F\u00f8roya R\u00e6tti v\u00edsandi til grein 55 \u00ed St\u00fdrisskipanarl\u00f3gini.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>D\u00f3murin eisini umr\u00f8ddur<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd L\u00f8griti 3, ver\u00f0ur d\u00f3murin \u00ed F\u00f8roya R\u00e6tti eisini umr\u00f8ddur. V\u00edst ver\u00f0ur til l\u00f8gtingsm\u00e1l 107\/2016, har landsst\u00fdriskvinnan&nbsp; \u00ed heilsum\u00e1lum leg\u00f0i fram uppskot um undantak fyri gjaldsskyldu. \u00cd L\u00f8gritinum stendur m.a. at allir l\u00f8gtingslimir eru gj\u00f8rdir varugir vi\u00f0 sj\u00f3narhorni\u00f0, at heilsutrygdarl\u00f3gin ikki samsvarar vi\u00f0 NS og t\u00ed er \u00f3gildigur smb. \u00a7 55 \u00ed st\u00fdrisskipanarl\u00f3gini. Uppskoti\u00f0 var\u00f0 beint \u00ed Trivna\u00f0arnevndina til vi\u00f0gerar. \u201cTrivna\u00f0arnevndin hevur fleiri fundir um m\u00e1li\u00f0, har hon m.a. hoyrir Antares (\u00e1hugafelag fyri sj\u00f3f\u00f3lk, i\u00f0 eru umfata\u00f0 av regluger\u00f0ini). Sj\u00f3narhorni\u00f0 um, at heilsutrygdarl\u00f3gin ikki samsvarar vi\u00f0 nor\u00f0urlandas\u00e1ttm\u00e1lan, ver\u00f0ur uttan iva tiki\u00f0 fram \u00e1 hesum fundum. H\u00f3ast l\u00f8gtingslimirnir hava kent til \u00f3samsvari\u00f0 millum millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lan og l\u00f8gtingsl\u00f3gina, skrivar Trivna\u00f0arnevndin einki \u00e1lit \u00ed m\u00e1linum, og m\u00e1li\u00f0 fellur burtur, t\u00e1 l\u00f8gtings\u00e1ri\u00f0 endar 29. juli 2017.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datfr\u00e1 hesi st\u00f8\u00f0ug metir L\u00f8griti\u00f0 [\u00e1 s. 8] at \u201cHetta kann ikki skiljast sum anna\u00f0 enn, at L\u00f8gtingi\u00f0 er \u00f3samt \u00ed tulkingini um, at l\u00f8gtingsl\u00f3gin ikki samsvarar vi\u00f0 millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lan. L\u00f8gtingi\u00f0 kann ikki metast hava \u00ed huga at br\u00f3ta millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lar. St\u00f8\u00f0a L\u00f8gtingsins er almenna st\u00f8\u00f0a F\u00f8roya, og landsst\u00fdrisf\u00f3lki\u00f0 er t\u00ed bundi\u00f0 at taka undir vi\u00f0 tulking L\u00f8gtingsins. T\u00e1 L\u00f8gtingi\u00f0 ikki metir, at millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1li er brotin, og norska r\u00edki\u00f0 ikki hevur reist m\u00f3tm\u00e6li, og tv\u00edst\u00f8\u00f0an ikki er vi\u00f0gj\u00f8rd eftir grein 11 \u00ed millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lanum, kann \u00a7 5, stk. 1 \u00ed heimast\u00fdrisl\u00f3gini samanborin vi\u00f0 \u00a7 55 \u00ed st\u00fdrisskipanarl\u00f3gini ikki n\u00fdtast. Einstaklingar, sum ikki hava \u00e1talur\u00e6tt \u00ed millumtj\u00f3\u00f0as\u00e1ttm\u00e1lum, kunnu ikki virkja \u00e1setingina. Or\u00f0ingin \u00ed l\u00f8gtingsl\u00f3gini um heilsutrygd (Heilsutrygdarl\u00f3gin) m\u00e1 t\u00ed metast vera galdandi \u00ed F\u00f8royum\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sagt vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um, er L\u00f8grit 3 s\u00e1larb\u00f3tin hj\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num og Heilsutrygd. L\u00f8griti\u00f0 ikki bert fr\u00edkennir Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 og Heilsutrygd, ta\u00f0 metir grundgevingarnar hj\u00e1 F\u00f8roya R\u00e6tti fyri fr\u00edd\u00f8ming vi\u00f0 hesum eru strika\u00f0ar og ikki galdandi! \u2013 F\u00falari tulking finst ei.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At L\u00f8gmansskrivstovan dyttar s\u00e6r at tulka eitt manglandi \u00e1lit fr\u00e1 trivna\u00f0arnevndini sum at l\u00f8gtingi\u00f0 er \u00f3samt \u00ed tulkingini av \u00a7 55 \u00ed St\u00fdrisskipanarl\u00f3gini er at sk\u00fagva b\u00e6\u00f0ir l\u00f3gir, vit og skil til viks. L\u00f8gtingsf\u00f3lk hava b\u00ed\u00f0a\u00f0 vi\u00f0 toli eftir l\u00f3garuppskotinum, men ver\u00f0a n\u00fa av l\u00f8gritinum l\u00f8gd undir sj\u00e1lvi at vera ors\u00f8k til ru\u00f0ulleikan, t\u00ed tey ikki hava avgreitt m\u00e1li\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvt ikki fanin vi\u00f0 hansara snildum og sviki, hev\u00f0i kunna\u00f0 tulka B\u00edbliuna meira missv\u00edsandi. Um hetta skal ver\u00f0a r\u00e6ttarst\u00f8\u00f0a F\u00f8royar, at manglandi \u00e1lit \u00ed m\u00e1lum sum fella burtur eru sta\u00f0festingar av at l\u00f8gtingi\u00f0 er \u00f3samt i\u00f0 l\u00f3garuppskotinum og at landsst\u00fdrisf\u00f3lk eru bundin at taka undir vi\u00f0 hesi tulking h\u00f3ast manglandi \u00e1lit, so er ikki l\u00e6tt hj\u00e1 h\u00f8gru hond at vita hvat vinstra ger.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ver\u00f0ur hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0 samtykt, ver\u00f0a F\u00f8royar settar undir umsiting av umsitingini, i\u00f0 vi\u00f0 s\u00edni tulking megnar at sk\u00fagva l\u00f3g og landaskil til viks til frama fyri s\u00edni fatan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f3 m\u00e1 sigast at Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 L\u00f8gmansskrivstovuni \u00ed bakinum er uppsfinsamt. Bara hugflogi\u00f0 setir m\u00f8rkini, sum ver\u00f0a flutt \u00fateftir alla t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed h\u00f3ast L\u00f8griti\u00f0 bl\u00e1stemplar heimildarloysi\u00f0 hj\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num og Heilsutrygd, og l\u00f3garuppskoti\u00f0 sta\u00f0festir, at ta\u00f0 framvegis er \u00f3greitt, \u201chv\u00f8rt pers\u00f3nar, i\u00f0 hava goldi\u00f0 sosialttrygdargjald \u00ed \u00f8\u00f0rum Nor\u00f0urlandi, samstundis sum hesir hava rinda\u00f0 heilsutrygdargjald \u00ed F\u00f8royum, hava r\u00e6tt til at f\u00e1a afturrinda\u00f0 heilsutrygdargjald\u201d, so hevur Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 kortini tiki\u00f0 avger\u00f0 um at \u00e1seta reglur \u00ed l\u00f3g, solei\u00f0is at grei\u00f0 l\u00f3garheimild f\u00e6st fyri at afturrrinda heilsutrygdargjaldi\u00f0 aftur \u00ed t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og solei\u00f0is \u00e6tlar Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 at f\u00e1a \u00e6runa fyri at \u00fatisiglarar og onnur i\u00f0 hava rinda dupult heilsutrygdargjald \u00ed \u00e1rat\u00edggju n\u00fa kunna f\u00e1a \u2018loyvi at s\u00f8kja\u2019 um at f\u00e1a stuldurin afturrinda\u00f0an.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So kunnu s\u00e1ttm\u00e1lar, st\u00fdrisskiparnarl\u00f3gir og avger\u00f0ir fr\u00e1 d\u00f3mst\u00f3lum annars hoppa og renna.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Skattur vi\u00f0 afturvirkandi kraft!<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00fast sum tey \u00f3r\u00e6tta\u00f0u hildu seg hava vunni\u00f0 dystin, roynir Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 at kold\u00f8ma dystin og skr\u00e6\u00f0a hol \u00ed neti\u00f0, so tey mongu m\u00e1lini ikki telja kortini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd l\u00f3garuppskotinum er \u00e1seting um, at um \u2018ums\u00f8kjarin\u2019 hevur fingi\u00f0 fr\u00e1dr\u00e1tt \u00ed skattinum smb. \u00a7 154 b \u00ed skattal\u00f3gini, so ver\u00f0ur upph\u00e6ddin drigin fr\u00e1, \u00e1\u00f0renn heilsutrygdargjaldi\u00f0 ver\u00f0ur afturrinda\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd st\u00f3ru skattaumskipanini hj\u00e1 Landsst\u00fdrinum \u00ed 2023, var\u00f0 \u00a7 154 b fr\u00e1dr\u00e1tturin strika\u00f0ur. Hesin loyvdi teimum, sum rinda\u00f0ur sosialgj\u00f8ld \u00ed samsvar vi\u00f0 NS, at draga gj\u00f8ldini fr\u00e1 \u00ed f\u00f8royska skattinum. Fr\u00e1 1. Januar 2024 hevur t\u00edskil ikki veri\u00f0 m\u00f8guligt at draga sosialgj\u00f8ld fr\u00e1 \u00ed f\u00f8royska skattinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 n\u00fa ynskir at tengja afturrindanina av heilsutrygdargjaldinum at 154 b fr\u00e1dr\u00e1ttinum er ikki bert at blanda perur vi\u00f0 baninir, ta\u00f0 er at \u00e1leggja \u00e1v\u00edsum borgarum skatt vi\u00f0 afturvirkandi kraft, i\u00f0 er \u00ed beinlei\u00f0is str\u00ed\u00f0 vi\u00f0 \u00a7 41 \u00ed St\u00fdrisskipanarl\u00f3gini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samb\u00e6rt \u00a7 41 \u00ed st\u00fdrisskipanarl\u00f3gini m\u00e1 eingin beinlei\u00f0is ella \u00f3beinlei\u00f0is skattur ver\u00f0a \u00e1lagdur, broyttur ella\u00a0avtikin uttan vi\u00f0 l\u00f8gtingsl\u00f3g. V\u00ed\u00f0ari stendur at \u201cBeinlei\u00f0is ella \u00f3beinlei\u00f0is skattur kann ikki ver\u00f0a \u00e1lagdur fyri innt\u00f8kur, innflutning, \u00fatflutning, s\u00f8lu, gjald ella t\u00edl\u00edkt, sum er fari\u00f0 fram \u00ed t\u00ed\u00f0ini, \u00e1\u00f0renn l\u00f8gtingsl\u00f3garuppskot um hetta var\u00f0 lagt fyri l\u00f8gtingi\u00f0.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 l\u00f3garuppskotinum fr\u00e1 Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0num, ver\u00f0ur 154 b fr\u00e1dr\u00e1tturin strika\u00f0ur aftur \u00ed t\u00ed\u00f0 og eitt m\u00f8guligt endurgjald fyri heilsutrygdargjaldi m\u00f3trokna\u00f0 \u00ed eyka skattinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 hendan h\u00e1tt endar rokningin aftur hj\u00e1 \u00fatisiglarunum. H\u00f3ast lyfti\u00f0 um afturrindan ver\u00f0ur m\u00f8guligt endurgjald eti\u00f0 av eyka skatti, sum hesi skulu rinda aftur \u00ed t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At sl\u00edk l\u00f3gar\u00e1seting sleppur at s\u00edggja dagsins lj\u00f3s er onki minni enn ein g\u00f8la, i\u00f0 undirgrevur alt l\u00f3gargrundarlagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast \u00fatisiglararnir vunnu m\u00e1li\u00f0 \u00ed F\u00f8roya R\u00e6tti, tykist ta\u00f0 sum Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 og Heilsutrygd kortini vunnu dystin \u00e1 skrivarabor\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>R\u00e1\u00f0a f\u00f8royingar \u00ed F\u00f8royum?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Rith\u00f8vundarnir handan L\u00f8griti\u00f0 sm\u00e6\u00f0ast ikki at prika til \u2018norsku l\u00f8vuna\u2019. V\u00edst ver\u00f0ur \u00e1 t\u00e1 \u201cnorska r\u00edki\u00f0 ikki hevur reist m\u00f3tm\u00e6li, og tv\u00edst\u00f8\u00f0an ikki er vi\u00f0gj\u00f8rd, kann \u00a7 5, stk. 1 \u00ed heimast\u00fdrisl\u00f3gini samanborin vi\u00f0 \u00a7 55 \u00ed st\u00fdrisskipanarl\u00f3gini ikki n\u00fdtast\u201d. Vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum or\u00f0um tulkar L\u00f8griti\u00f0 manglandi \u00e1hugan \u00far Noreg, sum at F\u00f8royar kunnu halda fram vi\u00f0 at krevja f\u00f8royingum [og nor\u00f0urlendingum vi\u00f0] eftir dupultum heilsutrygdargjaldi. Hetta m\u00e1ar alt grundarlagi\u00f0 undan r\u00e6ttarst\u00f8\u00f0u f\u00f8royinga, t\u00ed smb. l\u00f8gritinum kunnu f\u00f8royingar ikki k\u00e6ra til f\u00f8royska myndugleikar, men mugu seta s\u00edtt \u00e1lit \u00e1, at norska r\u00edki\u00f0 ger ta\u00f0 vegna f\u00f8royingar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd F\u00f8royum er l\u00f8gtingi\u00f0 er valt av f\u00f8roya f\u00f3lki at l\u00f3ggeva, r\u00e6tturin er til at tulka hesar l\u00f3gir og landsst\u00fdri\u00f0 at \u00fatinna t\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00e1li\u00f0 um heilsutrygdargjaldi\u00f0 n\u00e6rkast konfirmati\u00f3nsaldur, og h\u00f3ast l\u00f8gtingi\u00f0&nbsp;\u00ed 2015 samtykti, at nor\u00f0urlendski s\u00e1ttm\u00e1lin um sosiala trygd&nbsp;skal&nbsp;vera galdandi \u00ed F\u00f8royum, og F\u00f8roya R\u00e6ttur hevur sta\u00f0fest at hesin s\u00e1ttm\u00e1lin er galdandi framum heilsutrygdarl\u00f3gina, so tv\u00edheldur Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 hesum l\u00f3garuppskoti, at ta\u00f0 framvegis er \u00f3greitt um pers\u00f3nar, sum hava goldi\u00f0 dupult heilsutrygdargjald, hava r\u00e6tt til at f\u00e1a heilsutrygdargjaldi\u00f0 afturrinda\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa mugu politikkarar vakna og sj\u00e1lvir taka um endan, og ikki lata seg st\u00fdra av andlitsleysum l\u00f8gfr\u00f8\u00f0ingum handan leiktjaldi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At landsst\u00fdriskvinnan \u00ed heilsum\u00e1lum letur Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 leggja hennara navn til hetta l\u00f3garuppskoti\u00f0, sum er enn eitt brot \u00e1 St\u00fdrisskipanarl\u00f3gina, setur spurnartekin vi\u00f0, hv\u00f8r ta\u00f0 er sum h\u00e1lar \u00ed tr\u00e6\u00f0rirnar \u00ed hesum m\u00e1linum. V\u00f3nandi ver\u00f0ur hetta uppskoti\u00f0 tiki\u00f0 aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Floytan hevur lj\u00f3\u00f0a\u00f0, dysturin er av. Heilsum\u00e1larr\u00e1\u00f0i\u00f0 og Heilsutrygd hava tapt. Vir\u00f0i n\u00fa avger\u00f0ina og endurrinda ta\u00f0 sum tit hava kravt inn \u00ed heimildarloysi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Gr\u00edmur Sundstein, F\u00f3lkaflokkurin<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Loksins er m\u00e1li\u00f0 um afturrindan av heilsutrygdargjaldi bori\u00f0 ni\u00f0an \u00ed tingi\u00f0, hesafer\u00f0 sum l\u00f3garuppskot. Eitt l\u00f3garuppskot, sum als ikki \u00e1tti at ver\u00f0i bori\u00f0 \u00ed tingi\u00f0, t\u00ed landsst\u00fdrinum t\u00f8rvar ikki heimild&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9104,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110,7],"tags":[],"class_list":["post-9103","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9103","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9103"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9103\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9106,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9103\/revisions\/9106"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9104"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9103"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9103"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9103"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}