{"id":9193,"date":"2025-03-03T20:44:24","date_gmt":"2025-03-03T20:44:24","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=9193"},"modified":"2025-03-03T20:44:24","modified_gmt":"2025-03-03T20:44:24","slug":"setanarroeda-hja-hoegna-hoydal-til-aliradstevnuna-2025","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/03\/03\/setanarroeda-hja-hoegna-hoydal-til-aliradstevnuna-2025\/","title":{"rendered":"Setanarr\u00f8\u00f0a hj\u00e1 H\u00f8gna Hoydal til Alir\u00e1\u00f0stevnuna 2025"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.facebook.com\/sharer\/sharer.php?u=https%3A%2F%2Fwww.uvmr.fo%2Ffo%2Fkunning%2Ftidindi%2Fsetanarroeda-hja-hoegna-hoydal-til-aliradstevnuna-2025&amp;t=Setanarr%C3%B8%C3%B0a+hj%C3%A1+H%C3%B8gna+Hoydal+til+Alir%C3%A1%C3%B0stevnuna+2025\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\"><\/a>\u00a0\u00a0<a href=\"javascript:window.print()\"><\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein hei\u00f0ur er ta\u00f0, aftur at seta \u00e1rsins alir\u00e1\u00f0stevnu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alir\u00e1\u00f0stevnan hevur st\u00f3ran t\u00fddning fyri f\u00f8roysku alivinnuna, og er ikki minst ein dagur, har samstarvi\u00f0 millum vinnu, granskingarumhv\u00f8rvi\u00f0 og myndugleikarnar kemur til sj\u00f3ndar. \u00cd dag hittast \u00f8ll tit, sum dagliga starvast \u00ed og kring alivinnuna at skifta or\u00f0 um avbj\u00f3\u00f0ingar, n\u00fdggj r\u00e1k og teir m\u00f8guleikar, sum eru \u00ed vinnuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit liva \u00ed t\u00ed\u00f0um \u00ed heiminum, har so mangt ver\u00f0ur sundurskr\u00e6tt. Har kr\u00edggj og oy\u00f0ilegging taka l\u00edv og framt\u00ed\u00f0 fr\u00e1 f\u00f3lki. Har mis\u00e1lit og \u00f3tti og at seta k\u00edlar \u00ed og at seta f\u00f3lk upp \u00edm\u00f3ti hv\u00f8r \u00f8\u00f0rum sum f\u00edggindar, ver\u00f0a n\u00fdtt sum dr\u00edvmegi fyri r\u00e1tt vald og at leggja onnur undir seg. Har samst\u00f8rv og skipanir ver\u00f0a endavend og slitin sundur. Har f\u00f3lk vakna hv\u00f8nn morgun til st\u00f8rri og sm\u00e6rri skelkir. Har ein eftirgj\u00f8rdur veruleiki ver\u00f0ur skaptur og bl\u00e1stur \u00fat \u00e1 (a)sosialum mi\u00f0lum og \u00f8\u00f0rum mi\u00f0lum, sum ikki er grunda\u00f0ur \u00e1 vitan og vir\u00f0ing og felags m\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vakna hv\u00f8nn morgun til n\u00fdggjan dag, har Vit skapa og byggja upp gj\u00f8gnum samstarv. Grunda\u00f0 \u00e1 vitan, royndir og visj\u00f3nir um felags m\u00e1l. \u00cd \u00f8llum li\u00f0um. Har vit navigera og finna loysnir \u00ed mun til broytiligar umst\u00f8\u00f0ur og r\u00e1k, sum alt\u00ed\u00f0 hava skift. Har vit byggja upp so n\u00f3gvar fj\u00f8lbroyttar f\u00f8rleikar og eitt infrakervi, har vit f\u00e1a virka\u00f0 og liva\u00f0 her mitt \u00ed sj\u00f3num millum n\u00e1tt\u00faru og f\u00f3lk og \u00e1 heimsmarkna\u00f0inum. Har vit gerast so sj\u00e1lvbjargin og strategisk sj\u00e1lvbjargin sum til ber.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eru ein st\u00f3rhavstj\u00f3\u00f0. Okkara samla\u00f0a hav\u00f8ki er 275.000 ferkilometrar. Okkara landa\u00f8ki er knappar 1.400 ferkilometrar. 5 promillu av okkara \u00f8ki er land. Restin er hav. Og ta\u00f0 hevur skapa\u00f0 okkum og skapar okkara framt\u00ed\u00f0 sum eitt n\u00fat\u00edmans samfelag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og ta\u00f0 hevur bori\u00f0 til. Ta\u00f0 ber til. Alt ta\u00f0, i\u00f0 f\u00e1 h\u00f8vdu tr\u00fa\u00f0 bar til. Og ta\u00f0 fer at bera til. Hetta er ta\u00f0, sum hevur skapt tj\u00f3\u00f0 \u00ed hesum landi og sum alt\u00ed\u00f0 fer at bera \u00ed longdini. Um vit hava vir\u00f0ing fyri, at n\u00e1tt\u00faran m\u00e1 og skal bera. Ta\u00f0 er j\u00fa ta\u00f0, sum bur\u00f0ardygd er \u00ed grundini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed eri eg bjartskygdur um framt\u00ed\u00f0ina. Vit eru von at navigera \u00ed skiftandi og broytiligum sj\u00f3gvi. Og lata vit okkum ikki draga inn \u00e1 t\u00e6r myrku g\u00f8tur, sum leggjast \u00ed heiminum og heima hj\u00e1 okkum \u00ed l\u00f8tuni, so fara vit so v\u00e6l at kunna skapa og virka her \u2013 og \u00ed heiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At framlei\u00f0a mat \u00far n\u00e1tt\u00faruni og \u00far havinum, grunda\u00f0 \u00e1 fremstu vitan og f\u00f8rleikar og dygd, fer alt\u00ed\u00f0 og bara at vera meira eftirspurt \u00ed heiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum Brorson yrkir \u00ed fr\u00e1l\u00edku t\u00fd\u00f0ingini hj\u00e1 Christiani Matras:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvat gat eg sagt t\u00e1 i\u00f0 m\u00edtt sinn,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00ed havsins dj\u00fap og grunnar,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">so l\u00edti\u00f0 bert kann kaga inn,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">og s\u00e6r so n\u00f3gvar munnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">(Brorson\/Christan Matras)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ja, n\u00f3gvir munnar eru og n\u00f3gvar skapa tit \u00ed havinum (og \u00e1 landi). Og n\u00f3gvir munnar eru at metta \u00ed heiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska alivinnan er \u00ed dag ein av berandi s\u00falunum undir f\u00f8royska b\u00faskapinum. Vi\u00f0 tykkara st\u00f3ra arbei\u00f0i og dirvi hava tit sett F\u00f8royar \u00e1 heimskorti\u00f0 sum eina av fremstu alitj\u00f3\u00f0um \u00ed heiminum, og ta\u00f0 er at gle\u00f0ast um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 framskygni og framf\u00fdsni hevur vinnan sta\u00f0i\u00f0 \u00edm\u00f3ti bakk\u00f8stum og er komin styrkt v\u00ed\u00f0ari. Avrikini eru \u00farslit av h\u00f8r\u00f0um arbei\u00f0i og g\u00f3\u00f0um samstarvi millum alarar, myndugleikar og veitarar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">ILA-\u00fatbroti\u00f0 \u00e1 V\u00e1gsfir\u00f0i seinasta summar v\u00edsir st\u00f3ra t\u00fddningin av \u00f8llum teimum skipanum og mannagongdum, sum tit virka eftir hv\u00f8nn einasta dag, og er hetta ikki minst ein \u00e1minning um, hvussu alney\u00f0ugt ta\u00f0 er, at vit \u00e1haldandi hava eitt sterkt og v\u00e6lvirkandi eftirlit.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 gongur v\u00e6l \u00ed vinnuni og ta\u00f0 er gle\u00f0iligt, men talan er samstundis um eina lutfalsliga unga vinnu og t\u00ed er framvegis n\u00f3gv at tr\u00edva \u00ed \u2013 b\u00e6\u00f0i t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um at v\u00ed\u00f0aramenna og at markna\u00f0arf\u00f8ra vinnuna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alivinnan gongur sj\u00e1lv undan, t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um at menna vinnuna. Eitt n\u00fa eru n\u00fdggir framlei\u00f0sluh\u00e6ttir seinnu \u00e1rini vor\u00f0nir ein alt meira t\u00fd\u00f0andi partur av alingini. Her hugsi eg eitt n\u00fa um st\u00f8rri smolt og at alingin stigv\u00edst er flutt longur \u00fat \u00e1 fir\u00f0irnar og \u00fat \u00e1 streymasj\u00f3gv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um at menna vinnuna, er ta\u00f0 av alst\u00f3rum t\u00fddningi, at hetta ver\u00f0ur gj\u00f8rt vi\u00f0 fyriliti fyri n\u00e1tt\u00farugivna tilfeinginum, sum er grundarlagi\u00f0 undir alingini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bur\u00f0ardygg aling og umhv\u00f8rvislig og etisk \u00e1byrgd eru seinnu \u00e1rini eisini vor\u00f0in ein fortreyt fyri at kunna kappast \u00e1 altj\u00f3\u00f0a markna\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00e1tt\u00farufyriliti\u00f0 er okkara \u00e1byrgd og fremsta uppg\u00e1va og m\u00e1l og t\u00ed m\u00e1 alt ver\u00f0a gj\u00f8rt vi\u00f0 fyriliti fyri hesum. Hetta gera vit best \u00ed t\u00f8ttum samstarvi vi\u00f0 vinnuna og granskingarumhv\u00f8rvi\u00f0 vi\u00f0 at sameina vitan, n\u00fdhugsan og fakliga dygd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mugu framhaldandi leggja dent \u00e1 dygd, innovati\u00f3n og bur\u00f0ardygd, solei\u00f0is at vit ikki einans verja okkara vinnu, men eisini styrkja grundarlagi\u00f0 fyri komandi \u00e6ttarli\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt \u00edt\u00f8kiligt m\u00e1l, sum sj\u00f8tul ver\u00f0ur settur \u00e1 \u00ed n\u00e6stum, ver\u00f0ur at kanna, um samanhangur er millum laksaaling og st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 upsastovninum undir F\u00f8royum. Eina av komandi vikunum fara granskarar \u00e1 Firum og Havstovuni undir at kanna, um her er ein samanhangur ella ikki. \u00cd hesum sambandi loyvi eg m\u00e6r at heita \u00e1 alifyrit\u00f8kurnar um at samstarva v\u00e6l vi\u00f0 granskararnar, solei\u00f0is at komi\u00f0 ver\u00f0ur til eina grunda\u00f0a ni\u00f0urst\u00f8\u00f0u, i\u00f0 anna\u00f0hv\u00f8rt sannar ella avsannar hetta p\u00e1haldi\u00f0. Allir partar \u2013 alivinnan, fiskivinnan og myndugleikar \u2013 hava felags \u00e1huga \u00ed, at vit frameftir byggja okkara virksemi og \u00e6tlanir \u00e1 v\u00e6l grunda\u00f0a vitan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Onnur m\u00e1l eru eisini \u00e1 skr\u00e1 \u2013 \u00ed hesum sambandi kann eg eitt n\u00fa nevna, at vit so sm\u00e1tt eru farin \u00ed gongd at fyrireika, at farast kann undir havaling \u00ed F\u00f8royum &#8211; undirt\u00f8ka er fyri hesum \u00ed landsst\u00fdrinum. Hetta er enn eitt stig \u00e1 lei\u00f0ini at menna f\u00f8royska alivinnu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyrireikararnir hava lagt eina spennandi og fj\u00f8lt\u00e1tta\u00f0a skr\u00e1 fyri dagin vi\u00f0 \u00e1hugaverdum framl\u00f8gum um alskyns vi\u00f0urskifti, sum \u00e1 ymiskan h\u00e1tt hava t\u00fddning fyri alingina. Ta\u00f0 er m\u00edn v\u00f3n, at tit f\u00e1a ein g\u00f3\u00f0an og gevandi dag, har h\u00f8vi eisini ver\u00f0ur til kveikjandi og hugnaligt pr\u00e1t.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 hesum fari eg at ynskja \u00f8llum eina g\u00f3\u00f0a r\u00e1\u00f0stevnu og at seta Alir\u00e1\u00f0stevnuna 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><sup>Kelda og illustrati\u00f3n: 03.03.2025 \u00b7 Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0<\/sup><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00a0\u00a0 Ein hei\u00f0ur er ta\u00f0, aftur at seta \u00e1rsins alir\u00e1\u00f0stevnu. Alir\u00e1\u00f0stevnan hevur st\u00f3ran t\u00fddning fyri f\u00f8roysku alivinnuna, og er ikki minst ein dagur, har samstarvi\u00f0 millum vinnu, granskingarumhv\u00f8rvi\u00f0 og myndugleikarnar&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9194,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[113],"tags":[],"class_list":["post-9193","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fiskivinnan-og-alivinnan"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9193","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9193"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9193\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9195,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9193\/revisions\/9195"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9194"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9193"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9193"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9193"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}