{"id":9317,"date":"2025-03-11T11:28:21","date_gmt":"2025-03-11T11:28:21","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=9317"},"modified":"2025-03-11T11:28:21","modified_gmt":"2025-03-11T11:28:21","slug":"gerandis-sexismuni-til-livs","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/03\/11\/gerandis-sexismuni-til-livs\/","title":{"rendered":"GERANDIS-SEXISMUNI TIL L\u00cdVS"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">\u00c1 altj\u00f3\u00f0a kvinnudegnum, 8. mars, er enn eitt gott h\u00f8vi at varpa lj\u00f3s \u00e1 ymisk kvinnupolitisk vi\u00f0urskifti \u2013 og t\u00edverri er r\u00fagvan, har hetta er ney\u00f0ugt, framvegis st\u00f3r, og s\u00e6r \u00fat til at dv\u00edna fyri uppmerksemi, sum fer a\u00f0rasta\u00f0ni \u00ed gerandisdegnum.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu t\u00ed\u00f0ina hevur onkur av mi\u00f0lunum varpa\u00f0 lj\u00f3s \u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0 sexismu og sexchikanu og handfaringina av hesum \u00e1 m\u00ednum gamla arbei\u00f0spl\u00e1ssi, me\u00f0an restin av mi\u00f0lunum standa sum ryssur yvir dey\u00f0um fyli, og lata sum um ta\u00f0 nokk bara er eittans arbei\u00f0spl\u00e1ss at sl\u00edkt fyrikemur. Halda \u00f3iva\u00f0 at best er at tiga ta\u00f0 burtur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sexisma er eitt \u00fatbreitt fyribrigdi um alt landi\u00f0 og \u00e1 n\u00f3gvum arbei\u00f0spl\u00e1ssum. Ta\u00f0 umfatar hugbur\u00f0, hendingar og sj\u00e1lva tr\u00fanna \u00e1, at anna\u00f0 kyni\u00f0 (ma\u00f0urin) er vi\u00f0 yvirlutan og meira verdur enn hitt kyni\u00f0 (kvinnan). Hetta er bygt \u00e1 eina einspora\u00f0a fatan, ford\u00f3mar, si\u00f0bundnar kynsrollur og si\u00f0venju. Sexisma kemur til sj\u00f3ndar upp \u00e1 ymiskar m\u00e1tar. Alt fr\u00e1 ni\u00f0urgerandi vi\u00f0merkingum um kyn og \u00fatsj\u00f3nd, til l\u00f8narmunin millum menn og kvinnur, \u00f3javna atgongd til lei\u00f0slust\u00f8rv \u00ed samfelagnum, til lutt\u00f8ku \u00ed politikki. Sexisma stingur dj\u00fapt \u00ed samfelagnum, og er vi\u00f0 til at skapa gr\u00f3\u00f0rarbotnin fyri diskriminering&nbsp; og chikanu, her undir eisini seksuellari chikanu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seksuel chikana er t\u00e1 atfer\u00f0 og hendingar f\u00e1a eitt seksuelt ella kynskrenkandi br\u00e1, ella t\u00e1 \u00f3l\u00edka maktvi\u00f0urskifti ver\u00f0ur \u00fatnytta\u00f0i \u00e1 seksualiserandi h\u00e1tt. Seksuel chikana er \u00f8ll sl\u00f8g av \u00f3ynsktum seksuellum uppmerksemi ella atfer\u00f0, sum krenkar ella h\u00f3ttir ein annan. Sl\u00f8g av seksuellari chikanu eru t.d. seksualiserandi vi\u00f0merkingar, kropslig neman ella n\u00e1lgan ella meiri \u00e1lvarslig krenkarabrot.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Felags fyri hetta er, at tann, sum ta\u00f0 gongur \u00fat yvir, kennir \u00f3tta, stikni og kann f\u00e1a kensluna at at ver\u00f0a lutligj\u00f8rd ella vera minni verd. Seksuel chikana hendir ofta har sum ta\u00f0 eru \u00f3j\u00f8vn maktvi\u00f0urskifti, sum t.d. \u00e1 einum arbei\u00f0spl\u00e1ssi. Ta\u00f0 kann eisini henda \u00e1 \u00fatb\u00fagvingarstovnum, \u00ed n\u00e1ttarl\u00edvinum ella alla a\u00f0rasta\u00f0ni. Grundleggjandi, so er hetta tekin um manglandi vir\u00f0ing fyri samtykki og byggir eisini \u00e1 sexistiskar \u00edmyndir um at menn hava \u201cr\u00e6tt til\u201d kvinnukroppin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at minnast til, at sexisma og seksuel chikana er meira enn ke\u00f0iligar upplivingar, sum einstaklingar ikki \u00e1ttu at komi\u00f0 \u00fatfyri. Ta\u00f0 eru reint grundleggjandi vi\u00f0urskifti, sum darva kvinnunum at luttaka \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti \u00ed samfelagnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sexisman sk\u00ednur \u00edgj\u00f8gnum hugbur\u00f0in um, at kvinnur kunnu ikki vera g\u00f3\u00f0ir lei\u00f0arar, t\u00ed t\u00e6r eru so st\u00fdrdar av kenslum. Ta\u00f0 eru lei\u00f0arar, sum halda, at allar kvinnur \u00ed barnsbur\u00f0araldri skj\u00f3tt fara \u00ed barnsbur\u00f0arfarloyvi og t\u00ed velja t\u00e6r fr\u00e1 til setanarsamtalur og lata vera vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a teimum h\u00e6gri starv.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seksuel chikana kann vera ma\u00f0ur, sum afturvendandi vi\u00f0merkir hvussu kvinnuligur starvsfelagi s\u00e6r \u00fat ella gongur \u00edlatin, \u00e1 ein h\u00e1tt, sum er \u00f3h\u00f3skandi og seksualiserandi, ella ta\u00f0 kann ver\u00f0a at nema uttan samtykki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita, at hetta serliga gongur \u00fat yvir yngri kvinnur og at kvinnur uppliva avlei\u00f0ingarnar av hesum sum strongd og \u00f3tta t\u00e1 t\u00e6r eru til arbei\u00f0is. Ta\u00f0 kann eisini hava f\u00edggjarligar og sosialar avlei\u00f0ingar fyri t\u00e6r kvinnur, sum kenna seg noyddar at skifta arbei\u00f0i ella fr\u00e1velja summi arbei\u00f0s\u00f8ki sum eru merkt av sexismu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd kunnger\u00f0ini um s\u00e1larligt arbei\u00f0sumhv\u00f8rvi, sum eg havi sent tilhoyringar, eru eisini \u00e1setingar um fyribyrgjan av kynsligum \u00e1gangi. Eg fegnist um, at vit n\u00fa taka fyrstu stigini at b\u00f8ta um s\u00e1larliga arbei\u00f0sumhv\u00f8rvi\u00f0 \u00e1 f\u00f8royska arbei\u00f0smarkna\u00f0inum, og eg ivist onga l\u00f8tu \u00ed, at ta\u00f0 fer at gagna \u00f8llum p\u00f8rtum \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum. T\u00ed\u00f0in er eisini komin til at f\u00e1a gj\u00f8rt dagf\u00f8ring av Javnst\u00f8\u00f0ul\u00f3gini, so hon, eins og \u00ed grannalondunum, ger seksuella chikanu \u00f3l\u00f3gliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er t\u00ed m\u00edn v\u00f3n, at vit kunnu taka fatur \u00e1 hesum samfelagstrupulleikanum og f\u00e1a tosi\u00f0 um gerandis-sexismuna fram \u00ed lj\u00f3si\u00f0, so vit kunnu koma til l\u00edvs hesi for\u00f0ingini fyri, at kvinnur f\u00e1a ta javnbj\u00f3\u00f0is umbo\u00f0an \u00ed samfelagnum, sum vit eiga at hava.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Lat okkum berja gerandis-sexismuna ni\u00f0ur og \u00e1lvarsliga tala at, t\u00ed hesum vilja vit ikki finna okkum \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0an kvinnudag \u2013 \u00f8ll somul!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Margit St\u00f3r\u00e1, landsst\u00fdriskvinna<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><sub><code><sup>Kelda &amp; mynd: j.fo 11 mars 2025<\/sup><\/code><\/sub><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00c1 altj\u00f3\u00f0a kvinnudegnum, 8. mars, er enn eitt gott h\u00f8vi at varpa lj\u00f3s \u00e1 ymisk kvinnupolitisk vi\u00f0urskifti \u2013 og t\u00edverri er r\u00fagvan, har hetta er ney\u00f0ugt, framvegis st\u00f3r, og s\u00e6r&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9318,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-9317","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9317","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9317"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9317\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9319,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9317\/revisions\/9319"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9318"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9317"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9317"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9317"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}