{"id":9362,"date":"2025-03-15T14:18:56","date_gmt":"2025-03-15T14:18:56","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=9362"},"modified":"2025-03-15T14:18:57","modified_gmt":"2025-03-15T14:18:57","slug":"formansroeda-landsfundur-2025","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/03\/15\/formansroeda-landsfundur-2025\/","title":{"rendered":"Formansr\u00f8\u00f0a &#8211; Landsfundur 2025"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Her kan nevnast brot \u00far r\u00f8\u00f0uni: <strong>R\u00edkisfelagsskapurin \u00e1 einum vegam\u00f3ti<\/strong>,at F\u00f8royar gerast eitt sj\u00e1lvst\u00fdrandi land \u00ed r\u00edkinum, at F\u00f8royar f\u00e1a v\u00ed\u00f0ka\u00f0ar uttanr\u00edkispolitiskar m\u00f8guleikar. At F\u00f8royar bara yvirtaka m\u00e1ls\u00f8ki, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 er til fyrimunar fyri f\u00f8royingar. Vilja f\u00f8roysku pensj\u00f3nistarnir sleppa til arbei\u00f0is, so skulu teir sj\u00e1lvandi eisini sleppa ta\u00f0. Heilsum\u00e1l eru ein av grunds\u00falunum \u00ed v\u00e6lfer\u00f0arsamfelagnum. Heilt grundleggjandi skal ikki munur gerast \u00e1, hv\u00f8rt ta\u00f0 er likaminum ella sinninum, sum t\u00f8rvar hj\u00e1lp. F\u00f8royar skulu vera eitt trygt v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag fyri \u00f8ll. Ikki bara tey, sum eru sj\u00fak, men eisini tey, sum hava t\u00f8rv \u00e1 hj\u00e1lp fr\u00e1 felagsskapinum \u00e1 annan h\u00e1tt. Ta\u00f0 er alt ov trupult hj\u00e1 barnafamiljum og familjum vi\u00f0 l\u00e1g og mi\u00f0alinnt\u00f8kum at sleppa inn \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in. Sambandsflokkurin hevur t\u00ed gj\u00f8rt eitt uppskot, sum skal gera ta\u00f0 l\u00e6ttari hj\u00e1 f\u00f8royingum at sleppa \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in.<\/h3>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0an morgun<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; og hjartaliga v\u00e6lkomin til landsfundin hj\u00e1 Sambandsflokkinum her \u00ed st\u00f3rfingnu og s\u00f8guligu Saltsiloini \u00e1 Tv\u00f8royri. Eisini hjartaliga v\u00e6lkomin til tykkum \u00f8llum, sum fylgja landsfundinum \u00e1 netinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Troels Lund Poulsen, verjum\u00e1lar\u00e1\u00f0harri, skuldi ver\u00f0a vi\u00f0 her \u00ed dag, men t\u00edverri er hann lagstur vi\u00f0 kr\u00edm, og gav avbo\u00f0 \u00ed gj\u00e1r. Hann harmast, og letur heilsa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinnapartin f\u00e1a vit eina heilsan fr\u00e1 formanninum \u00ed Unga Sambandi\u00f0, og fara vit at hoyra Teit Samuelsen, tunnilsstj\u00f3ra, og S\u00f8ren Bruhn, bankastj\u00f3ra, t\u00e1 i\u00f0 teir fara at leggja fram um Su\u00f0uroyartunnilin og menningarm\u00f8guleikar fyri Su\u00f0uroynna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og n\u00fa vit tosa menningarm\u00f8guleikar \u00ed Su\u00f0uroynni, so slepst ikki undan \u2013 n\u00fa vit eru savna\u00f0 \u00ed Salt &#8211; at nevna ta\u00f0 st\u00f3ra arbei\u00f0i\u00f0, sum Sambandsflokkurin og \u00edt\u00f8kiliga Edmund Joensen gj\u00f8rdu saman vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum, t\u00e1 i\u00f0 verk\u00e6tlanin um at endurreisa Saltsiloina her \u00e1 Drelnesi gj\u00f8rdist til veruleika.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Endurreista Saltsiloin er eitt \u00edt\u00f8kiligt \u00farslit av einum semjus\u00f8kjandi samstarvi \u00ed r\u00edkisfelagsskapinum. Einum samstarvi, sum Sambandsflokkurin alt\u00ed\u00f0 borgar fyri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>R\u00edkisfelagsskapurin \u00e1 einum vegam\u00f3ti (1)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u sambandsf\u00f3lk,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1ldan hevur ta\u00f0 veri\u00f0 st\u00f8rri t\u00f8rvur \u00e1 einum sterkum Sambandsflokki enn j\u00fast n\u00fa. B\u00e6\u00f0i st\u00f8\u00f0an herheima og st\u00f8\u00f0an \u00fati \u00ed heimi krevur eina grei\u00f0a og \u00e1byrgdarfulla sambandsr\u00f8dd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eru tann einasti politiski flokkur \u00ed F\u00f8royum, sum heilhjarta\u00f0ur stu\u00f0lar r\u00edkisfelagsskapinum. Og hesin stu\u00f0ulin er ney\u00f0ugur \u00ed hesum d\u00f8gum, n\u00fa okkara felagsskapur er \u00e1 einum vegam\u00f3ti.&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tr\u00fdsti\u00f0 fr\u00e1 Trump um at taka r\u00e6\u00f0i\u00f0 \u00e1 Gr\u00f8nlandi leggur tr\u00fdst \u00e1 okkum \u00ed felagsskapinum um at seta eina n\u00fdggja k\u00f3s. Hj\u00e1 Sambandsflokkinum er k\u00f3sin grei\u00f0: Vit eru sterkari \u00ed samstarvi vi\u00f0 onnur, og&nbsp; vit eru sannf\u00f8rd um, at eitt semjus\u00f8kjandi samstarv r\u00f8kkur longst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men samstarvi\u00f0 \u00ed r\u00edkisfelagsskapinum m\u00e1 broytast. N\u00fdskipast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 okkara ambiti\u00f8sa uppskoti\u00f0 um N\u00fdtt Samband ganga vit \u00e1 odda vi\u00f0 fleiri spennandi \u00e6tlanum um at n\u00fdskipa r\u00edkisfelagsskapin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kjarnin \u00ed N\u00fdggjum Sambandi er, at \u00ed okkara felagsskapi eru n\u00f3gv fleiri fyrimunir enn vansar fyri F\u00f8royar og f\u00f8royingar. Her er r\u00edkisborgaraskapurin heilt sentralur. Vi\u00f0 r\u00edkisborgaraskapinum fylgir ein r\u00f8\u00f0 av vir\u00f0ismiklum r\u00e6ttindum innan eitt n\u00fa sj\u00fakrah\u00fasverki\u00f0 og \u00fatb\u00fagvingingarverki\u00f0, sum f\u00f8royingar hava \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti vi\u00f0 allar a\u00f0rar borgarar \u00ed r\u00edkinum, saman vi\u00f0 uppihalds- og arbei\u00f0sm\u00f8guleikum \u00ed \u00f8llum ES. Hesi vir\u00f0ismiklu r\u00e6ttindi ver\u00f0a ofta tilvita\u00f0 tagd burtur \u00ed or\u00f0askiftinum \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tey, i\u00f0 ikki vilja r\u00edkisfelagsskapinum ta\u00f0 besta, vilja heldur ikki taka ta\u00f0 upp \u00e1 tungu, hvussu st\u00f3ran t\u00fddning r\u00edkisfelagsskapurin vi\u00f0 Danmark hevur fyri, hvat metingarfyrit\u00f8kur sum Moody\u00b4s halda um f\u00f8royska b\u00faskapin. Hetta er kanska eitt sindur tekniskt, men hetta hevur sera st\u00f3ran t\u00fddning \u00ed kr\u00f3num og oyrum, t\u00ed r\u00edkisfelagsskapurin tryggjar okkum eina l\u00e6gri rentu, t\u00e1 i\u00f0 vit l\u00e6na pengar. Hetta merkir \u00edt\u00f8kiliga, at ein familja vi\u00f0 eini skuld \u00e1 2,5 mi\u00f3. skal gjalda kr. 4.000 minni \u00ed rentu hv\u00f8nn m\u00e1na\u00f0, um vit samanbera vi\u00f0 \u00edslendska rentust\u00f8\u00f0i\u00f0, har rentan er meir enn 3% h\u00e6gri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kjaki\u00f0 um r\u00edkisfelagsskapin er aftur \u00e1 skr\u00e1 \u00ed herheima. Vit \u00ed Sambandsflokkinum halda ta\u00f0 er skilagott at stig eru tikin til at savna flokkarnar vi\u00f0 t\u00ed endam\u00e1li at finna eina semju um ein framt\u00ed\u00f0ar r\u00edkisfelagsskap. Stendur ta\u00f0 til okkum, eigur N\u00fdtt Samband at ver\u00f0a grundarlagi\u00f0. \u00cd stuttum skj\u00f3ta vit upp:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>at F\u00f8royar gerast eitt sj\u00e1lvst\u00fdrandi land \u00ed r\u00edkinum<\/li>\n\n\n\n<li>at F\u00f8royar f\u00e1a v\u00ed\u00f0ka\u00f0ar uttanr\u00edkispolitiskar m\u00f8guleikar<\/li>\n\n\n\n<li>At F\u00f8royar bara yvirtaka m\u00e1ls\u00f8ki, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 er til fyrimunar fyri f\u00f8royingar<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er sera t\u00fddningarmiki\u00f0, at vit \u00ed F\u00f8royum finna eitt felags stev og siga greitt, hv\u00f8rja loysn, vit sum land vilja hava frameftir. Loysnin m\u00e1 og skal hava eina brei\u00f0a politiska undirt\u00f8ku og semju \u00ed L\u00f8gtinginum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin er ein konstruktivur og virkin flokkur \u2013 eisini \u00ed spurninginum um framt\u00ed\u00f0ina \u00ed r\u00edkinum. Vit eru tann \u00e1byrgdarfulla og realistiska r\u00f8ddin. Og lat okkum bara siga akkur\u00e1t sum er: Ta\u00f0 ver\u00f0ur sera trupult \u2013 ja n\u00e6rmast \u00f3m\u00f8guligt \u2013 hj\u00e1 Gr\u00f8nlandi og fyri so v\u00edtt eisini F\u00f8royum \u00ed hesum t\u00ed\u00f0um at gerast fullkomiliga sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt. Fer USA til d\u00f8mis at g\u00f3\u00f0taka, at heimsins st\u00f8rsta oyggj vi\u00f0 n\u00e6stan heimsins minsta f\u00f3lkatali gerst fullkomiliga sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt? Her \u00ed Nor\u00f0uratlantshavi\u00f0 og Arktis fer alt\u00ed\u00f0 at vera ein st\u00f3rur geopolitiskur \u00e1hugi hj\u00e1 st\u00f3rveldunum at gera s\u00edna \u00e1virkan galdandi. \u00c1hugin hj\u00e1 USA fyri Gr\u00f8nlandi \u00ed l\u00f8tuni er d\u00f8mi um j\u00fast hetta.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 er ikki bara \u00ed spurninginum um framt\u00ed\u00f0ina hj\u00e1 r\u00edkisfelagsskapinum, at Sambandsflokkurin er ein konstruktivur og virkin flokkur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>SAMGONGAN FINGI\u00d0 KONSTRUKTIVT M\u00d3TSP\u00c6L (2)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin hevur alt hetta valskei\u00f0i\u00f0 lagt seg eftir at geva sitandi samgongu eitt konstruktivt m\u00f3tsp\u00e6l. Ta\u00f0 hava vit gj\u00f8rt \u00ed l\u00f8gtinginum. \u00cd nevndum. \u00cd veljarafel\u00f8gum um landi\u00f0 og \u00e1 arbei\u00f0spl\u00e1ssum. Vi\u00f0 at tosa um okkara politikk og v\u00edsa \u00e1 loysnir og felagsskap \u00ed t\u00ed sm\u00e1a eins v\u00e6l og \u00ed t\u00ed st\u00f3ra.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkara kjarnuvir\u00f0i og tann sosialliberala stevnuskr\u00e1in vi\u00f0 t\u00ed besta fr\u00e1 b\u00e6\u00f0i h\u00f8gru og vinstru gevur g\u00f3\u00f0ar m\u00f8guleikar fyri samstarvi. Og sum andst\u00f8\u00f0uflokkur hava vit lagt m\u00e1l fram og samstarva\u00f0 um m\u00e1l, har vit hava hildi\u00f0, at ta\u00f0 hevur veri\u00f0 gagnligt fyri f\u00f8royska samfelagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit kunnu nevna:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Gongd \u00ed haga &#8211; n\u00fdggj fer\u00f0avinnul\u00f3g<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; N\u00fdggja avgjaldskipanin fyri alivinnuna &#8211; l\u00e6kka t\u00f8kugjald og umlagdan partafelagsskatt<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; B\u00fasta\u00f0arpakkin til l\u00e1g og mi\u00f0all\u00f8nt<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Uppskot um at strika m\u00f3trokningina \u00ed pensj\u00f3nini fr\u00e1 arbei\u00f0sinnt\u00f8ku.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; Og uppskoti\u00f0 um at loyva kommunum at seta upp vakmyndat\u00f3l \u00e1 \u00e1v\u00edsum almennum st\u00f8\u00f0um<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men taki\u00f0 ikki feil. Ta\u00f0 mesta, sum samgongan f\u00e6st vi\u00f0, er l\u00edti\u00f0 gagnligt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ikki so l\u00f8gi\u00f0, at veljarin hevur skift hugsan s\u00ed\u00f0ani vali\u00f0 \u00ed 2022. Gyltu lyftini um styttri arbei\u00f0sviku, betri haldf\u00f8ri, b\u00edligari matv\u00f8rur ella ambiti\u00f8si orku \u2013 og umhv\u00f8rvispolitikkurin lata framvegis b\u00ed\u00f0a eftir s\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og t\u00ed\u00f0in gongur undan hj\u00e1 samgonguni, sum seinastu m\u00e1na\u00f0irnar hevur virka\u00f0 r\u00e1\u00f0aleys og virkislamin. Veruleikin er, at mongu vallyftini&nbsp; hj\u00e1 samgonguflokkunum fara at kosta landskassanum alt ov n\u00f3gv. Og uttan f\u00edgging hanga tey \u00ed leysari luft.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samgongan hevur hetta valskei\u00f0i\u00f0 tiki\u00f0 fleiri stig skeivan vegin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Teirra skattal\u00e6tti vendir fullkomiliga skeivt, t\u00ed tey l\u00e1gl\u00f8ntu fingu onki &#8211; anna\u00f0 enn h\u00e6gri oljuavgjald, h\u00e6gri streympr\u00eds og h\u00e6gri almenn gj\u00f8ld.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tey hava revsa\u00f0 f\u00f8royskar fiskimenn og sj\u00f3menn &#8211; og arbei\u00f0sf\u00f3lk uttanlands. V\u00e6l yvir 1.000 f\u00f3lk m\u00f3tm\u00e6ltu. Men samgongan lurta\u00f0i ikki. Onnur lond v\u00edsa st\u00f8rri vir\u00f0ing fyri hesum b\u00f3lkinum. Ta\u00f0 hev\u00f0i kl\u00e6tt okkum &#8211; eini fiskivinnutj\u00f3\u00f0 vi\u00f0 tiltiki\u00f0 dugnaligari og flytf\u00f8rari arbei\u00f0smegi &#8211; at gj\u00f8rt ta\u00f0 sama.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini minkar samgongan r\u00edkisveitingina, solei\u00f0is at vit f\u00e1a 100 mi\u00f3. kr. minni til v\u00e6lfer\u00f0 hv\u00f8rt \u00e1r &#8211; h\u00f3ast ta\u00f0 er st\u00f3rt hall \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini &#8211; og h\u00f3ast ongar tryggar innt\u00f8kur ver\u00f0a settar \u00ed sta\u00f0in.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin vil eina munandi \u00f8\u00f0rv\u00edsi k\u00f3s. Eina k\u00f3s, sum skapar tryggleika, st\u00f8\u00f0ufesti og trivna fyri f\u00f3lk og vinnu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>B\u00daSKAPARST\u00d8\u00d0AN (3)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8rki tryggleiki ella st\u00f8\u00f0ufesti ey\u00f0kenna f\u00edggjarst\u00fdringina \u00ed landinum \u00ed l\u00f8tuni. Ta\u00f0 er alt anna\u00f0 enn n\u00f8ktandi, at samgongan \u00ed bestu t\u00ed\u00f0um ikki megnar at f\u00e1a avlop \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini. \u00darsliti\u00f0 s\u00f3u vit hesa vikuna, t\u00e1 i\u00f0 vit \u00ed l\u00f8gtinginum vi\u00f0gj\u00f8rdu eitt uppskot fr\u00e1 samgonguni um at h\u00e6kka landskassal\u00e1nini vi\u00f0 \u00fatvi\u00f0 einari heilari milliard, svarandi til 20% h\u00e6gri l\u00e1nibyr\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royski b\u00faskapurin ver\u00f0ur stig fyri stig ni\u00f0urla\u00f0a\u00f0ur. Herfyri bleiv \u00cdleggingargrunnurin yvirtikin og t\u00f8mdur beinanvegin vi\u00f0 rentu- og avdr\u00e1ttarfr\u00edum l\u00e1num. Hetta er burturvi\u00f0, t\u00ed vit hava ongant\u00ed\u00f0 havt meir br\u00fak fyri hesum grunni at veita teimum st\u00f3ru almennu fyrit\u00f8kunum herheima ney\u00f0ugu f\u00edggingina.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00edt s\u00edggja eisini fleiri d\u00f8mi um, at l\u00e1n til landskassan ver\u00f0a strika\u00f0 vi\u00f0 teirri veiku grundgeving, at hetta onga \u00e1virkan hevur \u00e1 landskassan, t\u00ed ta\u00f0 er \u00fatrei\u00f0sluf\u00f8rt \u2013 men ta\u00f0 kemur so ongant\u00ed\u00f0 aftur, n\u00fa ta\u00f0 er strika\u00f0. \u00cdt\u00f8kiliga er talan um Framtak 38 mi\u00f3., Firum 9 mi\u00f3., og so \u00cdleggingargrunnurin 700 mi\u00f3.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg v\u00e6nti, at komandi \u00e1rini fara at krevja meira av okkum \u00f8llum. Ta\u00f0 kann skj\u00f3tt fara at v\u00edsa seg, at j\u00fast f\u00edggjarst\u00fdringin fer at gerast tann mest \u00e1trokandi avbj\u00f3\u00f0ingin. Almennu \u00fatrei\u00f0slurnar kunnu ikki halda fram vi\u00f0 at spola avsta\u00f0. Tann st\u00f3ri spurningurin er, um vit komandi \u00e1rini fara at hava r\u00e1\u00f0 til betri t\u00e6nastur og n\u00fdggjar t\u00e6nastur, sum eru vi\u00f0 til at \u00f8kja um rakstrar\u00fatrei\u00f0slurnar hj\u00e1 landinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royski b\u00faskapurin er \u00ed l\u00f8tuni sterkur, men hann er samstundis vi\u00f0brekin. Vit ver\u00f0a noydd til at lurta betri eftir mongu \u00e1varingunum um betri f\u00edggjarst\u00fdring, n\u00fa fleiri gerast eldri, og ta\u00f0 fer frameftir at merkja munandi h\u00e6gri \u00fatrei\u00f0slur til almannaverk og heilsuverk. Kommunurnar, sum umsita eldra\u00f8ki\u00f0, fara eisini at merkja \u00fatrei\u00f0slutr\u00fdsti\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her m\u00e1 okkurt veruliga gerast, t\u00ed vit hava ikki r\u00e1\u00f0 til alt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Komandi su\u00f0uroyartunnilin ver\u00f0ur ofta nevndur sum ein \u00edl\u00f8ga, sum vit ikki hava r\u00e1\u00f0 til. Sambandsflokkurin stu\u00f0lar hesari t\u00fd\u00f0andi \u00edl\u00f8gu av fullum hjarta. Og vit hava eisini ein realistiskan f\u00edggingarleist. Sambandsflokkurin hevur arbeitt mi\u00f0v\u00edst vi\u00f0 einum f\u00edggingarleisti vi\u00f0 einum statsl\u00e1ni, i\u00f0 fer at hava eina rentusparing vi\u00f0 s\u00e6r \u00e1 millum 0,5% og 1% svarandi til 300 &#8211; 600 mi\u00f3. Okkara grei\u00f0a tilm\u00e6li er eisini at seta alla ni\u00f0urla\u00f0ingina av r\u00edkisveitingini \u00ed Su\u00f0uroyartunnilin. Hetta fara vit at hoyra meira um seinni \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skynsemi, afturhald og \u00e1byrgd eru tr\u00fd lyklaor\u00f0, sum eiga at ey\u00f0kenna okkara f\u00edggjarst\u00fdring komandi \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00faskaparr\u00e1\u00f0i\u00f0 m\u00e6lir aftur og aftur til, at land og kommunur samskipa rakstur og \u00edl\u00f8gur, so vit betri f\u00e1a st\u00fdrt. Hesum tekur Sambandsflokkurin fult undir vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit mugu f\u00e1a meira fyri hv\u00f8rja skattakr\u00f3nur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg haldi, at almenni bygna\u00f0urin \u00ed s\u00edni heild kann rekast skynsamari og b\u00edligari, um vit fingu st\u00f8rri og f\u00e6rri eindir. Almenni bygna\u00f0urin endurspeglar ikki st\u00f3ru broytingarnar okkara undirst\u00f8\u00f0ukervi, har landi\u00f0 er kn\u00fdtt t\u00e6ttari og t\u00e6ttari saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 eitt n\u00fa at savna kommunur, f\u00f3lkask\u00falar og almennar stovnar \u00ed st\u00f8rri eindir, hev\u00f0i \u00f3iva\u00f0 havt sparingar vi\u00f0 s\u00e6r, umframt at ta\u00f0 hev\u00f0i veri\u00f0 l\u00e6ttari at gagnn\u00fdtt starvsf\u00f3lkini r\u00e6tt. Ikki minst \u00ed eini t\u00ed\u00f0, har st\u00f3rur t\u00f8rvur er \u00e1 starvsf\u00f3lkum, b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 t\u00ed almenna og t\u00ed privata.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og so eitt hjartasuff. Eg veit fullv\u00e6l, at tali\u00f0 av landsst\u00fdrisf\u00f3lkum ikki koppar n\u00f8krum b\u00faskapi, men ta\u00f0 er eitt signal um oy\u00f0sl og vantandi vir\u00f0ing fyri skattakr\u00f3nunum,&nbsp; og ta\u00f0 smittar ni\u00f0ur gj\u00f8gnum alla skipanina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt er \u00fatrei\u00f0slus\u00ed\u00f0an, eitt anna\u00f0 er innt\u00f8kus\u00ed\u00f0an.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit politikarar eiga at eggja til at skapa fleiri innt\u00f8kur. Vit settu Vakstrarforum \u00e1 skr\u00e1 fyri at skapa meirvir\u00f0i \u00ed samfelagnum, hvat vit kunnu gera fyri at f\u00e1a enn st\u00f8rri vir\u00f0i burtur\u00far verandi vinnum og birta undir n\u00fdggj vinnuhugskot. Fleiri g\u00f3\u00f0 hugskot s\u00f3u dagsins lj\u00f3s, alt fr\u00e1 m\u00e1lr\u00e6tta\u00f0um \u00fatb\u00fagvingum, vinnufer\u00f0avinnu, og \u00fatr\u00e1s vi\u00f0 KT-vinnu og vakstrarm\u00f8guleikar \u00ed maritimu veitaravinnuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin arbei\u00f0ir \u00ed l\u00f8tuni vi\u00f0 einum vinnu- og vakstrarpakka, i\u00f0 hevur til endam\u00e1ls at f\u00e1a ein fj\u00f8lbroyttari og sterkari b\u00faskap, solei\u00f0is f\u00e1a vit eisini r\u00e1\u00f0 til betra\u00f0ar v\u00e6lfer\u00f0art\u00e6nastur \u00ed framt\u00ed\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt anna\u00f0, sum kundi skunda undir ein b\u00faskaparv\u00f8kstur er um vit fingu ein v\u00e6lvirkandi kapitalmarkna\u00f0, har kapitalurin, sum \u00ed st\u00f3ran mun ver\u00f0ur settur \u00ed \u00fatlendsk vir\u00f0isbr\u00f8v, slapp til arbei\u00f0is \u00ed F\u00f8royum. Ta\u00f0 skal bera til at gera \u00edl\u00f8gur \u00ed f\u00f8royskar fyrit\u00f8kur, og m\u00f8guleiki skal ver\u00f0a hj\u00e1 f\u00f8royskum fyrit\u00f8kum at bj\u00f3\u00f0a seg fram at taka \u00edm\u00f3ti kapitali.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um hetta lat seg gera, h\u00f8vdu nakrir av teimum virkishandlum, sum eru farnir fram seinastu \u00e1rini, ikki ver\u00f0i enda\u00f0ir \u00e1 \u00fatlendskum hondum, men keyptar vi\u00f0 f\u00f8royskum kapitali, sum so aftur kundi skapt eitt meirvir\u00f0i \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skulu ikki r\u00e6\u00f0ast \u00fatlendskan kapital, vit skulu hinvegin bj\u00f3\u00f0a honum av,&nbsp; og vit mugu ongant\u00ed\u00f0 harta f\u00f8royskum fyrit\u00f8kum, sum vilja gera \u00edl\u00f8gur \u00ed a\u00f0rar f\u00f8royskar fyrit\u00f8kur, t\u00ed alternativi\u00f0 er, at hesar enda \u00e1 \u00fatlendskum hondum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed vil Sambandsflokkurin, at f\u00f8royski kapitalurin skal sleppa til arbei\u00f0is, eisini \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>PENSJ\u00d3NISTARNIR (4)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vilja f\u00f8roysku pensj\u00f3nistarnir sleppa til arbei\u00f0is, so skulu teir sj\u00e1lvandi eisini sleppa ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu \u00e1rini hava vit aftur og aftur hoyrt, at pensj\u00f3nistarnir eru tann st\u00f3ra og l\u00e6tta loysnin, um vit vilja b\u00f8ta um b\u00faskapin. Pensj\u00f3nistarnir skulu n\u00fa kroystast til at taka eitt tak afturat.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Her er Sambandsflokkurin p\u00fara grei\u00f0ur: Pensj\u00f3nsaldurin skal ikki einvegis setast upp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um f\u00f3lk vilja og hava heilsuna til at arbei\u00f0a longur, skal ta\u00f0 sj\u00e1lvandi vera m\u00f8guligt. Men ta\u00f0 skal hv\u00f8r einstakur gera av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 kemur til pensj\u00f3nistarnar, vilja vit:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; gevast at m\u00f3trokna arbei\u00f0sinnt\u00f8ku \u00ed pensj\u00f3nini<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; h\u00e6kka pensj\u00f3nsuppsparingina fr\u00e1 12% upp \u00ed 15%<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um fleiri ver\u00f0a longur \u00e1 arbei\u00f0smarkna\u00f0inum, \u00f8kir og stabiliserar ta\u00f0 arbei\u00f0smegina \u00ed landinum. Ta\u00f0 er eisini vi\u00f0 til at var\u00f0veita og menna v\u00e6lfer\u00f0ina. Strika vit m\u00f3trokningina, t\u00edma f\u00f3lk betri at arbei\u00f0a longur. Almannaverki\u00f0 metir, at um vit strika m\u00f3trokningina, ver\u00f0ur meir\u00fatrei\u00f0slan til pensj\u00f3nir 40-50 mi\u00f3. kr \u00e1rliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men hinvegin. Siga vit, at arbei\u00f0sinnt\u00f8kan hj\u00e1 til d\u00f8mis 400 pensj\u00f3nistum h\u00e6kkar fr\u00e1 62.000 kr upp \u00ed 200.000 kr, ja, so koma 47 mi\u00f3. kr meir \u00ed almennu kassarnar. 20 mi\u00f3. \u00ed skatti og 27 mi\u00f3. fr\u00e1 mvg og \u00f8\u00f0rum avgj\u00f8ldum. Og hart sperdi arbei\u00f0smarkna\u00f0urin f\u00e6r fleiri hendur, b\u00e6\u00f0i innan ta\u00f0 almenna, heilsur\u00f8kt og ta\u00f0 privata.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin vil, at ta\u00f0 skal ver\u00f0a einfalt hj\u00e1 pensj\u00f3nistunum at velja at arbei\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fr\u00e1 2014 hava \u00f8ll rinda\u00f0 til egna pensj\u00f3n av hv\u00f8rjari l\u00f8n. S\u00ed\u00f0ani er samla\u00f0a&nbsp; pensj\u00f3nsuppsparingin&nbsp; \u00f8kt munandi, og hon fer bara at vaksa. St\u00f8\u00f0ugt fleiri eru eisini, sum av s\u00ednum eintingum spara upp. Hetta tryggjar haldf\u00f8ri\u00f0 av pensj\u00f3ns\u00fatgj\u00f8ldum frameftir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So ta\u00f0 eru ikki pensj\u00f3nistarnar, sum eru trupulleikin . Ta\u00f0 eru t\u00ed onnur \u00e1t\u00f8k, sum skulu gerast fyri at tryggja haldf\u00f8ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>BETRI MARKNA\u00d0ARATGONGD (5)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u sambandsf\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Bygningurin Salt, sum \u00ed \u00e1r er karmur um okkara landsfund, hevur eina spennandi s\u00f8gu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1\u00f0renn Saltsiloin var\u00f0 bygd komu damparar fleiri fer\u00f0ir um \u00e1ri\u00f0 vi\u00f0 salti \u00far mi\u00f0jar\u00f0arhavinum til F\u00f8roya. St\u00f3ri eftirspurningurin eftir salti \u00ed Nor\u00f0uratlantshavi hev\u00f0i vi\u00f0 s\u00e6r, at stig v\u00f3r\u00f0u tikin til at byggja fleiri saltsiloir \u00ed \u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein teirra bleiv sta\u00f0sett her \u00e1 Tv\u00f8royri. Ein franskur arkitektur tekna\u00f0i bygningin, eitt franskt saltsamtak \u00e1tti st\u00f8rsta partin av partapengunum og eitt danskt byggifelag bygdi upprunaligu saltsiloina.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00fa kanst t\u00ed siga, at s\u00f8guligi bygningurin er ein \u00edmynd av altj\u00f3\u00f0ager\u00f0, altj\u00f3\u00f0a samstarvi og altj\u00f3\u00f0a handli.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men altj\u00f3\u00f0ager\u00f0in, altj\u00f3\u00f0a samstarvi\u00f0 og altj\u00f3\u00f0a handilin hevur ta\u00f0 t\u00edverri trupult \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heldur enn at br\u00f3ta tollm\u00farar ni\u00f0ur, ver\u00f0a tollm\u00farar bygdir upp. Fyri F\u00f8royar, i\u00f0 er ein l\u00edtil og opin b\u00faskapur, er hetta \u00f3fr\u00e6ttakent, t\u00ed vit hava st\u00f3ran t\u00f8rv at beina allan toll av vegnum. Hj\u00e1 okkum \u00ed F\u00f8royum er tvingandi ney\u00f0ugt, at f\u00f8royskar fyrit\u00f8kur f\u00e1a betri markna\u00f0aratgongd. Vit skulu \u00e1haldandi tr\u00fdsta \u00e1 vi\u00f0 at f\u00e1a betri handils- og tv\u00edskattaavtalur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8roysku fyrit\u00f8kurnar hava gj\u00f8rt vart vi\u00f0, at t\u00e6r halda, at serliga Asia eigur at ver\u00f0a ra\u00f0fest. Fyrit\u00f8kurnar vilja eisini, at heilsufr\u00f8\u00f0iligu for\u00f0ingarnar ver\u00f0a beindar av vegnum og ta\u00f0 skj\u00f3tt gerst m\u00f8guligt at \u00fatflyta fisk til Brasil.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hevur v\u00edst seg at ganga strilti\u00f0 at vinna okkum betri markna\u00f0aratgongd seinastu \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8k er, at vit standa uttan fyri felagsskapir.<br>F\u00f8royar eru eitt av teimum f\u00e1u londunum, sum standa uttan fyri allar teir handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru partur av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin hevur leingi v\u00edst \u00e1 t\u00fddningin at f\u00e1a betri vi\u00f0urskifti vi\u00f0 ES. Vit mugu f\u00e1a eitt sterkari samstarv vi\u00f0 ES, i\u00f0 b\u00e6\u00f0i b\u00f8tir um okkara handilsvi\u00f0urskifti og samstundis letur okkum at v\u00ed\u00f0ka samstarvi\u00f0 til onnur \u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spurningurin um, hv\u00f8rt F\u00f8royar eiga at gerast partur av Evropeiska Samveldinum (ES), hevur leingi veri\u00f0 eitt evni, i\u00f0 hevur elvt til n\u00f3gv politiskt kjak. Vit \u00ed Sambandsflokkinum halda, at t\u00ed\u00f0in er n\u00fa komin at taka eitt n\u00fdtt og realistiskt kjak um f\u00f8royskan ES-limaskap. Eitt veruligt or\u00f0askifti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royar kundu, sum onnur sm\u00e1 lond vi\u00f0 tilkn\u00fdti til ES-limalond, kravt eina seravtalu, i\u00f0 tryggja\u00f0i f\u00f8royska fiskivinnu, sum ta\u00f0 besta og mest bur\u00f0ardyggu loysnina. F\u00f8royar hava vi\u00f0 hesum eina sera sterka samr\u00e1\u00f0ingarst\u00f8\u00f0u, eisini t\u00ed f\u00f8royskur fiskur er av st\u00f3rum t\u00fddningi fyri ES-markna\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin heldur grundleggjandi, at ta\u00f0 eru fleiri fyrimunir enn vansar vi\u00f0 ES-limaskapi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>V\u00c6LFER\u00d0 (6)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u tit.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tryggleiki og st\u00f8\u00f0ufesti. Ta\u00f0 eru tvey skjaldrarmerki hj\u00e1 Sambandsflokkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 at vit kenna okkum trygg og vita, at vit eru vard upp \u00e1 ymiskar m\u00e1tar, er sj\u00e1lv kjarnin \u00ed v\u00e6lfer\u00f0arsamfelagnum. Og ta\u00f0 er eisini kjarnan \u00ed okkara politikki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed ra\u00f0festa vit almanna- og heilsum\u00e1l &#8211; og \u00fatb\u00fagvingar\u00f8ki\u00f0 ovarlaga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fremsta endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 at liva \u00ed einum skipa\u00f0um v\u00e6lfer\u00f0arsamfelagi, er j\u00fa, at vit, sum orka, sty\u00f0ja tey, sum ikki orka eins v\u00e6l, og veita hj\u00e1lp til sj\u00e1lvhj\u00e1lp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kostar, um tey, sum hava t\u00f8rv \u00e1 hj\u00e1lp, skulu f\u00e1a hj\u00e1lpina, teimum t\u00f8rvar. Men \u00ed Sambandsflokkinum er eingin ivi: Vit skulu ra\u00f0festa r\u00edkid\u00f8mi\u00f0 solei\u00f0is, at vit ongant\u00ed\u00f0 missa tey, sum eru sj\u00fak ella veik ni\u00f0ur\u00edmillum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>HEILSUM\u00c1L<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heilsum\u00e1l eru ein av grunds\u00falunum \u00ed v\u00e6lfer\u00f0arsamfelagnum. Heilt grundleggjandi skal ikki munur gerast \u00e1, hv\u00f8rt ta\u00f0 er likaminum ella sinninum, sum t\u00f8rvar hj\u00e1lp.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin hevur seinnu \u00e1rini lagt sera st\u00f3ra orku \u00ed tvey \u00f8ki: vi\u00f0ger\u00f0artrygd og rehabilitering.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin skipa\u00f0i fyri r\u00e1\u00f0stevnu um vi\u00f0ger\u00f0artrygd \u00e1 v\u00e1ri \u00ed 2024, og har m\u00e6lti serfr\u00f8\u00f0in til, at vit seta vi\u00f0ger\u00f0artrygd \u00ed verk \u00ed stigum:&nbsp; Vit kundu til d\u00f8mis byrja vi\u00f0 eitt n\u00fa krabbamein \u2013 krabbameinspakkar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit skulu gera av, hv\u00f8rji ser\u00f8ki skulu ver\u00f0a \u00ed f\u00f8royska heilsuverkinum og \u00fatgera okkum fult \u00e1 teimum \u00f8kjunum. Ta\u00f0 krevur, at vit samskipa og samansj\u00f3\u00f0a virksemi\u00f0 \u00e1 teimum trimum sj\u00fakrah\u00fasunum. Vit skulu ikki spara, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 kemur til vi\u00f0ger\u00f0ir &#8211; hv\u00f8rki \u00ed F\u00f8royum ella uttanlands. Vit noy\u00f0ast at ra\u00f0festa \u00ed sj\u00fakrah\u00fas-verkinum, t\u00ed vit kunnu ikki veita vi\u00f0ger\u00f0ir fyri allar sj\u00fakur og uttan \u00e1v\u00edsar b\u00ed\u00f0ilistar. Og b\u00ed\u00f0ilistarnir skulu styttast. Hetta gera vit best vi\u00f0 samstarvi \u00ed r\u00edkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 mi\u00f0v\u00edsum arbei\u00f0i at \u00fatvega ney\u00f0ugu tali\u00f0 av kommunul\u00e6knum, serl\u00e6knum og sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingum, eru vit n\u00e6rri m\u00e1linum. Kommunul\u00e6knast\u00f8rvnini \u00ed megin\u00f8kinum eru vi\u00f0 at ver\u00f0a manna\u00f0i, fleiri serl\u00e6knar eru \u00e1vegis, eins og vit hava fleiri sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingar enn nakrant\u00ed\u00f0, men enn eru vit ikki komin \u00e1 m\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein partur av framt\u00ed\u00f0arloysnini ver\u00f0ur innan vitl\u00edki. Ta\u00f0 sonevnda \u201cTelemedisini\u00f0\u201d kann tryggja vi\u00f0ger\u00f0 vi\u00f0 h\u00fas, so sj\u00faklingurin sleppur undan at m\u00f8ta hv\u00f8rja fer \u00e1 sj\u00fakrah\u00fasinum. \u00cd sta\u00f0in eru t\u00f3l, sum fylgja vi\u00f0ger\u00f0ini. Hetta kann eisini n\u00fdtast \u00e1 \u00e1v\u00edsum \u00f8kjum innan eldrar\u00f8kt &#8211; og harvi\u00f0 fr\u00edgeva t\u00ed\u00f0 til menniskjaliga sambandi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Steno diabetes mi\u00f0st\u00f8\u00f0in n\u00e6rkast \u00ed hv\u00f8rjum, og hon ver\u00f0ur eitt st\u00f3rt framstig fyri teir umlei\u00f0 f\u00fdrat\u00fasund f\u00f8royingar, i\u00f0 hava diabetes. Framkomna mi\u00f0st\u00f8\u00f0in er enn eitt d\u00f8mi um g\u00f3\u00f0a og gevandi sambandi\u00f0, vit hava \u00ed r\u00edkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>ALMANNA- OG SOSIALM\u00c1L<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u sambandsf\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royar skulu vera eitt trygt v\u00e6lfer\u00f0arsamfelag fyri \u00f8ll. Ikki bara tey, sum eru sj\u00fak, men eisini tey, sum hava t\u00f8rv \u00e1 hj\u00e1lp fr\u00e1 felagsskapinum \u00e1 annan h\u00e1tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin arbei\u00f0ir fyri:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>T\u00e6nastum, b\u00fatilbo\u00f0um og sk\u00falatilbo\u00f0um til b\u00f8rn og vaksin vi\u00f0 breki<\/li>\n\n\n\n<li>Leigub\u00fast\u00f8\u00f0um til familjur, sum liva undir f\u00e1t\u00e6kramarkinum<\/li>\n\n\n\n<li>Leigub\u00fast\u00f8\u00f0um til einligar forsyrgjarar, ungd\u00f3m og eldri<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>\u00daTB\u00daGVINGARM\u00c1L<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein annar hornasteinur undir v\u00e6lfer\u00f0arsamfelagnum eru g\u00f3\u00f0ir og \u00f3keypis \u00fatb\u00fagvingarm\u00f8guleikar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Framt\u00ed\u00f0arm\u00f8guleikar skulu grundast \u00e1 hegni og hug hj\u00e1 hv\u00f8rjum einst\u00f8kum &#8211; ikki \u00e1 innt\u00f8ku hj\u00e1 foreldrunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska arbei\u00f0smegin er v\u00e6l umt\u00f3kt og n\u00f3gv umbi\u00f0in uttanlands, t\u00ed okkara g\u00f3\u00f0u \u00fatb\u00fagvingar tryggja f\u00f8royingum m\u00f8guleikar. Ta\u00f0 skal framhaldandi ra\u00f0festast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 sk\u00fala- og \u00fatb\u00fagvingar\u00f8kinum vil Sambandsflokkurin:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Betra f\u00f3lkask\u00falan. Sm\u00e6rri flokkar, styttri sk\u00faladagar og minni umsitingarligt arbei\u00f0i hj\u00e1 l\u00e6rarunum<\/li>\n\n\n\n<li>Fleiri h\u00e6gri \u00fatb\u00fagvingar, sum eru vi\u00f0komandi fyri h\u00f8vu\u00f0svinnurnar<\/li>\n\n\n\n<li>Fleiri lestrarb\u00fasta\u00f0ir og leigu\u00edb\u00fa\u00f0ir, her B\u00fasta\u00f0ir eigur at ver\u00f0a berandi parturin<\/li>\n\n\n\n<li>Styrkja handaligar \u00fatb\u00fagvingar<\/li>\n\n\n\n<li>Styrkja sk\u00falatilbo\u00f0 til b\u00f8rn vi\u00f0 serligum t\u00f8rvi<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00datb\u00fagvingar\u00f8ki\u00f0 er eisini lykil \u00ed at venda ke\u00f0iligu gongdini, har fleiri f\u00f8royingar flyta av landinum heldur enn til landi\u00f0. Herfyri komu t\u00f8l fr\u00e1 Hagstovuni, sum v\u00edstu, at vit aftur missa st\u00f3ran part av okkara ungu \u00e1rgangum. V\u00e6lumhugsa\u00f0ar \u00edl\u00f8gur \u00ed \u00fatb\u00fagvingar\u00f8ki\u00f0 og lestrar\u00edb\u00fa\u00f0ir kunnu vera vi\u00f0 til at venda ke\u00f0iligu gongdini. Og hetta vildi ikki veri\u00f0 fyrstufer\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 grei\u00f0um \u00e1t\u00f8kum \u00ed 2013 vendu vit gongdini fr\u00e1 EXIT F\u00f8royar til ENTER F\u00f8royar. N\u00fa vit skriva 2025 er ta\u00f0 t\u00f8rvur \u00e1 eini n\u00fdggjari \u00e6tlan, og hetta er ein ra\u00f0festing hj\u00e1 Sambandsflokkinum. J\u00fast tilflyting er ta\u00f0 besta medisini\u00f0 til f\u00e1a einar haldf\u00f8rar F\u00f8royar. Um vit venda gongdini fr\u00e1 eini fr\u00e1flyting \u00e1 70 til eina tilflyting \u00e1 200 f\u00f3lk, betrar hetta haldf\u00f8ri\u00f0 meira, enn eins\u00ed\u00f0ugt at h\u00e6kka pensj\u00f3nsaldurin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men skal ta\u00f0 eydnast aftur at venda Exit til Enter F\u00f8royar er ney\u00f0ugt at gera l\u00e6ttari at seta f\u00f8tur undir egi\u00f0 bor\u00f0 hj\u00e1 teimum, sum av fyrsta sinni gera hetta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>B\u00daSTA\u00d0ARM\u00c1L (7)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er alt ov trupult hj\u00e1 barnafamiljum og familjum vi\u00f0 l\u00e1g og mi\u00f0alinnt\u00f8kum at sleppa inn \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin hevur t\u00ed gj\u00f8rt eitt uppskot, sum skal gera ta\u00f0 l\u00e6ttari hj\u00e1 f\u00f8royingum at sleppa \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in. Vi\u00f0 uppskotinum ver\u00f0ur minka\u00f0 um sosiala \u00f3javnan millum f\u00f3lk, og ger ta\u00f0 l\u00e6ttari hj\u00e1 f\u00f8royingum at velja at b\u00faseta seg \u00ed \u00f8llum F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vilja gera ta\u00f0 l\u00e6ttari hj\u00e1 fyrstufer\u00f0 keyparum. Gerst okkara \u00e6tlan veruleiki, hevur ta\u00f0 vi\u00f0 s\u00e6r, at ein familja vi\u00f0 tveimum sm\u00e1b\u00f8rnum, i\u00f0 skal inn \u00e1 b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in fyrstu fer\u00f0, kann f\u00e1a g\u00f3\u00f0ar 800.000 kr. yvir eitt 10-\u00e1ra t\u00ed\u00f0arskei\u00f0, \u00edme\u00f0an tey skulu etablera seg og hava br\u00fak fyri pengunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00f8guligt ver\u00f0ur, at f\u00e1a upp til kr. 200.000 \u00ed eginf\u00edgging, og helvtina av pensj\u00f3nsgjaldinum \u00fatgoldna sum l\u00f8n. Harumframt skal barnafr\u00e1dr\u00e1tturin h\u00e6kkast vi\u00f0 kr. 1.000 um m\u00e1na\u00f0in fyri b\u00f8rn upp til 7 \u00e1r, og \u00fatgjaldi\u00f0 \u00far Barsilsskipanini h\u00e6kkast fr\u00e1 max. kr. 30.000 til kr. 40.000.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein innt\u00f8kugrunda\u00f0ur b\u00fdlisstu\u00f0ul ver\u00f0ur skipa\u00f0ur til tey, sum leiga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta kann ikki standa einsamalt, t\u00ed ney\u00f0ugt er at \u00f8kja um \u00fatbo\u00f0i av b\u00fast\u00f8\u00f0um, og her er ney\u00f0ugt at f\u00f8royska kapitaluppsparingin sp\u00e6lir vi\u00f0. S\u00ed\u00f0an vit settu tvungna pensj\u00f3nsuppsparing \u00ed gongd fyri gott 10 \u00e1rum s\u00ed\u00f0an, er samla\u00f0a uppsparingin \u00f8kt munandi og n\u00e6rkast n\u00fa 15 milliardum, i\u00f0 mestsum \u00f8ll ver\u00f0ur sett \u00ed \u00fatlendsk vir\u00f0isbr\u00f8v.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um 20% av hesum, svarandi til 3 milliardir bleiv sett \u00ed f\u00f8royska b\u00fasta\u00f0armarkna\u00f0in, vildi hetta \u00f8kt munandi um \u00fatbo\u00f0i av b\u00fdlum. Hetta \u00e1tti at ver\u00f0i \u00e1hugin hj\u00e1 teim f\u00f8roysku pensj\u00f3nsfel\u00f8gunum, t\u00ed hetta skapar trivna, st\u00f8\u00f0ufesti og enn fleiri f\u00e1a m\u00f8guleikan at seta b\u00fagv og skapa s\u00edna framt\u00ed\u00f0 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>R\u00cdKISFELAGSKAPURIN, UTTANR\u00cdKIS- OG TRYGDARM\u00c1L (8)<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann 9. oktober 1941 var av besta ve\u00f0ri her \u00e1 Tv\u00f8royri. Br\u00e1dliga kom eitt t\u00fdskt bombuflogfar buldrandi inneftir fj\u00f8r\u00f0inum og slepti eina bumbu \u00e1 tekjuna \u00e1 saltsiloini og vi\u00f0 eitt st\u00f3\u00f0 siloin her \u00e1 Drelnesi p\u00fara opin, bara serst\u00f8ku bogarnir v\u00f3ru eftir. Eftir seinna veraldarbardaga var\u00f0 saltsiloin so bygd upp aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinni \u00ed \u00e1r eru 80 \u00e1r s\u00ed\u00f0ani, at seinni veraldarbardagi enda\u00f0i. Hetta t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0 hevur veri\u00f0 fri\u00f0arligt \u00ed Evropa, men n\u00fa er aftur kr\u00edggj. Eins og eftir seinna veraldarbardaga er geopolitikkurin&nbsp; \u00ed st\u00f3rari broyting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin er heilt grundleggjandi av teirri fatan, at vit eru sterkari \u00ed samstarvi&nbsp;vi\u00f0 onnur.&nbsp;Ta\u00f0 veri\u00f0 seg \u00ed r\u00edkinum, \u00ed Evropa ella \u00ed NATO.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ein trygd at vera \u00ed felagsskapi vi\u00f0 onnur. Skal ta\u00f0 eydnast at reka ein virknan trygdarpolitikk, er ney\u00f0ugt at vera ein virkin samstarvsfelagi \u00ed r\u00edkisfelagsskapinum. Og ongant\u00ed\u00f0 hava vit havt betri m\u00f8guleika fyri t\u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Uttanr\u00edkis- og trygdarpolitikkur sn\u00fdr seg eins n\u00f3gv um at taka \u00e1byrgd sum at krevja r\u00e6ttindi og fyrimunir. T\u00ed eiga F\u00f8royar at leggja seg eftir at taka lut og vera vi\u00f0. M\u00edtt \u00fatgangsst\u00f8\u00f0i\u00f0 er greitt: Vit eru ein samanrunnin partur av vesturheiminum og NATO. T\u00ed skulu vit sum partur av NATO, koma vi\u00f0 einum \u00edkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara lei\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f3ru rembingarnar \u00fati \u00ed heimi \u00f8kja um t\u00f8rvin \u00e1 tryggleika og sterkum felagsskapi \u00ed r\u00edkinum, Evropa og NATO.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hj\u00e1 Sambandsflokkinum er eingin ivi: F\u00f8royar skulu sj\u00e1lvandi hava ein virknan leiklut, og sita vi\u00f0 bor\u00f0i \u00ed verjupolitisku semjunum, sum ver\u00f0a gj\u00f8rdar. Alt anna\u00f0 er \u00e1byrgdarleyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00edverri hevur samgongan valt&nbsp; bara passivt hyggja at, me\u00f0an t\u00fd\u00f0andi m\u00e1l gleppa okkum av hondum. Her m\u00e1 l\u00f8gma\u00f0ur krevja, at landsst\u00fdrisf\u00f3lki\u00f0 situr vi\u00f0 bor\u00f0i\u00f0, har avger\u00f0irnar ver\u00f0a tiknar. Solei\u00f0is at vit tryggja at avger\u00f0ir ver\u00f0a tiknar til gagns fyri F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">***<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>FRAMT\u00cd\u00d0IN &#8211; VIT MUGU GERA OKKUM TIL REI\u00d0AR TIL KOMANDI VAL<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">G\u00f3\u00f0u tit \u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sambandsflokkurin er kl\u00e1rur at taka vi\u00f0 landsins lei\u00f0slu aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er eingin ivi um, at politisku evnini komandi valstr\u00ed\u00f0 ikki ver\u00f0a tey somu sum undanfarna val ella \u00ed hesum samgonguskei\u00f0num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8\u00f0an \u00ed heiminum og \u00ed F\u00f8royum er broytt n\u00f3gv s\u00ed\u00f0an vit seinast h\u00f8vdu landsfund \u2013 alt er vor\u00f0i\u00f0 \u00f3grei\u00f0ari og ta\u00f0, sum \u00e1\u00f0ur var\u00f0 hildi\u00f0 at vera sj\u00e1lvsagt,&nbsp; er ta\u00f0 ikki \u00ed dag og ver\u00f0ur ta\u00f0 ikki \u00ed framt\u00ed\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg vil t\u00ed at enda taka aftur \u00ed aftur st\u00f8rstu avbj\u00f3\u00f0ingar \u00ed l\u00f8tuni, sum vit s\u00edggja ta\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Kr\u00edggj og \u00f3fri\u00f0ur \u00ed Europa skapar \u00f3tryggleika og \u00e1virkar okkara livikor<\/li>\n\n\n\n<li>F\u00edggjarpolitiska haldf\u00f8ri\u00f0 er \u00f3n\u00f8ktandi &#8211; b\u00e6\u00f0i hj\u00e1 landi og kommunum<\/li>\n\n\n\n<li>Landskassin megnar ikki avlop \u00ed bestu t\u00ed\u00f0um<\/li>\n\n\n\n<li>Metl\u00e1gt bur\u00f0aravlop og ov l\u00edtil tilflyting til F\u00f8roya<\/li>\n\n\n\n<li>Fleiri eldri og f\u00e6rri skattgjaldarar tr\u00fdstir heilsuverk og almannaverk<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eingin flokkur kann loysa hesar avbj\u00f3\u00f0ingar einsamallur. Men vit eru f\u00fas at taka \u00e1byrgd. Ta\u00f0 fer at krevja samstarv og brei\u00f0ar semjur, b\u00e6\u00f0i innanlands og \u00ed r\u00edkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed g\u00f3\u00f0u sambandsf\u00f3lk er ney\u00f0ugt at savna allar g\u00f3\u00f0ar kreftir. Ta\u00f0 gera vit bara \u00ed felag. F\u00f3lkavald, valevni, nevnd, veljarafel\u00f8g og sj\u00e1lvbo\u00f0in. \u00cd felag gera vit sambandsvir\u00f0ini og sosialliberalu hugsj\u00f3nina livandi millum f\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini hevur Sambandsflokkurin eitt sera virki\u00f0 umbo\u00f0 \u00e1 F\u00f3lkatingi, sum er vi\u00f0 at endurn\u00fdggja r\u00edkisfelagsskapin og tryggja eitt gott samstarv millum politisku skipanirnar. Ringvirkningarnir av g\u00f3\u00f0a arbei\u00f0inum \u00e1 Christiansborg brei\u00f0a seg eisini herheima.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vegna flokkin takki eg hjartaliga tykkum \u00f8llum, sum eru sj\u00f3nlig og geva s\u00edna meining til kennar &#8211; og eisini tykkum, sum \u00ed allari stillheit gera eitt st\u00f3rt arbei\u00f0i. Felags innsatsurin hevur st\u00f3rt vir\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Okkum t\u00f8rvar ein sterkan Sambandsflokk \u00e1 ting. Borgarin hevur t\u00f8rv \u00e1 tryggleika og grei\u00f0um politiskum \u00fatmeldingum. T\u00ed ynskir Sambandsflokkurin at virka fyri politiskum samstarvi \u00ed F\u00f8royum, \u00ed r\u00edkisfelagsskapinum og \u00fati \u00ed heimi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">So mong v\u00f3r\u00f0u or\u00f0ini &#8211; og vi\u00f0 hesum leggi eg upp til politiskt or\u00f0askifti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Framhaldandi g\u00f3\u00f0an landsfund \u00f8ll somul.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Her kan nevnast brot \u00far r\u00f8\u00f0uni: R\u00edkisfelagsskapurin \u00e1 einum vegam\u00f3ti,at F\u00f8royar gerast eitt sj\u00e1lvst\u00fdrandi land \u00ed r\u00edkinum, at F\u00f8royar f\u00e1a v\u00ed\u00f0ka\u00f0ar uttanr\u00edkispolitiskar m\u00f8guleikar. At F\u00f8royar bara yvirtaka m\u00e1ls\u00f8ki, t\u00e1 i\u00f0&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":8234,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110],"tags":[],"class_list":["post-9362","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9362","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9362"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9362\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9363,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9362\/revisions\/9363"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/8234"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9362"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9362"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9362"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}