Onki er n\u00fdtt undir s\u00f3lini, heldur ikki at str\u00ed\u00f0 og \u00f3semjur, vi\u00f0 \u00e1v\u00edsum millumbilum, \u00e1 ymsum st\u00f8\u00f0um, taka seg upp kring um kn\u00f8ttin. Ta\u00f0 sveiggjar javnt og samt, og \u00ed l\u00f8tuni bl\u00e1sa br\u00fanas\u00ed\u00f0ir vindar \u00ed ver\u00f8ld. Solei\u00f0is hevur ta\u00f0 mangan veri\u00f0, men talgildi frekvensurin \u00ed okkara t\u00ed\u00f0 ger \u00f3semjur meiri n\u00e6rverandi. F\u00f3lkar\u00e6\u00f0i ver\u00f0ur h\u00f3tt \u00e1 mongum m\u00f3tum, og diverse autokratar, meiri og minni treiskir og eirindaleysir, eisini \u00ed f\u00f3lkar\u00e6\u00f0isligum kostumum, sm\u00e6\u00f0ast ikki heldur fyri at fara um suveren landam\u00f8rk \u00ed strembanini eftir at basa demokratinum s\u00e6r og s\u00ednum til fyrimunar.
H\u00e1ttvirda samkoma. H\u00e1ttvirdu borgarstj\u00f3rar og b\u00fd- og bygdar\u00e1\u00f0slimir. Hjartaliga v\u00e6lkomnir til a\u00f0alfund hj\u00e1 Kommunufelagnum, sum er hin t\u00f3lvti \u00ed r\u00f8\u00f0ini, s\u00ed\u00f0an allar kommunurnar \u00ed landinum t\u00f3ku seg saman \u00ed eitt og sama felag \u00ed 2014. Eftir kommunuvali\u00f0 \u00ed heyst skipa\u00f0u b\u00fd- og bygdar\u00e1\u00f0 seg til at taka vi\u00f0 umbo\u00f0andi valdinum um \u00e1rskifti\u00f0 2024\/25. F\u00f3lkar\u00e6\u00f0i\u00f0 hev\u00f0i enn einafer\u00f0 sigra\u00f0, og kommunurnar \u2013 hesar berandi s\u00falur undir f\u00f8royska samfelagnum – kunnu halda fram vi\u00f0 at flyta okkum fram\u00e1 \u00ed virkna\u00f0i og menningarhugsan.
S\u00e6ddur \u00ed s\u00f8guligari sl\u00f3\u00f0 er samfelagsbygna\u00f0urin \u00ed Evropu og um okkara lei\u00f0ir r\u00e6ttiliga n\u00fdggjur. Kommunur og nationalstatir eru lutfalsliga ung fyribrigdi. Or\u00f0i\u00f0 kommuna er tiki\u00f0 fr\u00e1 lat\u00ednska or\u00f0inum, communis, sum ikki merkir anna\u00f0 enn feli, at eiga okkurt \u00ed felag. Fraklendingar l\u00e6ntu lat\u00ednska heiti\u00f0 og r\u00f3ptu fyribrigdi\u00f0 commune. N\u00f3gv er sagt og skriva\u00f0 um hesi vi\u00f0urskifti, eisini \u00ed F\u00f8royum, men \u00ed Manifestinum hj\u00e1 Karli og Fr\u00ed\u00f0riki – fr\u00e1 1848 – ver\u00f0ur kommunan l\u00fdst sum \u00farsliti\u00f0 av eini s\u00f8guligari prosess. Ta\u00f0 er ivaleyst r\u00e6tt, og ein t\u00fd\u00f0andi hending \u00e1 lei\u00f0ini var uppreisturin hj\u00e1 \u00edb\u00fagvunum \u00ed fronsku h\u00f8vu\u00f0sborgini, Par\u00eds, \u00ed 1871, sum hev\u00f0i vi\u00f0 s\u00e6r stovnanina av hini gitnu Par\u00edsarkommununi. Henni var ikki langt l\u00edv laga\u00f0, men hon fekk kortini st\u00f3ran t\u00fddning fyri eftirt\u00ed\u00f0ina sum l\u00f8\u00f0asteinur \u00e1 eini dr\u00fagvari fer\u00f0 fram til h\u00f8pini, i\u00f0 vit kenna sum berandi skor\u00f0ar undir samfelagnum \u00ed dag. Kommunan er sta\u00f0fest \u00ed donsku grundl\u00f3gini (\u00a7 82), og \u00ed F\u00f8royum er hon fyriskipa\u00f0 \u00ed l\u00f3g (Kommunust\u00fdrisl\u00f3gin).
Kommunufelagi\u00f0 er megin- og \u00e1hugafelag hj\u00e1 kommununum. Virkar fyri \u00e1hugam\u00e1lum av felags \u00e1huga, me\u00f0an t\u00e6r 29 kommunurnar hv\u00f8r \u00ed s\u00ednum lagi taka s\u00e6r av egnum m\u00e1lum samb\u00e6rt sta\u00f0bundnum t\u00f8rvi og visi\u00f3num. Fyri meginfelagnum stendur kommunala fr\u00e6lsi\u00f0 sum ein st\u00f8\u00f0ugt brennandi kyndil \u00ed politisku havsbr\u00fanni at st\u00fdra eftir.  Ta\u00f0 er felagsins skylda at virka fyri \u00e1t\u00f8kum og \u00e1hugam\u00e1lum, sum gagna kommununum, og ikki minst at verja t\u00e6r fyri m\u00f8guligum \u00e1lopum uttaneftir, n\u00fa t\u00e6r liggja undir \u00f8\u00f0rum myndugleika \u00ed samfelagnum, sum hevur l\u00f3g- og kunnger\u00f0arr\u00e6ttindi \u2013 l\u00f8gtingi og landsst\u00fdri.
\u00c1 a\u00f0alfundinum fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an var\u00f0 kunngj\u00f8rt, at farast skuldi undir eina eftirmeting av bygna\u00f0inum \u00ed felagnum. Ors\u00f8kirnar v\u00f3ru fleiri, men ta\u00f0, sum mestur t\u00f8rvur var \u00e1, var at demokratisera felagi\u00f0, solei\u00f0is, at allar kommunurnar \u00ed landinum st\u00f3\u00f0u javnbj\u00f3\u00f0is \u00ed mun til hv\u00f8rja a\u00f0ra. \u00cd fyrstu atl\u00f8gu sn\u00fa\u00f0i ta\u00f0 seg um, at allir teir 29 borgarstj\u00f3rarnir m\u00f8ta \u00ed plenum, \u00e1 borgarstj\u00f3rafundum, heldur enn bert teir 13, sum hev\u00f0i veri\u00f0 skipanin s\u00ed\u00f0an samanleggingina. Formansskapurin er v\u00ed\u00f0ka\u00f0ur, KAF er umskipa\u00f0 naka\u00f0 og barnaverndin hevur fingi\u00f0 eina politiska nevnd, og harumframt er eitt samstarvsr\u00e1\u00f0 millum hesi h\u00f8pini skipa\u00f0. Sum gongdin hevur veri\u00f0 \u00ed samfelagnum hesi seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini, vi\u00f0 \u00f8kta kommunala leiklutinum, er ongin ivi um, at felagi\u00f0 n\u00fa er brynja\u00f0 til framt\u00ed\u00f0ina.
S\u00ed\u00f0an barnaverndin, dagstovna\u00f8ki\u00f0 og eldra\u00f8ki\u00f0 v\u00f3r\u00f0u flutt fr\u00e1 landinum til kommunurnar at reka, er kommunali parturin av samfelagnum vor\u00f0in ein annar og so t\u00fd\u00f0andi, at ta\u00f0 yvirh\u00f8vur er vor\u00f0i\u00f0 solei\u00f0is, at kontaktflatan millum borgara og myndugleika n\u00fa \u00ed st\u00f3ran mun liggur \u00ed kommunalum regi. Hetta s\u00e6st eisini aftur \u00ed b\u00faskapinum, n\u00fa kommunurnar eru ein st\u00f8rri innkrevjari av pers\u00f3nsskatti enn landskassin, h\u00f3ast avgerandi munin millum javna og st\u00edgandi skatta\u00e1l\u00f8gu. Landskassin hevur kortini onnur ambo\u00f0 at taka pening inn fr\u00e1 borgarunum, men ein sannroynd er ta\u00f0, at um seinasta aldam\u00f3t, fyri \u00e1 lei\u00f0 fj\u00f3r\u00f0ings\u00f8ld s\u00ed\u00f0an, var landsb\u00faskapurin v\u00e6l meira enn f\u00fdra fer\u00f0ir st\u00f8rri enn kommunub\u00faskapurin, og \u00ed dag er landsb\u00faskapurin bara \u00e1 lei\u00f0 tv\u00e6r fer\u00f0ir st\u00f8rri enn b\u00faskapurin hj\u00e1 kommununum. Hetta sigur naka\u00f0 um vaksandi t\u00fddningin, sum kommunurnar hava havt \u00ed \u00e1haldandi menningini \u00ed f\u00f8royska samfelagnum.
\u00cd samgonguskjalinum \u201cSaman eru vit sterk\u201d, sum verandi samgonguflokkar skriva\u00f0u undir stutt fyri j\u00f3l \u00ed 2022, er or\u00f0i\u00f0 kommuna ikki nevnt vi\u00f0 einum or\u00f0i. Ors\u00f8kina kenna vit ikki, h\u00f3ast ta\u00f0 er almenn vitan, at kommunurnar \u00ed gerandisdegnum samskifta v\u00e6l meiri vi\u00f0 landsins borgarar enn landsgeirin. Kortini hoyra vit javnan um \u00e6tlanir hinumegin bor\u00f0i\u00f0, sum av \u00e1lvara kunnu \u00e1virka st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 kommununum \u00ed eini \u00f3kendari framt\u00ed\u00f0.
<\/td>
1998<\/strong><\/td>
2023<\/strong><\/td><\/tr>
Landsfyrisiting og t\u00e6nasta<\/td>
3002,3<\/td>
8515,6<\/td><\/tr>
Kommunufyrisiting og t\u00e6nasta<\/td>
702,7<\/td>
3855,9<\/td><\/tr>
<\/td>
<\/td>
<\/td><\/tr>
<\/td>
1998<\/strong><\/td>
2023<\/strong><\/td><\/tr>
Lutfall – land\/kommunur<\/td>
4,3<\/td>
N\u00f3gv hevur veri\u00f0 tosa\u00f0 um f\u00edggjarligt regluverk, serliga fr\u00e1 almennari s\u00ed\u00f0u, hesi seinastu \u00e1rini. \u00c6tlanin hevur veri\u00f0 at skekla samfelags\u00edl\u00f8gurnar saman, almennar og kommunalar, \u00ed eina fasta samvunna legu. B\u00fd- og bygdar\u00e1\u00f0 leggja s\u00ednar f\u00edggjar\u00e6tlanir einafer\u00f0 um \u00e1ri\u00f0, kann \u00e6tla at \u00f8ll royna sum fr\u00e6gast at trimma raksturin so fr\u00e6gt, sum til ber, eisini fyri at naka\u00f0 v\u00e6l er eftir til \u00edl\u00f8gur. Ta\u00f0 eru \u00ed st\u00f3ran mun \u00edl\u00f8gurnar, sum flyta okkum fram \u00e1 lei\u00f0. Kommunurnar standa fyri einum st\u00f3rum parti av fundamentalu undirst\u00f8\u00f0uni \u00ed landinum \u2013 vegir, g\u00f8tulj\u00f3s, \u00fatstykkingar, \u00edtr\u00f3ttafasilitetir, vatn, havnal\u00f8g, lendingar, mentanarr\u00fam o.s.fr. – og fyri framman liggja st\u00f3rar \u00edl\u00f8gur \u00ed sk\u00falar, dagstovnar og fasilitetir \u00e1 eldra\u00f8kinum. Alt alney\u00f0ug samfelagshj\u00f3l, sum ikki f\u00e1a b\u00ed\u00f0a\u00f0 eftir inertii og stongdum frymlum \u00ed almennum Excel-\u00f8rkum. T\u00ed f\u00e1a kommunurnar ikki lagt s\u00edtt f\u00edggjarliga fr\u00e6lsi undir hina almennu fall\u00f8ksina.
Vi\u00f0v\u00edkjandi eldra\u00f8kinum og framrokna\u00f0u demografiini er ta\u00f0 s\u00f3larkl\u00e1rt, at tr\u00fdsti\u00f0 \u00e1 t\u00ed \u00f8kinum fer at vaksa munandi, sum fr\u00e1 l\u00ed\u00f0ur. Galdandi f\u00edggingarlykil fer ikki at standa fyri tr\u00fdstinum. Hv\u00f8rki til rakstur ella \u00edl\u00f8gur. Skuldarmarki\u00f0 er h\u00e6kka\u00f0 vi\u00f0 afturberingini fr\u00e1 landinum, men \u00ed veruleikanum loysir ta\u00f0 onga avbj\u00f3\u00f0ing, ta\u00f0 hevur m\u00f8guleikin fyri at h\u00e6kka egingj\u00f8ldini \u00e1 eldra\u00f8kinum hinvegin gj\u00f8rt \u00ed ein \u00e1v\u00edsan mun. \u00cd eftirmetingini av eldra\u00f8kinum var nevnt, at ein lei\u00f0 at ganga kundi veri\u00f0 at l\u00e6kka rentustu\u00f0ulin, at l\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin \u00ed skattinum, og at kommunurnar f\u00e1a alt MVG\u00b4i\u00f0 afturbori\u00f0 \u00e1 sama h\u00e1tt sum stovnar undir landinum. Alney\u00f0ugt er, at partarnir seta seg saman aftur, sum skj\u00f3tast, fyri at f\u00e1a f\u00edggjarligt haldf\u00f8ri yvir t\u00ed\u00f0 inn \u00ed serliga eldra\u00f8ki\u00f0, annars kann ta\u00f0 skj\u00f3tt fara at standa \u00e1 gomlum n\u00f8glum \u00ed hesum geiranum. Alt ov l\u00edti\u00f0 ver\u00f0ur bygt \u00fat \u00e1 \u00f8kinum, t\u00ed m\u00e1 r\u00fami\u00f0 til kommunalar \u00edl\u00f8gur vaksa, um hendan avrei\u00f0ingin fr\u00e1 landinum \u00ed 2015 skal eydnast, sum ta\u00f0 s\u00f8mir seg fyri eitt vaksandi tal av borgarum, i\u00f0 hava og fara at hava t\u00f8rv \u00e1 tilbo\u00f0um \u00e1 hesum \u00f8kinum. Avbj\u00f3\u00f0ingin er ikki \u00f3kend, t\u00e1i\u00f0 framrokningar siga okkum, at tali\u00f0 av borgarum omanfyri 80 \u00e1ra aldur fer at tv\u00edfaldast hi\u00f0ani og fram til 2040. \u00cd 2020 v\u00f3ru tey 2.270, \u00ed 2030 vera tey 3.500 og \u00ed 2040 vera tey \u00e1 lei\u00f0 4.500 \u00ed tali.
T\u00ed\u00f0um samskiftir Kommunufelagi\u00f0 kortini vi\u00f0 Landsst\u00fdri\u00f0, og yvirh\u00f8vur hevur ta\u00f0 veri\u00f0 til frama fyri t\u00e6r loysnir, i\u00f0 semja hevur veri\u00f0 um. Kortini liggja \u00e6tlanir \u00e1 loynum \u00ed landsgeiranum, i\u00f0 kunnu f\u00e1a avgerandi avlei\u00f0ingar fyri kommunukassarnar. Or\u00f0askifti\u00f0 um 37 t\u00edma arbei\u00f0sviku er f\u00e1na\u00f0 naka\u00f0 \u00ed seinastuni, men rokna\u00f0 er \u00fat, at bara tann eina avger\u00f0in hev\u00f0i kosta\u00f0 kommununum \u00e1 lei\u00f0 200 milli\u00f3nir kr\u00f3nur \u00e1rliga, og eitt andst\u00f8\u00f0uuppskot n\u00fa ein dagin, um m\u00f8guleikan fyri at h\u00e6kka botnfr\u00e1dr\u00e1ttin hj\u00e1 kommununum upp til landsmarki\u00f0 \u00e1 65 t\u00fasund kr\u00f3nur, hev\u00f0i kosta\u00f0 kommununum hundra\u00f0tals milli\u00f3nir \u00e1rliga – um undirt\u00f8ka fekst fyri uppskotinum.
Kommunufelagi\u00f0 hevur veri\u00f0 virki\u00f0 \u00ed Barnaverk\u00e6tlanini hj\u00e1 BUMR, og at kalla einasta \u00farsliti\u00f0 higartil er Familjudepilin, eitt h\u00f8pi sum vit strongdu \u00e1 at f\u00e1a loyst, eftir at ein j\u00e1ttan \u00ed fleiri \u00e1r hev\u00f0i sta\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 fleiri milli\u00f3num kr\u00f3num \u00e1 l\u00f8gtingsf\u00edggjarl\u00f3gini til endam\u00e1li\u00f0 uttan virkna\u00f0. Eftir at ein skj\u00f3tt arbei\u00f0andi arbei\u00f0sb\u00f3lkur, vi\u00f0 kommunalari lutt\u00f8ku, leg\u00f0i fram \u00e1lit um m\u00e1li\u00f0, var h\u00f8pi\u00f0, eftir samr\u00e1\u00f0ingar millum partarnar, veitt fr\u00e1 landinum til kommunurnar at reka. Arbeitt ver\u00f0ur \u00ed hesum d\u00f8gum av \u00f8llum alvi vi\u00f0 at f\u00e1a virkna\u00f0 \u00ed hendan leingi sakna\u00f0a depilin.
T\u00ed\u00f0um ver\u00f0ur havt \u00e1 tungu \u00ed Kommunufelagnum, at avgrei\u00f0slut\u00ed\u00f0irnar hj\u00e1 landsstovnum eru alt ov dr\u00fagvar. Matrikuleringin ver\u00f0ur ofta nevnd, og ta\u00f0 er darvandi fyri menningina kring um landi\u00f0, at ta\u00f0 kann taka upp \u00ed \u00e1r at f\u00e1a eina matrikulering fr\u00e1 hondini. \u00cd mun til kostna\u00f0in er ta\u00f0 \u00f3skiljandi, og alt bendir \u00e1, at j\u00fast hetta \u00f8ki\u00f0 \u00e1tti at veri\u00f0 uppstiga\u00f0 vi\u00f0 arbei\u00f0megi, sum kundarnir, fyri ta\u00f0 mesta kommunurnar, koma at bera kostna\u00f0in av og fyri.
Kommunufelagi\u00f0 skal virka konstruktivt \u00ed gerandisdegnum, men ney\u00f0ugt er \u00e1haldandi at vera \u00e1 var\u00f0haldi og verja fyri \u00e1lopum, i\u00f0 kunnu skeikla lunnarnar undir sta\u00f0bundna m\u00f8guleikanum fyri at f\u00e1a alt at ganga upp.
Kommunufelagi\u00f0 hevur \u00ed fleiri \u00e1r tiki\u00f0 lut \u00ed b\u00f3lkum, i\u00f0 hava til endam\u00e1ls at skipa orkupolitikk landsins. Eitt semjuskjal kom \u00ed eyga, og enn er ein b\u00f3lkur virkin, i\u00f0 hevur til endam\u00e1ls at avgrei\u00f0a ta\u00f0 seinasta punkti\u00f0 \u00ed upprunaliga semjuskjalinum (pkt. 10). Enn er semja ikki fingin um m\u00e1li\u00f0, evsta m\u00e1l er n\u00fa sett til 1. mai \u00ed \u00e1r, og ta\u00f0 er ongin loyna, at vit sum kollektivir eigarar av samhaldsfasta orkufelagnum Sev til eina og hv\u00f8rja t\u00ed\u00f0 fara verja st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 felagnum. \u00c1 seinasta eykaa\u00f0alfundinum hj\u00e1 Sev var ein roynd annars gj\u00f8rd til tess at umskipa felagsskapin naka\u00f0, serliga \u00ed nevndarh\u00f8pi, men h\u00f3ast uppskoti\u00f0 vann frama hj\u00e1 einum vanligum meiriluta \u00e1 fundinum, so fall uppskoti\u00f0, t\u00e1i\u00f0 serligur meiriluti skuldi til fyri at ta\u00f0 kundi vinna frama. Kortini var \u00e1 sama fundi full semja um solj\u00f3\u00f0andi uppskot: \u201cEykaa\u00f0alfundurin \u00e1leggur ta fyrst \u00ed komandi \u00e1ri n\u00fdvaldu nevnd felagsins innan 2 \u00e1r at koma vi\u00f0 uppskoti til n\u00fdggjar vi\u00f0t\u00f8kur fyri felagi\u00f0.\u201d M\u00e1li\u00f0 ver\u00f0ur n\u00fa sett \u00e1 skr\u00e1 \u00ed SEV-nevndini, og \u00e6tlanin er at leggja fram uppskot um hetta, \u00e1\u00f0renn tvey \u00e1ra skotbr\u00e1i\u00f0 er runni\u00f0.
Ofta ver\u00f0ur sagt, at europeisk si\u00f0ing byrja\u00f0i, t\u00e1i\u00f0 Odysseus flota\u00f0i \u00fat fr\u00e1 lunnunum \u00ed Ithaka. Hann var sannf\u00f8rdur um, at bert hann, i\u00f0 leitar upp fremmant umhv\u00f8rvi, hevur m\u00f8guleikan fyri at finna seg sj\u00e1lvan. Kommunurnar, og tey sum manna b\u00fd- og bygdar\u00e1\u00f0, leita \u00ed t\u00ed \u00f3kenda eftir framt\u00ed\u00f0ini hv\u00f8nn dag. Vit r\u00e6\u00f0ast ikki fyri at finna okkum sj\u00e1lvi \u00ed hinum fremmanda og \u00f3kenda.
Um dagarnar ganga eldri emb\u00e6tismenn fram \u00e1 torg, og eftir at hava siti\u00f0 \u00e1 almennu r\u00f3kunum \u00ed mansaldrar, \u00e1 markinum til pensi\u00f3naldur, hevur svartskygni hertiki\u00f0 teir. Okkurt m\u00e1 gerast vi\u00f0 almenna og kommunala bygna\u00f0in, halda teir, og ivaleyst hava teir r\u00e6tt. \u00cd havsbr\u00fagv teirra sortnar ta\u00f0 \u00e1haldandi, og \u00ed teirra optikki b\u00ed\u00f0a vit bara eftir \u00f8rvarendanum. Avgrundini. L\u00f8gma\u00f0ur er samdur, men hann \u00e6tlar at skunda s\u00e6r seint saman vi\u00f0 egnum troppum. T\u00e6r 29 kommunurnar eru neyvan trupulleikin, t\u00e6r hava ta einu \u00e1l\u00edkningina sum mark fyri v\u00ed\u00f0kan, me\u00f0an ta\u00f0 ikki m\u00f8tir hj\u00e1 landsgeiranum, fyrrenn trot og kreppa standa fyri durum. Umsitingar og fyrisitingar skulu ikki vera st\u00f8rri enn ney\u00f0ugt, alt anna\u00f0 er misbr\u00fak av skattaf\u00e6i, ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur bara um at veita t\u00e6r t\u00e6nastur, sum borgarin hevur br\u00fak fyri \u00ed gerandisdegnum. Hinvegin eru kommunurnar alt\u00ed\u00f0 t\u00f8kar til at gerast ein partur av uppbyggjandi samstarvi \u00e1 hesum m\u00f3tinum, at f\u00e1a ney\u00f0uga javnv\u00e1g \u00edmillum hin almenna\/kommunala og hin privata partin av f\u00f8royskum b\u00faskapi.
J\u00fast hetta or\u00f0askifti\u00f0 minnir meg aftur \u00e1 pr\u00e6dikuna hj\u00e1 Vider\u00f8 presti \u00ed Havnar kirkju \u00f3lavs\u00f8kudag einafer\u00f0 \u00ed 50\u00b4\u00e1runum: \u201cJa, n\u00f3gv r\u00e6\u00f0ur um tykkum stavnab\u00fagvar, um henda siglingsfer\u00f0 skal eydnast ella ikki \u2013 ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um at standa st\u00f8\u00f0ugt \u00e1 var\u00f0haldi, at l\u00edta \u00fat so v\u00ed\u00f0an og dj\u00fapt inn \u00ed n\u00e1ttarmyrkri\u00f0 og kavaroks\u00f3dnirnar, allar vegir, har vandar liggja \u00e1 loynum \u2013 einans hugsa um at finna veg og ry\u00f0ja r\u00e1s og ikki unna s\u00e6r matn\u00e1\u00f0ir ella blund \u00ed eyguni \u2013 ein r\u00e6ttur stavnab\u00fagvi skr\u00ed\u00f0ur \u00ed skr\u00e6\u00f0uni \u2013 \u201cthi nidk\u00e6rhed for dit hus har fort\u00e6ret ham\u201d \u2013 hann hevur sum fyrimynd M\u00f3ses, i\u00f0 valdi heldur at tola ilt saman vi\u00f0 f\u00f3lki Gu\u00f0s enn at hava eina stutta syndanj\u00f3ting \u00ed Egyptalandi, og hann ber gla\u00f0ur sj\u00e1lvur hin st\u00f8rsta saknin.\u201d
So trivaligur, sum hin kommunali leikluturin er vor\u00f0in \u00ed f\u00f8royska samfelagnum, ber til at sta\u00f0festa, at t\u00f8rvurin \u00e1 einum magnfullum kommunufelag ongant\u00ed\u00f0 hevur veri\u00f0 st\u00f8rri enn ta\u00f0 sama. V\u00e6l skikka\u00f0a manningin \u00e1 skrivstovuni leggur alla orku \u00ed at dugna politiska partinum av felagnum, og fyri formansskapin f\u00e1i eg ikki anna\u00f0 enn takka teimum fyri alla ta fakligu hj\u00e1lp og r\u00e1\u00f0geving, sum t\u00f8rvur hevur veri\u00f0 \u00e1 undir skiftandi umst\u00f8\u00f0um yvir t\u00ed\u00f0.
Reductio ad absurdum. Fyri mong kennist t\u00ed\u00f0in, sum eru vit flutt aftur \u00ed fullkomi\u00f0 meiningsloysi. Heimsskipanin, sum vit kendu hana, g\u00f8llhildin \u00ed skriva\u00f0um og \u00f3skriva\u00f0um semjum, tykist vera farin \u00far sp\u00f3nalagnum. Str\u00ed\u00f0 er \u00ed Europu, \u00ed Mi\u00f0eystri, geopolitisku v\u00f8ddarnir rulla \u00e1 m\u00e1ttmiklum monnum, ta\u00f0 r\u00e6\u00f0ur um r\u00fam og r\u00e6\u00f0i. Ekspansivi forsetin \u00ed samveldisr\u00edkjunum USA leitar eysturyvir og dyrgir fyribils vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um og g\u00e1vum eftir hini gr\u00f8nlendsku f\u00f3lkas\u00e1lini. Politiskt er tann royndin miseydna\u00f0, n\u00fa allir flokkarnir, uttan Trumpfjeppararnir \u00ed Naleraq-flokkinum, skipa stj\u00f3rn \u00ed dag. 23 av 31 tingf\u00f3lkum standa aftanfyri n\u00fdggju stj\u00f3rnina. Hv\u00f8r n\u00e6sti amerikanski leikurin ver\u00f0ur, er ilt at siga, men neyvan er seinasti leikurin fluttur \u00ed mun til st\u00f8\u00f0una, sum hevur veri\u00f0 \u00ed Nor\u00f0urh\u00f8vum, i\u00f0 hava alt st\u00f8rri \u00e1huga hj\u00e1 fleiri enn bara d\u00f8num og amerikumonnum.
\u00d3r\u00f3gv og umskiftilig vi\u00f0urskifti herja sum sagt heimin. Trupult er at vita hvat i\u00f0 vendir upp, og hvat i\u00f0 vendir ni\u00f0ur. Hvat, i\u00f0 er reytt, og hvat i\u00f0 er bl\u00e1tt og \u00f8vut. Eitt slag av klassiskari imperialismu hevur eisini tiki\u00f0 seg upp fyri eystan og vestan, autokratiskt hugsandi menn ynskja og royna at v\u00ed\u00f0ka um egi\u00f0 territorium, og ein avlei\u00f0ing hj\u00e1 okkum f\u00f8royingum er m.a., at vit hava sett \u00ed verk havnastongsil m\u00f3tvegis einum av samstarvspartnarum okkara. Hvussu vit annars fara at navigera \u00ed eini meiri \u00f3kendari framt\u00ed\u00f0 enn annars, ta\u00f0 er ilt at vita, men undir \u00f8llum umst\u00f8\u00f0um kunnu r\u00e1\u00f0ini hj\u00e1 Gandhi hj\u00e1lpa okkum: \u201d\u2026 onki teirra sleppur kortini at taka meg av f\u00f3tum. Eg ver\u00f0i standandi \u00ed egnum j\u00f8r\u00f0ildi \u2013 \u00e1 egnari grund.\u201d Tann grundin er treytaleyst f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i.
Ongin ors\u00f8k er til st\u00faran. Ongin ors\u00f8k er til at m\u00e1la alarmerandi sortar \u00e1 sk\u00fdlofti\u00f0. Vit eiga st\u00f3rvi\u00f0in – m\u00f3\u00f0urm\u00e1li\u00f0, mentanina og matframlei\u00f0sluna, sum svangir g\u00f3mar kring um allan heimin st\u00f8\u00f0ugt b\u00ed\u00f0a eftir. Okkara lagna liggur \u00ed st\u00f3ran mun \u00ed egnum hondum, og hon fer at vignast, alt eftir hvussu vit duga at r\u00f8kja, menna, umskipa og ra\u00f0festa vir\u00f0ini innanh\u00fdsis til gagns fyri \u00f8ll og alt samfelagi\u00f0.
\u00cd \u00f8llum hesum eru kommunurnar og Kommunufelagi\u00f0 skor\u00f0ar sum halda, l\u00edkamiki\u00f0 hvussu ta\u00f0 politiska og geopolitiska sj\u00f3varfalli\u00f0 h\u00e1ttar s\u00e6r millum menniskju og lond. Viljan f\u00e6r ongin tiki\u00f0 fr\u00e1 okkum, – heldur ikki tr\u00fanna \u00e1 egnan m\u00e1tt og megi. Heldur ikki protestantiska arbei\u00f0smoralin. Vi\u00f0 Gu\u00f0s hj\u00e1lp b\u00ed\u00f0ar framt\u00ed\u00f0in eftir, at vit leggja sl\u00f3\u00f0irnar til samfelagi\u00f0 hj\u00e1 okkara eftirkomarum. Borgararnir \u00ed 29 kommunum, sm\u00e6rri og st\u00f8rri, hava fyri eitt t\u00ed\u00f0arm\u00e1l sett okkum \u00ed teirra umbo\u00f0andi vald, til tess at skipa framt\u00ed\u00f0ina fyri okkum og okkara. M\u00e1tti hetta eydnast okkum.
R\u00f8\u00f0a sum forma\u00f0urin \u00ed Kommunufelagnum, T\u00f3rbj\u00f8rn Jacobsen, flutti fram \u00e1 a\u00f0alfundinum \u00ed dag. Hin gitni Mahatma Gandhi seg\u00f0i einafer\u00f0: \u201eEg havi onki ynski um at b\u00fagva \u00ed einum h\u00fasum, vard…<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9455,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[131],"tags":[],"class_list":["post-9454","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-folk-og-samfelag"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9454","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9454"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9454\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9456,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9454\/revisions\/9456"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9455"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9454"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9454"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9454"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}