{"id":9684,"date":"2025-04-17T18:33:24","date_gmt":"2025-04-17T18:33:24","guid":{"rendered":"https:\/\/24fo.news\/?p=9684"},"modified":"2025-04-17T18:41:19","modified_gmt":"2025-04-17T18:41:19","slug":"fyri-okkara-skyld-eiga-vit-at-styrkja-foeroysku-vinnuna-og-tryggja-framtidar-menning","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/2025\/04\/17\/fyri-okkara-skyld-eiga-vit-at-styrkja-foeroysku-vinnuna-og-tryggja-framtidar-menning\/","title":{"rendered":"Fyri okkara skyld eiga vit at styrkja f\u00f8roysku vinnuna og tryggja framt\u00ed\u00f0ar menning"},"content":{"rendered":"\n<h2 class=\"wp-block-heading\">F\u00f8royska samfelagi\u00f0 byggir \u00e1 okkara dugnaskap og \u00e1 ta\u00f0, sum vit saman kunnu skapa. T\u00ed er ta\u00f0 avgerandi, at politiskar avger\u00f0ir virka fyri &#8211; ikki \u00edm\u00f3ti &#8211; f\u00f8royskari vinnu.<\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit tosa n\u00f3gv um sj\u00e1lvbjargni og f\u00edggjarligt haldf\u00f8ri. Gaman\u00ed &#8211; men ta\u00f0 merkir ikki, at vit bara kunnu venda baki\u00f0 til umheimin. Tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti &#8211; vilja vit veruliga tryggja f\u00edggjarliga haldf\u00f8ri\u00f0, so mugu vit tora at br\u00faka teir m\u00f8guleikarnar, sum vit hava &#8211; og samstarva vi\u00f0 onnur. Vit eiga at hugsa st\u00f3rt!<\/p>\n\n\n<div class=\"wp-block-image\">\n<figure class=\"alignleft size-full is-resized\"><img fetchpriority=\"high\" decoding=\"async\" width=\"550\" height=\"680\" src=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2025\/04\/Hartman-Niclasen-samband.webp\" alt=\"\" class=\"wp-image-9692\" style=\"width:248px;height:auto\" srcset=\"https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2025\/04\/Hartman-Niclasen-samband.webp 550w, https:\/\/24fo.news\/wp-content\/uploads\/2025\/04\/Hartman-Niclasen-samband-243x300.webp 243w\" sizes=\"(max-width: 550px) 100vw, 550px\" \/><\/figure>\n<\/div>\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Fiskivinnan og \u00fatlendskur kapitalur<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c6tlanin um at f\u00e1a allan \u00fatlendskan ognarskap \u00far fiskivinnuni innan 2032 er ikki haldb\u00e6r. Ta\u00f0 kann gerast ein for\u00f0ing fyri b\u00e6\u00f0i n\u00fdggjum \u00edl\u00f8gum og fyri menning.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava n\u00fa eitt mark \u00e1 25% fyri \u00fatlendskum kapitali ella \u00fatlendskum ognarskapi. &nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er greitt, at vit hava br\u00fak fyri v\u00f8kstri og innovati\u00f3n &#8211; allasta\u00f0nis. T\u00e1 i\u00f0 \u00fatlendskir \u00edleggjarar kunnu vera vi\u00f0 til at skapa betri m\u00f8guleikar fyri endurn\u00fdggan, betri \u00fatger\u00f0, st\u00f8rri vir\u00f0i og fleiri arbei\u00f0spl\u00e1ss, eigur spurningurin ikki bara at vera &#8220;hvussu l\u00edti\u00f0 kunnu vit loyva&#8221;, men heldur, hvussu n\u00f3gv kunnu vit gagnn\u00fdta samstarvi\u00f0 vi\u00f0 \u00fatlendskar \u00edleggjarar.<\/p>\n\n\n\n<h2 class=\"wp-block-heading\"><strong>Tv\u00edskattaavtalur eru enn ein \u00f3br\u00faktur m\u00f8guleiki<\/strong><\/h2>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg valdi at stilla upp fyri Sambandsflokkin, t\u00ed at flokkurin hevur alt\u00ed\u00f0 hevur v\u00edst evni og vilja at styrkja v\u00e6lfer\u00f0ina og skapa m\u00f8guleikar gj\u00f8gnum eitt sterkt og skilagott samstarv \u00ed R\u00edkisfelagsskapinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 krevur, at allir teir politisku flokkarnir veruliga stu\u00f0la okkara egnu vinnu.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 at kn\u00fdta okkum upp \u00ed donsku tv\u00edskattaavtalurnar, skapa vit enn fleiri m\u00f8guleikar fyri vinnuna, sum hevur m\u00f8guleikar at bj\u00f3\u00f0a seg til uttanlanda. Hetta er ein konkretur m\u00f8guleiki at skapa betri innt\u00f8kur og fleiri samstarvslei\u00f0ir, serliga \u00ed sambandi vi\u00f0 oljuleiting ella \u00ed \u00f8\u00f0rum kapitaltungum verk\u00e6tlanir. Men her er ongin vilji at s\u00edggja til?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vilja vit hava st\u00f8rri f\u00edggjarligt r\u00e1sar\u00fam, so mugu vit eisini tora at n\u00fdta t\u00e6r hur\u00f0arnar, sum longu standa opnar fyri f\u00f8royingum. &nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Oljan er ein spennandi m\u00f8guleiki, sum krevur framskygni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er eingin loyna, at heimsins t\u00f8rvur \u00e1 olju ikki hv\u00f8rvur \u00ed morgin, og ta\u00f0 veit altj\u00f3\u00f0a orkufelagsskapurin (IEA) eisini. F\u00f8royar hava ein geopolitiskan fyrimun, vit liva \u00ed einum fri\u00f0arligum \u00f8ki vi\u00f0 st\u00f8\u00f0ufesti og eru partur av einum tryggum samfelagi\u00f0 \u00ed vesturheiminum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ger okkum \u00e1hugaverd fyri oljufel\u00f8g, men ta\u00f0 krevur, at vit signalera\u00f0 greitt, at vit vilja samstarva. T\u00ed l\u00f8gdu F\u00f3lkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Mi\u00f0flokkurin fram uppskot um at l\u00e6kka kolvetnisskattin \u00far 27% ni\u00f0ur \u00ed 18% &#8211; fyri at gera F\u00f8royar kappingarf\u00f8rar og \u00e1hugaverdar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava serfr\u00f8\u00f0iliga f\u00f8royska veitingarvinnu til fr\u00e1landavirksemi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 sn\u00fdr seg ikki bara um oljuna \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum. Ta\u00f0 sn\u00fdr seg um eina brei\u00f0a veitaravinnu, sum kann skapa \u00e1hugaverd f\u00f8roysk arbei\u00f0spl\u00e1ss. Ta\u00f0 veri seg vi\u00f0v. provianti\/ matv\u00f8ruveiting, logistikki, \u00fatb\u00fagvingar, verkfr\u00f8\u00f0i, flutningi, vi\u00f0l\u00edkahaldi og t\u00e6nastum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tann allar st\u00f8rsta \u00f3lukkan, sum eg s\u00edggi ta\u00f0, er um vit bara ver\u00f0a passivir eyglei\u00f0arar, og at okkara m\u00f8guleikar hv\u00f8rva. &nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eigur at vera sett fokus \u00e1 og \u00e1hugi fyri hesum 3 vinnum\u00f8guleikunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein v\u00e6lfungerandi vinna\/ fiskivinna vi\u00f0 avmarka\u00f0um \u00fatlendskum kapitali, ein oljuvinna, sum skapar n\u00f3gv avleitt virksemi og tv\u00edskattavtalur, sum ger, at ta\u00f0 loysir seg fyri f\u00f8royska vinnu at bj\u00f3\u00f0a seg fram uttanlanda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ey\u00f0dis Hartmann Niclasen<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">l\u00f8gtingskvinna fyri Sambandsflokkin<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>F\u00f8royska samfelagi\u00f0 byggir \u00e1 okkara dugnaskap og \u00e1 ta\u00f0, sum vit saman kunnu skapa. T\u00ed er ta\u00f0 avgerandi, at politiskar avger\u00f0ir virka fyri &#8211; ikki \u00edm\u00f3ti &#8211; f\u00f8royskari vinnu. Vit&hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":9690,"comment_status":"open","ping_status":"open","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"content-type":"","_lmt_disableupdate":"","_lmt_disable":"","footnotes":""},"categories":[110,7],"tags":[],"class_list":["post-9684","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur","category-vinnutidindir-samfelga-24-fo"],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9684","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/comments?post=9684"}],"version-history":[{"count":5,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9684\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":9693,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/posts\/9684\/revisions\/9693"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media\/9690"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/media?parent=9684"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/categories?post=9684"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/24fo.news\/index.php\/wp-json\/wp\/v2\/tags?post=9684"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}