Fiskivinnan hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tí er alneyðugt, at umsiting og avgerðir altíð verða tiknar á einum fult upplýstum grundarlagi. Skal tað lata seg gera, so er fyrsta treytin, at vit kunnu tosa og kjakast opið um fiskivinnuna.
Afturvendandni ákærur um, at persóns-, lokal- ella partapolitisk atlit verða sett fremst, hava súrgað kjakið um føroyska fiskivinnu seinastu nógvu árini. Spurningurin er, um ikki nettup manglandi opinleiki í fiskivinnu-politiskum avgerðum og fiskivinnufyrisiting generelt, halda uppi hesum ósunna parti av kjakinum.
Herfyri skipaði Sjúrður Skaale fyri einari ráðstevnu um barentshavssáttmálan. Endamálið við ráðstevnuni var at fáa í lag eitt kjak um framtíðar fiskivinnusamstarvið við Russland. Eitt sjónarmið hjá Sjúrði var, at almenna kjakið tók støði í viðurskiftum, sum ikki vóru nóg væl upplýst.
Á ráðstevnuni bleiv fleiri ferðir víst til mín persón. Eg haldi, at tað kann gagna kjakinum, um eg greiði eitt sindur meira frá mínum leikluti í hesum sambandi.
1. januar 1977 varð føroyska fiskimarkið flutt úr 12 út á 200 fjórðingar. Við fiskimarksútflytingini varð tørvur á nýggjum og víðkaðum fiskiveiðuavtalum í mun til tíðina fyri 1977. Umleið eitt ár seinni – á sumri í 1978 – mynstraði eg við skipi á fyrsta sinni.
Í 1978 gjørdu Føroyar fiskiveiðuavtalur við 6 lond (Ísland, Noreg, Sovjet, Svøríki, Pólland og DDR) umframt EEC. Avtalað varð, at hesi lond við uml. 130 fiskiførum kundu veiða sløk 60.000 tons av botnfiski umframt omanfyri 100.000 tons av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
Í 1982 mynstraði eg á fyrsta sinni sum yvirmaður á føroyskum línuskipi. Í 1982 vóru tíðirnar – hvat sínámillum fiskiveiðuavtalum viðvíkti – lítið broyttar. Nøgdirnar av botnfiski vóru eitt sindur smærri, nøgdirnar av uppisjóvarfiski størri og framvegis var loyvt eini armadu av fremmandum fiskiførum (omanfyri 100 í tali) at veiða í føroyskum sjóøki.
Nógvu fremmandu skipini hava darvað fiskiskapin hjá føroyska fiskiflotanum uttanfyri 12 fjórðingar almikið. Ein afturvendandi spurningur var altíð hvar ein skuldi fara til fiskiskap fyri ikki at elta ella liggja í slóðini hjá fremmandu fiskiførunum.
Mangan setti eg mær spurningin: hvat fingu Føroyar í roynd og veru afturfyri, at meira enn 100 fremmand fiskifør veiddu í føroyskum sjógvi? Her varð ikki hugsað um tonsini á pappírinum (tað sum framgekk av avtalunum), tí hesi tølini vóru almenn. Heldur varð hugsað um, í hvønn mun og hvussu føroyskir myndugleikar tryggjaðu sær, at bert avtalað virksemið gekk fyri seg á fiskileiðini.
Svartkjaftaskipini royna nær botni og nálgast upp at hvørjum kanti. Kongafiskur, men eisini upsi og blálonga eru fiskasløg, sum liva á botni, men eisini leita sær føði upp frá botni. Hví bleiv t.d. stóri kongafiskurin undir Føroyum heilt burtur? Stóðst tað av:
– Broyttum livilíkindum?
– Føroyskari ovurveiðu við troli á djúpum vatni?
– Ella óregluligari og ófráboðaðari hjáveiðu í svartkjafta- ella øðrum fiskiskapi?
Hendan spurningin fáa vit tíverri neyvan svaraðan nakrantíð.
Sum frá leið blivu fremmandu botnfiskafiskiførini burtur í føroyskum sjógvi (ongar avtalur blivu gjørdar). Undantakið var norsku línuskipini, og russisku svartkjaftaskipini hildu áfram sum frammanundan. Norska og russiska virksemið í føroyskum sjógvi var tengt at framhaldandi avtalum um føroyskan fiskiskap í Barentshavinum.
Í roknaðum virði hevur fiskiveiðusáttmálin millum Føroyar og Russland bygt á eina fyritreyt um, at fyri hvørt tons av botnfiski, sum vit fáa í russiskum sjógvi, so lata vit uml. 4 tons av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi, viðhvørt munandi meira.
Søguliga hava føroysk reiðarí sent uml. 4-5 skip í Barentshavið at veiða føroysku kvotuna, meðan russar hava havt loyvi at veiða við upp til 17 skipum í føroyskum sjógvi (nú 29 fiskifør). Hvør einstakur russiskur trolari tók nærum tað sama í lastina sum ¾ av tí flota, sum vit sendu upp í Barentshavið at veiða. Tað vil siga, at:
– Meðan lutfallið millum kvoturnar hjá londunum hevur verið ½ so hevur lutfallið í lastakapasiteti verið 1:14+. Hví mann hetta vera?
– Loyvda talið av russiskum uppisjóvarskipum í føroyskum sjógvi hevur verið umleið tvífalt so stórt sum samlaða talið av føroyskum uppisjóvarskipum. Hví mann tað vera?
Í svartkjaftafiskiskapi verður roynt nær botni og tætt uppá kantarnar. Frá føroyskari svartkjaftaveiðu vita vit, at hjáveiða hevur verið ein trupulleiki, og tí bleiv rist í svartkjaftatrolum eisini eitt krav.
– Er skráseting av russiskari hjáveiðu av botnfiski í føroyskum sjógvi eftirfarandi?
Í 1993 var Felagið Línuskip endurstovnað og eg var formaður í hesum felag í umleið fimm ár. Sum formaður gjørdi eg nógv við spurningin um barentshavssáttmálan og virkaði fyri, at føroysk línuskip eisini kundu fáa atgongd til Barentshavið aftur fyri, at norsk og russisk fiskifør royndu í føroyskum sjógvi.
Men hetta var sum at renna seg ímóti einum múri. Eingin vildi tosa um hesi viðurskifti. Eitt undantak var tó í 1994, tá ið Tummas Arabo sum landsstýrismaður loyvdi línuskipunum at fiska nakað av toskakvotuni í norska partinum av Barentshavinum. Hettar kom sera væl við, bæði hjá línuskipunum og hjá flakafólkum á føroysku flakavirkjunum, tí tá var støðan sera ring í Føroyum.
Mótstøðan ímóti, at línuskipini sluppu at fiska ein part av hesi kvotu, var øgilig, og tá ið Tummas fór úr landsstýrinum, endaði tann søgan eisini – so tað blivu bert til tvey ár. Tað framgekk greitt, at nøkur heilt fá reiðarí partú skuldu eiga barentshavskvotuna. Vit vóru fleiri, sum spurdu hví, men einki svar fekst.
Tað hava verið nógvir fiskimenn, sum saman við mær hava ynskt og ynskja at fáa svar uppá ymisk viðurskifti, men felagsnevnarin er, at eingin fær nakað svar.
At farið varð undir at seta tøl á, kom ikki av ongum.
– Í apríl í fjørð var formaðurin í búskaparráðnum frammi í einum innslagi í Degi & Viku. Boðskapurin var, at javnvág var í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Hesa útsøgn kundi ella vildi formaðurin ikki greina nærri, og tí bleiv hetta bert ein pástandur.
– Seinri um heysti var fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, í heimspressuni og greiddi frá, at sáttmálin við Russland hevði eitt virðið fyri Føroyar uppá á 5% av BTÚ. Hetta vísti seg at vera tikið úr leysum lofti, og útsøgnin var tí tikin aftur, men bleiv útsøgnin eisini rættað í heimspressuni?
– Stutta tíð eftir hetta kom danski tjóðbankin við eini útsøgn um, at Barentshavi hevði stóran týdning fyri Føroyar, og henda útsøgn hevur eisini verið dúgliga brúkt í Føroyum. Men hvat grundaði tjóðbankin sína útsøgn á – var tað á skeivu útsøgnina hjá føroyska fiskimálaráðharranum? Tað vita vit ikki.
– Seinni bað tásitandi landsstýrið tríggjar búskaparfrøðingar gera eina frágreiðing fyri at lýsa málið betur. Niðurstøðan var tann sama sum hjá búskaparráðnum: javnvág er í avtaluni. Hon hevur hvørki við sær tap ella vinning fyri Føroyar. Trupulleikin við hesi frágreiðing var, at hon ikki kundi almannakunngerast, og tí var ikki møguligt at fáa innlit í hana og at fáa eftirkannað, hvussu samhandilin um Barentshavið var uppgjørdur. Vit kundu hvørki síggja fyritreytirnar ella sjálvt roknistykkið, men máttu bara góðtaka, at “soleiðis er tað bara”.
Í fýra umførum vórðu myndugleikar ella umboð fyri myndugleikar sostatt frammi við útsagnum um javnvágina ella týdningin av sáttmálanum, men eingin av hesum instansum vildu gera grein fyri sínum útsagnum – og útsagnirnar hjá sjálvum fiskimálaráðharranum vístu seg at vera beinleiðis skeivar.
Hetta helt eg ikki átti at sleppa at standa einsamalt, eftirsum tað ikki var eitt virðiligt grundarlag fyri einum upplýstum kjaki. Tí fór eg undir at seta nakrar fortreytir upp og at seta eitt roknistykki saman við støði í almennum tølum. Hesar útrokningar legði eg út sum uppsløg á mín facebook-vanga.
Sjúrður Skaale hevði sæð hesar útrokningar, og hann vendi sær til mín fyri at vita, um hann kundi fáa tær. Grundgevingin var, at hann ikki vildi lata sær lynda, at honum var noktað at síggja frágreiðingina, sum teir tríggir búskaparfrøðingarnir høvdu gjørt. Tí vildi hann sjálvur fáa gjørda eina óhefta meting, sum øll kundu fyrihalda seg til.
Eg var fegin um, at tað var ein politikari, sum vísti áhuga fyri at fáa innlit í ymiskar samanhangir í fiskivinnuni. Í 2009 var Sjúrður Skaale – saman við Poul Michelsen og Jacob Vestergaard – teir einastu, sum veruliga høvdu áhuga í at seta seg inn í tað arbeiðið, sum formaðurin í reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, og næstformaðurin, Jónsvein Knudsen, settu í gongd um makrelin í føroyskum sjógvi.
Eg játtaði, og hóast eg ikki eri búskaparfrøðingur, so hevði eg einki ímóti, at mínar útrokningar blivu lagdar alment fram. Hetta er jú nakað, sum átti at at viðkomið øllum.
Í Løkshøll siteraði Sjúrður Skaale slagorðið hjá The Washington Post: “Democracy dies in darkness”.
Í eini kjaksending um tiltakið vóru tveir fyrrverandi politikarar í FM1. Ein av niðurstøðunum tóktist vera, at tiltakið hjá Sjúrði møguliga kundi skaða arbeiðið hjá samgonguni viðvíkjandi Russlandi.
Tiltakið var ein lýsing av føroyskt-russiska samstarvinum í søguligum høpi og ein lýsing av mongu og stóru tvístøðunum, ið Føroyar sum land standa við í sambandi við samstarvið við Russland. Ein partur av tiltakinum vóru útrokningar, sum allar byggja á almenn tøl og greiðar fortreytir, sum øll eiga at kunna fyrihalda seg til.
Um hugsanin er, at tiltakið hjá Sjúrði Skaale, hvørs endamál var vitan, upplýsing og kjak, skaðar arbeiðið hjá landsstýrinum, so missi eg í uppaftur størri mun trúnna á, at vit yvirhøvur eru búgvin at virka í einum væl-virkandi fólkaræði og taka avgerðir á fult upplýstum grundarlagi.