søndag, november 1, 2026
Home Vinna

Vinna

Akranes er systurskip SKIPANES, sum kom í FAS-flotan í august í ár. Hetta skrivar Sjóvinnustýrið

Nýggju Ro-ro-skipini eru bygd í Kina á Yantai CIMC Raffles skipasmiðjuni. Hesi leggjast afturat flotanum hjá Smyril Line, sum frammanundan telur skipini, Glyvursnes og Mykines, sum eisini eru skrásett í FAS.

Kelda & mynd: fma.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Distinguished guests, ladies and gentlemen,

To members of the Arctic Council family, to our neighbours, friends and partners from across the Arctic and the North Atlantic, and to everyone joining us here in Tórshavn or online:

A very warm welcome to Cold Seas, Critical Gaps.

We are pleased to host this conference together with our Arctic Council Chairship partners, Greenland and Denmark.

The Faroe Islands are a maritime nation. We depend on the sea for our fisheries, for transport and for our connections with the rest of the world.

Maritime traffic in our region is increasing.

Last year, more than 100 cruise ships visited the Faroe Islands and our surrounding waters.

At times, as many as 17,000 passengers can be on cruise ships around our islands at the same time.

That is roughly one third of our population.

This brings opportunities for tourism and our local economy. But it also brings risks.

What if a large passenger ship gets into serious trouble in our waters?

Search and rescue would be the first priority. Our emergency services, maritime authorities and volunteer rescue organisations would all have important roles to play.

But an accident of that size could quickly put our resources under pressure.

Preparedness is a high priority for the Faroese Government, especially in these uncertain times.

We are strengthening the way our national preparedness is organised and coordinated. We have also started planning a new patrol and rescue vessel.

And we are looking into developing measures that will enhance surveillance of maritime traffic around the Faroe Islands. This will give us a better picture of maritime traffic around the islands.

But even as we strengthen our own preparedness, we will continue to depend on cooperation with our neighbours.

Faroese waters cover a vast area, stretching far beyond our shores. A major accident could quickly require assistance from other countries.

And the Faroe Islands are not alone in facing these challenges.

Across the Arctic and the North Atlantic, distances are long, weather conditions can be difficult, and rescue resources are not always close by.

We need to know what help is available, how we can assist each other, and how we can work together when an accident happens.

We must also do what we can to prevent accidents in the first place.

Through the Arctic Council, Arctic States, Permanent Participants and partners have built knowledge, trust and practical cooperation on issues of common concern over many years.

The agreements on search and rescue and on marine oil pollution preparedness are good examples of what countries can achieve by working together.

At a time when international cooperation faces challenges in many parts of the world, the importance of maintaining dialogue, practical collaboration and respect for agreed rules and frameworks is as great as ever.

The Arctic Council remains a unique forum where the relevant Arctic stakeholders can come together around shared responsibilities and shared interests.

I am therefore grateful to all those who remain committed to advancing this important work.

Over the next days, you will share experience from across the Arctic and the North Atlantic. You will discuss where the gaps are, what can be improved, and how we can be better prepared.

I hope this conference will lead to practical ideas that we can take forward together.

I would also like to thank everyone who has worked to make this conference possible.

I wish you three productive days and good discussions here in Tórshavn.

Once again, welcome to the Faroe Islands.

Thank you

Kelda & mynd: ufmr.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Geopolitisk stríð hevur elvt til stór sveiggi í orkuprísum og harafturat hevur búskapargongdin verið betri enn væntað. Tað ger, at miðbankarnar hava hækkað renturnar, og at útlit eru til, at renturnar fara at hækka enn meira.

Altjóða fíggjarmarknaðirnir hava í ár verið merktir av geopolitiskum stríði og sveiggjum í orkuprísum, sum hava givið óvissu um inflatións- og rentuútlitini. Avmarkaður skipaflutningur gjøgnum Hormuzsundið hevur tarnað millum annað flutningi av olju og elvt til stóru sveiggini í orkuprísum. Hægri orkuprísir økja inflatiónstrýstið og harvið eisini sannlíkindini fyri, at miðbankar hækka renturnar.

Bæði evropeiski miðbankin, ECB, og amerikanski miðbankin, Fed, hava hækkað leiðandi renturnar í ár. ECB hevur hækkað renturnar í juni og september við 0,25 prosentstigum, tvs. við 0,50 prosentstigum tilsamans, meðan Fed fyri kortum hækkaði rentuna á fyrsta sinni í ár, somuleiðis við 0,25 prosentstigum.

Fyri báðar miðbankarnar eru í løtuni útlit til, at renturnar kunnu hækka meira komandi mánaðirnar. Hetta kemur serliga av, at inflatiónstrýstið framvegis er lutfalsliga høgt, samstundis sum búskapargongdin hevur verið betri enn væntað. ECB hevur í seinastuni hækkað sínar metingar um búskaparvøkstur og inflatión í evruøkinum komandi ár, meðan nýggj amerikansk lyklatøl og metingar frá Fed somuleiðis benda á framhaldandi búskaparvøkstur í USA. Rentuútlitini kunnu tó broytast skjótt við broytingum í búskaparútlitunum.

Danski tjóðbankin hevur hækkað sínar leiðandi rentur samsvarandi rentuhækkingunum hjá ECB. Av tí sama eru renturnar eisini hækkaðar í føroysku bankunum. Bæði inn- og útlánsrenturnar eru øktar eitt vet í føroysku bankunum í august 2026 orsakað av rentuhækkingini, sum danski tjóðbankin framdi í juni 2026. Seinna rentuhækkingin, sum danski tjóðbankin boðaði frá í september 2026, verður framd í føroysku bankunum síðst í oktobur ella í novembur 2026.   

Miðal útlánsrentan hjá føroysku privat- og vinnukundum í føroysku bankunum var 4,39% í august 2026, meðan miðal innlánsrentan var 0,65%, sí mynd 1. Rentumarginalurin er munurin millum innláns- og útlánsrentuna.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Føroysku bankarnir øktu útlán til føroyskar kundar fra august 2025 til august 2026 økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeið

Í august 2026 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 6,4% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var í august 2026 7,7% og til húsarhaldini var hann 9,2%.

Mynd 1 vísir árligan útlánsvøkstur hjá føroysku bankunum, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani árslok 2025 og var 6,4% í august 2026.

Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri tilsamans 22,2 mia. kr. í august 2026. Í august í fjør vóru útlánini 20,8 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeiði.

Tað er serliga økt lántøka hjá privatu vinnuni og húsarhaldunum, sum toga útlánsvøksturin upp i august 2026. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna.

Privata vinnan

Privata vinnan hevur økt lántøkuna við 500 mió. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Privata vinnan skyldar um 7,2 mia. kr. í føroysku peningastovnunum tilsamans (august 2026). Útlánsvøksturin til privatu vinnuna hevur verið veksandi síðani á várið 2025. Útlánsvøksturin er framvegis lutfalsliga høgur (7,7% í august 2026), men hevur verið minkandi síðani á vári 2026, sí mynd 2.

Húsarhaldini

Húsarhaldini hava økt lántøkuna við 1,1 mia. kr., frá 11,3 mia. kr. til 12,4, mia. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Vøksturin í útlánum til húsarhaldini var 9,2%, roknað sum eitt 3 mánaðar glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. frá føroysku peningastovnunum. Húsarhaldini læna einamest til bústaðarfígging. Føroysk húsarhald læna eisini frá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í útlánum frá donsku realkredittstovnunum er minkandi. 

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.

Tilvildarlig mynd 24.fo – 123rf.com

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel í London

Komandi tvær vikurnar verða strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk á skrá í London.

Byrjað verður í dag, týsdagin 13. oktober, tá strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg hittast til samráðingar um svartkjaft.

Mikudagin og hósdagin hittast strandarlondini Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland til samráðingar um norðhavssild.

Týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku hittast strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg til samráðingar um makrel.

Stóru málini eru at viðgera ráðgevingarnar frá ICES um teir tríggjar uppsjóvarstovnarnar, at finna semju um mest loyvdu veiðu fyri 2027, eins og at samráðast um framtíðar býtir.

Harumframt fara strandarlondini eisini at viðgera útbreiðslufrágreiðingar, veiðuhagtøl, umsitingartiltøk og NEAFC tiltøk.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Politisku myndugleikarnir eiga at raðfesta rakstrarsparandi íløgur framum aðrar íløgur, tí tær bøta um fíggjarpolitiska haldførið. Hetta skrivar Búskaparráðið

Úrslitið í grundframlitinum í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er ein haldførisávísi á -4% av BTÚ í 2026. Tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast, fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal árliga, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini. Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almennu veitingarnar veksa við lægri ferð, enn lønirnar. 

Tí eiga rakstrarsparandi íløgur í vælferðraøkið at hava hægstu raðfesting hjá politisku myndugleikunum. Eitt nú eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar, bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. 

Til dømis hava Føroyar eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði á eldraøkinum. Megna vit at økja produktivitetin í almenna geiranum við eitt nú íløgum í størri rakstrareindir, so somu ella betri tænastur kunnu veitast við minni tilfeingi, bøtir tað um haldførið.

Í frágreiðingini um kommunubúskapin frá á heysti 2025 vísti Búskaparráðið til dømis á, at íløgur í eldraøkið, sum lækka eindarkostnaðin fyri hvørt búpláss á bústovnum við í miðal 20%, letur seg gera. Verður einstaklingakostnaðurin á eldraøkinum lækkaður við 20%, tað vil siga, hvussu nógv hvør persónur í hvørjum árgangi í miðal kostar í eldrarøkt yvir tíðarskeiðið 2025 – 2035 gevur tað ístaðin ein haldførisávísa á -2,5%. 

Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum at geva rakstrarsparandi íløgum hægstu raðfesting innanfyri verandi íløgukarmi.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Teldusníkar lupu á Bakkafrost hósdagin í farnu viku. Álopið vardi í átta tímar, og óviðkomandi fingu atgongd til ávísar brúkaraupplýsingar, sigur Regin Jacobsen, stjóri, við Kringvarp Føroya.

KT-deildin og verjuskipanirnar hjá felagnum vórðu var við álopið og settu tiltøk í verk beinanvegin. Bakkafrost arbeiðir nú saman við uttanhýsis trygdarserfrøðingum at kanna hendingina og at tryggja skipanirnar. Tilburðurin er fráboðaður viðkomandi myndugleikum, skrivar Sigrún H. Brend á kvf.fo í morgun.

Hendingin hevur við sær órógv í arbeiðsgongdunum, serliga í virkseminum hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Jacobsen vónar, at alt kemur í rættlag um nakrar dagar. Trygdin hevur tó fremstu raðfesting, og kanningararbeiðið kann taka longri tíð, sigur hann.

Bakkafrost er størsti alarin í Føroyum og næststørsti í Skotlandi. Felagið er skrásett á Oslo Børs og hevur virksemi í Føroyum, Skotlandi og Danmark. Einki er enn sagt alment um, hvør stóð aftanfyri álopið, hvat slag av álopi talan er um, ella hvørjar brúkaraupplýsingar vórðu raktar. Felagið hevur heldur ikki sent út børsfráboðan um hendingina.

Útlendsk umrøða er enn avmarkað. Daily Northern, enskur miðil um Føroyar og Norðurlond, hevur í dag greinina «Hackers attack Bakkafrost for eight hours». Hon er endursøgn av frásøgnini hjá KVF og vísir til Regin Jacobsen og Kringvarp Føroya sum keldu. Aðrir altjóða fíggjar- og alivinnumiðlar hava ikki tikið málið upp.

Kelda: Sigrún H. Brend, Kringvarp Føroya, 5. oktober 2026. Daily Northern, 5. oktober 2026, við tilvísing til KVF.

Savnsmynd 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mest loyvda veiða í 2027 hækkar fyri allar tríggjar stovnarnar. Hetta skrivar Havstovan

Makrelur

Tilmælið fyri makrel er 352.938 tons fyri 2027, sum er ein hækking á heili 102% í mun til í ár.

Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er komin upp um Blim markvirðið. Sostatt eru ógvusligu átøkini, sum í fjør vóru sett í verk fyri at verja stovnin, ikki longur neyðug.

Tilmæli 2027, makrelurTilmæli 2027, makrelur

Svartkjaftur

Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons fyri 2027, sum er ein hækking á 25% í mun til 2026.

Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

Tilmæli 2027, svartkjafturTilmæli 2027, svartkjaftur

Norðhavssild

Tilmælið fyri norðhavssild er 588 túsund tons fyri 2027, sum er ein hækking á 10% í mun til í ár.

Tilmæli 2027, norðhavssildTilmæli 2027, norðhavssild

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.

Tilmælið
2027
Tilmælið
2026
Broyting
frá 2026
til 2027
Makrelur352.938174.357102 %
Svartkjaftur1.064.191851.34425 %
Norðhavssild588.004533.91410 %

MakrelurNorðhavssildSvartkjaftur

Hvussu verða tilmælini gjørd?

Tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft eru bygd á stovnsmetingina fyri 2026. Stovnsmetingin varð roknað á altjóða fundi í Keypmannahavn 26. august – 1. september, 2026.

Øll stovnsmetingarfrágreiðingin liggur á heimasíðuni hjá ICES, men kapitlarnir um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel, saman við innleiðingini í frágreiðingini, kunnu eisini lesast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.

Ch. 1. IntroductionCh. 2. Blue whitingCh. 4. Norwegian spring-spawning herringCh. 8. Mackerel

Til stovnsmetingina av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða m.a. úrslitini frá altjóða svartkjafta-, silda- og makrelkanningunum, sum Jákup Sverri luttekur í, hvørt ár í ávikavist mars, maj og juli, brúktar.

Altjóða frágreiðingin frá svartkjaftakanningunum í 2026 (IBWSS report)Altjóða frágreiðingin frá sildakanningunum í 2026 (IESNS report)Altjóða frágreiðingin frá makrelkanningum í 2026 (IESSNS report)

Jan Arge Jacobsen

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Dómur er nú sagdur í Hægstarætti, har Uttanríkis- og fiskimálaráðið fekk viðhald í málinum millum P/F Thor / P/F Føroya Banka og Fiskimálaráðið, sum snúði seg um royndarloyvi hjá M/S Phoenix. Hetta skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Málið í stuttum:

Málið snýr seg um djúpvatnstrolaran Phoenix, sum hevði royndarloyvi at fiska stinglaks fram til 2008.

Síðst í 2008 varð talið av royndarloyvum eftir tilmæli frá Havstovuni minkað úr trimum niður í tvey, og royndarloyvini vórðu tillutað øðrum trolarum fyri 2009. Um somu tíð, sum royndarfiskiskapurin varð umskipaður, fór Phoenix á tvingsilssølu og varð keyptur av Føroya Banka. Bankin átti skipið fram til síðst í 2009, tá P/F Thor keypti tað og søkti um royndarloyvi til stinglaks. Umsóknin var sýtt, tí hildið var fram við somu skipan, sum hevði verið í 2009.

P/F Thor og Føroya Banki løgdu málið fyri Føroya Rætt í 2014 við kravi um endurgjald.

Avgerðin hjá Hægstarætti:

Hægstirættur skuldi taka støðu til, um avgerðirnar hjá Ráðnum um royndarloyvir fyri 2009 og 2010 vóru ógildugar, og um Ráðið hevði endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.

Hægstirættur kemur til, at Føroya Banki ikki hevði rætt til royndarloyvi eftir 2008. Bankin hevði hvørki fingið bindandi tilsøgn ella eina rættarvarda væntan um royndarloyvi. Harafturat leyk Bankin ikki eigaratreytirnar í táverandi lóggávu og kundi tí ikki fáa royndarloyvi. Ongin endurgjaldsábyrgd var tí fyri Ráðið viðvíkjandi viðgerðini fyri 2009.

Viðvíkjandi P/F Thor var avgerðin um royndarloyvi fyri 2010 avgerandi. Hægstirættur metir, at avgerðin hjá Ráðnum um tillutan av royndarloyvunum fyri 2010 var innan fyri heimildina í lógini, og at eingin grund er at finnast at henni. Ráðið hevur tí heldur onga endurgjaldsábyrgd í hesum sambandi.

Hægstirættur staðfesti sostatt dómin hjá Eystara Landsrætti frá 21. november 2024, og Uttanríkis- og fiskimálaráðið er frídømt fyri endurgjaldskravið.

Dómurin kann lesast her.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fiskivinna Music expresses feeling and thought, without language. It was below and before speech, and it is above and beyond all words.

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira