64
Earth Hour: Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum, leygardagin 25. mars, frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum var í 2013.
Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll vælkomin at stuðla tiltakinum við at sløkkja ljós í ein tíma, soleiðis at vit øll kunnu vera saman um Earth Hour.
Kelda & mynd: klaksvik.fo