mandag, februar 9, 2026
Home Uncategorized

Uncategorized

Tórshavnar býráð samtykti mikukvøldið fleiri mál, sum skulu bøta um kloakkviðurskiftini í kommununi, og sum eisini eru í tráð við spillvatnsætlanina hjá kommununi.

Størsta einstaka játtanin í hesum sambandi, sum varð samtykt mikukvøldið, er hosufóðring av kloakkum fyri 7 milliónir krónur.

Við hosufóðring verða nýggjar leiðingar lagdar inn í verandi leiðingar, og er hetta væl bíligari enn útskifting av leiðingum við grevstri. Hesin hátturin er eisini sera væl egnaður til leiðingar, sum fara gjøgnum privat lendi ella undir bygningar o.a., sum ikki kann takast burtur.

Seinastu fýra árini eru umleið 4,5 km av spillvatnsleiðingum í kommununi hosufóðraðar. Næstu økini, har ætlanin er at hosufóðra kloakkleiðingar, eru m.a. við Stoffalág/Fútalág og við Torfinsgøtu.

Sum fyrireiking til, at spillvatnsleiðingarnar verða hosufóðraðar, er neyðugt at leiðingarnar verða filmaðar og møguligir skaðar skrásettir. Í hesum sambandi verða leiðingarnar eisini spulaðar, og tað gevur eisini ábøtur á tær leiðingar, sum áður hava verið tiptar ella hava havt treingingar vegna skittsamlingar. Býráðið hevur nú játtað 700.000 krónur til skráseting og spuling av kloakkleiðingum í allari kommununi.

Verandi 19 havleiðingarnar í Tórshavn skulu eisini skrásetast, og til tað eru játtaðar 300.000 krónur. Spillvatnsrenslið í Tórshavn er lagt 1 m undir lægstu fjøru. Hetta er sambært áseting og orðing í spillvatnskunngerðini, men í summum førum er 1 m ikki nøktandi. Skrásetingarnar skulu staðfesta, hvørjar av leiðingunum skulu leingjast.

Havleiðingin við Landssjúkrahúsið verður nú raðfest við fyribils 500.000 krónum. Leiðingin er 700 metrar long, og nýggjar kanningar innan streymviðurskifti vísa, at við at leingja leiðingina við umleið 300 metrum kann tryggjast, at útrenslið ikki rennur beinleiðis út í streymar, sum renna inn í havnalagið.

Leiðingin lá óvirkin fyrstu tvey árini, eftir at hon varð løgd, og neyðugt er at kanna standin á leiðingini gjølla, áðrenn hon verður longd. Samskifti er við fyritøku um kanningararbeiðið.

Tvær milliónir krónur eru játtaðar til at kanna kloakkleiðingina við Sjósavnið. Hendan leiðingin er 60 metrar long, og her vísa nýggjar kanningar, at ein leiðing uppá umleið 900 metrar skal til fyri at tryggja, at frárenslið ikki rennur beinleiðis út í streymar, sum renna inn í havnalagið.

Broytingar mugu gerast í kloakkskipanini her, og hetta arbeiðið má gerast, áðrenn farið verður undir eitt nýtt Sjósavn.

Slakar tríggjar milliónir eru játtaðar til kloakkarbeiði í Pedda við Stein gøtu og á Heiðavegi.

Spillvatnsleiðingarnar í Pedda við Stein gøtu hava leingi trongt til ábøtur. Harumframt gera nýggju bústaðirnir í Sílagøtu og fram við Dalavegnum omanfyri Pedda við Stein gøtu, at leiðingarnar mugu gerast størri. Hetta arbeiðið byrjaði í sambandi við skúlabyggingina niðast í gøtuni, og nú verður arbeiðið gjørt liðugt. Samstundis verða ferðsluviðurskiftini í Pedda við Stein gøtu betur skipað.

Spillvatnsleiðingarnar í síðugøtunum til Heiðaveg – Heiðastubbi og Heiðaskákið – eru dagførdar, og nú eigur Heiðavegur tørn. Tá undirstøðukervið er liðugt dagført, fer hetta eisini at lyfta Heiðaveg upp í raðfestingini í sambandi við asfaltering.

Allar játtanirnar til at bøta um kloakkviðurskiftini vórðu einmælt samtyktar á býráðsfundi mikudagin.

Kelda & mynd: torshavn.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Beint fyri klokkan 10 legði Dannebrog at við Bursatanga, og Fríðrikur kongur og Mary drotning komu í land í Havn, fyri fyrstu ferð sum kongur og drotning. Við teimum er eisini Josephine prinsessa.

Myndir frá: torshavn.fo

Fyri teimum á bryggjuni stóðu Aksel V. Johannesen, løgmaður, Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og við føroyskum og donskum fløggum heilsaði ein stór mannfjøld kongshjúnunum vælkomnum.

Skráin fyri dagin hjá kongshjúnunum sær soleiðis út:

Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga

Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30 Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.

Kl. 11.05 Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15 Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap Løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00 Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 12.45 Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia.

Kl. 14.20 Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

H.H. Kongurin

Kl. 15.35 Kongur vitjar endurvenjingarstovnin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotningin

Kl. 15.45 Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Kl. 19.00 Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

700 milliónir fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur, 331 milliónir krónur, er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði.

Góðar 700 milliónir krónur, ella 5,7 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá mai 2024 til apríl 2025 enn undanfarnu 12 mánaðirnar. 

Løn (útgoldin)

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 mai – aprílmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Løn (útgoldin)12.355,713.062,7707,05,7

Kelda:Hagstova Føroya

Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Hetta skrivar Hagstovan tú kanst lesa meira her

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í dag 17 mai hátíðarhald í Vágsbotni í sambandi við, at nýumvældi Rescue Lív nú er afturkomin til Føroyar. Nógv spennandi var á skránni til bæði børn og vaksin.

Elsa Berg, borgarstjóri, bar eisini fram eina heilsan.

“Góðu bjargingarfólk!

Góða Rescue LÍV-manning!

Góðu tit øll!

So upprann umsíðir dagurin, at vit kunnu fegnast um, at Rescue LÍV er komin heimaftur. Eftir drúgva umvæling og uppstiging, er hetta helst mest framkomni bjargingarbátur í landinum. Við nýggjum motorum og fleiri øðrum batum, er trygdin vorðin enn størri. Motorarnir eru yvir túsund hestar hvør, so báturin klárar eina ferð oman fyri 30 knob. Oman á tað heila, hevur Rescue LÍV nú eina sleipimegi upp á 10 tons. Yvirhøvur er so nógv skift út og bøtt um, so bjargingarbáturin nú er sum nýggjur. Hóast tað hevur tikið sína tíð at fáa alt gjørt umborð, hevur tað verið tað vert.

Sum eg skilji tað, er Rescue LÍV nú so framkomin, at tørvurin er nøktaður 15-20 ár fram. Tí verður hann álitið í sambandi við bjarging á sjónum í kommununi, sum hann hevur verið tað. Somuleiðis er hann – enn sum áður – sama trygd fyri sjúkraflutningi úr Nólsoy og Hesti. Øllum hesum, umframt øðrum uppgávum, kann Rescue LÍV enn betur taka sær av nú. Ikki minst hevur hann við framkomna FLIR-myndatólinum fingið nýggj ‟eygu”, kunnu vit siga. Nú ber enn betri til at síggja fólk, sum liggja á sjónum – enntá í myrkri.

Um tvey ár kann Havnar Bjargingarfelag hátíðarhalda sína fyrstu hálvu øld. Upprunin til felagið liggur aftur í januar 1957, tá íslendski trolarin ‟Góðanes” sakk við Flesjarnar. Øll manningin bjargaðist uttan skiparin, og hendingin sett gongd á bjarging í Føroyum. Øll dugdu tá at síggja, hvussu illa tað í veruleikanum stóð til við bjargingarútgerð her á landi.

Samband fekst við íslendska bjargingarfelagið Landsbjörg, sum ikki lá á boðunum. Íslendingar komu til Føroya at skipa fyri bjargingarroyndum og vístu eisini film um bjarging. Burtur úr hesum spurdust fleiri bjargingarfeløg, og Havnar Bjargingarfelag var eitt teirra.Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki virðismeta tykkara arbeiðið ov høgt. Tað hevur eisini verið okkum ein gleði at hava verið partur av tykkara fíggjarliga baklandi.

Tá vit hyggja okkum um her í Vágsbotni, síggja vit bátar í hópatali. Hetta er sjálv ímyndin av føroyinginum og sambandinum við sjógvin og havið. Samstundis vita vit øll, at trygdin hevur alt at siga, og tí er kommunan eisini ein viðspælari. Vit fegnast um, at vit við Rescue LÍV eru enn betur fyri at taka tær avbjóðingar, ið kunnu koma. Og framhaldandi eiga vit at arbeiða fyri, at vit á hesum øki ongantíð aftur verða eftirbátar.

Havnar Bjargingarfelag er eisini so nógv annað, men altíð við trygd og bjarging í hásæti. Tit hava eisini annan útbúnað, so sum dronur, dronubil, útgerð til fjallabjarging og annað. Vit hava øll størstu virðing fyri tykkara innsatsi, ið snýr seg um at bjarga mannalívum.Tað sama er galdandi fyri øll hini bjargingarfeløgini, sum eru umboðað her í dag. Tí er tað við størsta takksemi, at vit vilja hjálpa og stuðla tykkum í hesum arbeiðinum. Alt verður gjørt sjálvboðið og í frítíðini, og tað skulu tit øll eiga eina hjartans tøkk fyri.

At enda vil eg vegna Tórshavnar kommunu bera tykkum bestu ynski fyri framtíðina. Ynskistøðan vildi verið, at tað ongantíð vóru boð eftir Rescue LÍV, men soleiðis er tað bara ikki. Júst tí eru vit fegin um, at leggja nógv fyri at geva bestu hjálpina, tá ið mest er brúk fyri henni.

Bestu eydnu við Rescue LÍV og øllum tykkara virksemi – og takk fyri alt tað, tit gera!”

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nú byrjar afturvendandi ferðavinnuátakið “Closed for Maintenance”. Sjálvboðin úr øllum heiminum eru komin til Føroyar og fara komandi tríggjar dagarnar at umvæla gøtur og søgulig týdningarmikil støð Føroyum. Hetta verður gjørt saman við føroyskum sjálvbodnum og avvarðandi myndugleikum. 

Níggju verkætlanir eru í ár við í átakinum kring landið og tríggjar teirra eru í Tórshavnar kommunu. í Koltri fara fólk frá Tjóðsavninum saman við sjálvbodnum at endurskapa søguliga Eiðisdammin og at umvæla gøtur.

Í Nólsoy verður hildið fram við at bøta um vælvitjaðu gøtuna út á Borðuna. Millum annað er tørvur á at drena lendið og at merkja gøtuna.

Triðja verkætlanin er á gøtuni millum Tórshavn og Kirkjubø, ið er mest vitjaða bygdagøta í Føroyum. Visit Tórshavn samskipar arbeiðið har saman við bæði útlendingum og føroyingum. Saman við royndum arbeiðsfólki verður bøtt um gøtuna og miðjað eftir at varðveita søguliga leiðina í upprunadámi.

Elsa Berg, borgarstjóri, heilsaði í morgun upp á toymið, sum fer at umvæla leiðina til Kirkjubøar.

Kelda & myndir: torshavn.fo 1-5-2025

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Heimurin stendur í dag við eini blanding av sorgarleiki, politiskum broytingum og heilsuavbjóðingum, sum ávirka bæði einstaklingar og samfeløg. Hendingarnar, sum hava merkt dagin, vísa á, hvussu fjølbroyttur og samansettur heimurin er.

Sorgarleikur í Kanada Í Vancouver, Kanada, hevur ein bilur koyrt inn í eina mannamúgvu undir árliga Lapu-festivalinum, sum fagnar filipinska mentan. Fleiri fólk eru deyð og løstað, og løgreglan hevur handtikið ein 30 ára gamlan mann í sambandi við hendingina2. Enn er ógreitt, um talan var um eina vanlukku ella eina tilvitaða gerð, men borgarstjórin í Vancouver og kanadiski forsætisráðharrin hava víst samkenslu við ofrunum og teirra familjum.

Friðarsamráðingar í Ukraina: Ein nýggj vón Í Rom hava Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj hitt hvør annan í samband við jarðarferðina hjá pávanum Francis. Hetta møtið hevur skapt nýggja vón fyri frið í Ukraina, sum hevur verið merkt av kríggi síðan 2022. Bæði russiski og ukrainski forsetin hava lýst, at teir vilja koma til samráðingarborðið uttan nøkur krøv undan samráðingunum. Trump hevur eisini sagt, at hann hevur álit á, at ein friðaravtala kann gerast, hóast avbjóðingarnar eru stórar.

Samstarv í Ríkisfelagsskapinum Í Danmark og Grønlandi er politiskur dialogur í gongd. Danski statsministarin, Mette Frederiksen, tosar við grønlendska starvsbróður sín um at víðka og betra samstarvið í Ríkisfelagsskapinum. Frederiksen hevur áður víst á týdningin av javnbjóðis viðurskiftum og virðing fyri grønlendskum ynskjum5.

Friðarsamráðingar í Ukraina Í Rom hava Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj hitt hvør annan í samband við jarðarferðina hjá pávanum Francis. Bæði russiski og ukrainski forsetin hava lýst, at teir vilja koma til samráðingarborðið uttan nøkur krøv undan samráðingunum. Hetta gevur betri vónir fyri frið í Ukraina, sum hevur verið merkt av kríggi í fleiri ár7.

Heilsuavbjóðingar í Danmark Vøksturin í fólki við sukursjúku er stórur. Fleiri enn 368.000 danskarar hava nú diabetes, sambært danska diabetisfelagnum. Hetta er ein áminning um týdningin av fyribyrging og heilsufremjandi tiltøkum.

Norðurlandadagur 2025 verður hildin í Føroyum, har kjak verður um framtíðar samstarv millum norðurlendsku londini. Fleiri granskarar og politikarar umrøða framtíðar felags mál, serliga í sambandi við Arktis og burðardygd.

Norðurlendskt lesiátak: Dagstovnar í Runavíkar kommunu luttaka í einum norðurlendskum lesiátaki, sum skal menna barnabókmentir í økinum og styrkja lesihugin hjá børnum.

Ítróttur í Føroyum:

Mjølnir hevur vunnið steypakappingina í flogbólti bæði hjá kvinnum og monnum, og KÍ hevur styrkt støðuna í føroysku fótbóltskappingini við stórsigri í Vági.

Grein í samstarvið við Copilot – Fø keldur portal.fo dimma.fo og nrk.no

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Nú hevur verið tosa um at politikarar ikki altíð vilja tosa við miðlarnar tá tey ringja, men fegin vilja hava teirra boðskap út, tá tey hava okkurt positivt uppá hjarta.

Í dag var í Løgtinginum viðgerð av einum lógaruppskotið um oljuvinnu, og vóru tað politikarar ið tosaðu um at tað var løgið at fjølmiðlar ikki tikið hetta upp, somuleiðis sum ført var fram at tað var løgið at KFV ikki vísti hesum ans. Hetta kann verða púra rætt, tí um vit finna olju og gass í undirgrundini so er hetta eitt stórmál, og skuldi eg sum vinnu miðil eisini tikið hetta upp nú. Men orkan er ikki til tað júst nú.

Men aftur til politikararnir og miðlarnar, her hevur tað týdning at báðir partar hava virðing hvør fyri øðrum, og sum fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard segði í D&V nú eitt kvøldi so skuldi KVF verið flaggskipið í okkara lítla miðla heimið.

Media event or press conference during coronavirus COVID-19 pandemic

Men eitt krav til pressuna má eisini verða, at tey fólk sum skulu gera samrøðu vit landsstýrisfólk hava vitan um tað evnið málsøkið tey spyrja um. Somuleiðis tá fjølmiðlafólk gera samrøðu við ein borgarstjóra um fíggjarætlanir, rakstur og samgongu ella nevndararbeiði og mannagongdir hjá einari kommunu, at hesi fólk hjá eitt nú KVF kenna til kommunu viðurskiftir og býráðsarbeiði v.m. Tað er eingin náttúrulóg at ein politikari skal svara sama dag ella kvøld sum ein tilvildarligur journalistur ringir um ávíst evnið.

Hava politikarar virðing fyri pressuni, eg veit tað ikki, í løgtinginum er eitt glasbúður sum miðlafólk kunnu fáa ein kopp av kaffi í. Hurðin inn til matstovuna hjá løgtinginum er stongd. Miðlafólk  sleppa ikki at samráðast um egin lønarviðurskifti í egnum fakfelag.

Politikarar hava sett eina politiska nevnd sum skal velja út hvør miðil fær miðlastuðul eftir at miðilin hevur sent umsókn um, hvat tey vilja skriva um, hvørji evnir ella verkætlanir kalla tey tað vist. Ikki er neyðugt at útgreina hetta her, hetta minnir um bananrepublikkir.  Um miðlastuðilin skuldi verið á hædd við Danmark so er talan um góðar 4 milliónir krónir.

Kundi verið áhugavert um miðlafólk við pressukortið í Íslandi og Danmark og øðrum norðurlondum ikki kunnu fara inn í matstovurnar í parlamentinum og fáa sær ein bita tá tey eru til arbeiðis har. Tá man í einum fólkaræði læsir seg inn í matstovuna í einum parlamenti og knallar hurðina í gronina á tí triðju statsmaktini, so sigur tað seg sjálvt, hvussu miðlarnar hava tað í hesum landi. Men tað skal sigast at eg sjálvur var boðin inn um av einum politikara til kaffi innan glasrútin.

Kanska løgtingsforkvinnan fer at lata dyrnar upp fyri pressuni og skapa betri arbeiðsumstøður hjá miðlunum.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seks mans eru ákærdir í einum stórum máli, sum byrjar í Føroya Rætti í dag. Teir ákærdu – sum allir eru danir – eru millum 22 og 41 ár. Teir eru allir ákærdir fyri at hvítvaska pengar og smugla rúsevni til Føroya.

Í sambandi við málið hava TAKS og Føroya Politi lagt hald á 1,3 mió. kr. í reiðum peningi og 18 kg av hassji.

Stórar nøgdir av peningi og rúsevnum

Í fjør steðgaði TAKS einum bili ávegis umborð á Norrønu. Í bilinum vóru tveir av teimum ákærdu umframt 1,3 mió. kr. í reiðum peningi. Pengingurin var goymdur í fleiri ymsum rúmum í bilinum.

Kanningararbeiðið hjá Føroya Politi víðari í málinum førdi til, at tveir mans afturat vóru handtiknir seinni sama dag nakað omanfyri Kirkjubø. Í hesum sambandi legði Føroya Politi hald á 18 kg av hassji. Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum funnin og handtikin. Hesin var komin til Føroya við seglbáti, sum hassjið sambært ákæruni kom til Føroya við.

Hesir fimm menninir hava sitið í varðhaldi síðani oktober í fjør.

At enda leiðir kanningararbeiðið til handtøkuna av sætta og seinasta manninum. Umframt ákæruna fyri nevndu brot, er hesin maðurin eisini ákærdur fyri at hava selt 200 gram av amfetamini.

Hesin maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani januar í ár.

Rættarfundirnir vera við Tjarnir

Av tí at tað eru seks ákærdir persónar í málinum, sum allir sita í varðhaldi, eru vanligu hølini hjá Føroya Rætti ikki nóg stór, og tí verður rættarmálið viðgjørt í hølum við Tjarnir.
Viðgerðin fer væntandi at taka fýra dagar.

Kelda: politi.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.

    

Arktiskt sendifólk tilnevnt

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.

Leiklutabýtið undir formansskapinum er avgjørt í semju millum londini, sum varð kunngjørd í desember 2024 – sí her.

Sambært semjuni tilnevnir Grønland vegna Kongsríkið eitt arktiskt sendifólk, sum Føroyar og Danmark skulu góðkenna.

Í dag er kunngjørt, at arktiska sendifólkið verður Kenneth Høegh, sum í løtuni røkir starvið sum sendimaður Grønlands til Washington D.C.

Aftrat leiklutinum sum arktiskt sendifólk skal Kenneth Høegh undir formansskapinum røkja sessin sum formaður í Arktiska ráðnum, Senior Arctic Official Chair, ið somuleiðis er formaður fyri embætismannanevndina í ráðnum.

Semja er eisini um, at Føroyar taka við varaformanssessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Tað verður Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni, ið tekur við varaformanssessinum. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum.

Formansskráin fyri formansskapin hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark verður eisini kunngjørd í Nuuk í dag, 11. apríl. Sí framløguna og les meira um formansskránna her.

Kelda: uvmr.fo 11 apríl 2025

Udnævnelse af arktisk ambassadør

Kelda um.dk 11.4.2025 | Udenrigsministeriet | Pressemeddelelse

Udenrigsminister Lars Løkke Rasmussen udnævner Kenneth Høegh som ny arktisk ambassadør for Kongeriget Danmark. Udnævnelsen sker efter indstilling fra Grønland.

Udnævnelsen sker i forlængelse af den enighed der blev opnået, mellem Grønland, Færøerne og Danmark, i december 2024 om rollefordelingen under det kommende formandskab for Arktisk Råd. Rollefordelingen indebærer blandt andet, at den grønlandske regering udpeger en kandidat til arktisk ambassadør, der efter færøsk og dansk godkendelse udnævnes af udenrigsministeren.

Ud over rollen som arktisk ambassadør, vil Kenneth Høegh varetage funktionen som formand for gruppen af højtstående embedsfolk (Chair of the Senior Arctic Officials eller SAO Chair) under Kongerigets formandskab for Arktisk Råd fra maj 2025 og to år frem. Opgaven som SAO Chair består primært i at bidrage til at sikre Arktisk Råds virke og relevans trods den aktuelle geopolitiske situation. 

Under formandskabet vil Færøerne varetage rollen som Deputy SAO Chair, mens Danmark fortsat varetager rollen som National Senior Arctic Official.

Kenneth Høegh er aktuelt Grønlands repræsentationschef i Washington DC. Tidligere har han bl.a. været departementschef i det grønlandske udenrigsdepartement og før da bl.a. arbejdet for DANIDA i henholdsvis Nepal og Bangladesh.

Kenneth Høegh får kontor i såvel Departementet for Udenrigsanliggender og Forskning i Nuuk som i Udenrigsministeriet i København. 

Udnævnelsen af den arktiske ambassadør sker samtidig med, at programmet for Kongerigets kommende formandskab for Arktisk Råd præsenteres i Nuuk den 11. april. Man kan se præsentationen og læse mere om programmet her.

”Jeg er meget tilfreds med, at vi i dag kan udnævne Kenneth Høegh som arktisk ambassadør. Han vil være Kongerigets ansigt udadtil i det daglige arbejde, når vi om lidt overtager formandskabet for Arktisk Råd. Med sin baggrund fra Grønland og mange års international erfaring kommer han til at styrke Kongerigets arktiske profil.

Det glæder mig, at vi nu har vores holdopstilling på plads, så vi er klar til at overtage formandskabet for Arktisk Råd og i fællesskab lede arbejdet de næste to år,” siger udenrigsminister Lars Løkke Rasmussen.

Naalakkersuisoq for Udenrigsanliggender og Forskning, Vivian Motzfeldt udtaler følgende: 
”Det glæder mig at kunne være med til at præsentere Kenneth Høegh som den nye arktiske ambassadør for Kongeriget. Det gør mig stolt, at Grønland indtager en central rolle i formandskabet for Arktisk Råd. Grønland er det arktiske land i Kongeriget, og jeg er glad for, at dette afspejles i udnævnelsen af den nye arktiske ambassadør. Jeg ser frem til at fortsætte det gode samarbejde mellem vores tre lande.”

”Med udnævnelsen af en arktisk ambassadør står vi nu stærkt rustet til at overtage formandskabet i Arktisk Råd. Ambassadøren vil bidrage til at styrke et dedikeret arktisk team, bestående af repræsentanter fra Grønland, Færøerne og Danmark. Vi ser frem til at påtage os formandskabet i fællesskab og tage ansvar for et samarbejde, der er afgørende for regionens fremtid,” siger landsstyrekvinde for udenrigs- og erhvervsanliggender, Sirið Stenberg.

Fakta om Arktisk Råd

  • Arktisk Råd består af otte arktiske stater og seks organisationer (permanente deltagere), som repræsenterer oprindelige folk i Arktis.
  • De otte arktiske stater er Canada, Kongeriget Danmark, Finland, Island, Norge, Rusland, Sverige og USA.
  • Arktisk Råd er et internationalt forum, som beskæftiger sig med en bred vifte af centrale spørgsmål i Arktis. Centralt i Rådets arbejde står de arktiske indbyggeres levevilkår, herunder særligt for de oprindelige folk, i en verden som undergår store forandringer. Forandringer, som i særlig grad påvirkes af voldsomme ændringer i klima og miljø. Temperaturerne i Arktis fortsætter med at stige, nu omkring tre gange hurtigere end det globale, årlige gennemsnit. Arktisk Råds arbejde med at kortlægge udviklingen i klima, det marine miljø, biodiversitet, katastrofehåndtering m.m. har stor betydning også i forskellige internationale samarbejder.
  • Ruslands invasion af Ukraine i februar 2022 udfordrer arbejdet i Arktisk Råd. Der afholdes p.t. ikke formelle møder på diplomatisk niveau (SAO møder) eller på politisk niveau (ministermøder), hvorimod de tekniske arbejdsgrupper i Rådet har mulighed for at mødes virtuelt og fortsætte deres vigtige arbejde.
0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira