Home Politikkur Norðurlendsku verjumálaráðharrarnir hittast í Føroyum

Norðurlendsku verjumálaráðharrarnir hittast í Føroyum

by Lagt út ÓML

Í dag koma norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya á fund. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.

 Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjar í Tinganesi seinnapartin og heldur fram á Hotel Hafnia týsdagin. Vitjað verður eisini á Sornfelli.

Á skrá fyri fundin er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

Týsdagin kl. 10:30 verður tíðindafundur á Panorama á Hotel Hafnia, har londini í NORDEFCO undirskriva ein nýggja visjón fyri samstarvið.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið 29 apríl 2024

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More