Hvat hugsar Føroya Landsstýri um, at almenna telefelagið nú ætlar at noyða túsundtals føroyingar og fyritøkur at skifta teldupostbústað? Er talan um eina væl umhugsaða avgerð, ella hevur leiðslan í Føroya Tele als ikki skilt, hvussu umfatandi og kostnaðarmikið hetta kann gerast fyri føroyska samfelagið?
Føroya Tele hevur kunngjørt, at telduposttænastan verður niðurløgd 1. apríl 2027. Grundgevingin er, at trygdarkrøvini og raksturin eru vorðin ov krevjandi.
Men hevur Føroya Tele yvirhøvur gjørt sær greitt, hvat tað merkir fyri vanliga føroyingin at missa eina teldupostadressu, sum hann kanska hevur brúkt í 20–30 ár?
Í dag eru teldupostadressur knýttar at einum ótal av tænastum. Bankum, tryggingum, pensjónsskipanum, almennum myndugleikum, Vanganum, FMA, Teyggjan, Torvanum, Fiskamarknaði Føroya, Apple, Microsoft, Google, keypsskipanum, ferðaseðlum, stroymingtænastum og nógvum øðrum føroyskum og útlendskum skipanum.
Nógvir brúkarar hava í dag sjálvvirkandi innritan í hesar skipanir. Teir minnast kanska hvørki brúkaranavn ella loyniorð, tí telefonin ella teldan hevur gjørt arbeiðið fyri teir í fleiri ár.
Hvat hendir, tá gamla teldupostadressan hvørvur, og brúkarin skal vátta sín samleika við einari váttan, sum verður send til eina teldupostadressu, ið ikki longur virkar?
Hvussu skal ein eldri borgari finna aftur loyniorð og innritanir til skipanir, sum hann kanska ikki hevur skrásett seg inn á manuelt í tíggju ár?
Fyri ein vanligan brúkara kann hetta merkja dagar við frustratiónum, mistari atgongd og kostnaðarmiklari KT-hjálp. Fyri vinnufyritøkur kann arbeiðið gerast nógv meira umfatandi. Tær kunnu hava hópin av starvsfólkakontum, kundaskipanum, bókhaldsskipanum, veitarasambondum og talgildum haldum, sum øll krevja broytingar.
Hetta er ikki bara at stovna ein nýggjan teldupostbústað. Hetta er at broyta ein týðandi part av talgilda samleikanum hjá borgarum og fyritøkum.
Tað kann kosta føroyska samfelagnum milliónir krónur í mistari arbeiðstíð og KT-útreiðslum.
Megnar Føroya Tele ikki eina teldupostskipan?
Føroya Tele er ein av størstu og týdningarmestu tøknifyritøkunum í Føroyum. Felagið rekur eitt víðfevnt fjarskiftiskervi og hevur stórar tøkniligar og fíggjarligar møguleikar.
Tá leiðslan nú sigur, at telduposttænastan er vorðin ov krevjandi, má tað vera loyvt at seta ein grundleggjandi spurning:
Um Føroya Tele ikki longur metir seg ført fyri at reka eina trygga teldupostskipan, hvørjar aðrar tænastur kunnu so eisini gerast ov krevjandi í framtíðini?
Talan er ikki um, at hvør einstakur televeitari neyðturviliga skal reka teldupost. Men í Føroyum hava vit Elektron, dugnaligar verkfrøðingar, KT-serfrøðingar og føroyskar tøknifyritøkur.
Hví er ikki ein føroysk samstarvsloysn løgd fram? Hví verður ikki kannað, um ein annar veitari kann reka skipanina, meðan kundarnir varðveita sínar verandi adressur?
Skulu vit bara flyta enn fleiri grundleggjandi talgildar tænastur til útlendskar veitarar? Hvat verður tá av okkara talgildu trygd, samleika, sjálvbjargni og stoltleika?
Landsstýrið kann ikki fjala seg aftan fyri armslongdarprinsippið
Føroya Tele er ogn hjá Føroya Landsstýri. Tí er hetta eisini ein politiskur ábyrgdarspurningur.
Tað ber ikki til bert at vísa til armslongdarprinsippið, tá ein so týðandi almenn fyritøka tekur eina avgerð, sum kann raka túsundtals borgarar og stóran part av føroyska vinnulívinum.
Tað er eisini ein løgin vinnulig strategi. Tá Føroya Tele sjálvt slítur tey gomlu teldupostbondini við kundarnar, verður samstundis lættari hjá teimum at flyta bæði internet og telefon til kappingarneytarnar.
Hetta er ein funnin fressur hjá kappingarneytunum – og kann vísa seg at verða ein dýr avgerð hjá Føroya Tele sjálvum.
Føroya Landsstýri eigur nú at krevja svar upp á, hvør hevur tikið avgerðina, hvør hevur mett um samfelagsliga kostnaðin, og hví føroyskir kundar skulu bera alla byrðuna.
Tað minsta, sum kann krevjast, er, at avgerðin verður endurskoðað, og at møguleikarnir fyri at varðveita verandi teldupostadressur verða kannaðir til botns.
Vit kunnu ikki byggja eitt talgilt sjálvbjargið Føroyar, um okkara egna almenna telefelag heldur, at tað er lættari at sleppa undan einari tænastu enn at finna eina loysn fyri kundarnar.
Óli M. Lassen
