onsdag, november 11, 2026
Home Leiðarin Kunnu vit vera við á altjóða pallinum?

Kunnu vit vera við á altjóða pallinum?

0 comments

Tað verður tosa nógv um nýggjar vinnur og vinnuvegir. Í dag eru tað vitan og samstarv, ið skapa framburð og visiónir. Skal Europa standa á egnum beinum verjumessugt, er tað neyðugt við øktum samstarvi. Vit vita øll, at loftverjan í Europa – og ikki minst hjá Ukraina – krevur munadygga uppraðfesting.

Við tí ovurhonds menningini innan dronuídnaðin er einki at ivast í, at vitan frá nógvum londum og felags innkeyp av kommerciellum lutum kann fáa kostnaðin av recon- og defence-dronum langt niður. Hví ikki samstarva um at byggja jetdronur og propeldronur í felag í Europa? Og hví ikki brúka tað vitan, sum føroyskir verkfrøðingar, pilotar, lærustovnar, RC-mennara, KT serfrøðingar o.a. hava, og lata tey vera við í felagsmenningini av okkara loftverju? Tað er stór vitan í okkara grannalondum innan loftverju og flogvinnu.

RECON26EU Illustratión

Hví ikki kanna, um tað er møguligt her og nú at byggja einar 100 dronur, umleið 5 metrar langar, til recon og verju? Ein jetjagari-drona kostar nakrar fáar milliónir krónur at byggja. Ein vanligur jetjagari kostar nógvar hundrað milliónir. Munurin er stórur – bæði í prís og í møguleikum fyri skjótum og fjølbroyttum loysnum.

Tað er bara um at koma í gongd við at menna loftverjuskipanirnar. Europa hevur bæði vitanina og tørvin. Spurningurin er, um vit eisini hava viljan til at samstarva og taka ábyrgd.

Illustratión Signature: GrokAI
Signature: Recon26EU Illustratión Grok AI

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira