mandag, november 2, 2026
Home Author
Author

Lagt út ÓML

Rakstrarúrslitið  í øðrum ársfjórðingi 2026 fyri alt Bakkafrost samtakið var 128 milliónir krónur, samanborið við 22 milliónir sama ársfjórðing í fjør. Hetta skrivar felagið á teirra heimasíðu.

Tøkan í Føroyum var 23.097 tons og 4.537 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 25.392 tons og 5.286 tons sama tíðarskeið í fjør.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

“Bakkafrost hevði framhaldandi góða lívfrøðiliga gongd í Føroyum í triðja ársfjórðingi við góðum vøkstri. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2026 er tøkan vaksin við 24% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í ársfjórðinginum er framleiðslukostnaðurin hækkaður 7% fyri hvørt kilo. Lívfrøðiliga og rakstrarliga gongdin er tó framvegis góð.

Tað hevur eisini gingið væl við landalingini á smoltstøðunum. Útbygdu støðirnar eru nú komnar væl á lagið og framleiðslan gongur væl. Nýggja smoltstøðin í Skálavík gongur sambært ætlan, rogn eru løgd inn í tveimum umførum við góðum úrsliti higartil. Føroyski lívfiskurin gerst størri og størri grundarlag undir framleiðsluni og er við til at betra alingina í Føroyum, bæði viðvíkjandi framleidni og kappingarføri.

Havsbrún hevði eitt serliga gott úrslit í ársfjórðinginum. Okkara samlaða virðisketa gevur okkum møguleika at mótvirka hækkandi prísum á rávøru til fóður gjøgnum innkeyp og tillaging av fóðursamansetingini, og harvið verja okkara kappingarføri. Við støði í hækkaðu kvotutilmælunum fyri svartkjaft í 2027 vænta vit at taka ímóti størri mongd av fiski til mjøl- og lýsiframleiðsluna, og økja søluna av fiskamjøli til uttanhýsis kundar. Vit vænta harumframt, at fóðurframleiðslan fer at økjast til umleið 185.000 tons.

Í Skotlandi síggja vit nú jalig úrslit av størri smolti, ið vit hava sett á sjógv. Hesin fiskurin vísir munandi betri lívfrøðiliga gongd, bæði viðvíkjandi vøkstri og hevur lægri felli. Fíggjarligu úrslitini í Skotlandi eru tó framvegis ávirkað av lágum tøkunøgdum, lægri miðalvekt og høgum eindarkostnaði. Fyri at minka um lívfrøðiliga váðan hava vit nú avgjørt at steðga við at keypa smolt frá uttanhýsis veitarum og í staðin bert nýta okkara  egnu framleiddu smolt. Hetta ber til tí at nýggja støðin á Applecross nú kann veita nógv størri mongd. Samstundis síggja vit, at framleiðslukostnaðurin í skotsku smoltframleiðsluni minkar skjótt, so hvørt sum framleiðslan á Applecross verður økt og framleiðsluorkan verður betur gagnnýtt. Hetta eru týðandi stig á leiðini móti einum meira støðugum og effektivum alirakstri í Skotlandi.

Hóast útboðið av laksi á heimsmarknaðinum er økt, hevur eftirspurningurin verið sera sterkur. Prísmunurin millum stóran og smærri fisk kom aftur á eitt meira vanligt støði móti endanum av ársfjórðinginum, og vit hava styrkt okkara støðu á amerikanska marknaðinum, sum hevur stóran strategiskan týdning fyri okkum. Við væntaðari minking í heimsútboðnum í fjórða ársfjórðingi og avmarkaðum útboðsvøkstri í 2027 síggja vit útlit fyri betri javnvág á laksamarknaðinum.

Vit halda fast við okkara tøkuætlan fyri 2026 upp á 117.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans. Fyri 2027 vænta vit somu mongd úr Føroyum 97.000 tons men hækking til  28.000 tons í Skotlandi, tilsamans 125.000 tons. Okkara høvuðsdentur er framvegis á góða lívfrøðiliga gongd, betri kostnaðareffektivitet og at fremja okkara strategisku ætlanir við skynsemi, soleiðis at vit tryggja burðardyggan vøkstur og virðisskapan til longri sikt.”

Roknskapurin fyri  triðja ársfjórðing 2026 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com

Kelda & mynd: Bakkafrost

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Á leið 4.000 útlendingar eru komin til Føroya síðani 2019, og burturav teimum kann væntast, at helvtin verður verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi. Talið av útlendingum, sum sannlíkt kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi (eftir sjey ár í somu vinnu), táttaði í 2.000 fólk í 2025. Hetta skrivar Búskaparráðið

Útlendingar, sum hava búð í Føroyum og arbeitt í somu vinnu í 7 ár hava møguleika at søkja um varandi uppihaldsloyvi. Mynd 1 vísir, hvussu nógv fólk við øðrum ríkisborgaraskapi, enn føroyskum, hava uppihildið sær í Føroyum í ávikavíst 0-1 ár, 1-2 ár og so framvegis upp til 6-7 ár. Tað sæst týðiliga á myndini, at talið av útlendingum er økt nógv seinastu árini, og at tað eru mong, sum hava verið í Føroyum í fleiri ár.

Mynd 1 Tíðarskeið, ið útlendingar hava verið í Føroyum

Viðm.: Útlendingar eru skilmarkaðir sum fólk við øðrum ríkisborgararætti, enn føroyskum/donskum. Kelda: Landsbanki Føroya. Egnar útrokningar.

Mynd 2 vísir, hvussu nógvir útlendingar eru komnir til landið í ávísa árinum (grái stabbin) og, hvussu nógv av teimum framvegis vóru í Føroyum í 2025 (reyði stabbin). Harafturat vísir myndin, hvussu nógvir av útlendingum kunnu metast at vera verandi í meira enn 7 ár og soleiðis fáa rætt til at søkja um varandi uppihaldsloyvi (grøni stabbin). Mynd 3 vísir samanlagda talið av útlendingunum ár fyri ár, sum eru komin til Føroya síðani 2019 og kunnu søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi. 

Talið av útlendingum, sum sannlíkt kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi (eftir sjey ár í somu vinnu), tátar í 2.000 fólk í 2025. Á leið 4.000 fólk eru komin til Føroya síðani 2019, og burturav teimum kann væntast, at helvtin verður verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi.

Mynd 2 Tilflyting av útlendingum eftir árinum, teir komu

Viðm.: Grønu stabbarnir eru roknaðir út frá 5 ára miðal í fráflytingarsannlíkindum hjá útlendingum. Kelda: Landsbanki Føroya.

Mynd 2 Tal av útlendingum, ið eru mett at fáa varandi uppihaldsloyvi

Kelda: Landsbanki Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Savnsmynd: 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sosialar veitingar og skattligur fyrimunir hjá pensjónistum ger, at ein pensjónistur, ið arbeiðir, hevur meira eftir enn vanligi løntakarin, hóast tey forvinna tað sama. Hetta skrivar Búskaparráðið

Í talvu 1 eru útrokningar av inntøku eftir skatt og avgjøld gjørd fyri tríggjar ymiskar persónar, sum forvinna tað sama á arbeiðsmarknaðinum. Ein stakur pensjónistur, ein giftur pensjónistur og ein vanligur løntakari, sum enn ikki hevur nátt pensjónsaldur, forvinna allir tað sum svarar til eina miðinntøku (nærum 409 tkr.).

Eftir skattir, avgjøld og veitingar frá tí almenna, er tøka inntøkan hjá hesum trimum persónunum tó ikki tann sama.

Løntakarin, ið ikki hevur nátt pensjónsaldurin, hevur um 253 tkr. eftir tá ið skattir og avgjøld eru goldin.

Gifti pensjónisturin hevur til samanbering um 333 tkr. eftir tá ið skattir og avgjøld eru goldin, meðan staki pensjónisturin hevur nærum 350 tkr.

Allir tríggir forvinna somu upphædd í arbeiðsinntøku (409 tkr.), men pensjónisturin hevur meira eftir, tá ið skattir og avgjøld eru goldin, enn vanligi løntakarin hevur.

Munurin stavar frá sosialum veitingum og skattligum fyrimunum. Pensjónistar sleppa undan at gjalda inn í ALS, AMEG og Barsilsgrunnin, hava lægri kringvarpsgjald og fáa ein serstakan skattafrádrátt á 6.000 kr. árliga.

Dømið í talvuni vísir, at ov lin mótrokning elvir til sosialan ójavna millum arbeiðandi pensjónistar og aðrar løntakarar.

Ov lin mótrokning elvir eisini til sosialan ójavna pensjónistanna millum. Tað kemur av, at ein ov lítil mótrokning ger munin millum tey niðurslitnu, ið ikki hava møguleika at arbeiða eftir pensjónsaldur, og tey, sum væl fyri at arbeiða eftir pensjónsaldri, størri enn rímiligt.

Harumframt elvir ov lin mótrokning til sosialan ójavna millum ættarlið. Tað kemur av, at ung fólk, ið hava lutfalsliga lága inntøku og møguliga bústaðarskuld og børn at forsyrgja, gjalda skatt, sum verður brúkt til at gjalda fólkapensjón til pensjóninstar, ið hava hægri inntøku, tá ið skattir og avgjøld eru goldin.

Talva 1 Tøk inntøka hjá støkum og giftum pensjónisti, og løntakara undir pensjónsaldur

Viðm.: Landsskattur, arbeiðsmarknaðargjøld (ALS, AMEG, Barsilsgrunnur og Heilsutrygd) og Kringvarpsgjald er útroknaður við galdandi skattatalvum og -satsum á heimasíðuni hjá TAKS, meðan kommunu- og kirkjuskattur er eitt miðal fyri landið. Kelda: Hagstovan, ABMR, TAKS og egnar útrokningar.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Kelda: Búskaparráðið Mynd: 24.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

21 okt. undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Ling Ji, varahandilsmálaráðharri, semjuskjal í Beijing. Semjuskjalið er eitt týdningarmikið stig í eini longri tilgongd at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Kina og leggur lunnar undir víðari arbeiðið at virka fyri einum fríhandilssáttmála. 

Semjuskjalið byggir á eitt áralangt arbeiði at menna handilslviðurskiftini landanna millum. Eitt týðandi stig varð tikið í fjør, tá heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl vórðu undirritaðar. Við nýggja semjuskjalinum verður hildið fram við hesum arbeiði, og partarnir eru samdir um at fara undir eina tilgongd, sum hevur til endamáls at fáa í lag fríhandil.

Føroyska vinnan skal hava góðar fortreytir at virka á altjóða marknaðum. Tí er umráðandi, at vit støðugt kanna nýggjar møguleikar og arbeiða fyri betri marknaðaratgongd. Við semjuskjalinum styrkja vit grundarlagið undir handilssamstarvinum við Kina.”

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.

Áðrenn undirritanina hevði landsstýrismaðurin fund við Ling Ji, varahandilsmálaráðharra. Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við Cai Wei, varauttanríkisráðharra. Á báðum fundunum fegnaðust partarnir um semjuskjalið og umrøddu týdningin av hesum fyri samstarvið.

Kelda & mynd ufmr.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur í døgunum 27.–29. oktober luttikið á 76. ársfundinum hjá økisnevndini fyri Evropa í heimsheilsustovninum WHO í Keypmannahavn. Á fundinum hittast heilsumálaráðharrar og umboð úr teimum 53 limalondunum í økinum saman við umboðum fyri felagsskapir og borgarasamfelagið.

Á skránni vóru fleiri av teimum stóru heilsuspurningunum, sum lond í Evropa standa fyri. Millum evnini vóru heilsugóð og virkin eldraár, nýtsla av vitlíki á heilsuøkinum, fyribyrging av ikki-smittandi sjúkum og sálarheilsa. Hetta eru samstundis øki, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og arbeiðið at menna burðardyggar loysnir til framtíðar avbjóðingar á heilsuøkinum.

Styrkja samstarvið við grannalond

Í sambandi við ársfundin hitti Eyðdis Hartmann Niclasen danska heilsu- og kirkjumálaráðharran, Idu Auken. Landsstýriskvinnan bjóðaði henni til Føroya á vitjan, har høvi verður at fáa innlit í føroyska heilsuverkið og umrøða samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum.

Landsstýriskvinnan hitti eisini íslendsku heilsumálaráðkvinnuna, Almu D. Möller, sum somuleiðis varð boðin til Føroya. Føroyar og Ísland hava fleiri felags avbjóðingar á heilsuøkinum, og tí er samstarvið millum londini serliga viðkomandi. Ísland stuðlar eisini ynskinum hjá Føroyum um at gerast atlimur í WHO-netverkinum fyri smá lond í Evropa, Small Countries Initiative.

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar eru við í altjóða samstarvi um heilsumál. Vit kunnu læra av hvørjum øðrum og styrkja samstarvið við lond, sum hava avbjóðingar, ið líkjast okkara. Hetta kann vera við til at menna føroyska heilsuverkið til gagns fyri borgararnar.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Kelda & mynd:homr.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum og norðurlendskur samstarvsráðharri, luttekur í hesum døgum á 78. ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki. Á skránni eru millum annað trygdarpolitiskar avbjóðingar, norðurlendskt verjusamstarv og framtíðar norðurlendska samstarvið.

Til setanina í gjár var finski forsetin, Alexander Stubb, gestarøðari. Í røðu síni legði finski forsetin dent á, at í eini ótryggari heimsstøðu er norðurlendska samstarvið av avgerandi týdningi. Hann vísti eisini á, at samstarvið hevur sterka undirtøku í fólkinum, og fólkið ynskir meira samstarv. Hann heitti á Norðurlond um at fara enn meira ítøkiliga til verka og standa sterkari saman á altjóða pallinum og styrkja samstarvið um trygd.

Í morgun luttók landsstýrismaðurin í uttanríkispolitiska orðaskiftinum, har hann legði dent á vaksandi trygdarpolitisku avbjóðingarnar og týdningin av einum sterkum norðuratlantiskum verjusamstarvi. Hann vísti á leiklutin hjá Føroyum í trygdini í Norðuratlantshavi, týdningin av NATO og tørvin á at styrkja samstarvið millum Norðurlond. Føroyar taka sína strategisku støðu í Norðuratlantshavi í álvara og leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi hjá sameindu londunum. Hann staðfesti samstundis, at eitt sterkt norðurlendskt samstarv byggir á, at øll londini og øll sjónarmið verða tikin við.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrii Sybiha, luttók eisini í orðaskiftinum og heitti á Norðurlond og Evropa um at standa saman við Ukraina og styrkja verjusamstarvið. Tí ikki bara Ukraina er hótt, men alt Evropa. Ukraina hevur dyggari royndir viðvíkjandi herbúgving og stóra hernaðarliga serfrøði, sum ukrainar vilja deila við norðurlendsk sameind. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at heilsa uppá ukrainska uttanríkisráðharran og vísa honum sín stuðul. 

Formansskapurin i Norðurlendska Ráðharraráðnum – tilbúgving, kappingarføri og javnsetan

Danmark og Føroyar hava í ár formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og í dag løgdu landsstýrismaðurin og danska starvssysturin, Monika Rubin, fram frágreiðing um formansskapin. Formansskapurin hevur raðfest samfelagstrygd og tilbúgving, og norðurlendsku samstarvsráðharranir hava samtykt at seta í verk eina skrá fyri tilbúgving, har ein nevnd við umboðum fyri londini verður sett at eyðmerkja samstarvsøki og átøk, sum eiga at fremjast fyri at styrkja samstarvið um tilbúgving.

Onnur raðfesting er kappingarføri hjá Norðurlondum og í hesum samband varð skipað fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har ein norðurlendsk Draghi rapport var løgd fram.

Triðja raðfesting er dagføring av Helsingforsavtaluni, so Føroyar, Grønland og Áland verða javnsett í norðurlendska samstarvinum. Í hesum sambandi varð ein kommissión umboðandi øll átta londini sett í vár, sum skuldi koma við uppskotið til broytingar í Helsingforsavtaluni, og nevndin skuldi leggja fram sítt arbeiðið til ársfundin.

Javnstøða í norðurlendska samstarvinum

Undir orðaskiftunum á ársfundinum hevur endurskoðanin av Helsingforsavtaluni verið eitt sjónskt mál og týðandi partur av orðaskiftinum. Nógvir spurningar hava verið settir fram um endurskoðanina av Helsingforsavtaluni. Norðurlandaráðið samtykti einmælt í 2024, at norðurlendsku stjórnirnar skuldu seta eina kommissión. Kommissiónin er ikki liðug við sítt arbeiði, tí semja er enn ikki fingin millum limalondini. Misnøgd er millum limir í Norðurlandaráðnum, tí kommissiónin ikki hevur lagt fram sítt arbeiði sum ætlað, og ongar løgfrøðiligar forðingar eru fyri, at Føroyar og Grønland kunnu javnsetast. Tí er tað ein spurningur um politiskan vilja. Víst varð á, at tá tað í hesum tíðum er neyðugt, at Norðurlond standa saman og styrkja samstarvið, og at tað tí er eyðsæð, at øll Norðurlond eiga at javnsetast.

Danski samstarvsráðharrin legði í frágreiðingini dent á týdningin av at standa saman fyri at tryggja Føroyum, Grønlandi og Álandi javnbjóðis rættindi í norðurlendska samstarvinum. Málið hjá danska og føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum er at koma á mál við hesum innan árslok, tá Noreg tekur við formansskapinum.

Myndir: Eino Ansio/norden.org, Magnus Fröderberg/Norden.org, Stine Østby/norden.org

Kelda & mynd: ufmr.fo

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Eldraøkið kostaði 800 mió. kr. í 2024 og veitingar til pensjónistar vóru tilsamans 1,5 mia kr. Hetta skrivar Búskaparráðið

Mynd 1 vísir útreiðslurnar til rakstur av ellis- og røktarheimum, heimahjálp við meira. Myndin vísir, at rakstrarútreiðslurnar tilsamans hjá landi og kommunum eru øktar frá 350 mió. kr. í 2010 til nærum 800 mió. kr. í 2024. Henda gongdin fylgir í stóran mun talinum av eldri pensjónistum, tað vil siga 80+ ára gomlum, tí tey flestu, sum fáa heimarøkt og røktarpláss á ellisheimi, eru omanfyri 80 ár. 

Samlaðu útreiðslurnar til fólkapensjón og AMEG eru somuleiðis meir enn tvífaldaðar í sama tíðarskeiði.

Demografiska gongdin, við alsamt fleiri eldri fólki, og serstakliga talið av 80+ ára gomlum, merkir, at útreiðslurnar til eldraøkið og pensjónsveitingar fara at halda fram at vaksa.

Mynd 1 Nýtsluútreiðslur til aldurdóm sum % av BTÚ

Viðm.: Tænastumannaeftirlønir eru ikki við. Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið.

Mynd 2 Eldraveitingar

Kelda: Hagstova Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinastu tvær vikurnar hava drúgvar strandarlandasamráðingar verið á skrá í London um uppsjóvarfisk.

Árligar strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel í London

Strandarlondini eru samd um at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2027 fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft. Strandarlondini vórðu samd um at fylgja ráðgevingini frá ICES, ið var 352.938 tons fyri makrel; 588.004 tons fyri norðhavssild og 1.064.191 tons fyri svartkjaft.

Í seinastu viku vóru samráðingar um svartkjaft og norðhavssild og hesa vikuna hava samráðingarnar um makrel verið á skrá. Undir hesum samráðingunum viðgjørdu strandarlondini eisini lívfrøðiligu útbreiðslufrágreiðingarnar, veiðuhagtøl, tvíliðað samstørv, umsitingartiltøk og NEAFC atgerðir. Harafturat hava umboð fyri ICES luttikið og lagt ráðgevingarnar fyri 2027 fram.

Strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg eru samd um at hittast aftur í London 1.–2. desember 2026 til samráðingar um eitt nýtt framtíðar býti fyri svartkjaftastovnin.

Strandarlondini Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg eru somuleiðis samd um at hittast aftur til samráðingar í London 3.-4. desember 2026 við tí endamáli at fáa hini strandarlondini við í makrelsemjuna millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg.

Luttakandi londini í London hesar báðar vikurnar vóru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Kelda:ufmr.fo 23-10-2026 – savnsmynd 24.fo -123rf.com

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Átaksráðið var fyrrapartin á fundi um støðuna í sambandi við, at fleiri veikleikar eru staðfestir í PHP. PHP er eitt forritanarmál, sum verður nýtt á nógvum heimasíðum og nettænastum. Felags metingin hjá myndugleikunum á fundinum er, at viðkomandi KT-veitarar, netumsitarar og stovnar av týdningi hava sett neyðug fyribyrgjandi átøk í verk, og at tamarhald er á støðuni.

Enn eru ongar ábendingar um, at veikleikarnir eru misnýttir til álop á føroyskar heimasíður ella nettænastur. Órógvið, sum hevur verið á ávísum tænastum, stavar eftir tí upplýsta frá trygdarátøkum og dagføringum. Summar tænastur hava verið fyribils óvirknar, tí tær eru tiknar av netinum av trygdarávum.

Myndugleikarnir heita tó á veitarar og umsitarar av heimasíðum og nettænastum, sum ikki longu hava gjørt tað, um at:

  • Kanna, um skipanir teirra nýta PHP.
  • Dagføra PHP skjótast gjørligt, um so er.
  • Taka viðkomandi skipanir fyribils av netinum, um ikki ber til at dagføra beinanvegin.

Upplýsingar um dagføringar eru á heimasíðuni hjá PHP: https://www.php.net/archive/2026.php#2026-10-21-5

Nærri kunning um støðuna og neyðug trygdarátøk er at finna á heimasíðuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum, www.fse.fo

Savnsmynd politi.dk

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinnapartin í gjár 19 okt. handtók og skuldsetti Føroya Politi fýra mans. Harumframt varð ein maður handtikin og skuldsettur í Danmark. Menninir, sum eru millum 28-48 ár, eru skuldsettir fyri ólógliga varðveitslu og deiling av privatum myndum. Í sambandi við handtøkurnar gjørdi politiið eisini húsarannsókn heima hjá teimum skuldsettu.

Kanningararbeiði í gongd

Undir rannsóknunum varð millum annað lagt hald á teldur, harðdiskar og telefonir, sum politiið nú kannar nærri.

Kanningararbeiðið, sum politiið arbeiðir við undir heitinum Olympus, fer at avdúka, hvussu umfatandi málini eru, og um fleiri persónar skulu skuldsetast fyri ólógliga varðveitslu ella deiling av privatum myndum.

Ólógligt at deila myndir uttan samtykki

Í hesum sambandi skal gerast vart við, at tað er ólógligt at deila myndir av øðrum uttan samtykki. Tá myndir verða deildar fleiri ferðir, ber ikki til at vita, um avmyndaði persónurin hevur givið samtykki til at deila myndina. Boðskapurin hjá politinum er tí greiður: Slíkar myndir skulu ongantíð sendast víðari.

Persónar, sum hava ólógligt myndatilfar, eins og tey, sum deila slíkar myndir, kunnu revsast.

Føroya Politi Mynd fra Savnsmynd frá 123rf.com

0 comments
0 FacebookTwitterPinterestEmail

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira