Viðmerking til Jóhan Dahl og onnur

Allastaðni har lurta er eftir fiskifrøðini er veiðan minka 50% ella meira.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/31 at 8:53 PM

Á Løgtingi, mikudagin, viðmerkti Jóhan Dahl, at vit áttu at fara frá fiskidøgum til kvotur.

Hetta hava vit hoyrt onnur nevnt. M.a. hevur Havstovan nevnt tað, tó at Petur Steingrund fyri nøkrum árum síðan, á fundi við arbeiðsbólk hjá Sambandsflokkinum, har Jóhan Dahl var formaður, visti at siga, at ongin munur var á fiskidøgum og kvotum.

Bjørt Samuelsen visti stutt eftir at fortelja mær, at hon hevði tosa við fiskifrøðingar, sum meintu at kvotur vóru betri. Tað fær ein at hugsa, at tosa verður, sum best ber til, ella at onki fakta er, til at gera niðurstøður út frá.

Rógvi Reinert, sum var aðalstjóri meinti eisini at vit eiga at hava kvotur. Jóhan Simonsen, sum umsitur veiðueftirlit hjá Vørn vísti í viðmerking á Facebook, at hann eisini dámar kvotur.

Helgi Abrahamsen nevndi einaferð, at føroysk skip sum hava kvotur tykjast klára seg, meðan tey sum hava fiskidagar klára seg ikki væl.

Nógv fólk hava eina meining. Men illa gongur at grundgeva. Sofus í Selvindi, besti lærari eg veit um, plagdi at siga: “Tú kanst halda bløðini, men hetta skal tú vita”

Fyri at fáa modell at ganga upp, broyta Havstovan og ICES fakta. Á fagmáli er tað at broyta emperi, fyri at fáa model at passa. Hví ikki broyta model og behalda fakta? Tá teir broyta fakta, so skriva teir sjálvandi, hvat og hvussu teir broyta. Tað er alment og kunnu øll lesa tað. Fiskimenn tosa bara emperi og tí kann Havstovan ikki tosa við fiskimenn.

Emperi vísur, at tá havið var frítt, fiskaðu vit meira enn í dag, allastaðni í norðurhøvum. Út frá logikkinum um at okkurt skal gerast, so áttu vit at flutt okkum 60 ár aftur í tíð. Jóhan Dahl hevur á Facebook sagt sína meining um undirritaða sum granskara. Tað hevur hann loyvi til. Men nú tosa vit um data, sum onnur hava framleitt og tað duga bæði eg, Jóhan og øll onnur líka væl at lesa sum fiskifrøðingar. Hesi data vóru tó ikki í tilfarinum, sum Dennis Holm legði fyri Løgtingi

Allastaðni har lurta er eftir fiskifrøðini er veiðan minka 50% ella meira. Í Føroyum, tá vit ikki lurtaðu eftir fiskifrøðini fiskaðu vit 100% av tí vit fiskaðu fyrr. Tá fiskifrøðin vann og vit lurtaðu, minkaði veiðan. Í Barentshavinum lurta teir næstminst og har minkaði veiðan og teir kundu fiska 50% meira enn teir fiska í dag. Í Íslandi reypa tey um framgongd, síðan 2007, men tey kundu fiska 100% meira enn tey gera í dag, um tað var sum fyrr. Alla aðrastaðni er heilt galið. Tølini vísa sostatt, at tað at lurta eftir ICES allastaðni, uttan undatak, er enda við einari katastrofu.

Vit kunnu í dag staðfesta, at hagtølini vísa, at hvørki kvotur ella fiskidagar bjarga okkum undan vánaligari ráðgeving. Hagtølini vísa at tá fiskifrøðin ásetur kvotur og tá hon ásetur dagar er úrslitið tað sama. Tí siga hagtølini, at kvotur ikki broyta støðuna.

Støðan hjá heimaflotanum er vánalig, men fiskidagaskipanin gevur sama úrslit sum kvotaskipan tá vit lurta eftir fiskifrøðini.

Ráðgevingin frá vísindini verður gjørd við modelli, har emperi verður broytt, fyri at fáa modelli at passa. Tað átti at verið nærliggjandi at hugsa, at sannlíkt er modelli skeivt.

Er modelli skeivt, so eru politiskar samtyktir um at minka dagatal eisini skeivar. Politiskar samtyktir um at stongja økir, fyri at hjálpa fiskastovnum eru helst eisini skeivar.

Tað ber til at eftirkanna við data, men tað koma vit til eina aðru ferð. Tó kann upplýsast, at tølini vísa, at higartil hevur ráðgevingin frá Havstovuni/Ices kosta okkum 20 milliardir í mistum inntøkum seinastu 20 árini. Og skjótt missa vit tær næstu 10 milliardirnar.

Annars eru tað í ár 10 ár síðan Sidney Holt, sum síðan 1957 er roknaður sum pápin av dagsins fiskifrøði, segði á ICES ráðstevnuni, The World Conference on Stock Assessment Methods for Sustainable Fisheries í Boston, sum keynote talari segði: “MSY is rubbish” Tí er onki nýtt í at ICES hátturin at gera stovnsmetingar er sera ivasamur. Tað hava nógv vita í nógv ár.

Jógvan D Hansen, segði á Setrinum at paradigmuskifti kom tá teir gomlu góðust. Tað kundi ikki roknast við at teir fóru at góðtaka at alt teir hava gjørt eitt langt arbeiðslív var skeivt.

Ongin noyðir nakran at trúgva avreiðingartølum seinastu 100 árini. Tað stendur øllum frítt at gera sum havfrøðin og broyta data, ella at velja selektiv data, soleiðis at tey samsvara tí ein ynskir at trúgva.

Vit kunnu enda við at citera Líggjas í Bø: Vit og skil hava tey flestu. Tað ræður um at brúka vit og skil.

Eivind Jacobsen

Strendur

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *