Argja kirkja fingið endaligt byggiloyvi

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 måneder ago
Updated 2024/03/04 at 10:48 PM

Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevði málið til viðgerðar 12. februar 2024. Atkvøtt varð um málið og Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu blankt, Súsanna Olsen atkvøddi ímóti, men Annfinn Brekkstein og Jákup Dam tóku undir við tilmælinum. Jákup Dam kravdi málið fyri býráðið.

Tilmælið frá tekniska stjóranum og leiðaranum á byggimálsdeildini til í kvøld var at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við treytum um, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar, sum liggja við umsóknini um byggiloyvi, vísa, og annars við treytum sum umsitingin setur.

Á býráðsfundi í dag legði borgarstjórin fram broytingaruppskot, har mælt verður til at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini við teirri broyting, at veitt verður kirkjuráðnum á Argjum byggiloyvi til nýggjan kirkjubygning treytað av, at farið verður ikki undir jørðarbeiðið, fyrrenn ein fullfíggjað kostnaðar-, tíðar- og byggiætlan fyriliggur fyri allari byggingini. 

Hetta varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 5 ímóti.

Kelda & mynd: torshavn.fo – 29. FEBRUAR 2024

Share this Article