Burðardygd í øllum lutum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2024/03/04 at 4:09 PM

    

Setanarrøða til Aliráðstevnuna 2024 – Høgni Hoydal landsstýrismaður

Góðu tit.

Øll tit, sum starvast í og kring alivinnuna og bera hana framá hvønn dag. Frá at rognið kemur í eyga, til heimsins besti laksur liggur á diskum heimsins. Á sjógvi og landi við tykkara ymsu og fjølbroyttu førleikum og dygdum, har ongin liður kann verast fyri uttan. Hjá hvørjum einasta starvsfólki. Hjá teimum fyritøkum, ið veita tænastur. Hjá myndugleikum. Hjá granskarum. Hjá íverksetum.

Takk fyri, at eg aftur í ár eru boðin við at seta Aliráðstevnuna.

Hetta er ein serstakur dagur. Ein dagur har øll tit, ið starvast í alivinnuni, hittast til álvara og gamans. Í álvara – fyri at fáa verða dagførd um gongdina í alivinnuni, umframt at fáa fakligan íblástur. Og at vera saman til gamans.

Dagurin er eitt gylt høvi at hátíðarhalda alt tað, sum hilnaðist væl. Og at viðgera tær standandi og tær nýggju avbjóðingarnar.

Og at hugsa um og geva sær far um, ta ótrúligu ferð, ið tit hava verið ígjøgnum í føroysku alivinnuni. Frá teimum fyrsti slóðbrótarunum og undangongufólkunum, gjøgnum kreppurnar til í dag okkara hesa mest altjóðagjørdu vinnu, ið setur okkum mitt í verðina og ber so stóran part av okkara búskapi og vinnuligu skapan og fjølbroyttu størvum.

Hvussu gongdin hevur verið alivinnuni, og hvussu nógv er broytt í okkara samfelag og tænastum, fær meg at hugsa um hesa søguna, sum pápi mín, sáli, javnan segði okkum:

Hann starvaðist saman við Andriasi Reinert, sála, Edmundi Joensen og øðrum á Fiskaaling í sjeyti- og áttatiárunum. Og tá vóru samskiftið og sambondini við umheimin av einum munandi avmarkaðum slag. Tað mesta var gjøgnum Danmark. Og tá ið onkur útgerð ella vøra skuldi bíleggjast, varð ringt til okkurt felag í Danmark. Ein dagin hava teir ringt til eina fyritøku í Danmark at bíleggja ein lut. Og teir hava sagt í telefonini: “Ja, goddag. Dette er Fiska-aling i Færøerne. Kan vi bestille nogle reservedele?” Stutt eftir fáa teir eina váttan við telefaxi. Har stendur: “Kære Fisker Erling. Tak for din bestilling…”

Fiskaaling gjørdist grundarlagið undir vaksandi alivinnuni og fekk síðani sínar egnu, mongu bíleggingar.

Framgongdin sum føroyska alivinnan hevur verið fyri seinastu árini, er ein sólskinssøga, sum flestu føroyingar munnu vera ernir av. Men tað er sanniliga ikki tí, at tað bara hevur gingið framá eftir eini vaksandi ás. Dýrtkeyptar lærur og kreppur hava verið søguligu sannroyndirnar.

Tað fær meg at hugsa um orðini hjá Olof Palme, tá ið hann lýsti tað norðurlendska samstarvið, sum hann stríddist so inniliga fyri at skipa sterkari: “Det nordiska samarbetets väg till framgång kantas av grandiosa misslyckanden.” Altso: Vegurin til framstig byggir á stórsligin mistøk.

Tað mugu vit politikarar taka ábyrgdina av. Og fara fram við teirri alneyðugu eyðmýkt mótvegis náttúruni og teimum kørmum og skipanum, vit seta upp.

Umstøður og fortreytir kunnu broytast eftir stuttari tíð. Kappingin harðnar. Eisini frá okkara næstu grannum.

Søgan hevur lært okkum, at alivinnan er ein vinna, sum í øllum hvílir á lívfrøðiligari javnvág og tí samansetta tilfeingi, sum er so sera viðkvæmt fyri sjálvt smáum broytingum. Hóast vit royna okkara allarbesta, so eru fortreytir, sum vit ikki ráða yvir.

Avbjóðingum, størri og smærri, slepst ikki undan, og vit koma ongantíð heilt á mál. Tað sum er avgerandi er, hvussu avbjóðingarnar verða loystar. Her standa tit, hvønn einasta dag og skulu hugsa og handla ítøkiliga og samstundis megna at hugsa langt.

Frá náttúrunnar hond eru Føroyar millum frægastu støð í heiminum at ala í. Og tí má fremsta mál okkara áhaldandi vera at hetta eisini verður galdandi fyri komandi ættarliðini.

Tað eru tí tær umhvørvisligu avbjóðingarnar, ið eru tær størstu fyri vinnuna og altíð mugu standa fremst. Vit mugu seta okkum hægstu og fremstu mál fyri at tryggja og verja umhvørvi, náttúruna, vistfrøðisskipanina.

Heimurin er á einum markamóti, bæði við atliti at syndarligu geopolitisku støðuni, har heimurin letur seg aftur í klubbar, sum vilja verja sítt við valdi og tíverri vápnum, blóði og eldi.

Men heimurin er støðugt á einum markamóti í mun til ovnýtslu og at troyta náttúrutilfeingi burðardygt.

Í Føroyum hava vit ta skipan, at um hægstu lívfrøðiligu og umhvørvisligu krøv eru sett og skjalprógvað, er tað avgerandi fyri biomassan og framleiðsluna. Og harvið er ein stór ábyrgd løgd á vinnuna at umsita og virða náttúrugivnu mørkini á rættan hátt. Og á okkum sum myndugleikar at hava eftirlit og skipanir og váttanir og gransking og vitan.

Í hesum sambandinum kunnu vit læra av Voltaire, sum segði: “With great power comes great responsibility”.

Við ovurstórum valdi, fylgir ovurstór ábyrgd.

Náttúrufyrilitið er okkara størsta ábyrgd og fremsta uppgáva og mál allastaðni og ikki minst í alivinnuni.

Tit hava áhaldandi megnað at tillagað virksemið til broyttar umstøður, framt innovasjón og at seta hægstu mál. Tí havi eg stórt álit á, at alivinnan eisini í framtíðini fer at taka tey tøk, ið kunnu loysa avbjóðingarnar og flyta Føroyar fram í heimsins felags málum um burðardygd. Ikki minst í grøna orkuskiftinum.

Burðardygd má og skal vera okkara felags mál og fortreyt. At vit ikki bara lata okkara samfelag og okkara klótu til okkara eftirkomarar í á leið sama standi, sum vit fingu tey, men í betri støðu.

Burðardygd er sjálvandi fyrst og fremst tann lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygdin.

Men okkara visjón skal eisini vera tann sosiala og mentanarliga burðardygdin. At vinnan skapar vælferð, rættvísari livikor kring landið – og byggir tjóð, virðir og mál og mentan. Og at gjaldið fyri framíhjárættin at ala, gevur okkum møguleika at byggja sosiala vælferð, lækka lønarskattin, byggja heilsuverk, skúlar, barnagarðar, infrakervið, mentan, gransking og list áhaldandi.

Okkara mál og visjón skal eisini vera tann vinnuliga og búskaparliga burðardygdin. At vinnan kastar av sær og kann gera íløgur í framtíðina – og at tann kappingin og tað fjølbroytnið, ið aðrar vinnur og fyritøkur kunnu bjóða og skapa kann liva við rímiligum treytum og nýskapan

Og okkara visjón og skylda má eisni vera tann fólkaræðisliga burðardygdin. At tað vald og tann týdningurin, sum stórar fyritøkur hava í einum samfelag sum okkara, verður støðugt skákað av einum fólkaræði, ið kann seta krøv og reglur.

Umframt at vera ein fortreyt fyri allari aling, so er burðardygd seinastu árini eisini vorðið eitt aðalkrav frá kundum, marknaðum, umheimiminum og íleggarum. Krøvini um gjøgnumskygni í virkseminum og at fyritøkur ikki hava neiliga ávirkan á umhvørvið fyllir og fer at fylla alt meira í hugaheiminum hjá fólki. Eisini á hesum økinum gongur alivinnan undan í sínum virkisætlanum og visjónum og tað fegnist eg um.

Vit sum politikarar og myndugleikar hava sjálvandi størstu skyldu at hugsa langt og visjónert. Fyri at tryggja, at føroyska alivinnan eisini í framtíðini kann hava hægstu burðardygdskrøv, er tað av allarstørsta týdningi at fáa eina greiðari mynd av, hvørja ávirkan alivinnan hevur á samlaðu vistskipanina á onnur fiskasløg og umhvørvið kring okkum.

Hóast nógv er granskað, eru vit ikki komin á mál at lýsa hesi viðurskifti. Tað er tí mín greiða ætlan, at gransking, skjalfesting og vitan innan hesi øki fara at fáa munandi hægri raðfesting.

Í hesum sambandinum kann eg nevna, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við Fiski- og Samferðslumálaráðnum, Havstovuni og Firum, hava tikið stig til at fremja eina  verkætlan, sum vónandi kann greina neyvari, um samband er millum alivirksemið og fiskastovnarnar undir Føroyum.

Við teimum drúgvu royndum og stóru vitan, ið bæði vinnan og myndugleikar hava tilognað sær gjøgnum árini, umframt ta nýskapan sum er í vinnuni, eri eg vónríkur um at alivinnan eisini í framtíðini verður í fremstu røð altjóða og her heima. Bæði við fyrilitið fyri umhvørvi, fiskaheilsu, samfelagi  og at framleiða dygdarvørur í heimsflokki.

Sjálvur fari eg at gera alt mítt til at tryggja vinnuni góðar karmar at virka undir samstundis sum tryggjað verður at neyðug krøv verða sett. Eg vil við hesum orðum ynskja tykkum øllum ein góðan og gevandi dag við íblástri, vitanarumbýti, vón, samveru og skemti.

Aliráðstevnan 2024 er hervið sett.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *